hósdagur 29. august 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 30. august 2013
10
VIKUSKIFTI
Summarið ið fór
Summarið er farið at halla, og fyri framman stendur heystið. Tað
er hugligt í Føroyum um summarið, tá ið stór tiltøk verða hildin
kring landið, veðrið er gott, og nógv fólk eru í landinum. Her taka
vit samanum nøkur av stóru tiltøkunum, sum vóru í summar
Voxbotn
Stórur dagur við góðum tónleiki
Fyri aðru ferð var Voxbotn konsertdagurin hildin í Vágsbotni í Havn, og aftur
hesaferð møtti nógv fólk til tiltakið, og tá ið komið var út á kvøldið, var eisini
gott lív í áhoyrarafjøldini. Ætlanin var, at songkvinnan Aura Dione skuldi verða
eitt av høvuðsnøvnunum, men hon gav avboð av heilsuávum. Tónleikararnir,
sum møttu til konsertdagin, syrgdu tó fyri, at fólk hugsaðu ikki um avboðið,
men hugnaðu sær óført. Framførslurnar við gomlu Iron Maiden sangarunum,
Nik & Jay, føroyskum All-Stars og Páll Finnur Páll stóðu sera sera sterkar í
myndini. Umleið 4.000 fólk vóru til Voxbotn.
G! Festivalurin
Minniligur sólfestivalur
Sjáldan hevur veðrið verið so gott á G! Festivalinum, sum tað var í ár. Nógv sól,
nógvur hiti og gott lag á fólki. Á pallinum mundi Nephew, sum er vinarbólkur
við G! Festivalin, hava bestu framførsluna, men aðrar frálíkar framførslur vóru
eisini – eitt nú við Ásgeir Trausti, Byrta og Høgni Lisberg. Summarveðrið var
eisini eitt høvuðsnavn hesaferð, og leygardagurin við brennandi sól á Gøtusandi
var fantastiskur, og skýmligu kvøldini í hugnaliga umhvørvinum vóru enn
einaferð framúr góð.
Ólavsøka
Traditionell tjóðarhátíð
Ólavsøkuhaldið líktist sær sjálvum. Tiltøkini, sum í nógv ár hava verið partur
av ólavsøku, vóru har aftur í ár, og tey stóru tiltøkini savna framvegis nógv
fólk. Ólavsøkuhaldið toppar ólavsøkukvøld, tá ið sera nógv fólk eru í býnum.
Miðlahúsið skipar fyri undirhaldið, og eftir tað er midnáttarsangurin og føroyski
dansurin á Vaglinum. Sjáldan hava so nógv fólk verið til sangin, sum tað vóru
í ár. Og annars var gingið omaneftir og niðaneftir í hampuliga góðum veðri,
hóast regnið eisini argaði partar av ólavsøkuni.
lagt til rættis: Eyðun Klakstein