Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Sundalagsmenn fingu uppreisn eftir pínliga avrikið í steypafinaluni. Framrættaðu kreftirnar traðkaðu í karakter, meðan teir aftanfyri eisini megnaðu at binda fyri. Fyrr var illa, vildi onkur sagt, tá mótstøðan var tann sum hon var EB/Str. 4 (2) 07Vestur 0 (0) Rólant Waag Dam 4-0 ljóðar sannførandi og tað var tað fyri so vítt eisini. Tvey mál komu fyri og eftir steðgin, meðan royndirnar hjá 07 Vestur kundu teljast á einari hond. Har var ongan­ tíð nakar ivi. Og setti EB/ Streymur ferðina upp eitt lítið sindur, so vóru teir ikki bara ein flokk betri enn gest­ irnir. Hetta gjørdist serliga sjónligt í seinna hálvleiki. Nógvar umskipingar Stórar umskipingar vóru á liðnum hjá EB/Streymi. Væl­vaksnu verjuleikararnir Egil á Bø og Dánjal Davidsen vóru ikki við, meðan mið­ vallar­leikarin Arnar Dam byrjaði á beinkinum. Hetta hevði við sær, at Pætur Dam Jacobsen spældi í miðverjuni saman við Marna Djurhuus, meðan Niels Pauli Danielsen og Brian Olsen spældu á mið­vøllinum saman við Levi Hanssen. Arnbjørn Hansen var somuleiðis heldur ikki komin seg eftir vøddaskaðan, hann fekk í finaluni, so Gunnar Zachariassen byrjaði inni. Á odda sum ætlað Skuldi Rúni Nolsøe gera av, hvussu dysturin skuldi ganga fyri seg, so hevði hann ivaleyst valt eina dystargongd, sum minti ógvuliga nógv um tað, sum fór fram á vøllinum við Margáir leygar­dagin. Kanska hevði hann ynskt betri veður, tí grovi ælingurin og nógvi vind­urin, sum argaði í fyrra hálv­leiki, kundu vit øll fyri fyri uttan. Men tað var júst meðan veðrið var upp á tað ringasta, at EB/Streymur legði lunnar undir tryggar sigurin. Bæði málini komu eftir deyðbóltar, hóast hvørki Egil, Dánjal ella Arnbjørn vóru við. Í fyrstu atløgu var tað Leif Niclasen, sum heilt inni undir málinum prikaði bóltin seinasta petti yvir um málstrikuna, eftir at Gert Hansen tveitti innkast innfyri. Tríggjar minuttir seinni fekk EB/Streymur fríspark í góðari støðu. Hans Pauli Samuelsen avgreiddi væl og virðiliga, tí skotið var av tí slagnum, at tað helst kundi ferðast beint í málið – um ikki onkur fekk eitt høvd ella ein fót á. Tað var júst tað, Brian Olsen gjørdi, sneiddi bóltin við høvdinum, so at hann broytti kós og endaði trygt í netinum, soleiðis at Andras Gango var prísgivin. Avgerandi útvísing Tór-Ingar Akselsen, liðfor­ maður hjá 07 Vestur, segði við 3. hálvleik hjá Rás2, at teir í steðginum avtalaðu at leggja eitt hart trýst á EB/ Streym og pressa teir høgt, so skjótt sum seinni hálvleikur var bríkslaður í gongd. Tí var tað sum at fáa framm­aná, tá Gunnar Zachariassen økti um leiðsl­ una við frálíkum máli. Og sum um mótbrekkan ikki var bæði tung og brøtt, so fekk 07 Vestur eisini ein mann útvístan lítla løtu seinni. Eli Falkvard Nielsen fór rættiliga illa við Briani Olsen, sum hann stemplaði ógvu­sliga í skinnabeinið. Ein óneyðug atsókn, sum púra rætt kostaði eitt reytt kort. 07 Vestur iðraðu seg al­ mikið um hetta. Onkur vísti á, at Alex Troleis hevur dømt 07 Vestur tríggjar ferðir í ár – og í øllum trimum dystunum hava 07 Vestur fingið ein mann útvístan. Hvussu tað var í teimum báðum undan­ farnu førunum, lata vit vera ósagt, men leygardagin var útvísingin heilt í ordan. Vunnið allar dystirnar Leif Niclasen slapp at stað­ festa sigurin, tá hann buldraði bóltin hart og kontant í netið, eftir at Hans Pauli Samuelsen, Gert Hansen og Niels Pauli Danielsen høvdu flutt bóltin fram í høgru við fínum smáspæli. Ein ógvuliga tryggur sigur, sum kundi verið trivaligari, um neyvleikin var eitt sindur betri. Sostatt kom EB/Streymur aftur á beint, og staðfesti sína støðu sum tað liðið, sum hevur vunnið á 07 Vestur allar sínar dystir í ár. ÍF hevur megnað tað sama, men hevur bara spælt í móti teimum tvær ferðir higartil. Annars hava øll liðini í deildini annars tapt ella spælt javnt í móti uppflytarunum, sum helst flyta niðuraftur. rolant@sosialurin.fo EB/Str. - 07V 4-0 (2-0) 1-0: Leif Niclasen 13. 2-0: Brian Olsen 16. 3-0: Gunnar Zachariasen 52. 4-0: Leif Niclasen 69. Dómari: Alex Treoleis EB/Streymur eru knassar, fingu fýra kassar Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Tíggju mál og níggju stig Um EB/Streymur endar uttanfyri Evropa aftaná lokið kappingarár í effodeildini, so kunnu teir ikki skylda uppá dystirnar ímóti 07 Vestur, har tað hevur gingið sum fótur í hosu. EB/Streymur vann tvær ferðir 4-0 á 07 Vestur við Margáir í Streymnesi, og haraftrat ein 2-0 sigur vesturi í Sørvági. Undirhaldandi pliktsigur Andras Gango Emil Mikkelsen Gunleif Olsen Tórstein Mýlingstind Petur Dalbø (Ásmund Hansen, 59.) Jákup Olsen Tór-Ingar Akselsen (Jákup Joensen, 80.) Eli F. Nielsen Jovan Panic Holgar Durhuus Ibrahima Camara René Tórgarð Pætur D. Jacobsen  Marni Djurhuus Gert Hansen Rógvi E. Nielsen Levi Hanssen Niels Pauli Danielsen ■ Brian Olsen Hans Pauli Samuelsen (Jóhannes Hansen, 78.) Leif Niclasen Gunnar Zachariassen Savnsmynd: Álvur Haraldsen