Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað er aftur gerandisdagur í Sarpu­gerði. Leygarkvøldið var fagnaðurin stórur, eftir at tað við sera sannførandi 2-0 sigri á EB/Streymi hevði eydnast at vinna steypa­final­ una. Hetta var triðja ferðin, at unga felagið vann løg­mans­ steypið, og harvið staðfesta tølini, at talan er um ungt og sigursvant felag. Hesa ferð er talan um granna­uppgerð. NSÍ vitjar í Sarpugerði, og allir teir, sum seinastu vikurnar hava tænt Heðini Askham, eru tøkir. Felags fyri NSÍ og Víking er, at feløgini fyrr í summar – og uttan stórvegis dramatikk – skiftu venjara. Síðani Heðin Askham settist við stýris­ vølin í Runavík hevur tað roynst væl. Tríggjar tær sein­ astu ferðirnar hevur úrtøkan verið sjey stig. – Eg hevði ábyrgdina á Svanga­skarði í seinnu hálv­ finaluni ímóti Víkingi, sum endaði 1-1. Tá var eg ikki nøgd­ur við avrikið. Serliga í 1. hálvleiki var tað ikki nóg gott. Vit runnu ov nógv aftaná teimum, og harvið vóru tað teir og ikki vit, sum stýrdu tí, ið gekk fyri seg. Eftir steðgin var tað munandi betri. Um vit skulu síggja nakað positivt í tí avrikinum, so er tað, at tað eydnaðist at vinna eitt stig, hóast vit ikki spældu væl, sigur NSÍ venjarin. Leygarkvøldið var Heðin Askham eygnavitni til steypa­finaluna: – Síðani Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar eru komnir aftrat, er liðið styrknað mun­andi. Liðið er tilvitað um at halda tætt í verjuni, og hóast teir ikki leypa á við so nógvum monnum, so eru teir sera vandamiklir, og nú hevur Finnur Justinussen fingið hol á aftur. Vit vita, hvat tað snýr seg um, men vit halda okkum eisini at hava okk­ara møguleika, sigur NSÍ venjarin. Sigfríður Clementsen og Víkingur ríða rættuliga á aldu­kambinum. Fýra tær sein­astu ferðirnar hevur liðið vunnið fulla úrtøku í lands­ kappingini – eitt nú 4-2 sigur á oddaliðnum HB í Gundadali – og krúnan á verkinum var sigurin í steypafinaluni síðsta leygarkvøld. Víkingur er tvey stig frá bronsuplássinum, men tá skal havast í huga, at liðið eigur ein dyst á ímóti 07Vestur á útivølli. Tá ið NSÍ í fyrsta umfari vitjaði í Sarpugerði, vann heimaliðið 2-1. Finnur Justinussen skoraði bæði málini. Tá ið Víkingur í 10. umfari var í Runavík, vann NSÍ 3-0. Síðstu løtuna spenti Víkingur álopsbogan, og tá skoraði NSÍ tvær ferðir. joannes@sosialurin.fo Víkingur - NSÍ: Rói Jacobsen, klokkan 18.00 ítróttur fótbóltur effo-deildin upptakt Víkingur ríður á kambinum Ætla at siga takk fyri seinast Felags fyri bæði steypavinnararnar og NSÍ er, at úrtøkan hevur verið stór, síðani venjaraskiftið fyrr í summar Fuglfirðingar hava fingið fult í báðum uppgerðunum ímóti AB, sum bæði í Fuglafirði og á Argjum kendi seg hava betri uppiborið Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 20 13 5 2 51 23 +28 44 2 ÍF 20 10 7 3 41 32 +9 37 3 B36 20 7 9 4 34 23 +11 30 4 EB/Streymur 19 8 4 7 34 24 +10 28 5 Víkingur 19 8 4 7 28 31 -3 28 6 NSÍ 19 7 6 6 28 29 -1 27 7 AB 20 6 4 10 27 38 -11 22 8 KÍ 20 4 9 7 37 39 -2 21 9 TB 20 3 7 10 18 36 -18 16 10 07 Vestur 19 2 5 12 18 41 -23 11 Eftir vónbrotið í steypa­ finaluni kann tað fara at vísa seg at vera bæði fyri­ munur og bági, at mót­ støðuliðið hesa ferð er 07Vestur á heimavølli Leygarkvøldið tapti EB/ Streymur steypafinaluna so dyggiliga ímóti Víkingi. Mótstøðumenninir vóru skjótir og ágangandi, og tað megnaðu royndu EB/ Streyma menninir ikki at standa ímóti. Nú er gerandisdagur í landskappingini aftur á skránni, og setningurin er greiður. Fyri at sleppa upp í part í altjóða kapp­ing­ unum næsta summar er neyð­ugt at vinna í hvussu so er bronsuplássið, og tað miðja teir í Sundalagnum eftir. – Vit eru tvey stig frá B36, sum hevur spælt ein dyst meiri enn vit. Í fyrsta lagi ætla vit at røkka bronsu­plássinum, og tá ið tað er eydnast, so fara vit eftir silvurplássinum, sigur EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe. Arnbjørn Hansen verð­ ur ikki við í morgin, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við aftur í ár. Dánjal Davidsen er farin av aftur landinum, og hann verður neyvan við aftur í ár. Hjá 07Vestur er tað farið rættuliga at treingja saman um. Tað eru tíggju stig fram til átt­anda plássið og harvið møgu­ leikan fyri at bjarga sær lívinum í fremstu røð. Tá ið liðini hittust í Streym­ nesi í fyrsta umfari vann heimaliðið 4-0. Í Sørvági vann EB/Streymur 2-0. Harvið eigur 07Vestur fram­vegis fyrsta málið til góða ímóti EB/Streymi í ár. joannes@sosialurin.fo EB/Str. - 07 Vestur: Alex Troleis leygardagin klokkan 17.00 EB/Streymur skal reisa seg Finnur Justinussen skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum, tá NSÍ í fyrsta umfari vitjaði í Sarpugerði Mynd: Álvur Haraldsen Jóannes Hansen – Nú hava vit tríggjar ferðir fyrr í ár tapt tepurt fyri ÍF. Allar ferðirnar hevur tað verið tætt, og vit hava ikki havt marginalirnar við okk­ um. Vit eru sera spentir at hitta ÍF enn eina ferð. Vit rokna við, at tað aftur hesa ferð verður talan um tætta upp­gerð, og nú vóna vit, at tað fer at koppa okkum til fyri­munar, sigur AB venjarin Sámal Erik Hentze. Undanfarnu tríggjar ferð­ ir­nar hevur liðið hjá hon­um verið plágað av nógv­um skaðum. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Allir AB spælar­ar­ nir eru tøkir, og tað er kapp­ ing um plássini. Tvær ferðir hava liðini dystast í lands­ kapp­ingini og eina ferð í steypa­kappingini: Fyri einum lítlum hálvum ári síðani – 9. mars – var fyrsta umfar í ársins landskapping. Tá hevði ÍF vitjan av AB. Úrs­ litið var 2-1 heimasigur. Inn­ skifti Bartal Eliasen skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Argjamenn harmaðust almikið, tí teir hildu seg hava betri uppi­ borið. Summarmáladag, 14. apríl, hittust liðini á Argjum. Tað var í steypakappingini, og ÍF vann 2-1. 18. mai var 10. umfar á skránni. Tá hevði AB vitjan av ÍF. Gestirnir fóru avstað við 1-0 sigri. Høgni Madsen skor­aði málið, tá ið ein tími var farin, og argjamenn harm­að­ust, tí teir hildu seg hava betri uppiborið. Inntil tá hevði AB ongan dystin vunn­ið, og kósin kendist vera ímóti niður­flyting. Síðani reisti AB seg, og eftir 5-1 lúsing ímóti HB spældu teir átta dystir uttan at tapa. Fyri fjúrtan døgum síð­ani fekk AB einki burturúr í Gunda­dali ímóti B36. – Tað er einki annað at gera enn at seta seg aftur á hestin, og nú fara vit eftir stigi og sigri í Fuglafirði, var stað­festingin hjá argja­monn­ um, sum nú eru á sjeynda plássi og hava sjálvs­álit. Manningarliga eru teir eisini væl betri fyri, enn teir vóru, tá ið teir fyrr í ár tvær ferðir taptu tepurt fyri ÍF. Allir spæl­ararnir eru tøkir undan ferðini norður til Fugla­ fjarðar. ÍF er framvegis næst­ fremst. Fyri tveimum vik­ um síðani syrgdi Dánjal á Lakjuni fyri 1-0 sigri við Stórá í Trongisvági. Sama dag misti HB tvey stig í Klaksvík, og harvið eru fjarstøðan hjá ÍF og fram til oddasessin aftur sjey stig. – Vit eru sera væl nøgdir við gongdina, og vit ætla at arbeiða fyri at røkka so langt, sum tað ber til. Vit kunnu ikki annað enn savna okkum um okkara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, hevur Albert Ellefsen, ÍF venjarin, sagt. Hanus Thorleifsson er givin í Fuglafirði, veit nordlysid.fo at siga frá ÍF. Aleksandar Jovevic er skadd­ ur, og nýggi U-21 lands­liðs­ spælarin Leivur Joensen er leik­bannaður. Fýra ÍF spæl­ arar eru farnir av landinum fyri stuttum, men teir vera allir við ímóti AB. Teir eru Øssur Dalbúð, Jan Ó. Ellings­ gaard, Høgni Madsen og Heri Nesá. ÍF - AB: Dagfinn Forná leygardagin klokkan 17.00