hósdagur 29. august 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 30. august 2013
9
mynd: Sissal Kampmann
JÓLAHJÁLP
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Síðani 2010 hava vit í Føroyum við
jøvnum millumbili hoyrt um – og fleiri
okkara stuðlað – Í mennskjum góður
tokki. Men nú flytir hetta stuðulstiltak
seg út um føroysku bøgarðarnar, tí í
Keypmannahavn hava Marin Helena
Hentze og Gert Róðá tikið stig til tvey
tiltøk, hvørs endamál er at savna inn
pening til Í menniskjum góður tokki.
– Alt byrjaði við, at vit í føroysku
fjølmiðlunum sóu, at nógv ymisk tiltøk
vóru um jóltíðir í Føroyum, og at hesi
ofta vóru til frama fyri einum góðum
endamáli. So fóru vit at hugsa, hví er
einki líknandi tiltak í Keypmannahavn,
tá so nógvir føroyingar eru her í bý
num. Hví ikki gera nøkur tiltøk í
Keypmannahavn, har endamálið er at
savna inn pening til okkurt vælgerandi
endamál í Føroyum?, greiðir Gert Róðá
frá.
Saman við Marin Helenu Hentze
hevur hann tískil tikið stig til eitt
bingo, sum verður í Føroyahúsinum
12. september og eina jólakonsert í
Lindevang Kirke á Frederiksberg tann
5. desember.
Føroyskt fyri føroyingar
– Tað var beint fyri jól í fjør, at vit bæði
fingu hugskotið. Hví ikki royna at gera
okkurt sjálvi, heldur enn at bíða eftir,
at onkur annar ger tað? Eg kendi ikki
so nógv til Í menniskjum góður tokki,
men tað gjørdi Marin. Og eftir at hava
hugt nærri eftir hvat tey gera og hvørji
tey eru, so var eingin ivi. Í menniskjum
góður tokki er heilt rætta endamálið at
stuðla. Vit eru hugtikin av arbeiðinum,
sum tey gera og allari orkuni, sum tey
nýta fyri at hjálpa øðrum. Púra sjálv
boðið arbeiði. Tað kunnu vit ikki annað
enn beundra, sigur Gert Róðá.
Men hví velja tit at stuðla einum
føroyskum stuðulstiltaki, heldur enn
einum donskum, tá tykkara tiltøk verða
hildin í Danmark?
– Vit hugsaðu eisini fyrst um onkur
donsk tiltøk, sum vit kundu stuðla. Men
tá tiltøkini, sum vit skipa fyri fyrst og
fremst eru føroysk og fyri føroyingar,
so var tað so líkatil, at endamálið eisini
var føroyskt, sigur Gert Róðá.
Øll arbeiða ókeypis
Tað er longu rættiliga langt síðani, at tey
bæði Gert fóru undir fyrireikingarnar til
tiltøkini, sum vera í heyst og í vetur.
– Bæði føroyingar og danir hava
latið vinningar, einstaklingar og
virkir, og undirtøkan hevur heilt góð.
Hetta er eisini galdandi, tá tað kemur
til tónleikararnar, sum allir hava játt
að at spæla ókeypis, soleiðis at mest
møguligur peningur kemur inn. Øll
onnur, sum hjálpa til, arbeiða eisini
ókeypis. Tey flestu í Føroyum kenna
eisini til Annlis Bjarkhamar og henn
ara verkætlan, og vilja gjarna hjálpa,
fortelur Gert Róðá, sum vónar at før
oyingar í Keypmannahavn fara at taka
líka væl í móti tiltøkunum, sum øll tey,
ið so ella so stuðla bæði bingo og jóla
konsertini, sum Marin Helena Hentze
og hann skipa fyri.
Í menniskjum góður
tokki í Danmark
Átakið hjá Annlis Bjarkhamar, sum veitir fíggjarliga sperdum familjum í
Føroyum hjálp, fær nú eina hjálpandi hond úr Danmark. Í Keypmannahavn
fara Gert Róðá og Marin Helena Hentze at skipa fyri tiltøkum í vetur,
har allir pengarnir, sum koma inn, fara til Í mennskjum góður tokki
– Hví er einki stuðulstiltak í Keypmannahavn, tá so nógvir føroyingar
eru her í býnum, hugsaðu tey bæði Gert Róðá og Marin Helena
Hentze, sum tískil hava tikið stig til tvey stuðulstiltøk
Gert Róðá er 42 ár, havnarmaður
og búsitandi í Keypmannahavn,
har hann starvast sum kokkur
í Føroyahúsinum. Marin Helena
Hentze er 32 ár og úr Vági. Hon
lesur ferðavinnufrøði og starvast
á skrivstovuni hjá Meginfelag
Føroyskra Studenta.
Fakta
– Tey flestu kenna eisini til Annlis
Bjarkhamar og hennara verkætlan, og
vilja gjarna hjálpa, sigur Gert Róðá
Jólakonsertin í Lindevang Kirke
Hesi spæla tann 5. desember:
• Guðrun Sólja Jacobsen
& Vocalicious
• Kim Hansen
• MonkeyRat
• Stanley Samuelsen
• Ernst Sondum Dalsgarð
& Páll Sólstein
• Hans Petur í Brekkunum
• Mo Millar
• Súsanna Herálvsdóttir
• Laila Rong Hanna
• Rannvá
• Heiðrun Petersen
& Doria Kvartettin
• Lea Kampmann
• Margreta á Rógvu
& Christan Asmussen