fríggjadagur 7. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 87 - 7. mai 2004
Nr. 87 - 7. mai 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
26. apríl fingu Bárður 6 ár og
Randi 1 ár eina lítlasystur. Hon
vigaði 3650 gr og var 51 cm long.
Foreldur teirra eru Hansina M. og
Sonni Johannesen og tey búgva í
Saltangará.
Leygardagin 8. mai eru 25
ár liðin síðan Erla Olsen
var sett sum organistur í
Vestmanna.
Øll hesi árini hevur hon
uttan íhald røkt hetta starv
og undir skiftandi kirkju-
ráðum og prestum.
Hesi 25 árini hava Jákup
Magnussen, Gerhard Han-
sen, Uni Næs og Inga Poul-
sen Dam verið prestar.
Erla, sum annars er út-
búgvin
hárfríðkannar-
kvinna byrjaði í 1979 við
barnakóri í kirkjuni, og
góvu tey eisini band út um
tað mundi. Nú um páskir-
nar sendi SVF eina sending
við Vestmanna Kirkjukóri,
har Erla eisini er kórleiðari.
Erla er gift við Julian
Olsen, tey búgva inni við
Fossá og tey eiga børnini:
Andrea, 39 ár, Finn Jørgin,
38 ár, Ingi, 35 ár, Eivind, 33
ár og Áki, sum er 27 ár.
Kurt Andersen,
Saltangará:
Linjumaður
hjá elfelag-
num SEV
í 25 ár
Erla Olsen, Vestmanna:
25 ára starvsdag
í Vestmanna kirkju
28. apríl fingu Brynhild Nolsøe og
Ysmhael L. Thorgeirsson, Klaksvík, ein
son. Hann var 50 cm langur og vigaði
3050 gr.
28. apríl fingu Eydna Dánjalsdóttir
Petersen og John Vangberg Petersen,
Norðragøtu, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3600 gr.
29. apríl fingu Pencae og Bjarki Poulsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm
long og vigaði 4100 gr.
29. apríl fingu Katrin Jespersen og
Bárður Mikkelsen, Keypmannahavn,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og
vigaði 3195 gr.
30. apríl fingu Helga Nordendal og
Gunnar K. Nattestad, Bø, eina dóttur.
Hon var 55 cm long og vigaði 3700 gr.
1. mai fingu Jacoba Lervig og Bergur
Samuelsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var
56 cm long og vigaði 4500 gr.
1. mai fingu Sólrun Lenvig og Stig
Hansen, Argjum, eina dóttur. Hon var 55
cm long og vigaði 4100 gr.
2. mai fingu Dorith Æðustein Poulsen,
Tórshavn, og Niclas Allan Danielsen,
Toftum, eina dóttur. Hon var 49 cm long
og vigaði 3200 gr. Hon eitur Erika.
2. mai fingu Jóhanna og Heðin Poulsen,
Skála, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3400 gr.
3. mai fingu Nina og Petur Poulsen,
Skopun, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3000 gr.
3. mai fingu Sára og Bjørk í Århus eina
lítlasystur. Hon var 53 cm long og vigaði
3960 gr. Foreldrini eru Ane Bogetoft
Drost og Rólvur Berg.
30. apríl fingu Ása og Dina ein
lítlabeiggja. Hann var 51 cm
langur og vigaði 4100 gr. Hann
eitur Pól Jóhannus eftir einum av
abbum sínum. Foreldur teirra eru
Kristina og Páll Larsen í
Fuglafirði.
Leygardagin 1. mai
fingu Mildrid Einars-
dóttir og Hanus
Hansen, Klaksvík, ein
son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4300
gr. Her sita systrarnar
Sanna, Masa og Rósa
so erpnar undir
honum.
9. mai hevur Kurt Ander-
sen, Saltangará arbeitt sum
linjumaður hjá elfelagnum
SEV í Eysturoynni í 25 ár.
Nú er komið væl
áleiðis við nýggja
vøllinum á Eiðinum í
Vági og menn eru
byrjaðir at leggja
grønu grasrullurnar á
FÓTBÓLTSVØLLUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
VB hevur í ár leikt sínar
heimadystir á Sevmýri á
Tvøroyri og orsøkin er, at
farið varð fyrr í ár undir
stórarbeiði vesturi á Eiðin-
um í Vági. Gamli fótbólts-
vøllururin skuldi skiftast út
og farið varð gjølla til
verka. Nýggi vøllurin er
nýggjur frá botni av. Økið
er planerað av nýggjum og
liggur nýggi vøllurin væl
hægri enn tann gamli. Eis-
ini er snøggað rundan um
vøllin.
Nýggi vøllurin er av
nýggjasta slag og menn frá
útlendsku fyritøkuni fáast
um dagarnar við at leggja
grønu grasrullurnar á og
arbeiðið gongur væl og
skjótt. Myndin vísir vøllin
fyrstu dagarnar í vikuni,
men veðrið var heldur
keðiligt týsdagin og miku-
dagin, so tá lá arbeiðið stilt,
men var tað tikið uppaftur
hósdagin.
-do-
Grønkast á Eiðinum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
7. mai. Flavia, deyð umleið ár 95. Henda abbadóttir keisaran Vespasianus gjørdist kristin og varð rikin í útlegd.
8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Krakow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum
Boleslav. Hann er tjóðarhalgimenni hjá póllendingum.
9. mai. Kaspar. Ein av teimum tirmum heilagu kongunum. Føroyska navnið er Jaspur, týdningurin er ókendur.
10. mai. Gordianus, deyður umleið ár 362. heiðin rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og varð
hálshøgdur.
Andlát
29. apríl
Sunnuvá Hansen, Miðvági, 80 ár.
1. mai
Manda Andersen, fødd Jacobsen, ættað úr Fámjin,82
ár.
2. mai
Niclas Petur Niclassen, ættaður av Velbastað,
búsitandi í Havn,73 ár.
Birgir Hansen, Fuglafirði, 63 ár.
Hildibjørg Tausen, ættað úr Fámjin, 53 ár.
Tøkk
Øllum tykkum, ið gjørdu okkum gullbrúd-
leypsdagin tann 14. februar so hugnaligan,
takka vit hjartaliga.
Takk fyri gávur, blómur, telegramm, upp-
ringingar, og takk til børn og svigarbørn,
sum fingu dagin í lag.
Alma og Jóhan
Louisa og Kristian
Konfirmantar í Miðvágs
kirkju 30. mars 1958 hjá
Johs. Follend, presti.
Sunnudagin 30. mars
2003 hittust hesi 18 til
gudstænastu í Miðvágs
kirkju í sambandi við, at
tað vóru 45 ár síðani tey
vórðu konfirmerað.
Aftasta rað f. v.: Julius
Henriksen, Sørvági, Snorri
á Steig, Sandavági, Egin
Rasmussen,
Sørvági,
Sommer Jacobsen, Vest-
manna (Slættanesi), Petur
Petersen, Sandavági, Ólav-
ur
Guttesen,
Sørvági
(Bøur).
Í miðjuni f.v.: Lis Ehlers,
Sørvági, Marna Olsen,
Hoyvík (Dam, Sandavági),
Oda
Olsen
(Davidsen)
Sørvági, Edith í Jansagerði,
Miðvági, Anna Højsted,
Hoyvík (Eliasen, Slætta-
nesi), Herborg Thomassen,
Sørvági (í Kálvalíð, Mið-
vági).
Fremst f.v. Inna Müller,
Tórshavn (Nattestad, Mið-
vági), Erla í Haraldsstovu,
Tórshavn (Sandavági), Sára
Heinesen, Sørvági (Gutte-
sen, Bøur), Julia Biskopstø,
Danmark (Kongsbak, Mið-
vági), Arnfríða Nielsen,
Tórshavn (Augustinussen,
Sandavági)
og
Jónrith
Frederiksen, Miðvági (Pet-
ersen, Sandavági).
Prestur var David Jo-
hannesen.
Upprunaliga vóru 25
konfirmantar, men 6 vóru
ikki við, og ein er deyð.
Nú nærum øll hava rund-
að tey seksti árini, er ein á
myndini, sum ynskir øllum
hjartaliga tillukku og takk-
ar fyri ein hugnaligan dag
30. mars 2003.
Konfirmantar í Miðvágs kirkju í 1958
Smiðjan
í Lítluvík
Hósdagin 6. mei kl 14,
verður fernisering av eini
nýggjari listaframsýning í
smiðjuni í Lítluvík.
Tað verður danski lista-
málarin Ingrid Møller, sum
fer at sýna fram verk úr
Føroyum. Hon hevur nýtt
bæði
akryl,
oliepastel,
akvarel og silkimáling.
Ingrid Møller hevur fleiri
ferðir verið í Føroyum, og
eitt skifti búði hon eisini
her. Hon hevur fyrr havt
framsýning í Lítluvík.
Hon sigur, at myndirnar
endurspegla hennara kær-
leika til oyggjarnar og
føroysku náttúruna, og tær
eru ein háttur at halda fast
um minnini. Myndirnar eru
fyri tað mesta naturalist-
iskar, men tær vísa eisini
sterku sansaupplivingarnar,
sum Ingrid Møller hevur
fingið her.
Framsýningin verður 6.-
16. mei, kl 14-18.30.
90 ár
10. mai verður Jütta S. Jacobsen á Bakka, Glyvrum,
90 ár.
Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum
Dýra biðidag 7. mai. Opið hús frá kl. 17.00
C
M
Y
K
13
12