Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Komandi Miðvika Komandi Miðvika verður ein fiskimannasøga. Tann 14. september eru 175 ár liðin síðan Daniel J. Danielsen, mammubeiggi Dollan, var føddur. Miðvikan um tvær vikur, verður um hann og hansara ætt. tilfar sum finst um myndir av lamløstaðum fólki, er um tær hjá Dollan. Felags eyð­ kenni fyri hesa skriving er umrøðan av kvettu hondun­ um, og hetta samsvarar eisini við samansettu myndina. Serfrøðingar blivu klókari Ætlanin var eisini á ferðini í London í summar at síggja tær upprunaligu mynd­ir­nar. Tað var alt sum bendi á, at tær funnust hjá Anti Slavery International, sum er heims­ ins elsti mannarættinda­ felags­skapir, stovnaður í 1839. Meira kann lesast á heima­ síðuni: www.antislavery.org. Allar teirra myndir kunnu finnast undir: shop. Tað vísti seg, at hesar myndir vóru beint tá úlæntar til Autograph ABF, heimasíða: www.autograph-abf.co.uk Hetta er ein manna­rætt­ inda­stovnur, sum serliga legg­ur dent á at nýta mynd­ ir. Tað vísti seg, at Autograph eisini hevði áhuga fyri Congo málinum við tilhoyrandi myndir. Í 2010 góvu tey út ein bókling júst um Congo við denti á myndasøguna. Bóklingurin var grund­ aður á, at tað vóru hjúnini Alice og John Harris, sum vóru tey fyrstu at nýta myndir í eini herferð fyri mannarættindini, sum var ein avgerandi hending í foto­ myndasøguni. Síðan verður víst á, hvussu Harris myndasavnið, sum tey kalla tað, hevði ein avgerandi leiklut í tí, at fólk skiltu, hvat ið veruliga gekk fyri seg í hjálondum sum Congo. Eg varð av Anti Slavery, International vístur til Auto­ graph. Upprunaliga hildu tey meg vera ein lesandi. Tí varð ásett, at eg skuldi gjalda eitt ómaksgjald fyri tað stríð, sum tey koma at hava av hesi vitjan. Men tá ið tey komu eftir, at eg kundi fortelja teimum nógv um hetta evni, sum tey ikki vistu frammanundan, varð kravið um ómaksgjald slept. Í staðin var avtalað, at vit skuldu kunnað hvønn annan um okkara vitan. Autograph var júst við at fyrireika eina framsýning fyrst í 2014 av myndunum hjá Alice Harris. Tá eru um 110 ár liðin síðan, at hesar myndir fyrstu ferð vóru sýndar. Henda framsýning er eisini grundað á, at myndirnar hjá Harris vóru tær fyrstu í hesi søgu. Men nú fingu tey prógv fyri, at hetta ikki var so, og fólkini á Autograph vóru ovfarin av at fáa hesa vitan. So vit komu at tosa um, hvørt og hvussu Dollin skuldi koma inn í myndina í sam­ band við hesa framsýning. Hetta koma vit so at frætta nærri um. Men tað er givið, at hetta er eitt gylt høvi til at fáa sannleikan um Dollan fram. At hetta myndasavn verð­ ur kallað Harrissavnið nýtist kortini ikki at vera mis­ vísandi, hóast tað er greitt, at tað eru myndir í hesum savni, sum tey ikki hava tikið. Dollin var givin við sínum virksemi, tá ið Harris hjúnini byrjaðu. Tað er sannlíkt, at Dollin tá hevur latið sínar myndir til hetta savn. Tí kunnu fleiri av myndunum, sum Harris vísti, saktans vera myndir hjá Dollan. Tað var sjálvsagt áhuga­ vert at síggja hesar gomlu glasplátumyndir. Tey á Auto­ graph er serkøn í myndum, og tey søgdu, at fleiri av teimum myndum, sum hildið verður, at Dollin hevur tikið, ikki eru tær upprunaligu. Tær eru avmyndaðar av øðr­ um myndum. Hvar upp­runa­ myndirnar eru, veit eingin í dag. Tó søgdu tey, at ein mynd hjá Dollan var upp­ runalig. Hon var tann besta myndin av øllum so klár og skørp, sum hon var. Hetta er eisini ein av mest kendu myndunum av Mola Ekulite og Yoka við avkvettum hond­ um. Tað er ikki skrásett á sjálvum myndunum, hvør ið kundi hava tikið tær. Tann einasta myndin, sum hevði frávik, var tann saman­ setta myndin. Har stóð aftan­ fyri W.C. Hughes, Brewster House, Mortimer Rd., King­ land Road 1, London N. Hetta var ein av slóðbrótarunum innan bret­skan filmsídna. Tað er sannlíkt hann, sum hevur sett myndirnar saman, helst frá somu keldu. Í bókini um Dollan skriv­ aði eg, at myndirnar hjá honum vóru horvnar. Hetta var so ikki heilt rætt. Nú er í hvussu er komið fram á slóðirnar av teimum. Slóðbrótandi kanning Tey eru fleiri, sum er blivin munandi klókari aftaná allar hesar kanningar. Ein starvsmaður hjá Anti Slavery International skrivar um tað sum er komið fram í hesi røð: “Takk fyri tína sera áhuga­ verdu frásøgn. Hon svarar fleiri ósvaraðum spurningum um hesar myndir. Eg veit nokk so nógv um Harris, men eg visti einki um Danielson. Títt arbeiði at fáa hetta undan kavi er ógvuliga virð­ ismikið. Eg havi samband við eina canadiska kvinnu, sum kannar lívið hjá Alice Harris. Er tað í lagi, at eg sendi henni títt tilfar? Í løtuni heldur hon, at tað er Alice Harris, sum hevur tikið allar hesar myndirnar, men eg rokni við, at hon verður fegin um at kenna sannleikan. Eg ynski tillukku við tínum detektivarbeiði. Tá havt verður í huga, at hetta hendi fyri meira enn 100 árum síðani, er hetta vorðið sum avrik.” Tað sama siga onnur søgu­ fólk sum fyrr greitt frá. Tað seinasta nýggja er ein teldu­ postur frá Adam Hochschild, sum hevur skrivað bókina Kong Leopolds Arv, best kenda bók um hesa søgu. Hann hevur júst skrivað eina grein um hetta evni, har hann nú eisini tekur Dollan við í síni frásøgn. Tað er eingin ivi um, at henda søgan er so undirbygd sum nøkur søguskriving kann vera. Ofta hava søgu­ menn hug til at gita, og sum tað sæst í hesi søguni, er ofta gitt skeivt. Men her er talan um doku­ mentatión, sum ikki spurn­ aðartekin kann setast við. Eftirhondini er so nógv kom­ ið fram síðan bókin Dollin varð skrivað, at ein slík bók hevði í dag verið verið nógv meira útgreinað og undir­ bygd. Tað kundi tí verið vert at umhugsa at fingið hesar nýggju upplýsingar saman­ skrivaðar við teir uppruna­ ligu. Men hetta kundi í fyrsta umfari verið gjørt á enskum, nú tað vísir seg, at “aka­ demiski” áhugin í Bretlandi og hjá enskttalandi er størri enn í Føroyum. Hetta kundi kanska eisini verið gjørt í sambandi við, at tað eru 110 ár síðani hesar hendingar fóru fram. Í tann mun hetta verður markerað, er eisini møguleiki fyri at fáa Dollan kendan og viður­ kendan í enskttalandi heimi­ num. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Fylgjandi kann staðfestast um hesar myndir: 1.Mola Ekulite, Ikoko, 2. Lokota, Bonginda, 3. Maður frá Ikoko, 4. Ikabo, Bonginda, 5. Kona frá Ikoko, 6. Man from Ikoko, 7. KanskaYoko frá Ikoko, 8. Epondo, Bonginda, 9. Maður frá Ikoko. Tað kann nærum vist sigast, at Dollin hevur tikið i minsta lagi seks av hesum nýggju myndum. Helst hevur hann tikið tær allar, so líkar tær eru Hetta eru eyðkendar myndir hjá Dollan. Maðurin í miðjuni er helst Mola Ekulite Henda myndin er heilt vist tikin av Dollan. Hann tók hana við til Føroya í 1904, og vit vita, at hon er tikin á heysti 1903, samstundis sum ferðin hjá Casement varð gjørd. Hetta kann vera ein sokallaður “blokkur” hvør við trimum myndum, sum Dollin hevði við sær úr Congo. Í miðuni er Mola Ekulite tó ikki við vanligu bakgrundini. Hetta tykist at vera myndir sum hoyra saman, tí kann Dollin saktans hava tikið allar tríggjar myndirnar