mánadagur 2. september 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
vóru ímillum, men sum bæði
vóru góð – annað, tí skotið
var gott, og hitt, tí uppspælið
var framúr.
Í fyrra førinum kom bólt
urin høgt innfyri, har tað
endaði við, at Adeshina Lawal
fekk sett høvdið á, so HB-
ararnir ikki fingu beint bóltin
burtur
úr
brotsteiginum
beinanvegin, og tá bólturin
so kom út í høgru síðu, gjørdi
Høgni Midjord skjótt av og
hegnisliga smekkaði til, so
bólturin sang í netmesk
unum, heilt niðri í aftara
málkrókinum.
Í seinna førinum var tað
eftir eitt HB-fríspark langt
inni á B36-hálvuni, at tað
endaði við mótálopi, har
Høgni Midjord fyrst fór av
stað og síðani við góðari
sending spældi Adeshina
Lawal leysan í høgru, so hann
kundi seta ferð á frameftir.
Hann legði síðani væl innfyri,
har Lukasz Cieslewicz var
tryggur og sópaði bóltin inn
til 2-2.
Eftir hetta royndi HB at
trýsta meira, men uttan at
skapa so øgiliga nógv, tí tað
bleiv ongantíð serliga vanda
mikið framman fyri málinum
hjá B36, sum hinvegin skapti
størri vandastøður í hinum
endanum, tá møguleiki var til
tað, so var neyvleikin størri,
kundi B36 sum einki farið
avstað við øllum. Serliga var
tað Adeshina Lawal, ið gjørdi
um seg, men hann bleiv ferð
eftir ferð ov stuttur í kapp
ingini
við
Johan
Troest
Davidsen í HB-verjuni og var
annars alt ov lítið nærlagdur,
tá tingini skuldu avgerast.
Hetta var ikki bara galdandi
í fyrra hálvleiki, men allan
dystin.
Eingin hondbremsa
Hjá HB ráddi um at fáa svar
að aftur, og spakuliga byrjaði
trýstið eftir steðgin at gerast
meira ítøkiligt, og tað vísti
seg at vera Christian Restorff
Mouritsen, ið var lykilin
til tað. Serliga hevði hann
eitt fínt avrik í sambandi
við fyrra málið, tá bróðurin
Kristin spældi hann leysan
í høgru, og hann so tók eitt
ómøguligt trekk eftir bak
linjuni og snýtti B36-verjuna,
áðrenn hann við eini drep
andi sending spældi bóltin í
føturnar á Bárði J. Heinesen,
ið kundi minka um munin.
Og so var tað 2-2 málið,
ið má sigast at vera eitt av
teimum heilt sjáldsomu, tí tað
skjeyt Christian beinleiðis
við hornasparki – men ímóti
vindinum!
– Vit vóru aftanfyri 2-0,
so tað var bara gott at koma
afturíaftur, sjálvt um vit
heldur vildu fingið trý stig.
Men her vóru nógvir mál
kjansir og bæði lið royndu
at vinna dystin, staðfesti
HB-liðformaðurin,
Fróði
Benjaminsen.
– Men teir komu øgiliga
lætt til málini hjá sær, og tí
blivu vit febrilskir og tordu
illa at spæla. Tað fingu vit so
rættað í hálvleikinum, so vit
fingu ein javnleik. Sæð yvir
teir tríggjar dystirnar ímóti
B36 í ár, so hevði verið frægari
at vunnið ein og tapt ein, enn
bara at fingið javnleikir, tí
teir geva so lítið.
Javnleikur bleiv tað tó
leygardagin, hóast kjansir
vóru til, at bæði lið kundu
fingið fleiri mál. Ikki minst
aftaná, at HB hevði javnað
smáar 20 minuttir fyri tíð,
skolaðu álopini báðar vegir
og hvørki liðið spældi við
hondbremsuni uppi, men
báðir partar løgdu nógv fyri
og vóru eisini nær við. Men
ikki bar til at koma til eina
avgerð, so tí bleiv tað triði
javnleikurin í ár.
Tá
avtornaði,
mundu
tað serliga vera tey í B36, ið
kundu iðra seg um, at tað ikki
lukkaðist at binda um posan,
tá leiðslan var 2-0, meðan
tey í HB kundu fegnast um,
at tað eydnaðist at fáa B36
aftur og javna til 2-2. Men so
at siga alt annað, ið hendi,
var gott undirhald, tí har
vóru málkjansir í hópatali,
so skuldi tað verið javnleikur,
kundi 5-5 kanska verið eitt
minst líka gott boð sum 2-2…
hilmarjan@sosialurin.fo
Seks mál og trý stig í part HB og B36 syrgdu tríggjar ferðir fyri
at undirhalda fólk, tá liðini møttust í effodeildini í 2013. Dystirnir
vóru ferðmiklir og hendingarríkir. Tað margháttliga var, at allir tríggir
dystirnir endaðu við javnleiki, fyrst 1-1, so 3-3, og seinast 2-2. Tað
gevur seks mál og trý stig í part. Gott undirhald, men vánalig úrtøka.
Trygvi Askham: 4
Onkra framúr bjarging og stóð seg
sum heild væl sum avloysari. Kundi
einki gera við málini.
Høgni Eysturoy: 3
Var uppi í fyrra málinum og stóð seg
væl í bakkspælinum, har hann eisini
var íðin at fara við fram.
Karl Martin Danielsen: 3
Var um reppið at byrja dystin við
sjálvmáli, men lyfti seg upp og hevði
eitt samanumtikið gott avrik.
Súni Olsen: 4
Var tryggur í spælinum og stýrdi
verjuni væl, umfram nakrar ferðir at
vísa sínar frísparksførleikar.
Benjamin Heinesen: 3
Stóð seg væl á vinstra bakki
Høgni Midjord: 4
Skjeyt fyrra málið við praktskoti og
setti álopið í gongd til tað seinna.
Álopshugaður og bjóðaði nógv av.
Róaldur Jakobsen: 2
Ikki so sjónskur í myndini, sum hann
plagar at vera, men arbeiddi og
stríddist til miðal avrik.
Evrard Blé: 2
Markeraði seg ikki so øgiliga nógv
hesaferð, tí viðhvørt eydnaðist og
viðhvørt ikki hjá honum.
Lukasz Cieslewicz: 4
Hevur gott bóltvit og vísti seg í fleiri
førum frá síni bestu síðu, umframt at
hann skjeyt annað málið.
Gilli Sørensen: 2
Kundi avgjørt fingið meira burtur úr
onkrum góðum málkjansi og tóktist
tamari, enn hann plagar.
Adeshina Lawal: 3
Var avgjørt við til at gera dystin
stuttligan og spennandi, men dugdi
illa at veksla kjansir til valuta.
Rasmus Dan Sørensen: 3
(▲74.)
Gav B36 eitt ordans lyft í orku, tá
hann kom á vøllin síðsta korterið og
enntá mundi fingið eitt mál.
Sandri Færø: (▲86.)
Ov stutt inni, til at nøkur meting
kann gerast
Avrik: tøl 1 til 6
Lutfalsliga frítt spæl frá
báðum pørtum, so liðini
lupu á við fullari megi.
Tað gjørdi dystin nógv
meira undirhaldandi og stuttligan at
hyggja at, og hóast tvey mál í part,
kundi liðini eins væl fingið bæði eitt,
tvey og kanska trý mál aftrat.
Ja, tað er ikki lætt at skula
finna nakað við dystinum
í Gundadali leygardagin,
sum ikki var til eitt pluss,
men skal nevnast á minussíðuni. Tað
skuldi kanska líka verið, at tað ikki
komu fleiri mál, tí bæði lið høvdu
sínar stóru, brendu møguleikar.
Trygvi Askham
Karl Martin Danielsen Súni Olsen
Høgni Eysturoy ■ Benjamin Heinesen
(Rasmus D. Sørensen, 74.)
Róaldur Jacobsen Evrard Blé ■
Høgni Midjord Gilli Sørensen
(Sandri Færø, 89.)
Lukasz Cieslewicz Adeshina Lawal
Teitur M. Gestsson
Gunnar Haraldsen ■ Jóhan T. Davidsen
Tróndur Jensen ■ Alex J. dos Santos
(Pál Mohr Joensen, 71.)
Heini Vatnsdal ■ Bárður Olsen ■
Fróði Benjanimsen
Christian R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen
Bárður J. Heinensen
(Páll Mohr Joensen, 71.)
HB - B36 2-2 (0-2)
0-1: Høgni Midjord 13.
0-2: Lukasz Cieslewicz 15.
1-2: Bárður J. Heinesen 57.
2-2: Christian R. Mouritsen 72.
Dómari: Lars Múller
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen
Tað má enda við javnleiki tá leyvur
og tikarar bresta saman
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: