fríggjadagur 7. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 87 - 7. mai 2004
Nr. 87 - 7. mai 2004
17
Tá tú ert politikkari,
so skalt tú sjálvandi
vísa eina ávísa
virðing. Men eg haldi,
at tað er umráðandi
framvegis at vera
tann tú ert. Tað sigur
John Johannessen,
sum varð valdur á
ting til løgtingsvalið í
januar. Sosialurin
hevur sett unga
tingmanninum
stevnu
SAMRØÐA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað er fríggjadagur í Havn.
Fólk eru liðug at arbeiða,
og fleiri lagnur eru at síggja
í havnargøtum og havnar-
støðum. Millum hesar lagn-
ur er navnframur maður,
løgtingsmaður, sum er fyrr-
verandi
tíðindamaður.
Hann situr á navnframari
cafe, ungur og grønur sum
hann er.
Blaðmaður er eisini mill-
um fólkini á ymsu havnar-
støðunum. Hann sær tann
unga løgtingsmannin, sum
situr aftarliga á cafe'ini.
Leiðin gongur ímóti hans-
ara borðið, eftir at ein
drykkur er fingin til vega.
Tosað verður ikki uttanum.
– Góðan dagin, er tað
gjørligt at fáa eina sam-
røðu í lag, verður spurgt.
– Tað er gamaní, ongin
trupulleiki, sigur 26 ára
gamli løgtingsmaðurin.
Vit gera nærri avtalu um,
nær vit skulu møtast og
verða samdir um at hittast
komandi
mikukvøld
á
onkrum góðum og hugna-
ligum havnarstaði. Eftir
fimm minuttum er okkara
møtið fyribils liðugt, og vit
fara hvør til sítt. Ein sam-
røða við unga og nýggja
løgtingsmannin,
John
Johannessen, er fingin í
kassan.
Samrøðan byrjar
Vit eru aftur í Havnini
vikuna eftir. Avtalan er, at
vit skulu møtast á einari
cafe, sum liggur eitt sindur
longri uppi enn áður-
nevnda. Klokkan er átta um
kvøldið, og løgtingsmaður-
in er klárur og bíðar eftir
blaðmanninum. Løtu seinni
er klárt at seta hol á, og vit
sessast við gløsum og
bandupptakara. Løgtings-
maðurin bjóðar, og samrøð-
an fer í gongd.
– Eg havi altíð havt stór-
an áhuga fyri samfelagsvið-
urskiftum. Tað varð helst
eisini orsøkin til, at eg valdi
løgtingsarbeiðið. Og tá tú
so ert komin har, at tú tekur
støðu til samfelagslig við-
urskifti, so kann tað jú bert
vera
gott,
sigur
John
Johannessen, sum varð
valdur á ting í januar 2004.
Tað er ikki fyrstu ferð, at
ein fjølmiðlamaður er farin
beinleiðis úr sínum faki og
inn í politiska heimin. John
Johannessen arbeiddi í
Sjónvarpi Føroya, áðrenn
hann stillaði upp til løg-
tingsvalið,
sum
varð
útskrivað í úrtíð.
– Próvføring brúkar tú í
bæði fjølmiðlaheiminum
og í politiska lívinum, og
samfelagsviðurskifti hoyra
bæði politikaranum og fjøl-
miðlamanninum til. Men
nú eri eg hinumegin borðið,
sum helst ger tað lættari at
svara upp á spurningar frá
fjølmiðlunum, sigur John
Johannessen við blaðmann-
in, sum situr hinumegin
borðið á hugnaligu cafe'ini.
Gamal lærari hjá John
situr í andstøðuni
John varð kendur fyri síni
John Johannessen, yngsti maður á tingi:
– Tú mást vísa virðing
John um lagnudagin:
– At fara upp í politikk var ikki ordiliga nakað, sum eg hevði planlagt. Tað hendi í veruleikanum nokkso
løgið, og tað ger tað helst fyri tey flestu. Eg var ikki limur í nøkrum flokki, men mann hevur sjálvandi sínar
hugsjónir. Men sum fjølmiðlamaður royndi eg at halda hugsjónirnar í bakgrundini og fjølmiðlafakið
frammaliga. Men so setti Javnaðarflokkurin seg í samband við meg nakrar ferðir og bað meg stilla upp. Men
eg segði nei. Til seinasta uppstillingarfund skuldi eg so svara endaliga, og tá segði eg aftur nei.
Javnaðarflokkurin útsetti síðani henda fundin við kaffipausum og tílíkum, og bóðu meg umhugsa hetta
einaferð afturat. So var tað, at eg tosaði við familju, og tað endaði við, at eg tók eina avgerð. Eg hugsaði við
mær sjálvum, "ok, lat meg royna." So ringdi eg til tey á uppstillingarfundinum og boðaði frá mínum
ætlanum. Og síðani ringdi eg til sjónvarpsstjóran og segði, at eg mátti fara í farloyvi í stundini, tí eg stillaði
upp til løgtingsvalið. So fór eg til uppstillingarfundin, og tað var ein sera løgin kensla. Eg minnist, at tað var
akkurát soleiðis, at eg kláraði at ganga um gólvið, tá eg so kom inn har. Hetta var ikki nakað, sum eg hevði
planlagt, og eg visti væl, at tá eg fór út í hetta her, so tók eg grundalagið undan sjálvum fakinum, sum eg var
í áðrenn. Men tað var so ein avgerð, sum eg tók, og tað eydnaðist.
”
Mín fyrsti flokslærari situr í andstøðu í tinginum í dag, so tað er ein stuttlig støða at vera í. Tað sigur nýggi tingmaðurin John Johannessen um sín fyrsta flokslærara í fólkaskúlanum
Mynd: Jens Kr. Vang
ofta sera beinraknu innsløg
í Degi og Viku.
– Tað var kanska ikki so
løgið, at eg endaði í sjón-
varpinum. Eg minnist væl,
at eg sum smádrongur fekk
ein bandupptakara og byrj-
aði at sita og redigara mínar
egnu útvarpssendingar, sig-
ur fyrrverandi journalist-
urin afturlítandi á barna-
árini.
John er føddur í Havn og
hevur stigi tey fyrstu fetini í
Havnini, men hann hevur
eisini búð í Suðuroynni, har
hann gekk í studentaskúla.
Fólkaskúlin varð eisini av-
greiddur í Suðuroynni, og
John minnist enn sín fyrsta
lærara.
– Mín fyrsti flokslærari
situr í andstøðu í tinginum í
dag, so tað er ein stuttlig
støða at vera í, sigur John
smílandi, meðan vit fáa
okkum uppí.
John Johannessen dylir
ikki, at hann er glaður fyri
leiklutin sum ein av teim-
um tvey og tretivu í Løg-
tinginum.
– Tað er altíð stuttligt at
vera í einum arbeiði, sum tú
trívist í. Og eg trívíst væl í
løgtingsarbeiðinum
og
trúgvi uppá, at tað ber til at
gera nakað til nyttu í hesum
arbeiðinum, sigur John
Johannessen, sum í góðar
hundrað dagar hevur havt
sæti á Føroya Løgtingi.
Hvar hoyrir John
Johannessen heima?
Nýggi
politikkarin
hjá
Javnaðarflokkinum situr í
mentanarnevndini og uttan-
landsnevndini hjá Løgting-
inum. John brúkar nógva
tíð upp á tingarbeiðið, sum
hann tekur í størsta álvara.
Nógv tilfar verður latið
tingmonnum, og tískil hev-
ur nýklakti tingmaðurin
nógv at lesa. Hann tekur
eisini orðið á Løgtingsins
røðarapalli, tá orsøk er fyri
tí.
– Men retorikkur, um tað
bara eru orð, so kann tað
ikki brúkast til serliga nógv,
tí tað má liggja ein meining
aftanfyri tað, sum verður
sagt, sigur John Johannes-
sen, sum í síni grundhug-
sjón trýr upp á javna og
samhaldsfesti.
– Eg trúgvi upp á tey
samhaldsføstu
virðini.
Samfelagið skal geva pláss
fyri øllum samfelagsbólk-
um, uttan mun til hvørjari
stætt tú ert av, sigur John
Johannessen, nú prátið á
cafe'ini er fallið inn á polit-
iskar hugsjónir.
– Eg haldi, at tá talan er
um at seta seg inn í viður-
skiftini hjá teimum veiku í
samfelagnum, og teimum
sum eru komin illa fyri, so
veit eg í ávísum førum,
hvat tað snýr seg um frá
mínum egna lívi, sigur
tingmaðurin hjá Javnaðar-
flokkinum. Hann leggur
afturat, at tey nærmastu
hava sera stóran týdning í
hansara lívi.
– Mínir vinir hava heilt
ómetaliga nógv at týða fyri
meg, og tað hevur familjan
sjálvsagt eisini, sigur ting-
maðurin um familju og vin-
ir.
John sigur eisini, at tað
kann verða trupult at finna
útav, hvar hann hoyrir
heima, tí foreldrini eru úr
hvør sínum enda av landin-
um, og hann hevur stigið
tey fyrstu fetini mitt ímill-
um tey bæði støðini.
– Tað er heilt ómetaliga
trupult at svara uppá, hvør
John Johannessen er. Eg eri
føddur og búgvi í Havn.
Pápi mín var úr Klaksvík,
og mamma mín úr Suður-
oynni, sigur John, tá spurgt
verður um, hvar hann stavar
frá.
Ymiskt hugnaligt
fyriferst í tingsalinum
John Johannessen hevur
búð helvtina lívinum í
Havnini, og hann býr í dag
á Reyni, tætt við Tinganes
og tætt við cafe'ina, sum vit
sita á. Hann sigur, at tað er
deiligt at búgva so tætt við
Løgtingið og Gamla Apo-
tekið, har hann hevur sína
dagligu gongd. Og væl-
nøgdur er hann eisini við
tingarbeiðið, og honum
dámar í heila tikið væl at
vera í tingsalinum.
– Tað
fyriferst
ofta
ymiskt hugnaligt í tingsal-
inum, tá andstøða og sam-
gonga fara at arga hvørja
aðra, og sum síðani eru vin-
ir alíkavæl, tá tingfundurin
er liðugur, sigur John
Johannessen.
John leggur dent á, hann
hevur stóra virðing fyri
Løgtinginum og tingarbeið-
inum. Men hann heldur tað
hava stóran týdning, at tú
ikki missir teg sjálvan burt-
ur.
– Tá tú ert politikkari, so
skalt tú sjálvandi vísa eina
ávísa virðing. Men eg
haldi, at tað er umráðandi
framvegis at vera tann tú
ert, sigur John Johannes-
sen, løgtingsmaður og fyrr-
verandi tíðindamaður í
Sjónvarpi Føroya.
Nýggi tingmaðurin kenn-
ir seg væl í politiska um-
hvørvinum, og hann hevur í
skrivandi løtu ongar ætlanir
um at venda aftur til fjøl-
miðlastarvið.
– Sjálvsagt stillar tú upp-
aftur, tá tú fyrst ert komin
upp í politikk. Tú mást
royna at stremba og halda
so leingi sum gjørligt, sigur
ein
støðufastur
John
Johannessen, áðrenn vit
venda gløsunum og fara
hvør til sítt.
Ov nógv grót og asfalt
í Løgtinginum
– Eg haldi, at alt ov stórur partur av
tingarbeiðinum snýr seg um grót og asfalt,
men alt ov lítið um størri og yvirordnaði
samfelagslig viðurskifti. Tað gongur næstan
ein heilur dagur við at kjakast um, hvussu
tjúkt asfaltið á onkrum vegi skal verða, og
tað kann ikki verða meiningin.
John Johannessen um tingarbeiðið
Tá tú ert politikkari, so skalt
tú sjálvandi vísa eina ávísa
virðing. Men eg haldi, at tað
er umráðandi framvegis at
vera tann tú ert. Tað sigur
John Johannessen,
løgtingsmaður og fyrrverandi
tíðindamaður í Sjónvarpi
Føroya
Mynd: Jens Kr. Vang
Hví varð John kallaður Jokarin:
– Jóannes Eidesgaard var komin til at siga í eini blaðsamrøðu,
áðrenn uppstillingin var liðug, at Javnaðarflokkurin skuldi nokk
klára tað, tí teir mundu fara at finna ein jokara. Hetta var helst
nakað, sum hann hevði sagt í skemti, men aftaná ta greinina
ringdi Tobbi til mín, sum dámar væl at skemta, og segði seg hava
frætt, at eg var Jokarin hjá Javnaðarflokkinum. Tað var yvirhøvur
ikki komið mær til hugs at stilla upp, men so gongur ein máni, og
eg komi á listan, og so bleiv eg bara til »Jokarin hjá
Javnaðarflokkurin.«
”
C
M
Y
K
17
16