Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 30. august 2013 11 Sjómannadagur Vatnkríggj og áarføri Sjómannadagurin er eitt av nýggjaru familjutiltøkunum í landinum, og dagurin, sum varðar fleiri dagar, bjóðar eina langa røð av ókeypis tiltøkum. Fríggja­kvøldið var stórt vatnkríggj, og tá luttaka hundraðtals børn og vaksin. Leygardagin, tá ið flestu tiltøkini eru á Stongunum, regnaði av grimd, og tað var harmiligt, men fyrireikarar, luttakarar og gestir treiskaðust og gjøgnum­ førdu skránna, og tá ið bryggjudansur so var um kvøldið, varð dýrdarveður. Summar Festivalurin Góðveður og nógv fólk Summar Festivalurin 2013 gjørdist sambært um­ mælaranum hjá Sosialinum tann besti nakrantíð. Veðrið, sum var gott, var týdningarmikil viðspælari, men pílurin peikaði beint uppeftir fyri tónlistarligu upplivingunum. Stóru konsertirnar hesaferð vóru við Mika, Kim Larsen og amerikanskum rocksangarum, men pláss var eisini givið fyri nýggjari nøvnum sum Swangah, Urbanus og MonkeyRat. Ummælarin skrivaði, at Summar Festivalurin var sum akvavittið – jubileumsútgávan var eina tonn betur enn vanliga útgávan. Kappróður Misjøvn fyriskipan Tað gekk misjavnt við at avvikla kappróðurin í ár. Eitt var, at veðrið argaði onkrar stevnur, og fyri fyrstu ferð í nógv ár var ein FM-róður fluttur frá leygardegi til sunnudag, men aðrir trupulleikar vóru eisini. Tað tók alt ov langa tíð at fáa summar róðrar avgreiddar, og tað er ein stórur trupulleiki fyri kappróðurin sum ítrótt. Ein kapping, sum tað tekur upp í 5 tímar at fáa avgreidda, er ikki serliga stevnulig ella áskoðaravinarlig. Hetta ásannaði Róðrarsambandið eisini, og ætlanin er at stramma upp til komandi róðrarár. Ovastevna Færri fólk í Nólsoy Ovastevnan í Nólsoy er eitt slag av endabresti fyri stevnusummarið, og vanliga eru sera nógv fólk í Nólsoy til hugnaligu bygdastevnuna. Í ár var undirtøkan tó væl minni, enn hon hevur verið undafarin ár. Møguliga var veðrið ein orsøk til tað, tí í Nólsoy var nógv spennandi á skránni, og stevnan var sum vanligt væl fyriskipað.