fríggjadagur 7. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 7. mai 2004
15
14
Nr. 87 - 7. mai 2004
andiskostur, og tí kendist
tað sum ein lætti, hvørja
ferð hann fór út, og eg vón-
aði bara, at hann helt seg
burtur, so leingi sum møgu-
ligt. So var friður, um ikki
annað.
Neyðtikin
– Í veruleikanum var eg
vorðin púra líkaglað við
honum og okkara hjúna-
bandi, og tí er tað kanska
eitt sindur ringt at skilja,
hví eg bleiv so óð, tá eg
fann út av, at Hanus hevði
eina elskarinnu. Men eg
føldi meg so niðurgjørda, tí
hann royndi stórt sæð ikki
at fjala út yvir, at hann í tíð
og ótíð sat og tosaði við
hana í fartelefonini. Ta einu
ferðina var hann farin út í
hjall at tosa, og tað gav mær
ein møguleika taka hann
upp á "feskan" gerning. Eg
rykti
hurðina
upp
og
spurdi, hvat tramin hann
billaði sær inn. Eg havi
ongantíð upplivað nakran
blíva so óðan. Hann bleiv
fullkomiliga svakur og
rópti: "Tú skalt ikki halda,
at eg ikki eisini eri førur
fyri at orðna teg, fyri tað
um eg havi eina elska-
rinnu!". So hirdi hann meg
upp á eitt borð, skræddi
trussurnar av mær og hamr-
aði nevan upp í undirlívið á
mær fleiri ferðir. Eg fekk
ikki gingið í fleiri dagar og
mátti á skaðatovuna, men
so hendi onki meir. Tey
søgdu, at tey høvdu biðið
meg melda hann til løgregl-
una, og tað passar ivaleyst,
men eg var so skelkað og
ørkymlað, at eg fekk tað
ikki við. Í slíkum førum
haldi eg, at sjúkrahúsið
skuldi tikið fólk av ræði og
bara melda beinanvegin, tá
kvinnan týðiliga ikki er før
fyri at hugsa klárt sjálv. Tá
átti at verið teirra skylda.
Tjógv sum vápn
– Endabresturin kom eitt
kvøldi beint eftir jól, tá eg
umsíðir var farin í dans
saman við vinkonu míni.
Eftir dansin bjóðaðu vit
nøkrum gestum heim við til
ein bita. Knappliga stóð
Hanus í hurðini. Fyrst læt
hann sum onki og setti seg
niður. Tá eg reisti meg upp
at at rætta gestunum eitt fat
við fugli, dundraði Hanus
nevan upp undir fatið, so
tað reyk beint upp í andlitið
á mær. Har stóð eg so, við
mati og snyki rennandi
niðureftir kjólanum, eg
hevði pyntað meg í, meðan
gestirnir kvikliga sluppu
sær á dyr. Hanus helt fram
at leika í sum eitt svakt og
ýldi okkurt um, at hann
hevði sæð meg í dansi. So
tók han eitt skerpitjógv og
bukaði og bardi meg við tí,
til eg lá á gólvinum og bara
royndi at halda sum frægast
um høvdið. Eg var so sund-
ursorlað, at eg fekk næstan
ikki flutt meg. Onkusvegna
fekk eg grulvað upp á eina
sofu, og har var eg liggjandi
í eina viku. Vinkonan
syrgdi fyri, at eg kom til
lækna, og at eg hesuferð
meldaði Hanus til politiið.
Eg skilji tað framvegis ikki,
men tað gingu 4 vikur frá tí
eg meldaði hann, inntil
politiið
handtók
hann.
Málið kom í rættin, og hann
fekk ein 2 ára treytaðan
dóm. Tað var tað, sjálvt um
læknajournalin prógvaði, at
í grundini mundi maður
mín dripið meg.
Umsíðir hevði eg tá fatað
álvaran í hesum, og at ong-
in verulig hjálp var at fáa.
Endin var, at eg og Hanus
vórðu skild. Tað eru 4 ár
síðani nú.
Hví rýmdi eg ikki?
– Nú eg fortelji hetta, er tað
sjálvandi ein spurningur,
sum allatíðina spøkir aftur:
Hví fann eg meg í øllum
hesum? Hví stakk eg ikki
av, fyrstu ferð hann slóð
meg?
Eg havi onki svar, annað
enn at onkustaðni í øllum
hesum ørskapinum var eg
framvegis góð við mann
mín, og mær tókti synd í
honum. Og so ræddist eg
hann, sum pestin. Eitt ann-
að er, at tá tú verður niður-
gjørd dagliga so leingi,
máar tað spakuliga alt títt
sjálvsvirði burtur. Tú verð-
ur heilavaskað, og til endan
fært tú ikki hugsa klárt og
fer at ivast í, hvat er nor-
malt ella ikki. Maður mín
dugdi ómetaliga væl at bera
seg serstakliga dámliga at
ímillum onnur fólk, og
politiið hevði altíð ilt við at
trúgva, tí eg segði. Meir
skuldi ikki til fyri at fáa
meg at halda, at tað mátti
vera mær, tað var galið við.
Tá eg hoyri ungar kvinn-
ur siga, at verða tær bukað-
ar bara eina einastu ferð, so
er tað slutt, hugsi eg altíð:
"Gævi satt, at tær meina
tað". Men eg má viðganga,
at eg inni við meg sjálva
eisini hugsi: "Bíða bara, til
tú stendur mitt í tí. Tá er tað
lættari sagt, enn gjørt."
Ongin hjálp at fáa.
– Eg fari ikki at ráða
nakrari kvinnu til at leita
sær hjálp við at venda sær
til løgregluna. Tað er mest
sannlíkt, at løgreglan helst
ikki vil blanda seg upp í og
bara kallar tað húsaófriður.
Eg veit ikki, um tað ikki
hevur nóg høgan status at
taka sær av kvinnum, sum
eru bukaðar, men tað tykist
at vera sera torført at fáa
hjálp.
Sjálv fekk eg varandi
mein av harðskapinum, og
eri tí lutvíst óarbeiðsfør í
dag. Men eg stríðist enn við
at fáa okkurt slag av pen-
sión, so eg kann forsyrgja
mær sjálvari. Ein onnur av-
leiðing var, at eg gjørdist
tunglynt í eitt longri tíðar-
skeið, men ongin bjóðaði
mær sálarfrøðiliga hjálp av
nøkrum slagi. Kanska átti
eg at havt vent mær til
Kvinnuhúsið, men so langt
hugsaði eg ikki tá, og ongin
minti meg á tað. Heldur
ikki løgreglan.
Eg royni ikki at vera
beisk, tí eg kann ikki brúka
tað til nakað. Harðlig
mannfólk hava stolið ein
stóran part av mínum lívi,
og nú vil eg hava tað aftur.
Eg vildi fegin lagt bæði
mynd og fulla navn til hesa
greinina, men so skal eg
byrja umaftur at ganga og
vera bangin fyri, hvat fyrr
verandi maður mín kann
finna uppá.
– Mín dreymur um eitt
eydnuríkt hjúnaband verður
av ongum, tí eg vil ikki
hava ein mann aftur í mítt
lív. Eg eri 59 ár, eigi tvey
fitt børn og eina deiliga
ommudóttur, sum eg gleð-
ist um hvønn dag. Tað tók
alt ov nógv ár, men nú sær
tað umsíðir út til, at tað er
vorðið mín túrur at liva,
sigur Maria at enda.
Eg havi ikki tal á,
hvussu ofta eg sendi
eg boð eftir løgregl-
uni, tí maður mín
hevði bukað meg.
Men teir kallaðu tað
bara húsaófrið og
gjørdu onki. Endin
var, at hann mundi
dripið meg, og eg fekk
varandi mein. Tá-
staðni fekk maður
mín ein treytaðan
dóm, sigur Maria,
sum livdi við harð-
skapinum í meir enn
30 ár
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hon var bara 17 ár og við
barn, tá hennara fyrsti
dreymur um eitt eydnuríkt
familjulív brast. Sjeikurin
rýmdi og Maria stóð eftir,
sum ein av teimum, ið var
komin illa fyri. Soleiðis æt
tað tá í 1960 unum úti á
bygd. Einsamøll, við lítlari
skúlagongd og stórum búki
vóru framtíðarútlitini hjá
Mariu alt annað enn bjørt.
Dreymurin um at fara til
Havnar at arbeiða á gist-
ingarhúsi mátti bíða, tí hon
hevði ikki ráð at koyra
barnið í barnagarð. So
Maria varð búgvandi heima
hjá foreldrunum, fekk eina
dóttir og droymdi ikki long-
ur størri dreymar enn at fáa
okkurt fiskaarbeiði í heim-
bygdini, so hon kundi for-
syrgja síni lítlu familju.
Gjørdi mun á
børnunum
– Tá dóttirin var 1 ár, hitti
eg ein mann, sum eg for-
elskaði meg í upp um bæði
oyru, greiðir Maria frá.
Hann var lívligur og stutt-
ligur, og tað besta av øllum
var, at hann tóktist at vera
góður við dóttir mína. Eg
bleiv skjótt uppá vegin
aftur, og vit gjørdu av at
giftast og flyta til Havnar.
Vit fingu ein son, og tá
fekk eg fyrstu ferð illgruna
um, at alt ikki var so ljósa-
reytt, sum eg gekk og bill-
aði mær inn. Eg legði skjótt
merki til, at hann gjørdi
mun á børnunum. Tá hann
kom aftur av skipstúri,
hevði hann altíð okkurt við
til sonin, men ongantíð
nakað til dóttir mína, og
sum frá leið, gjørdist tað
bara ein vani.
Maður mín var eisini
harðligur og drakk illa. Tað
var ikki inniverandi, tá
hann var heima, og eg veit
ikki, hvussu nógvar nætur
eg havi ligið og koyrt runt
við børnunum í bili, tí vit
ikki kundu vera inni og
ongastaðni høvdu at fara.
Men eg tók meg saman og
fór skjótt frá honum fyri at
byrja av nýggjum. Lítið
visti eg, at harðskapurin, eg
hevði upplivað, onki var
afturímóti tí, sum bíðaði
mær.
Stjól 50.000 kr.
– Eg var fyrst í 40 unum, tá
eg hitti Hanus og bleiv gift
aðru ferð. Tú skuldi trúð, at
eg hevði lært okkurt av tí
fyrra hjúnabandinum, og at
eg dugdi at síggja, tey ávar-
ingartekin, sum hóast alt
vóru, longu áðrenn eg og
Hanus giftust. Men eg læt
eyguni aftur og vónaði og
trúði, at hesuferð fór tað at
vera annarleiðis. Børnini
vóru nú vaksin og flutt
heimanífrá, so eg ímyndaði
mær eina friðaliga og
romantiska tíð, har vit bara
høvdu
hvønnannan
at
hugsa um.
Eg visti, at Hanus dámdi
væl at ganga í býnum og at
ballast. Men eg visti ikki, at
hann eisini var í stórum
fíggjarligum trupulleikum.
Tað fann eg ikki út av, fyrr
enn hann einaferð stjól
50.000 krónur úr míni
bankaboks við at bróta seg
inn í skapið, har eg hevði
goymt lykilin til boksina.
Men eg fyrigav honum, tí
eg visti, hvussu stórum
fíggjarligum trýsti, hann
allatíðina var undir, og eg
bleiv í grundini ikki óð,
fyrr enn eg fann út av, at
hann hevði brúkt pengarnar
til ein ballingartúr, sigur
Maria við beiskari rødd.
Setti eld á
– Lyndið hjá Hanusi gørdist
bara meir og meir óstøðugt
og ørligt. Eg visti ongantíð,
hvat hann kundi finna
uppá, og eg var allatíðina
bangin. Eg tordi ikki at
leggja meg at sova longur,
tí hann hevði fleiri ferðir
lagt á meg meðan eg svav.
Eg keypti mær eisini eina
fartelefon, sum eg goymdi
fyri honum, so eg visti, at
eg altíð kundi ringja eftir
hjálp.
Eg vildi fegin hjálpa hon-
um, um eg kundi, og eg
royndi eisini at fáa hann at
tosa, um hvat bagdi. Men
tað nyttaði onki, tí hann tók
tað sum eitt álop á sína per-
sónligheit, hvørja ferð eg
kom inn á, at alt ikki var,
sum tað skuldi. Onkus-
vegna fekk hann altíð gjørt
tað til, at tað var eg, sum
hevði skyldina, og tað gav
honum so "rætt" til at hevna
seg inn á meg.
Eineferð, eg hevði sagt
okkurt, hótti hann við at
brenna meg inni, og áðrenn
eg visti av, hevði hann sett
eld á gardinurnar, sum
knappliga stóðu í ljósum
loga. Eg sníkti meg eftir
fartelefonini og ringdi til
politiið. Tá teir komu,
hevði maður mín sløkt eld-
in, klipt restirnar av gar-
dinunum burtur og lagt seg
á sofuna at hyggja í sjón-
varp. Hevði tað ikki sást á
vegginum, at eldur hevði
verið í, hevði eg følt meg
ótrúliga býtta. Politistarnir
søgdu, at teir trúðu mær,
men vildu onki gera, tí,
sum teir søgdu, "Tað ger
tað oftast bara verri."
Spýtt í andlitið
– Sum tíðin leið gjørdust
ballingartúrarnir hjá Han-
usi bara fleiri og longri, so
eg sat einsamøll heima
meginpartin av tíðini. Fyrri
maður mín vildi ikki lova
mær út at arbeiða, og øll
familjan hjá mær búði á
eini aðrari oyggj, so eg
kendi ongan, eg kundi fara
at vitja. Men eg hevði eina
vinkonu, sum royndi at
lokka meg við sær í dans
onkuntíð. Tað vildi eg eisini
fegin, men eg tordi ikki, tí
eg visti, at maður mín bleiv
svakur, um eg fór í býin.
Tað hevði hann langt síðani
gjørt mær greitt. Tað var
kanska heldur ikki nakað,
eg saknaði so nógv, tí eg
var ikki ein, sum gekk í bý-
num, tá eg var ung. Eg var
39 ár, tá eg fyrstu ferð
smakkaði eina øl og mitt í
40 unum, tá eg var í dans
fyrstu ferð.
Eg byrjaði at halda tað
vera eitt sindur órímiligt, at
hann bara tók tað sum eina
sjálvfylgju, at eg sat heima
og bíðaði. Men tá eg um-
síðir tók meg saman at siga
nakað um tað, svaraði hann
við at spýta meg í andlitið
og geva mær ein frammaná.
Hetta gjørdist skjótt ger-
Maður mín mundi dripið meg
C
M
Y
K
14