Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 • fríggjadagur • 7. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ovi Nysted er aftur farin at venja við KÍ, ið leygardagin fer at vitja ÍF, sum framveg- is eigur fyrsta steypa- sigurin til góða ÍF–KÍ Jóannes Hansen Bæði ÍF og KÍ hava higartil í ár verið roknað sum tvey av liðunum, ið eru hampu- liga væl fyri. Higartil í ár hava klaksvíkingar og fugl- firðingar ikki spælt fótbólt ímóti hvørjum øðrum. Tí er fjórðingsfinlan í Fuglafirði fyrsti møguleikin at sam- meta hesi bæði liðini. Hjá ÍF vóru brøðurnir Høgni og Bárður á Lakjuni burturstaddur sunnudagin, tá ið ÍF fekk fult ímóti NSÍ. Teir eru báðir tøkir undan fjórðingsfinlauni. Hjá KÍ hevur Ovi Nysted verið til venjingar aftur. Í gjár varð møguleikin rokn- aður at vera góður fyri, at Ovi verður í KÍ ferðalag- num til Fuglafirðar leygar- dagin. Hann verður neyvan við frá fyrsta bríksli. Men tað kann væl vera, at hann fer at verða skiftur inn í álopið, um tað í 2. hálvleiki fer at verða mett neyðugt at leggja størri trýst á ÍF. Seinastu árini hevur Ovi verið miðverji. Síðani hann fyri hálvum øðrum mánað síðani fór burturfrá, hava Niclas Niclasen og Aleks- ander Djordjevic verið miðverjar. Í síðstu viku vónaðu teir í Klaksvík, at Jacob Bymar kanska fór at verða tøkur í fjórðingsfinaluni. Nú er tað greitt, at tað verður hann ikki. Tað er eisini óvist, um hann verður førur fyri at spæla ímóti EB/Streymi um eina góða viku. Jacob Bymar er ikki farin at venja saman við hinum enn. Leygardagin vera tað seks ár síðani, at KÍ hevði vitjan avÍF í fjórðingsfinalu í steypakappingini. Úrslitið var 3–1 til KÍ. Fuglfirð- ingar hava higartil ikki vunnið steypakappingina. Síðsti steypasigurin hjá KÍ var i 1999, tá ið teir eisini vóru meistarar. Birgir Sondum fer at døma í Fuglafirði seinna- partin leygardagin. Sannførandi GÍ eigur heimavøll ímóti NSÍ, sum higartil hevur havt ilt við at fáa nakað burturúr GÍ–NSÍ Jóannes Hansen Tað eru grannalið við ógvuliga ymiskari úrtøku higartil í ár, sum leygardag- in fara at bresta saman í telving um pláss í hálv- finaluni. GÍ eigur heima- vøll, tí teir í bólkaumfarin- um endaðu á fremsta pláss- inum. Har var eingin sling- ur í valsinum. GÍ fekk fult stigatal. Tað var ikki fyrrenn í síðsta bólkaumfarinum, at tað varð greitt, at NSÍ skuldi verða partur av fjórðingsfinaluni. Og í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskapp- ingini hevur tað heldur ikki gingið meiri enn passaligt. NSÍ hevur fingið eitt stig, meðan GÍ hevur fult stiga- tal ella fimm fleiri enn NSÍ. Manningarliga tóktust báðir partar í gjár at skula vera so væl fyri leygar- dagin, sum tað ber til. Tá skal kortini havast í huga, at hjá teimum eins og øllum hinum luttakarunum í fjórðingsfinaluni vóru venjingar á skánni í gjár- kvøldið og aftur í dag. Hanus Jacobsen hjá Gí noyddist at taka seg aftur, tá ið bara fimm minuttir vóru farnir síðsta sunnudag á Svangaskarði, men hann hevur vant aftur. GÍ lið- formaðurin, Poul Ennigarð, noyddist at lata seg skifta út, tá ið tjúgu minuttir vóru eftir ímóti B68. Hann hevði fingið ein snudd í annað beinið. Fyrrapartin av hesi vikuni vandi hann fyri seg sjálvan, men í Gøtu ivaðust teir í gjár ikki í, at hann fer at spæla ímóti NSÍ. Einasta ferðin, GÍ og NSÍ hava spælt ímóti hvørjum øðrum í ár, var í venjingar- dysti í Runavík, áðrenn tað varð farið undir bólkaum- farið. Ta ferðina vann GÍ 2–0. Seinnu árini hava hesi bæði feløgini ofta spælt tættar steypadystir. Í 2001 endaði fjórðingsfinalan í Runavík málleys eftir longda leiktíð, og NSÍ vann brotssparkskappingina 4–3. Í fjør telvaðust grannaliðini um finalupláss. Í fyrru hálvfinaluni, sum var í Runavík, endaði tað 1–1, og í seinnu hálvfinaluni skoraði GÍ sigursmálið til 3–2, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Á Ólavsøku tapti GÍ finaluna ímóti B36 3–1. Oddmar Andreasen skal døma í Gøtu leygardagin. Tað gongur hvønn sín vegin Sannlíkt er tað, at John Petersen fer at spæla frá fyrsta bríksli, meðan tað er greitt,at miðvallar stýrimaðurin hjá VB verður leikbannaður B36–VB Jóannes Hansen Einastu fjórðingsfinalan sunnudagin verður tann millum steypavinnararnar úr B36 og VB. Miðvøllurin hjá VB er heilt víst skerdur, og tað kann væl vera, at tað fer at svíða uppaftur dyggari, enn teir í VB vóna, at tað skal gera. Milan Kuljic fekk gult kort í síðsta umfarinum í bólkaspælinum. Talan var um triðja gula kortið í steypakappingini í hesum árinum. Hjá VB er tað sera dyggur smeitur, at spæl- skiparin ikki sleppur á vøll- in í Gundadali í morgin. Tað er eisini møguleiki fyri, at ein annar av týdn- ingarmiklu miðvallarunum hjá VB ikki fer at verða førur fyri at spæla. Talan er um Palla Augustinussen. Á Sevmýri ímóti Skála fekk Palli ein snudd í økslina. Hjá B36 er tað spakuliga farið at ganga tann vegin, at royndu spælararnir aftur verða førir fyri at spæla. John Petersen hevur fyri fyrstu ferð í langa tíð vant saman við liðfeløgunum í hesi vikuni. Tað er tí rættu- liga sannlíkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu. VB hevur eina einastu ferð vunnið steypakapping- ina. Tað var í 1974. Tá skip- aði fótbóltsnevndin hjá ÍSF fyri tveimum steypakapp- ingum. Onnur var kapping- in um Ísafjarðarsúluna, og hin var ein felags steypa- kapping. VB vann báðar kappingarnar. B36 og VB hava ikki dystast í týdningarmiklari uppgerð í hesum kapping- arárinum. Frammanundan bólkaumfarinum í steypa- kappingini var VB norðan- fyri. Tá spældu teir millum fleiri aðrar venjingardyst ímóti B36, sum vann 9–0. Báðir partar eru samdir um, at tað er stórur møguleiki fyri broytingum tveir teir seinastu mánaðirnar. Lassin Isaksen fer at døma í Gundadali sunnu- dagin. Púra opið í Fuglafirði VB miðvøllurin avmarkaður Fyri VB er tað dyggur smeitur, at Milan Kuljic er leikbannaður ímóti B36 Krsystof Popczynski og hansara menn í GÍ skulu royna at halda fram við góða úrslitinum, tá teir dystast við við NSÍ í fjórðingsfinaluni 21 20 Nr. 87 - 7. mai 2004 VITJAN Jan Müller Í dag, Dýri biðidag, koma bretsku sendiharrahjúnini í Danmark, Sir Nicholas Browne og Lady Browne á vitjan í Føroyum. Hetta er teirra fyrsta vitjan her, síðani sendiharrin tók við starvinum 8. september í fjør. Sendiharrahjúnini fara at brúka leygardagin og sunnudagin at síggja Før- oyar. Mánadagin verður høvi at hitta fólk, eitt nú eisini løgmann. Seinna- partin mánadagin verður so høvi hjá sendiharrahjún- unum at hitta bretar bretsk- ar vinir, og í hesum sam- bandi verður skipað fyri móttøku í Listaskálanum millum klokkan 16 og 18. Hvør er so hesin góði maður! Hann er føddur í 1947 og var útbúgvin við Cheltenham College og University College Oxford. Hann fór at arbeiða í bretska uttanríkisráðnum í 1969. Aftaná at hava verið á Norðuramerika kóntórin- um í eitt ár las hann pers- iskt, áðrenn hann kom at arbeiða á sendistovuni í Teheran í 1971. Frá 1980 arbeiddi hann á politisku deildini á sendistovuni í Zimbabwe til hann so fór aftur til London árið eftir at arbeiða við sjómálum, flog- ferðslu og umhvørvi í uttanríkisráðnum. Seinni kom hann at ar- beiða í Bruxelles sum fyrsti skrivari á bretsku umboðsstovuni í ES. Har var hann í fimm ár, áðrenn hann vendi aftur til Iran í 89. Eitt skifti var hann so eisini á sendistovuni í Washington og leiðari fyri bretsku informatiónstæn- astuni í New York. Eftir at hava verið í USA í fýra ár vendi hann aftur til uttan- ríkisráðið í London sum leiðari av miðeysturskriv- stovuni. Seinni vendi hann so aftur til Iran, har hann eitt skifti var sendiharri. Í 1999 varð Nick Browne tillutaður heiðursmedaljuna Commander of St. Micha- el&St. George. Í 2002 gjørdist hann riddari við heitinum Knight of the British Empire. Hann tók so við sum sendiharri í Danmark í fjør. Sir Nicho- las er giftur við Diana, Lady Brown. Tey eiga tveir synir og tvær døtrar. Gurið Mortensen var ein av stóru leikarun- um á kvinnulandslið- num í hondbólti, sum júst hevur vunnið silvur í Itlalia. Hon starvast við dag- røktarbørnum og tá hon mikudagin kom til arbeiðis gjørdist hon glað og bilsin HONDBÓLTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Gurið Mortensen starvast í sínum gerandisdegi við dagrøktarbørnum. Hon starvast í sonevndu Dokt- arahúsunum í Vági, har dagrøktarbørnini eisini halda til. Gurið Mortensen var ein av hondbóltskvinnunum, sum vann silvur í Itlaia í sera spennandi kappingini har. Tá Gurið mikudagin kom aftur til arbeiðis eftir ferðina í Italia, gjørdist hon glað og bilsin. Dagrøktar- børnini vóru nevniliga til reiðar at taka ímóti hond- bóltshetjuni. Við føroysk- um fløggum tóku tey ímóti Gurið og í gongini hekk eitt skreytuppslag við mynd av børnunum, har tey ynsktu henni tilukku við silvur- heiðursmerkinum. Jú, hetj- an var komin aftur til ar- beiðis og fekk uppibornan heiður. Lívligur royalur hundur Hundurin hjá drotningini varð í so lívligur, tá ið Margretha drotning og Heindrikkur prinsur mikudagin fór umborð á kongaskipið Dannebrog. Celimené, sum hundur kallast, hevði størri hug á einum ljósum labradori, sum stóð á bryggjuni, enn at fara umborð, og endin var, at drotningin noyddist at lata hov- sekriterinum taka sær av hundinum Kvinna við 3,47 promillu Ein norsk kvinna hevur í vikuni staðið skúlarætt fyri rúsdrekkakoyring seinasta heyst. Kvinnan varð tikin av løgregluni, og tá ið kannað varð, hvussu nógv hon hevði drukkið, vísti promillan heili 3,47. Í rættinum greiddi kvinnan í hesi vikuni frá, at hon hevði drukkið nógv allan dag- in, og seinnapartin fekk hon hug at fara ein biltúr. Hon kláraði tó ikki at halda bilinum á vegnum, og rendi seg fasta í vegjaðaranum. Har helt hon fram við at drekka, til løgreglan kom fram á hana. Rætturin tók koyrikortið frá kvinnuni í fýra ár, hon fekk 35.000 krónur í bót, og hon skal inn at sita í 45 dagar. Legendur á okkara leiðum Livandi legendurnar Simon & Garfunkel kom í summar til Norðurlond at spæla, og teir skulu eitt nú spæla í Parkini í Keypmannhavn tann 23. juli. Paul Simon og Art Garfunkel vóru í 1960'unum menninir aft- an fyri klassiskar sangir sum »Bridge over trouble water«, »Mrs Robinson«, »The boxer« og nógvar aðrar. Síðani teir í 1970 góvust at spæla saman hava teir bert hendinga- ferðina staðið á palli saman, men nú eru teir aftur farnir á konsertferð. Peningur í glaðari starvs- fólkum Nógvar milljónir krónur kunnu sparast, um ar- beiðsumhvørvið á al- mennum arbeiðsplássum varð bøtt. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Forbundet af Offentlig Ansatte í Danmark hevur gjørt. FOA hevur kannað 1100 av sínum limum, fyri at finna orsøkina til fráveru vegna sjúku. Niðurstøðan er, at bæði tað fyskiska og tað sykiska arbeiðsumhvørv- ið hevur stóra ávirkan á fráverutíttleikan. Víst verður á, at bert við at lækka sjúkudaga- talið úr 15 niður í 12, eru milljónir hjá landinum at spara. FAO finst at tí al- menna, fyri ikki at gera langtíðarhugsanir. - Tað er ein vanlukka, at tað verður nýttur so nógvur peningur uppá sjúkufráveru, sum ístaðin kundu verið nýttur til at bøta um arbeiðsum- hvørvið, sigur Inger Bolwinkel, skrivari í Forbundet af Offentlig Ansatte í Danmark. rs Kelda: Jyllands Posten Bretski sendiharrin á vitjan Bretski sendiharrin í Danmark, Sir Nicholas Browne, sum kemur á sína fyrstu Føroyavitjan í dag Børnini heiðraðu Gurið C M Y K 20 Hølir í Tórshavn til leigu Hølir sum eru vælegnað til skrivstovu, ráðgevingar- virksemi og annað. Hølini er uml.100 m2 og er møguleiki fyri at víðka til 200 m2. Hølini hava egna inngongd og møguleika til allar hentleikar sum t.d. toilet, køk. vm. Eisini er høli 200 m2/1400 CBM, ið er vælegnað til goymslu, ídnað og annað virksemi. Høli hevur 2 portur sum eru 4,0 x 4,5 metur til støddar hvørt. Toilet og aðrir hentleikar eru í hølinum. Sera gott útsýni og tætt við høvuðsveg. Sosialurin Box 76 · FO-110 Tórshavn Bill.mrk. 609