hósdagur 29. august 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur effo-deildin upptakt
Nýggj verja ímóti besta álopinum
Páll og KÍ hittast í dalinum
B36 arbeiðir við at seta spildurnýggja miðverju ímóti oddaliðnum
HB, sum hevur skorað tíggju fleiri mál enn nakað annað lið
Jóannes Hansen
Tað er grannauppgerð í
Gundadali
leygarkvøldið
klokkan 18. Fyri triðju ferð í
ár bresta HB, sum hesa ferð
eigur heimavøll, og B36 sam
an.
Úrslitini
undanfarnu
ferðirnar leggja upp til, at
talan verður um intensa og
spennandi uppgerð. Í fyrsta
umfari var úrslitið 1-1, eftir at
B36 hevði verið á odda, og í 10.
umfari var úrslitið 3-3, eftir at
HB hevði verið frammanfyri
2-0, og B36 hevði verið á odda
3-2, inntil tað restaðu tveir
minuttir.
Hesa ferð er upptakin
eyðkend av, at teir í B36 eru
noyddir at skipa sentrala
verjupartin
heilt
av
nýggjum. Málverjin, Tórður
Thomsen, og miðverjarnir
fleiri tær seinastu ferðirnar,
Hørður Askham og Robert
Heðin Brockie, eru allir leik
bannaðir.
Trygvi
Askham
hevur
fyrr í summar loyst Tórð
Thomsen av. Tað er møguleiki
fyri, at hann fer at verja B36
málið í morgin, men tað er
eisini ein møguleiki, at Jákup
Højgaard verður málverji.
Størri ivamál er, tá ið tað
ræður um miðverjuplássini.
– Vit hava fleiri møgu
leikar, men vit fara ikki at
siga nakað um nú, hvussu
tað verður. Okkum dámar
væl at spæla ímóti HB, og teir
báðar undanfarnu dystirnar
hevur tað verið intenst og
spennandi, og ivaleyst hevur
tað eisini verið undirhaldandi
fyri
áskoðararnar,
sigur
Símun Joensen.
Hann hevur fyri tað mesta
verið vinstri vongverji í B36.
Tá ið hann spældi við KÍ,
var Símun Joensen fyri tað
mesta sentralur miðvallari
og onkra ferðina var hann
miðverji.
Í B36 umhvørvinum verð
ur gitt óført um, hvussu mið
verjan fer at vera mannað
ímóti HB. Símun Joensen er
ein møguleiki. Aðrir spælarar,
sum hava verið miðverjar, og
sum hava nógvar royndir,
eru Súni Olsen og Evrard Blé.
Ein annar, sum hevur verið
nevndur, er 18 ára gamli Karl
Martin Danielsen, sum hevur
verið á beinkinum, men sum
ikki er komin inn í nøkrum
landskappingardysti í ár.
At seta royndar spælarar
í miðverjuna er tryggasta
loysnin. Trupulleikin er, at
tað ber við sær, at rokeringar
skulu gerast á miðvøllinum
og kanska eisini á vinstra
vongverja.
Uttan mun til hvør verður
nýggjur í B36 málinum og í
miðverjuni, so verður talan
um stóra mótstøðu. Tølini
siga, at HB er nógv tað vanda
miklasta liðið. HB hevur
skorað 51 mál ella tíggju
fleiri enn ÍF, sum hevur
skorað næstflest. Ein av
vandamiklu málskjúttunum
hjá HB hevur verið Símun
Samuelsen. Saman við Fróða
Benjaminsen er hann topp
skjútti við níggju málum.
Tað er nú greitt, at Símun
Samuelsen, orsaka av skaða
í hælsinuni, ikki fer at spæla
aftur í ár. Tá ið Símun hevur
verið uttanfyri, hevur Kristin
R. Mouritsen røkt plássið í
vinstru.
– Vit vístu góðan moral í
Klaksvík, tá ið tað eydnaðist
at venda hóttandi 3-0 tapi
til javnleik. Um vit arbeiða
hart og miðvíst, so hava vit
møguleika at vinna ímóti
øllum, og soleiðis er tað eisini
hesa ferð, sigur Oddbjørn
Joensen, venjari hjá HB.
HB - B36: Lars Múller
leygardagin klokkan 18.00
Felags fyri KÍ og TB, sum
leygardagin hittast í Klaks
vík, er, at tað eru fleiri mán
aðir síðani, at liðini seinast
vunnu fulla úrtøku
Tað eru tvey særd og
sølað lið, sum seinnapartin
í morgin hittast í Klaksvík.
Mánaðir eru farnir, síðani
liðini seinast vunnu, og
felags fyri bæði KÍ og TB er,
at síðsti sigurin var ímóti
07Vestur, sum er niðast á
stigatalvuni.
Talan er um lyklauppgerð.
TB er niðanfyri strikuna, og
KÍ er á 8. plássi. Um TB einki
fær við sær suður aftur, so
verður fjarstøðan til KÍ átta
stig, og um TB vinnur fulla
úrtøku, so verður hon tvey
stig.
KÍ hevur ikki vunnið, síð
ani Eyðun Klakstein tók um
stýrisvølin, og liðið hevur
ikki vunnið fulla úrtøku
síðani 28. apríl, tá ið talan
var um heimasigurin á
07Vestur.
Tá var Páll Guðlaugsson
venjari hjá KÍ. Nú er Páll
Guðlaugsson
venjari
á
Tvøroyri, og í morgin fara
hann og TB at stríðast fyri
at vinna stig í Klaksvík. Har
eru hagtølini hjá TB ikki
nakað serlig. TB hevur ikki
vunnið FM síðani í 1987. 23.
august fyri 26 árum síðani
vann TB 3-0 í Klaksvík.
Seinastu sjey ferðirnar
hevur TB einki stig fingið
burturúr, og TB hevur ikki
vunnið síðani 26. mai, tá ið
úrslitið á heimavølli ímóti
07Vestur var 2-0.
Hjá KÍ er tað ivasamt,
um liðformaðurin Hjalgrím
Elttør verður førur fyri at
spæla. Orsaka av liðbands
skaða hevur hann ikki vant
saman við liðfeløgunum í
hesi vikuni.
Hóast støðutalvan sigur,
at bæði liðini liggja tungt
í sjónum, so siga lands
liðsúttøkurnar, at tað eru
nógvir ungir og evnaríkir
spælarar á liðunum. TB
eigur fýra spælarar á U-19
og U-21 landsliðunum, sum í
næstu viku skulu royna seg,
og tríggir KÍ spælarar hava
fingið boð um at spæla á
U-19 landsliðnum og tríggir
skulu spæla á U-21 lands
liðnum.
joannes@sosialurin.fo
KÍ - TB: Petur Reinert
leygardagin klokkan 17.00
Okkum dámar væl at spæla
ímóti HB, og teir báðar
undanfarnu dystirnar
hevur tað verið intenst og
spennandi, og ivaleyst hevur
tað eisini verið undirhald
andi fyri áskoðararnar,
sigur Símun Joensen
Myndir: Álvur Haraldsen