hósdagur 29. august 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 30. august 2013
8
VIKUSKIFTI
Tað kemur neyvan óvart á nakran, at mest
selda brennivínið í Rúsuni er Aalborg
Akvavit, og at veðrurin hjá Føroya Bjór er
mest selda ølið. Seinastu tølini hjá Rúsuni
vísa eisini, at føroyingar eru sera glaðir fyri
vín í pappeskjum, ið rúma tríggjar litrar.
Sosialurin hevur biðið Rúsuna gera eitt
yvirlit yvir mest seldu vørurnar hjá teimum
í summar, og hetta yvirlitið staðfestir
helst tað, sum fólk hava varhugan av.
Tá ið tað kemur til vín, vísa tølini
greitt, at 3 litrar pappeksjurnar við víni
eru væl umtóktar millum kundarnar hjá
Rúsuni. Tey eru mest sum einaráðandi á
topplistanum við hvítvíni og reyðvíni.
Ein gamal kenningur er eisini ovast á
listanum fyri heitvín. Tvær fløskur av Baileys
kremlikørinum eru ovast á listanum.
Tølini, sum topplistarnir byggja
á, eru fyri sølu í Rúsuni frá 1.
juni og fram til 28. august.
Aalborg Akvavit er mest selda
brennivínið, veðrurin hjá Føroya Bjór
er mest selda ølið, og føroyingar
eru glaðir fyri vín í pappeskjum
Hetta keypa
fólk í Rúsuni
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Traditionelli snapsurin hjá Aalborg Akvavit er
framvegis populerasta brennivínið í Rúsuni
Reyðvín
1. Abela Valley Cabarnet/Shiraz, 3 ltr
2. Caminos Cabarnet Merlot, 3 ltr
3. Riddersberg Cabarnet/Shiraz, 3 ltr
4. Vito Primitivo, 3 ltr
5. Gallo Family Cabarnet, 3 ltr
Hvítvín
1. Amadeus Blanco, 3 ltr
2. Montalto Catar./Chardonnay, 3 ltr.
3. Tabiso Chardonnay, 3 ltr.
4. Chill Out Chardonnay, 3 ltr.
5. Santa Rita 120, Sauvignon Blanco
Heitvín
1. Baileys Original Irish Cream, 70 cl
2. Baileys Original Irish Cream, 1 ltr
3. Southern Comfort, 70 cl
4. Millwood Whiskey Cream, 70 cl
5. Kahlua, 70 cl
Brennivín
1. Aalborg Taffel Akvavit, 70 cl
2. Smirnoff Vodka 37,5%, 70 cl
3. Commander Vodka, 70 cl
4. Drakkar Vodka, 70 cl
5. Baze Premium Vodka, 70 cl.
Øl
1. Føroya Bjór veðr fløska
2. Føroya Bjór gull fløska
3. Føroya Bjor gull 10 pk blikk
4. Føroya Bjór veðr 10 pk blikk
5. Føroya Bjór Veðrur blikk
6. Føroya Bjór Sterkur Veðrur blikk
7. Tubørg Grøn blikk
8. Føroya Bjór Classic fløska
9. Carlsberg Pilsner blikk
10. Føroya Bjór Classic 10 pk blikk
11. Carlsberg Sort Guld blikk
12. Føroya Bjór Gull blikk
13. Føroya Bjór Slupp fløska
14. Carslberg Elephant blikk
15. Okkara Klassik 10 pk blikk