Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ÍF 3 (3) AB 2 (2) Jóannes Hansen Tað var tætt, intenst og spenn­andi, og tað endaði, sum tað plagar. Fuglfirðingar á silvur­plássinum høvdu leygar­dagin vitjan av AB, sum fram­vegis er í vanda at flyta niður, og úrslitið var 3-2 heima­sigur. Harvið hevur ÍF vunn­ið níggju stig við trim­ um teprum sigrum ímóti AB. – Vit fegnast um sigurin, og at tað nú er styttri fram til oddaliðið, enn tað leingi hevur verið. Eg segði undan dystinum við okk­ ara spælarar, at hesa ferð var mótstøðan tað liðið, sum í løtuni er tað næst­ besta í Føroyum, og tað var strevið. Hóast AB kom fram­um, so var tað eftir gott avrik í 1. hálvleiki, at vit ognaðu okkum øll stigini, var staðfestingin hjá ÍF venjara­ num Alberti Ellefsen, og hann legði aftrat: – Tá ið vit skoraðu til 3-1 kendist tað síggja bjart út, men teir svaraðu aftur beinan­vegin. Orkan kendist ganga undan í 2. hálvleiki, og tá varð tað linligari. Grund­ spælið hjá AB er gott, og bæði málini, sum teir fingu, vórðu skorað eftir gott uppspæl. Ikki nóg gott AB venjarin, Sámal Erik Hentze, var ikki nøgdur við, at hansara menn heldur ikki hesa ferð fingu nakað burt­ ur­úr ímóti ÍF: – Vit hava í tvær vikur fyri­reikað okkum til júst hesa uppgávuna, og vit vóru upp­settir, at tað hesa ferð skuldi eydnast at vinna stig ímóti ÍF. Tí undrar tað meg ógvuliga nógv, at vit kennast vera so lítið klárir fyrstu løtuna. Hóast tað eru vit, sum koma á odda, so er tað eftir vána­ligt avrik í 1. hálvleiki, at vit tapa. Fyrstu løtuna tapa vit allar nærdystirnar, og vit sova, tá ið teir skora mál­ ini. Í øllum trimum førum var verjuspælið vánaligt, var við­merkingin hjá AB venjaranum, og hann legði aftrat: – Eftir hvíldina var tað mun­andi betri, og tá spæla vit okkum til tríggjar ella fýra stórar møguleikar at skora, men vit megna ikki at umseta møguleikarnar til mál. Enn eina ferð mugu vit stað­festa, at tað er ÍF, sum hevur marginalirnar á sínari siðu, tá ið vit spæla ímóti teimum. Og nú vann TB, og har­við komu tit nærri niður­flyt­ ingini? – Støðan er ikki so nógv øðrvísi, enn hon hevur ver­ið. Málið hjá okkum er at varð­ veita plássið í bestu deild­ini. Um vit arbeiða tað, sum vit hava gjørt nógvu tær sein­ astu ferðirnar, so fer tað at eydnast, men tað kemur ikki av sær sjálvum. Nú fáa vit vitjan av HB. Tá vera vit ikki favo­rittar, men vit eiga at ar­ beiða fyri søkini. Gjørdu skjótt av Fyrsta hálva tíman var tað ógvuliga hendingarríkt í nógva regninum. Tá vórðu øll fimm málini skorað. Leik­ferðin var høg, og tað var skjótt, at málmøguleiki í øðrum endanum varð av­ loyst­ur av møguleika í hinum endanum. AB setti hol á, tá ið Bjartur Kjærbo, sum hesa ferð var í fremstu ódnini, stýrdi inn­ leggi frá Dioni B. Splidt í málið. Tíggju minuttir seinni gjørdu argjamenn sjálvmál, og átta minuttir seinni var ÍF frammanfyri. Ikki bara við einum men við tveimum málum! Í fyrra førinum var tað eftir hornaspark. Bólturin var sendur út um brotsteigin, har miðvallarin Høgni Madsen royndi seg við skoti. Ella var tað kanska avlevering. Í hvussu so er kom bólturin til Clayton Soares, sum stýrdi honum í máli. Og fagnaðurin hevði ikki meiri enn lagt seg, so var 3-1. Hesa ferð var tað hin vanda­ mikli íF framherjin, Øssur Dalbúð, sum var fyrstur á, eftir at bólturin var bloker­ aður. ÍF kendist vera á veg ímóti tryggum sigri ímóti AB, sum ikki var sannførandi í verju­ partinum, men at AB beinan­ vegin minkaði um munin bar støðugan spenning við sær. Málið átti ÍF verjan, tá ið bólturin eftir innlegg av miðverjuni varð stýrdur framvið Jákupi Mikkelsen, sum aftur hesa ferð var stinn­ur og í onkrum føri stór­bjargaði og harvið var ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Avgerandi umfar Tíðindini, um at HB lá und­ ir í grannauppgerðini í Gundadali, smakkaðu sjálv­ andi væl í Fuglafirði. At HB megn­aði at reisa seg og javna ímóti B36 kom eitt sindur illa við, men veruleikin er, at tað nú eru fimm stig frá ÍF og fram til oddasessin: – Tað eru fimm stig, og so hevur HB væl betri mál­ mun, enn vit hava, sigur ÍF venjarin, sum ásannar, at tað sær spennandi út. – Vit hava alla tíðina ar­ beitt fyri hesum. Vit fegn­ ast um, at silvurplássið er trygg­ari, enn tað hevur verið, og vit hava fokus á okk­ara avbjóðingum, sum eru ivaleysa stórar. Næstu ferð skulu vit spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað verður stór avbjóðing. Um vit skulu hugsa um FM, so er neyðugt hvørja ferð at vinna fulla úrtøku. Í triði síðsta umfari, sum er á skránni 6. oktober, hittast ÍF og HB í Fuglafirði! joannes@sosialurin.fo ÍF hyggur upp og AB niður Málið hjá AB er framvegis at varðveita plássið í fremstu røð, og hjá ÍF er møguleikin at fáa fatur á FM heitinum størri, enn hann leingi hevur verið ÍF - AB 3-2 (3-2) 0-1: Bjartur Kjærbo 9. 1-1: sjálvmál 20. 2-1: Clayton Soares 24. 3-1: Øssur Dalbúð 28. 3-2: sjálvmál 29. Dómari:  Dagfinn Forná Tíverri eru fleiri av okkara fjepparum mælskari á Johns enn við Fløtugerði Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Myndir: Álvur Haraldsen ÍF fekk fult hús ímóti AB AB gjørdist eitt gott minni hjá ÍF í effodeildini í 2013, fyri AB gjørdist ÍF ein sonn marra. Talan gjørdist um tríggjar rættiliga tættar dystir, men teir koppaðu allir til ÍF, sum vann 2-1 í Fuglafirði, 1-0 á Argjum, og aftur 3-2 í Fugla­firði. 9 góð stig, sum koma at muna hjá ÍF í seinasta enda. fótbóltur Símun R Hansen Morten Overgaard Rói Danielsen Jónas Stenberg Beinir Ellefsen (Hørður Mohr, 46.) Jobin Drangastein Kári Nielsen Dion B. Splidt ■ Sorin Anghel Rógvi Poulsen (Mikkjal Hentze, 90.) Bjartur Kjærbo (Karstin Højgaard, 79.) Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen Høgni Zachariassen Fritleif í Lambanum Jan Ó. Ellingsgaard (Áki Petersen, 83.) Ari Ellingsgaard Høgni Madsen (Heri Nesá, 73.) Bogi R. Petersen ■ Nenad Saric (Poul N. Mikkelsen, 90.) Øssur Dalbúð Clayton Soares