fríggjadagur 7. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 87 - 7. mai 2004
Nr. 87 - 7. mai 2004
19
antíð. Tá vit koma til slíkar
ráðstevnur so er tað fyri at
fylgja við, hvat aðrir gera,
og slíkt kann eisini vera við
til at broyta okkara hugsan-
ir. Vit hava eina sera nega-
tiva meting av búskaparliga
potentialinum í okkara
loyvi. Vit kunnu finna
smærri
prospekt,
men
loyva
okkum
at
ivast
stórliga í, um tey veruliga
kunnu
fáa
tann
stóra
týdningin fyri Føroyar og
og til at menna eina olju-
vinnu?
- Men hvussu ber tað til,
at øll feløgini mettu so
skeivt í Gullhorninum?
- Hetta er kanska eitt gott
dømi um eitt øki, har øll
feløgini, sum borað hava,
brúktu nýggj modell. Og
har tú brúkti úrslitið hinu-
megin markið sum grund-
arlag. Úrslitið av hesum
fýra brunnunum og tveim-
um aftrat hinumegin mark-
ið, vísa, at økið ikki kann
samanberast við oljufund-
ini, sum longu eru gjørd í
bretskum øki.
- Vit ætla ikki at stinga í
sekkin. Vit fara at halda
okkum til tað okkara lyfti
og forpliktilsi. Vit eru altíð
opnir fyri at lurta eftir
nýggjum hugskotum og tí
eru vit komnir til hesa
ráðstevnuna. Tí tosa við
eisini við okkara sam-
starvspartnarar um hetta
fyri at vita, um vit hava
gjørt mistøk og tikið feil.
Vit eru ikki einaráðandi
ella vita alt. Vit mugu altíð
hyggja eftir nýggjum hug-
skotum. Tað eg tí týdn-
ingarmikið
at
evaluera
hetta sohvørt, so vit eru
vísir í, at vit hava fingið
allar teir nýggju upplýs-
ingarnar við. Tí er slík ráð-
stevna sera kærkomin. Paul
Garregher vísir við hesum
øllum gitingum aftur, um at
BP skal hava mist áhugan
fyri Føroyaøkinum. -Eg eri
ikki komin fyri at lata
skrivstovuna aftur. Tvørtur-
ímóti fyri at tosa við okkara
starvsfólk og hyggja fram-
eftir.
Cambo og Rosebank
Vit spurdu Paul Garregher,
hvat
hann
heldur
um
brunnarnar, sum Chev-
ronTexaco og onnur feløg
skulu bora við markið í
summar.
- Hetta eru sera áhuga-
verdir brunnar, og vit fara
at gera tað vit kunnu fyri at
fáa innlit í upplýsingarnar
frá hesum brunnum. Men
talan er eisini her um høgan
váða. Um annar ella báðir
hesir brunnar geva góð
úrslit, so kann tað hava
stóran týdning fyri alt økið
sum heild.
– BP er ikki við at
stinga í sekkin á
Føroyaøkinum, hóast
vit neyvan vera við í
aðru rundu. Vit vilja
brúka orkuna vit
hava til taks til at
halda okkara for-
pliktilsi frá fyrstu
útbjóðing og sum er
at gera neyðuga
tøkniliga kanningar-
arbeiðið og at bora
brunnar, ið vit hava
bundið okkum til
sigur Paul Carragher,
leitistjóri hjá BP við
ábyrgd fyri Føroya-
økinum.
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Hann var við á oljuráð-
stevnuni í Norðurlanda-
húsinum saman við øðrum
BP umboðum. Uppgáva
hansara er at lurta og vita,
hvørjir møguleikar eru fyri
at fáa positiv úrslit í
leitingini eftir olju og gassi
á føroyska landgrunninum.
Poul Carragher er leitistjóri
hjá BP við ábyrgd fyri Før-
oyum. Hann hevur arbeitt
við Atlantsmótinum, síðani
hann byrjaði hjá BP í 1998
og fekk ábyrgdina av Før-
oyaøkinum í fjør. Hann er
sera væl nøgdur við ráð-
stevnuna, sum hann heldur
fakliga og tøkniliga hevur
havt eina sera góða skrá.
Hóast BP var tað felagið í
fyrstu útbjóðing, sum beyð
sær at bora flestar brunnar,
so er tað eingin loyna, at alt
gekk ikki, sum ætlað.
Positivu vónirnar at finna
olju báðumegin markið og
fara undir eina skjóta út-
bygging hildu ikki. Og tað
er einki dulsmál, at BP í
dag metir alt Føroyaøkið
sum "High risk", tvs. at
váðin er sera stórur, tá
íløgur verða gjørdar her.
Hetta kom eisini fram undir
framløguni hjá einum av
BP serfrøðingunum á ráð-
stevnuni. Eftir framløguna
vóru tað tey, sum hildu, at
BP var í so negativt og
svartskygt um framtíðar
møguleikarnar.
Stórur váði
Paul Carragher váttar, at
føroyska økið framvegis er
ein stór avbjóðing, og at
váðin hjá oljufeløgunum,
sum vilja leita eftir olju her,
er stórur. Men hann leggur
tó aftrat, at ídnaðurin fer at
møta hesum avbjóðingum
og gera framstig. Og tað er
nettupp ein orsøk til, at BP
er við á ráðstevnuni fyri
m.a. at hoyra um, hvat onn-
ur halda og arbeiða við, og
um onnur feløg hava onnur
hugskot.
BP-stjórin heldur fyri, at
felagið fer neyvan at vera
við í aðru útbjóðing við
Føroyar. - Vit mugu varð-
veita fokus á okkara for-
pliktilsi í 1. rundu, soleiðis
at vit kunnu halda og
fremja hesi forpliktilsi.
Paul Carragher heldur, at
teigarnir í 2. útbjóðing bera
eisini í sær sera stóran
váða. So tá teir longu hava
bundið seg til at bora í øki
við stórum váða í fyrstu
útbjóðing, so vilja teir ikki
binda seg til nýggjar váðar
í eini nýggjari útbjóðing.
Hetta verður eisini gjørt
fyri ikki at "yvireksponera"
seg í einum ávísum øki.
- Men nú BP hevur verið
eitt slag av lokomotivi á
Atlantsmótinum við fleiri
feltum
í
framleiðslu,
hvussu ber tað so til, at BP
als ikki vil vera við, tá eitt
so stórt og nýtt øki verður
latið upp fyri eini nýggjari
rundu við Føroyar?
- Vit mugu eisini hyggja
at hesum út frá egnum for-
treytum, har tað eitt nú má
vera javnvág millum bæði
starvsfólk og fígging. Tað
skal sera stór orka til at
kunna fara undir at kanna
og evaluera eitt so stórt øki.
Tú hevur brúk fyri nógvum
fólkum til eitt slíkt arbeiði.
Okkara val í hesum førin-
um er heldur enn at ganga
undan í eini nýggjari rundu,
at fylgja við teimum loyv-
um, sum verða latin, og vit
fara sjálvandi at tosa við
okkara nýggju grannar og
kappingarneytar, um og tá
hesi loyvi verða givin, og
vit fara at tosa við teir á
einum jointventure støði.
Og vit vilja tá meta um, um
nýggj hugskot, umframt
tey, sum vit sjálvi hava, eru
serliga
áhugaverd
fyri
okkum, og tá vilja vit gera
av, um vit skulu taka tann
váðan á okkum. Talan er tí
um at fáa javnvág í eini
portfolio.
Samstarv
Paul Garragher sigur tí, at
tað vil altíð vera ein møgu-
leiki fyri, at BP kann fara
upp í onnur loyvi, sum
verða latin. - Vit hyggja eft-
ir møguleikunum sohvørt
teir koma fyri. Um teir
møguleikarnir eru kapp-
ingarførir við møguleikar
aðrastaðni í heiminum, so
vilja vit avgjørt umhugsa
teir.
Hann leggur tí alstóran
dent á, at BP, áðrenn tað fer
undir at binda seg til nýggj-
ar verkætlanir, má gera tær
lidnar, sum longu eru
farnar í gongd, og her sipar
hann aftur til 1.útbjóðing,
har BP framvegis skal bora
tveir brunnar aftrat.
- Tað hevur verið frammi,
at BP ikki sær stórvegis
møguleikar at finna olju og
gass í loyvinum tað fekk í
1. rundu. Og nú tit heldur
ikki ætla at vera við í 2.
rundu kundi tað sæð út til,
at tit í veruleikanum er við
at pakka saman í Føroyum?
- BP ætlar at halda seg til
tey forpliktilsi tað hevur
lovað føroyskum myndug-
leikum, og tað er at bora
fleiri brunnar fyri at fáa
meiri tøkniliga vitan um
undirgrundina. Men tað er
eisini rætt, at vit halda tað
vera skeivt at bora har tú
hevur eina greiða fatan av,
at hetta ikki gevur nøkur
góð útslit. Men vit vilja
fegnir arbeiða saman við
føroysku myndugleikunum
og í tí sambandi vilja vit
eisini hyggja at møgu-
leikanum at flyta brunnar-
nar úr 1. loyvisøkinum til
onnur øki. Men vit fara
sum sagt fyrst at varðveita
okkara skyldur í 1. út-
bjóðing, áðrenn vit fara at
hyggja at møguleikunum í
eini nýggjari rundu.
BP stjórin dylur ikki fyri,
at BP eisini kann vera
sinnað til at flyta brunnar til
eitt nú 9 ára loyvi, sum
onnur feløg umsita og har
fara inn í eitt samstarv, sum
so aftur kann gagna Føroy-
um. Felagið hevur samrøð-
ur við onnur oljufeløg um
hetta, men Paul Carragher
vil ikki gera viðmerkingar
til tað. Hann heldur tó, at
hetta kann vera ein skila-
góður útviklingur fyri allar
partar. Í hesum føri hevur
tað eisini verið frammi, at
BP kundi hugsað sær at
bora ein brunn inni á
basaltinum og harvið verið
við til at útvega Føroyum
og oljuídnaðinum meiri
vitan um, hvat er undir
basaltinum. Paul Carragher
váttar, at so er, men tá
verður so talan um at flyta
boriforpliktilsi úr loyvinum
í "Gullhorninum" til øki,
har nógv basalt er.
Sum støðan er í dag, so
eru tað trý 9 ára loyvi á
basaltinum. Anadarko hev-
ur eitt, ENI eitt og Statoil
eitt. Hvat av hesum loyvum
BP er áhugað í er óvist.
Men tað hevur fyrr verið
frammi, at Statoil metir seg
hava fatur í einum sera
áhugaverdum
strukturi,
nevniliga Kappastruktur-
inum, sum liggur norðaliga
í teirra 9 ára loyvi. Náttúr-
ligt er at gita, at BP kundi
verið áhugað í at vera við til
at bora ein brunn í hesum
loyvinum, men hetta fáa vit
ikki váttað. Annars ræður
Anadarko einsamalt yvir
einum sera stórum 9 ára
loyvi, sum kann hugsast at
hava áhuga fyri bretska
oljugigantin. Heldur ikki
tað fáa vit nakrar viðmerk-
ingar til.
Fylgja við
– Men hevur BP gjørt sítt
heimaarbeiði nóg væl, tá
lagt verður upp til, at eingir
møguleikar eru at finna
lovandi støð (prospekt) at
bora eftir í verandi loyvi?
- Vit siga ongantíð ong-
FRAMTÍÐ Á
ATLANTSMÓTI
Jan Müller
Hóast BP ikki hevur
verið so heppið við teim-
um seinastu brunnunum
baðumegin
føroyska
markið, so er felagið
framvegis sera virkið
vestan fyri Hetland. BP
fer at bora tveir kann-
ingarbrunnar norðan fyri
verandi Foinaven feltið í
næstum. Haraftrat verður
arbeitt fram móti at
byggja út felt, so sum
Suilvenfeltið. Paul Car-
ragher sigur, at Suilven er
tøkniliga trupult. Teir
síggja tað meira sum eitt
gassfelt, sum verður hugt
at uppá longri sikt. Tá tað
verður bygt út verður tað
í tilknýti við Foinaven
feltið.
BP sær annars Laggan
brunnin, ið Total og onn-
ur feløg bora í løtuni,
sum sera áhugaverdan og
sum eitt møguligt ískoyti
til tann gassinfrastruktur,
sum BP longu hevur
ment í økinum, har ein
rørleiðing er løgd frá
Foinaven feltinum til
Hetlands og víðari til
Magnusfeltið fyri norðan.
Og har rørleiðing eisini
er løgd frá Clair til
Hetlands.
Paul Carragher sigur, at
verður Laggan bygt út, so
síggja teir tað sum náttúr-
ligt, at tað verður eitt
samstarv, soleiðis at gass-
ið haðani kann flytast til
Clair og víðari til Het-
lands.
Nú tosað verður nógv
um at gera møgulig gass-
fund á Atlantsmótinum
og eisini í Føroyaøkinum
sigur BP stjórin, at tað
teir fyrst hyggja eftir er
oljufund. Verður gass
funnið, so má talan vera
um stór felt, og haraftrat
kemur, at gassflutning-
urin á djúpum vatni er
trupul. BP arbeiðir við
slíkum í Mauritania, har
tað er djúpt vant. Men tað
er sera trupult tøkniliga.
Eitt gassfund fer ikki at
verða bygt út beinan-
vegin, uttan so at tað er
risastórt.
Men møguleiki er so
eisini at byggja út smærri
gassfelt sum Suilven við
tíðini og tengja tey uppí
verandi infrastruktur.
Paul Garregher sigur at
enda, at alt, sum BP fer at
gera á føroyskum øki í
framtíðini, vil vera í
samráð við aðrar opera-
tørar og myndugleikar-
nar.
Stinga ikki í sekkin, men:
BP neyvan við í aðru útbjóðing
TÍÐINDASKRIV
Hóast kappingarstøðan
var hørð innan altjóða
flutning í Føroyum, so
rakk Atlantic Airways
sínum næstbesta úrsliti
nakrantíð í 2003. Úrslitið
fyri skatt var 12.163.259
krónur, sum er á leið tað
sama sum í fjør, tá úr-
slitið var 100.000 krónur
minni.
Nettosølan
vaks
úr
sløkum 190 milliónum
upp í slakar 200 milliónir
og hetta svarar til ein
vøkstur uppá 5%.
Tilsamans flutti At-
lantic Airways 115.000
ferðafólk í fjør í mun til
101.000 árið fyri. Flog-
førini vóru 3.722 tímar á
flogi í mun til 3.149 árið
fyri, og tað svarar til ein
vøkstur uppá 18%. Hin-
vegin
minkaði
tyrlu-
flúgvingin úr 1109 tím-
um niður í 829 tímar.
Felagið hevur minkað
munandi um skuldina í
fjør,
so
langfreistaða
skuldin er minkað úr 100
milliónum niður í 50
milliónur krónur eftir
einum ári. Gjaldførið var
kortini gott við árslok -
um 44 milliónur krónur.
Slakar 2,5 milliónir eru
settar av til skatt, so
úrslitið eftir skatt er
9.730.607 krónur.
Úrslitið er eftir um-
støðunum gott, og nevnd
og stjórn fegnast um, at
starvsfólkaliðið hjá At-
lantic Airways so støðugt
hevur megnað at skapa
góð úrslit. Kortini ásanna
nevnd og stjórn, at tað er
alneyðugt hjá felagnum
at røkka góðum úrslitum,
tí krøvini til atljóða flutn-
ing eru beinhørð eins og
íløgutørvurin verður stór-
ur í næstu framtíð.
Nevndin fer á aðal-
fundinum í dag kl. 12.00
at mæla til, at parta-
eigarin fær eina millión
krónur í vinningsbýti.
Paul Carragher, stjóri
hjá BP við ábyrgd fyri
Føroyaøkinum á
ráðstevnu í Norður-
landahúsinum saman
við Hjarnar Djurhuus,
BP-stjóra í Føroyum
Atlantsflog helt skansan
Næstbesta úrslit nakrantíð
BP framvegis virkið
vestan fyri Hetland
Paul Carragher
C
M
Y
K
19
18