hósdagur 29. august 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 30. august 2013
7
Nevnd burturúr
Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri
at børnum, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um
søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini
hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn.
Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum
nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Longu áðrenn triðja barnið hjá
Honna og Tórheðin var borið í heim,
høvdu tey avgjørt, at bleiv tað ein
drongur, skuldi hann eita Dagur.
- Navnið Dagur hevur ligið mær á
hjarta í mong ár. Tað er ljómar lætt og
hevur vakrar bendingarformar. Men
av ymsum orsøkum fekk eldri sonurin
ikki hetta navn. Navnið gjørdi regluliga
vart við seg í mínum huga; tað líkasum
skuldi nýtast, og maðurin fataði,
at so var og gjørdist eisini glaður
fyri navnið. So til hetta triðja barn
okkara var ongantíð nakar ivi, greiðir
Hanna Jensen frá, og heldur fram:
- Sum heild hava vit verið upptikin av,
at eitt navn skal skilja ein persón frá
øðrum, so at tað reint praktiskt ikki
er nakar ivi um, hvør er hvør – tað er
væl ein av grundunum fyri navnagávu.
Tí hava vit áhuga fyri nøvnum, sum á
onkran hátt hugtaka. Eldru børnini eru
uppkallað, men har er tað eftirnavnið
Tórheðinsson og Tórheðinsdóttir, sum
skilja nøvnini frá, sigur Hanna Jensen.
Fólk vóru ovfarin
Tá familja og onnur hoyrdu navnið á
dronginum, fingu Hanna og Tórheðin
Jensen ymsar reaktiónir frá fólki.
- Tey í familjuni vóru eitt sindur
ovfarin, og tað hoyrdist, at hetta
kendist teimum óvanligt, men flestu
vóru opin, jalig og heilsaðu navninum
vælkomnum, fortelur Hanna Jensen.
Reaktiónin upp á navnið var ikki
heilt tann sama frá øðrum fólkum.
- Tað var sera ymiskt, men rættiliga
mong úttryktu, at tey vóru hugtikin
av navninum, og at tað var vakurt.
Hesi hava beinanvegin vant seg við
tað og við navnið og við at benda tað.
Fleiri góvu tá og hava síðani givið til
kennar, at tey høvdu umhugsað navnið
til sín egna son, sigur Hanna Jensen.
Snævurskygni í mun til navnagávu
hava tey bæði foreldrini eisini merkt,
tá tey hava sagt navnið á Degi.
- ”Kann mann eita so?” ”Ella meinar
tú tað? Tað er øgiligt tit eru spesiell”
og ”Tú meinar Dávur?”. Eg havi enntá
kjakast við fólk um navnið hjá barni
mínum og um, hvat mann kann eita
og ikki. Sjálv eri eg ómetaliga opin
fyri kreativari navnagávu og fari
fegin í kjak um hesi viðurskifti.
Fyrstnevndur og einnevndur
Navnið Dagur er kent og nýtt í øllum
Norðanlondum uttan Danmark og
Føroyum – og tó hevur tað verið
nýtt nakað í Danmark fyrr og er kent
sum millumnavn har. Eisini eru orðini
Day og Tag nýtt sum nøvn í øðrum
londum, í Føroyum hevur eingin fyrr
itið Dagur, sum mann veit um.
- Navnið er so fult av ljósi, vón og náði.
Tað umboðar nýggja byrjan, virksemi,
dagsverk, møguleikar – tann partin
av samdøgrinum, har menniskja kann
útinna nakað, seta í verk sínar dreymar
frá morgni og til myrkrið og náttin
fellur á. Tað var hesin vakurleiki, sum
kom til mín fyrstu ferð eg hoyrdi hetta
orð sum fólkanavn, sigur Hanna Jensen.
Navnið hevur stóran týdning fyri
Honnu og Tórheðin Jensen.
- Navnið hevur sama týdning sum
tað hevði, áðrenn yngsti sonurin varð
føddur og sum tá vit góvu honum
navnið beint eftir føðingina: Munurin
er bert, at nú er tað hann, sum er
Dagurin, ein ljós glæma í okkara lívi.
- Sum heild hava vit verið upptikin av, at eitt navn skal skilja ein persón
frá øðrum, so at tað reint praktiskt ikki er nakar ivi um, hvør er hvør – tað
er væl ein av grundunum fyri navnagávu. Tí hava vit áhuga fyri nøvnum,
sum á onkran hátt hugtaka. Tað sigur Hanna Jensen, sum er mamma Dag.
Foreldur:
Hanna og Tórheðin Jensen
Bústaður:
Norðragøta
Dagur
Dagur Tórheðinsson, 4 ár
Navnið skal hugtaka