Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi www.ab.fo: (Sámal Erik Hentze um tapi fyri ÍF) “Hetta var av f... til. Okkara menn vóru als ikki klárir, tá dysturin byrjaði, og tað var skuffandi at tapa í dag. Eg veit ikki, hvat vit billa okkum inn ella halda okkum vera. www.b36.fo: Hesa ferð vóru tað vit, sum tveittu tveymáls-leiðslu burtur, og eingin ivi er um ,at vit kunnu iðra okkum um, at vit ikki lukkaðu dystin, tá møguleikarnir vóru til tað. Men fram um alt, so var triða grannauppgerðin í ár óhugnaliga spennandi. www.hb.fo: Hinvegin hava vit nú ikki megnað at fáa fult í trimum teimum seinastu dystunum, og tað er ikki so gott. Vit fáa tó møguleikan sunnudagin 15. september, tá lítlibeiggin, AB, tekur ímótí úti í Vika. www.vikingur.fo: Højt at flyve……. Á veg yvir undir fjallið, hugsaði eg um, hvussu Sigfríður mundi fara at loysa truplu uppgávuna í dag. Tá ein hevur vunnið steypafinaluna, er mann sárbarur. www.tb.fo: Langt um longi bragdaði tað hjá okkara monnum í svørt hvítum, og nú ”eru okur á veg” til at bjarga okkum enn eitt ár í Effodeildini. Dagurin í dag hevur verið illfýsin, men sanniliga er úrslitið langt frá illfýst – tað er praktfult. www.nordlysid.fo: Hyggur ein eftir dystarskránni, so er KÍ kanska størsti favoritturin at flyta niður í løtuni. Heimasíðurnar skriva: Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen F øroyska landsliðið ger seg í hesum døgum klárt at fara til Kasakstan, har teir fríggjadagin klokkan 16 føroyska tíð, skulu takast við Kasakstan í Astana. Avrikini hava verið misjøvn seinasta árið. Vut hava havt nøkur góða avrik. Serliga móti Svøríki, meðan eyðmýkjandi tapið niðri í Eysturríki stendur sum ein sterk áminning um, at vit koma ikki ókeypis fram til nakað sum helst. Nú spæla vit so ímóti “veikasta” liðnum í bólkinum. Teir vóru styrkismettir veikari enn vit, men hava síðani prógvað, at teir eru sterkari enn vit. Bæði sum landsliðið og tá talan er um heimligu kappingina. Men hetta er eisini sannleikanstími fyri okkum. Vit skulu til at hava eitt úrslit skjótt og besta møguleikan fáa vit móti Kasakstan. Tað merkir ikki, at vit skulu til Kasakstan og vinna eina greiðan sigur, men tað snýr seg um síggja, at landsliðið er í framgongd. Lars Olsen hevur lagt eina við, at tað er um at fáa skil á álopið, sum er lykilin hjá okkum. Har manglar føroyska landsliðið ein Toda Jónsson, ella ein Rógva Jacobsen, sum altíð var garantur fyri einum málið – eisini móti teimum stóru og sterku. Kom nú við einum góðum avrikið í Kasakstan. Lat okkum síggja góða gamla stríðsandan aftur og tori so eisini at smekka til, tá tit fá møguleikan. Mugu stuðla U21 landsliðnum Tað var einki minni enn ein skomm, at tað bara vóru 359 áskoðarar til U21 landsdystin millum Føroyar og Írland. Tað er ein landaskomm, at vit ikki stuðla meiri um ungu garparnar, ið staðið fyri einum bragdi fyri og øðrum eftir. Hesa ferð eru vit uttan Sonna Ragnar Nattestad og René Shaki Joensen, sum báðir eru millum lyklaspælararnir á liðnum. Mótstøðan er helst sterkari enn nakrntíð, so nú er um at stuðla U21 landsliðnum, tá teir fríggjakvøldið spæla móti Týsklandi. Sann­ leikans tími í Kasakstan Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge Sosialurin og in.fo hava fylgt málinum tætt og tað sær út til, at tað eru tríggir møgu­ leikar. – B36 og AaB blíva samd um ein prís og Gilli skiftir um­gangandi til danska felagið. – B36 og AaB blíva samd um ein prís, men B36 heldur fram við at hava Gilla í hópinuum fram til kappingarárið er liðugt. So verður prísurin eisini tað lægri. – B36 og AaB blíva ikki samd um prísin og Gilli held­ ur fram sum B36 spælari. Tað er ongin ivi um, at Gilli hevur í sinni at sleppa til AaB, men tað krevur at B36 og AaB koma ásamt um prísin, sum sigst liggja á umleið eini fjórðingsmillión. Gilli hevur fyrr sagt við Sosialin, at hann ynskir at sleppa avstað og ivast í hvussu motiveraður hann verður, um hann ikki sleppur avstað. B36 hevur í hinum enda­ num eisini sagt, at felagið ikki vil standi í vegin fyri at Gilli skiftir, men at teir sjálvandi vilja hava pengar fyri U21 landsliðsliðskiparan, men at talan als ikki er um eina órímuliga upphædd. Tað er ikki vanligt, at før­oysk feløg hava nógv at standa ímóti við, tá størri donks feløg vísa áhuga, men B36 hevur góð kort á hond­ ini, tí tað eru fleiri feløg, sum vilja hava Gilla og hann hevur sáttmála fyri komandi kapp­ingarár eisini. Flytingarvindeygað letur aftur í Danmark í kvøld. So er spurningurin um Gilli Sørensen er B36 spælari ella AaB spælari, tá vindeygað letur aftur. trondur@sosialurin.fo Tað ljóðar, at AaB ikki heldur tær avtalur, sum felagið hevur gjørt frammanundan. Tí er skiftið hjá Gilla Sørensen til Superliguna ikki komið upp á pláss B36 og Aab ikki samd um Gilla Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Vespurnar vunnu og eiga alt reypið, men í okkara skápið stendur Løgmanssteypið (Víkingur - NSÍ) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 Gareth Bale heimsdýrasti Gareth Bale bleiv í dag kunngjørdur sum Real Madrid spælari. Hann er sambært ítróttarmiðlunum seldur fyri 750 milliónir krónur. Tað ger 24 ára gamla walisan til heimsinsdýrast fótbóltsspælara. Móttakarin av teimum 750 milliónunum er Tottenham, sum tó hevur brúkt allar pengarnar upp á at styrkja liðið.