Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Mannfall Gamaní, vóru 11 á hvørjum liði leygardagin í Gundadali, men nógvir av teimum, ið plaga at vera at síggja á vøllinum, vóru ikki har. Hjá B36 høvdu bæði Tórður Thomsen, Hørður Askham og Robert Heðin Brockie karantenu, umframt at Símun Joensen undir upp­ hitingini bleiv skaddur. Og hjá HB var greitt áðrenn, at Símun Samuelsen ikki var við, um­ framt at heldur ikki Andrew av Fløtum fekk spælt, tí hann hevði fingið onkran fipurskaða. H E S A V I K U N A Teitur M. Gestsson: 4 Fekk seg royndan og hevði onkra rættiliga avgerandi bjarging í teimum løtunum, tá mest stóð á. Alex José dos Santos: 3 Spældi ein miðalgóðan dyst á bakkinum, men kom nógv meira við í álopsspælinum eftir steðgin. Jóhan Troest Davidsen: 4 Megnaði yvirhøvur sera væl at halda Lawal, og var ímóti endanum um reppið at skora sjálvur. Gunnar Haraldsen: 3 Loysti flestu uppgávurnar væl í miðverjuni og megnaði at standa ímóti, tá harðast leikaði á. Tróndur Jensen: 2 Hevði ikki lættastu uppgávuna, tí nógv av álopsspælinum hjá B36 kom ígjøgnum hansara síðu. Bárður Olsen: 3 Var meira við í stýrandi partinum á miðvøllinum enn aðrar dystir og var við til at seta nógv í gongd. Fróði Benjaminsen: 4 Stjórnaði miðvøllinum væl, fór eldhugaður inn í taklingarnar og var aftur við í nógvum frameftir. Heini Vatnsdal: 3 Ofta klárur at taka ímóti, men fekk bara ikki bóltin. Órógvaði eisini miðvøll og verju hjá gestunum. Kristin R. Mouritsen: 3 Smæddist ikki burtur, hóast hann ofta var tann minni í duellunum. Við í uppspælinum til fyrra málið. Bárður J. Heinesen: 3 Fekk fyrra málið og royndi at stríðast har frammi, men hevði ikki ordiliga gjøgnumbrotskraftina. Christian R. Mouritsen: 5 Besti maður á vøllinum legði hegnisliga upp til fyrra málið og átti tað seinna við rubb og stubb. Páll Mohr Joensen: 2 (▲71.) Bleiv ikki jokari í hesum dystinum, sum hann hevur verið í onkrum av hinum, men fall væl inn. Pál Mohr Joensen: 3 (▲71.) Kom væl frá síðstu 20 minuttunum á høgra bakki, og bjóðaði seg dúgliga fram í spælinum frameftir. Avrik: tøl 1 til 6 HB 2 (0) B36 2 (2) Hilmar Jan Hansen Undan dystinum í Gundadali leygardagin sá einki út hjá B36, sum mátti skifta so at siga alla verjuna út, tí bara Høgni Eysturoy var eftir í aftastu ketuni. Tórður Thomsen hevði karantenu fyri sítt reyða kort í AB- dyst­inum, og bæði Hørður Askham og Robert Heðin Brockie høvdu megnað at fingið sær reyð kort í dysti fyri næst­besta B36-liðið. Og har­umframt fekk Símun Joensen skaða í upphitingini, so verjan mátti skrúvast upp­ aftur meira saman heilt av nýggjum. Súni Olsen var settur aftur í miðverjuna, har hann fekk Karl Martin Danielsen undir liðina á sær, meðan Benjamin Heinesen tók sær av bakkplássinum í vinstru og Trygvi Askham vardi málið. Við øllum hesum broyt­ingunum og lutfalsliga óroyndum fólki, burtursæð frá Súna, kundi sæð út til, at HB – hóast Símun Samuelsen er liðugur fyri í ár og Andrew av Fløtum heldur ikki var við – við sínum álopsstíli fór at gera lívið súrt fyri árstals­ felagið. – Nú vað vísti seg allíka­ væl, at verjan spældi bara væl, hóast har vóru tríggjar karantenur og skaða, tí vit vóru klárir til dystin, so tað gekk fínt. Men vit kundu bara iðra okkum um, at vit ikki vunnu, tí vit áttu at havt bundið fyri, tá vit vóru á odda við tveimum málum, staðfesti Róaldur Jacobsen hjá B36 aftaná, tá tað var greitt, at havnarfeløgini høvdu býtt stigini ímillum sín við 2-2 javnleikinum. – At vit komu á odda 2-0, var eitt sindur óvæntað, men vit skoraðu upp á teir báðar fyrstu kjansirnar, sum vit fingu í dystinum. Annars høvdu vit fleiri, sum vóru nógv størri, ið vit tó einki fingu burturúr. HB hevði eis­ini sínar kjansir, men eg haldi, at vit høvdu eitt sindur meira og størri kjansir. Tað var annars um repp­ ið, at tað endaði galið hjá B36 beinanvegin, tí í eini kroyst­ari støðu mundi ein av nýggju monnunum beint bóltin í egið mál, men hann trillaði beint fram við aftaru stong, og so bleiv tað bara til kaldasveitta. Hinvegin er B36 væl fyri fram eftir vøllinum, og tað bjargaði bæði støðuni og degnum. B36 kundi tikið alt Tað var rundan um korterið, at B36 fekk bæði síni mál, ið minni enn tveir minuttir Tað vóru serliga tey í B36, ið mundu iðra seg um, at tað ikki lukkaðist at binda um posan, tá leiðslan var 2-0, meðan tey í HB kundu fegnast um, at tað eydnaðist at fáa B36 aftur og javna til 2-2. Men øll fingu tey undirhald og málkjansir í hópatali Undirhald fyri hvørt eyga