mánadagur 2. september 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Páll Hagbert Guðlaugsson fekk sína søtu hevnd, tá hann við nýggja liðnum
hjá sær, TB, vann 3-2 á gamla liðnum hjá sær, KÍ. Hann hálaði eisini eina
kanin úr hattinum og setti Artur Djurhuus Poulsen á vøllin til sín fyrsta
dyst í bestu deildini. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð loysn
KÍ
2 (1)
TB
3 (1)
Tróndur Arge
Hon blívur fjald sum mans
morð.
Gleðin
hjá
Pálli
Guðlaugsson. Hann hevur
júst vunnið 3-2 í einum dysti,
sum er útróptur sum sein
asta útkallið hjá TB, fyri
at bjarga lívinum í bestu
deildini. Mótstøðan er ikki
bara liðið, sum hann og TB
skulu kappast við í niður
flytingarstríðum, men eisini
besta liðið hjá felagnum, sum
fyrr í ár koyrdi hetjuna frá
Landskrona heima. Og tað
ímóti hansara vilja.
– Hetta er bara ein sigur
sum allir aðir, sigur Páll rólig
ur á málinum, stutt eftir at
dysturin er liðugur.
Hann gongur runt og
heilsar upp á bæði núverandi
og fyrrverandi spælararnar
hjá sær. Hann gevur einki
vekk. Sinnið tykist róligt og
hann er avkláraður við støð
una.
Sjálvandi er hetta ikki
bara ein sigur sum allir
aðrir. Hetta var Páll Hagbert
Guðlaugsson, sum setti KÍ
upp á pláss.
Tað er rætt, at tað eru
nógvir dystir eftir og arbeiði
ikki er liðugt enn. Men Páll
hevur prógvað fyri sínum
gamla arbeiðsgevara, at tað
er dugur í honum.
Tað er eisini mátin Páll
vann dystin uppá. Hann
tók øll á bóli, tá hann sendi
Arthur D. Poulsen í álopið
frá byrjan. KÍ verjan visti
ikki hvat hon skuldi stilla
upp við hesum risanum,
sum umframt at vinna luft
dsytirnar, eisini kastar inn
køstini so langt, at hann
klárar at kasta frá miðjuni
og inn í brotsteigin. Tað var
eitt genialt trekk og Arthur
skoraði eisini til 2-1.
Broytt TB lið
Meðan liðið hjá KÍ líktist sær
sjálvum frá dystarbyrjan,
so hevði Páll Guðlaugsson
boytt nakað upp á TB liðið.
Martin Tausen er fluttur í
miðverjuna, meðan Babacar
er fluttur fram á miðvøllin
saman við Ndende og Rógva
Joensen. Eisini Poul Ingason
var
fluttur
av
fremsta
plássinum og út á høgra
vong, meðan Nicky Ferenc
Divedrdics, bretin í TB, var á
vinstra vongi.
Tað tók eina løtu at finna
útav hvør nýggi maðurin var
í álopinum. Dómaraseðilin
var ikki so greitt skrivaður
og
navnið
var
ikki
at
finna í hópinum hjá TB á
Faroesoccer.
Arthur Djurhuus Poulsen.
Tað var navið á manninum,
sum ongan dyst hevur spælt
í bestu deildini áður. Omaná
á tað heila, so er maðurin
skrásettur sum málverji.
Tað gingu bara nakrir
fáir minuttir, so sást hví
Páll hevði sett liðið soleiðis
saman. Poul Ingason brúkti
ferðina hjá sær at koma í
góðar støður á høgra vongi,
meðan Nicky vísti góðan
bóltførleika á vinstra vongi.
Og Arthur, ja hann vann
allar luftdystirnar og brúkti
styrkina hjá sær at halda
hinum vekk. Og so fekk TB
innkast. Hví størsti maðurin
skuldi út at kasta innkast
gjørdist øllum greitt, tá hann
hann tveitti innkasti heilt inn
í fimm meturin – við nógvari
ferð. Tað var nærmast sum
eitt fríspark.
Fimm mál og undirhald
KÍ kom á odda aftaná 13 min
uttir. Bólturin bleiv sendur
innfyri úr høgru og har var
Heðin
Klakstein
áðrenn
málverjin og verjan hjá TB
á bóltin. Málið sá nakað til
vildarligt út, men tað mundi
verða tað besta, sum kundi
henda fyri KÍ, at teir komu á
odda so tíðliga.
Tað gekk ikki so leingi, so
javnaði TB. Bólturin bleiv
spældur inn í brotsteigin og
har sendi Ndende bóltin í
kassan.
Í seinna hálvleiki vísti
Arthur D. Poulsen, at tað var
rætta at geva honum møgu
leikan. Hann fekk bóltin
uttanfyri
brotsteigin
og
sum ein royndur áleypari,
so meddaði hann bara til og
bólturin fór beint í mál.
KÍ javnaði løtu seinni, tá
Sørmund Kalsø var hægst
eftir hornaspark.
Avgerðin fall níggju min
uttir fyri tíð. Tá hevði TB
havt tveir risa møguleikar
at avgera dystin við støðuni
2-1. Hesa ferð riggaði tó. Stutt
uttanfyri brotsteigin endaði
bólturin fyri føturnar á Poul
Ingason, sum við eini neyvari
innarisíðu sendi bóltin í
handara síðunet til 3-2.
Dramatiskur endi
Seinastu minuttirnir vóru
dramatiskir og spennandi.
Í yvirtíðini fekk KÍ bóltin í
málið, men hjálpardómarin
hevði flaggið á loftið og
veittraði fyri rangstøðu. Síð
ani royndi TB alt teir kundu
fyri at fáa tíðina at ganga og
tað eydnaðist.
Tað sást eisini greitt á
spælarum, viðhaldsfólkum
og øllum øðrum enn venj
aranum hjá TB, at teir
høvdu framt eitt satt bragd
í Klaksvík.
Venjarin sjálvur var púra
róligur.
– Hetta er bara ein av seks
dystum og eg ynski KÍ alt tað
besti, segði Páll Guðlaugsson
– púra róligur á málinum.
Tað eru nú 127 dagar, ella
fýra mánaðir og fimm dagar
síðani, at KÍ vann seinast í
landskappingini.
KÍ - TB 2-3 (1-1)
1-0: Heðin Klakstein 9.
1-1: Poul Ingason 17.
1-2: Arthur Poulsen 51.
2-2: Sørmundur Kalsø 64.
2-3: Poul Ingason 82.
Dómari: Petur Reinert
Kí'arnir stríddust og stríddust,
men ikki sluppu teir um PÁLLin
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Elstu feløgini fingu fýra stig í part Elstu fótbóltsfeløgini í land
inum, TB og KÍ býttu rovini væl í effodeildini í 2013. Talan gjørdist um
ein sigur, ein javnleik og eitt tap í part. KÍ vann fyrst 3-0 í Klaksvík, liðini
spældu javnleik 1-1 við Stórá í Trongisvági, og ígjár vann TB 3-2 norðuri í
Klaksvík. Liðini fingu sostatt fýra stig í part ímóti hvørjum øðrum í 2013.
Máltalvan hjálpi heldur ikki Umsíður er nýggj
máltalva komin upp at hanga í Klaksvík. Úti á Argjum
hevur AB ikki tapt á heimavølli síðani nýggja máltalvan
kom upp. Hetta gjørdist tó ikki tilfeldið hjá KÍ, sum
also tapti fyrsta dystin við nýggju máltalvuni.
Páll fekk sína søtu hevnd
Ivan Stojkovic
Martin Tausen Óli Johannesen ■
Teitur Olsen Eirikur Magnusarson
Babacar Ndiour ■ Ndende A. Guéye
Rógvi Joensen
Poul Ingason ■ Nicky F. Divedrdics
Arthur Poulsen
(Ragnar Tausen, 77.)
Menhardt Joensen
Sørmundur Kalsø ■ Jógvan Isaksen
Johan Jacobsen Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen Heðin Klakstein
(Ísak Simonsen, 86.)
Ivan Joensen
(Henry Heinesen, 61.)
Álvur F. Christiansen Hjalgrím Elttør
(Kristoffur Jakobsen, 74.)
Páll A. Klettskarð
Mynd: Álvur Haraldsen