Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Víkingur 2 (2) NSÍ 4 (2) Tróndur Arge – Eg haldi ikki vit kunnu tosa um »timburmenn«, tí vit spæla væl í dag. Avrikið er í lagi, men vit tapa tí vit hava vindin ímóti okkum í seinna hálv­leiki, sigur Sigfríður Clementsen. Hann hevur nú eina upp­ gávu, har hann skal tryggja sær, at Víkingur ikki missur flogið, eftir at teir farna viku­ skiftið vunnu steypa­finaluna móti EB/Streymi. Í fjør vann Víkingur somu­ leiðis steypafinaluna og setti síðani eftir at bjóða av í FM stríðnum. Tað endaði tó við, at Víkingur kom á mál sum nummar fimm, uttan møgu­ leika fyri at vinna FM. Vindurin gjørdi munin Venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, var ikki so ónøgdur við avrikið hjá sínum spælarum, men hann var avgjørdur í at vind­ urin átti sín leiklut í, at NSÍ vann 4-2. – Munurin í dag er vind­ urin. Vit hava vindin undan í fyrra hálvleiki og í móti í seinna hávleiki. Tað er ikki tað sama at spæla móti vindinum í fyrra hálvleiki, sum í seinna hálvleiki, tá orkan gongur undan, sigur Sigfríður Clementsen. Hann iðrar seg heilt klárt um mistu stigini, men metir, at avrikið er so­mikið gott, at talan ikki er um »timbur­ menn« frá steyp­afinaluni, ið gera seg galdandi. Í Gøtu og Leirvík hava teir havt stórar trupulleikar av deyð­bóltsstøðum. Tað trupul­leikin tykist aftur­ vendandi. – Teir fáa fleiri mál upp á deyðbóltar og í dag, so tann trupulleikan mugu vit aftur til at arbeiða við, sigur Sigfríður Clementsen. Vit fara eftir bronsuni Heðin Askham, venjri hjá NSÍ, fegnaðist sjálvandi um sig­urin, men ásannaði, at vind­urin spældi inn. – Ja, tað er betri at hava vindin undan í seinna hálv­ leiki, men tað er ein ótrúliga góð kensla at vinna, sigur Heðin NSÍ hevur vunnið tríggjar, tapt ein og spælt ein javnleik síðani Heðin Askham tók við. NSÍ nærkast í hvørjum heiðursmerkja plássunum og tað er eisini málið hjá NSÍ. – Nú fara við bronsuni, segði Heðin Askham greiður á málinum at enda. Góður fyrra hálvleikur Fyrri hálvleikur bjóðaði upp á fýra mál. Finnur Justinussen legði Víking á odda í fyrru hálvu av fyrra hálv­leiki. Hanus Jacibsen royndi seg við skoti og so var Finnur Justinussen fyrstur á og skoraði. Víkingur var betri í ein hálvan tíma og leiðsan var uppiborin. Men við eitt vendi dysturin. Fyrst javnaði Árni Frederiksberg, tá hann í aðru atløgu fekk bóltin spældan útfrá í brotsteiginum. Róligur setti hann bóltin í málið til 1-1. Tá vóru 37 minuttir spæl­ ir. Bara tríggjar minuttir seinni, móti leikgongdini, skor­aði NSÍ aftur. Klæmint Andrasson Olsen fekk pláss í brotsteiginum og tað skal hann ikki hava nógv av. Hann meddaði til og so var NSÍ brádliga á odda 2-1. Víkingur fekk eina hjálp­ andi hond, tá teir beint fyri seinasta bríksl javnaðu. Nógvi vindurin snýtti verj­ una hjá NSÍ, meðan Finnur Justinussen hevði lúrt vindin av. Hann tuskaði av­stað og endai við at standa væl fyri, nakað til høgru, í brots­ teig­inum og sendi bóltin í handara síðunet til 2-2. Hóast tað var Víkingur, ið javnaði stutt fyri hálvleik, so mundu tað vera runavíkingar, ið vóru fegnari um útfallið av fyrra hálvleiki. Avgjørdu við besta álopinum í dystinum Avgerðin í dystinum fall sjey minuttir fyri tíð í besta álopinum í dystinum. Inn­ skiftið Sjúrður Jacobsen spældi ein at síggja ti lætt­ an bólt út til Jóhnard Frederiksberg, men sann­ leikin er nokk, at talan var um óvanliga væl spælda av­ lever­ing, tí við vindinum og mótstøðumanninum í huga, so var hon millimetur neyv. Tað var innleggið hjá Jónhardi Frederiksberg eisini. Hann sendi bóltin heilt inn í brotsteigin og har stóð Magnus Hendriksson Olsen og stútaði bóltin í málið. Eitt vakurt mál og eitt vælspælt álop. Inni í yvirtíðini økti Klæmint A. Olsen, tá hann stútaði eitt frísparksinnlegg, sum Karl Løkin sendi innfyri, í mál. Tá kundi NSÍ spælararnir av sonnum fegnast um ein sigur á grannunum úr Gøtu og Leirvík á teirra heimavølli. Samanumtikið var tað minni munurin á liðnum. Víkingur var omaná í fyrra hálvleiki, meðan NSÍ var omaná í seinna hálvleiki. trondur@sosialurin.fo Steypavinnarar við timburmonnum Heðin Askham hevur sett kós móti heiðursmerkjunum, meðan Víkingur aftur hevur trupulleikar við at takla steypatimburmenninir eins og í fjør Víkingur - NSÍ 2-4 (2-2) 1-0: Finnur Justinussen 14. 1-1: Árni Frederiksberg 37. 1-2: Klæmint A. Olsen 40. 2-2: Finnur Justinussen 45. 2-3: Magnus Olsen 83. 2-4: Klæmnt A. Olsen 90.+5. Dómari: Eiler Rasmussen Vespurnar vunnu og eiga alt reypið, men í okkara skápið stendur Løgmanssteypið Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Myndir: Álvur Haraldsen NSÍ fekk seks og Víkingur fekk trý stig Tá NSÍ vann 4-2 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fríggjakvøldið gjørdust teir samstundis tann samlaði vinnarin av uppgerðunum millum liðini í 2013. Víkingur vann fyrsta dystin í Sarpugerði við 2-1. Men so gjørdi NSÍ bart ímóti Vìkingi. Fyrst við einum 3-0 heimasigri í Runavík, og so við 4-2 sigrinum í Sarpugerði fríggjakvøldið. »Steypatimburmenn« Tað er eitt heitið, sum verður brúkt um lið, ið vinna steypakappingina, men síðani ikki klára koma víðari har frá. Í fjør fekk Víkingur 1.85 stig pr dyst undan steypafinaluni, men bara 1.1 stig pr dyst aftaná. Kristian Joensen Jens Joensen Andras B. Vágsheyg Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv Karl Løkin ■ Magnus H. Olsen ■ Pól Jóhannus Justinussen Árni Frederiksberg Andy Olsen (Sj. Jacobsen, 80.) (Jann M. Mortensen, 61.) Klæmint A. Olsen Geza Turi Atli Gregersen ■ Erling Jacobsen Bárður Hansen Dánjal Pauli Lervig ■ (Heðin Hansen, 78.)  Sølvi Vatnhamar Jann Ingi Petersen (Sverri Jacobsen, 56.) Hanus Jacobsen (Hjartvard Hansen, 87.) Filip Djordjevic ■ Kaj Leo í Bartalsstovu Finnur Justinussen fótbóltur