hósdagur 29. august 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Kanningin av virkseminum hjá havnarmanninum Dánjal J. Danielsen heldur fram. Men
við tí, sum longu er komið fram, verður hann av serfrøðingum viðurkendur at eiga
avgerandi leiklut í søguni, tá ið Leopold 2., kongur í Belgia, í 1908 misti Congo
3. partur
Tað er greitt, at bretska
uttanríkisráðið hevði ætlanir
í sambandi við tilfarið, sum
Dollin hevði heim við sær úr
Congo. Komið var inn á hetta
í seinasta parti.
Eg havi havt samband við
australska søguprofessaran,
Christine Twomey, sum eisini
er serfrøðingur í hesi søgu.
Hon er tann einasti av teim
um søgufrøðingum, eg havi
havt samband við, sum veit
um Dollan, og hon hevur eis
ini givið sítt íkast til hesa søgu.
Í fundarbókini hjá starvs
nevndini hjá Regions Beyond
Missionary Union, har Balolo
Missiónin var ein partur, er
frásøgn frá fundi 6. november
1903.
Her verður víst til fund,
sum stjórin í felagsskapinum
hevði havt við bretska uttan
ríkisráðið í samband við
ræðuleikarnar í Congo. Í hesi
fundarfrásøgn er váttað, at
uttanríkisráðið hevði ongar
trupulleikar av, at missiónin
kunngjørdi alment tað tilfar,
sum Danielson var komin
heim við. Á fundinum varð
kortini skotið upp at bíðast
skuldi til í januar ella kanska
fyrr.
Hetta váttar enn einaferð
tann iva, sum missiónin
hevði í hesum máli. Men tað
váttar eisini tann virkna
leiklut Dollin hevur havt í
hesum máli. Hann hevði sín
fyrsta almenna fund longu 7.
november.
Nærri sannleikanum
um myndirnar
Tað eru serliga tvinni viður
skifti, sum eru komin undan
kavi, síðan bókin um Dollan
kom út í 2010. Lutvíst er tað
nevndi leiklutur í sambandi
við bretska uttanríkisráðið.
Men ikki minni áhugavert
er tað viðvíkjandi teimum
myndum, sum vóru nýttar
í teirra fundarrøð, sum varð
sett í verk eftir ferðina hjá
Casement.
Teir mest umrøddu mynda
takararnir eru hjúnini Alice
og John H. Harris, sum virk
aðu á Balolo missiónsstøðini
í Baringa einar 100 fjórðingar
niðan eftir Congo ánni, hagar
Casement ikki kom á síni
ferð.
Tað er alment kent, at tey
bæði tóku fyrstu kendu
myndina av lamløsting tann
14. mai 1904. Tá komu tveir
menn á teirra missiónsstøð
við nýliga avkvettum fóti og
hond av barni, sum var dripið
av umboði fyri gummifyri
tøku. Ein sera kend mynd er
hon, sum Harris tók í hesum
sambandi.
Her byrjaði virksemið hjá
hjúnunum báðum fyri Congo
rørsluna, og tað er eingin ivi
um, at tey bæði gjørdu eitt
stórt arbeiði fyri hesa sak í
fleiri ár.
Men hetta var aftaná
virksemið hjá Dollan. Hóast
hetta verða nógvar myndir,
sum Harris hjúnini ikki
kunnu hava tikið, tilskrivað
teimum, eisini myndir sum
uttan iva eru tær hjá Dollan.
Hitt navnið, sum hevur
verið knýtt at Congomynd
irnar, er umrøddi Armstrong.
Tað verður sagt, at Arm
strong plagdi at vevja hvít
klæði um kroppin á lam
løstaðu fólkinum. So skuldu
hesi halda lamløstaða armin
á hesum klæði, so hann kundi
síggjast betri á myndini.
Allar myndir, sum eru
tiknar á henda hátt, hava
verið kannaðar Armstrong.
Men her kundi eg staðfesta
út frá dagbókini hjá Case
ment, at Armstrong var í
hvussu er ikki tann fyrsti at
taka slíkar myndir. Tær
fyrstu av hesum myndum,
sum vit vita um, vóru tiknar
í bygdini Ikoko, har Casement
vitjaði, áðrenn hann kom til
Bonginda, har Armstrong
búði. Hann hevur heilt vist
ikki verið í Ikoko.
Umframt hava fleiri keld
ur sagt, at Casement hevði
myndirnar hjá Armstrong
við sær til Bretlands at verða
nýttar í umrøddu ljósmynda
fundarrøðini.
Men her kundi eisini út
frá dagbókini hjá Casement
staðfestast, at hetta kundi
ikki vera rætt. Casement kom
til Onglands 1. desember 1903,
og tá vóru hesar ljósmynda
fundarrøðir longu byrjaðar.
Umframt hetta greiðir
Casement bert frá einari
mynd hjá Armstrong, sum
hann hevði heim við sær, og
tað er eingin grund til at
halda, at henda eina myndin
hevur havt nakran leiklut.
Casement váttar eisini, at
hann eigur ongan leiklut í
nýtsluni av umrøddu mynd
um.
Samansetta myndin
Tær
avkvettu
hendurnar
gjørdust ímyndin av ræðu
leikunum í Congo, takkað
verið
hesum
myndum.
Tær mest kendu eru í eini
montagu við 9 myndum, sum
vóru vístar i einum bóklingi,
sum kendi rithøvundurin
Mark Twain skrivaði ímóti
stýrinum í Congo í 1905.
Hesar myndir verða fram
vegis vístar. Í 2012 endursendi
BBC eina dokumentarsending
“White King, Red Rubber,
Black Death”, um Leopoldsa
Congo. Henda sending varð
fyrstu ferð víst í 2002. Fleiri
av hesum myndum vóru víst
ar sum upptakt til lýsing av
søguni.
Her verður Dollin heldur
ikki nevndur, og einasti
nevndi
myndatakari
er
Harris. Men tey á BBC hava
so ikki vitað betur.
Henda samansetta mynd
in kann síggjast nógva staðni
á alnótini. Ein myndartekstur
er soljóðandi:
“Myndir av persónum lam
løstaðir av gummivaktar
monnum, tiknar av Alice
Harris og W.D. Armstrong,
ca. 1905.”
Tað er lætt at staðfesta, at
hetta kann ikki vera rætt.
Árstalið eigur at vera 1903,
áðrenn Harris tók nakrar
slíkar myndir.
Eisini kann staðfestast at
helst eru minst fimm av
hesum myndum tiknar í
Ikoko, har Dollin og ikki
Armstrong var til staðar.
Í minsta lagi tríggjar
myndir eru frá Bonginda, og
vit vita, at í hvussu er ein av
hesum myndum var millum
tær, sum Dollin tók við sær
til Onglands, sum umrøtt í
seinasta parti.
Eftir øllum at døma hevur
Dollin tikið tær allar. Tær
tykjast at vera úr sama
myndasavni, og allar eru
settar upp á sama hátt.
Sharon Sliwinski, canadiskur
serfrøðingur í fotomyndum,
sigur í eini grein um tvær av
hesum myndum, sum eru
tiknar í hvør sínum staði, at
tær sannlíkt eru tiknar av
sama fotografi. Hetta kann
bert vera Dollin.
Tá hugsað verður um við
urskiftini millum Armstrong
og Dollan, sum áður greitt
frá, er eisini lítið sum bendir
á, at teir hava havt nakra
myndatøku til felags.
Annars er Armstrong ikki
skrásettur í nøkrum bræva
savni í samband við hetta
mál, og hann sæst heldur ikki
at vera nevndur í nøkrum av
kannaðu brøvunum.
Víst nevnir Morel Arm
strong í bók síni í 1904. Men í
hvussu er í einum føri kann
staðfestast, at hetta er skeivt.
Hetta er eisini skrivað eftir,
at Dollin varð burturtagdur í
hesi søgu, eisini av Morel.
Stórt sæð einasta skrivliga
Hesa myndina av Mola Ekulite og Yoka í bygdini Ikoko
er uttan iva tikin av Dollan. Sjálvur originalurin er í
savninum hjá Anti Slavery International í London.
Dollin: Bretska uttanríkisráðið
vildi eisini nýta hann
Hetta er myndasavnið í London, sum eisini hýsir myndir,
sum Dollin hevði heim við sær úr Congo.