mánadagur 2. september 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framúrskarandi journalistar á føroyavitjan
Arnstein Niclasen
Nú komandi fríggjakvøld,
tann 6. sept. kl. 20, verður
ivaleyst enn ein áhugaverdur
fyrilestur
at
hoyra
í
Norðurlandahúsinum.
Hesaferð er tað tann kendi
blaðmaðurin Flemming Rose,
sum Heini í Skorini hevur
fingið til Føroya at greina
og greiða frá lívi sínum –
áðrenn, undir og eftir at
gitnu karikaturtekningarnar
av Muhammedi profeti blivu
prentaðar í “Jyllandsposten”
í september 2005 – og sum
fekk censur-ørskapin hjá
islamistum á bølt og skakaði
mangar politiskar skipanir
umframt fólk og lond um
allan heimin.
Til
eru
blaðfólk
sum
Flemming Rose, sum í and
gletti tora at “stíga í karakter”
mótvegis hóttan fanatismun
ar um lim ella lív. Og uttan
mun til - um ein er samdur við
hesi fólk ella ei - so kennist
tað eggjandi at møta tílíkum
persónmenskum. Meiri til
ber at lesa í bók hansara:
“Tavshedens tyranni”.
Seinast, vit høvdu eina
líknandi forkunniga vitjan
við formati, var í maimánaði
í ár av Pundik og Krasnik.
Eftir fundin í mai skrivaði
eg eina hissini viðmerking,
sum onkursvegna ikki kom
víðari. Men kanska er hon
pappírið verd - hóast seinkað
eitt bil - nú næsta vitjan
stendur á gáttini.
Herbert Pundik
og Martin Krasnik
á vinavangi
Forkunnig vitjan. Herbert
og Martin, journalistar á
tindastøði og jødar báðir.
Kjokkfullur skáli (3. mai).
Fleiri hundrað fegnir og
forvitnir føroyingar. Á palli
miðskips sótu báðir gestir
okkara, og so heimligi vinur
- teirra og okkara – Heini í
Skorini.
Fjálg var løtan og døggsett
av vinsemi. Hugnaprát og gott
lag. Eingin turbulensur, bara
“lamellarir spurningar”. (Eins
og vanligt er í útvarpspráti) .
Skemtarar báðir, serliga tann
eldri, hann er bara framúr!
Og øll fóru glað til húsa heim
eftir fundin. Og spyrt tú um
løtan var góð? Ja, ivaleyst
tað. Men nóg góð? Tí gløggir
og vitandi vóru teir báðir
vitjandi.
Nei,
ikki
fingu
vit
“jødakakur”,
heldur
vinarbreyð (!). Og alt í lagi við
tí. Vit fingu klárt kommunalt
vatn,
sum
bar
brá
av
dýpinum á sceansuni, og so
gott sum drekkivatnið frá
Viggo C. plagar at vera. Nei,
eingin gruggandi spurningur
yvirhøvur.
Ísrael og meiningar
Prátið
stóðst
um
støðu
Ísraels, um Holocaust (1933-
1945),“die
Endlösung”
og
harav standandi sálarløstir
(trauma) hjá eftirkomarum
teirra forfylgdu, sum tó - í
løturnar lýðku - tyktust
ljósár burtur. Pundik (1927-)
kundi av royndum tala við
um ófrættir og kríggj, meðan
Krasnik (1971-) “bara” hevði
lisið og hoyrt um ræðuleikar.
Trauma-marra ísraelsmanna
er vituliga brennimerkt inn í
sinni teirra, eins og hon væl
eisini er tað fyri tað unga
ættarliðið av týskarum –
sum hóast ósek , so ella so
– munnu kenna sviðan av
“forfedranna syndum”.
Prátið var í mestan mun
endurtøka av bók teirra
beggja: “ Pundik og Krasnik
og resten af verden”.
Teir vóru ofta samdir,
tó ikki um sorgarstandin
í Sýria. Krasnik meinti at
vesturheimurin átti at leggja
uppí. Meðan Pundik gav
til kennar, at: ”- problemið
er arabiskt. Teir eiga bæði
útgerð,
herlið
og
allar
umstøður til neyðug átøk, um
vilji er til tess. Eingin orsøk
er hjá Obama (USA og EU) til
at gera seg enn meiri hataðar
har á leið.” (Av royndum er
jú greitt: at tað tekur o.u. 14
dagar at blanda seg uppí
eitt eljustríð, men eini 14 ár
– og milliardaupphæddir - at
gerast leysur aftur.)
Magametingar
Sum árini fara, er tað so
mangt sum undrar. Eitt
nú hetta: hvussu mangan
áskoðanir
manna
og
støðutakan til mong mál,
so ofta bara verður tikin og
dømd út frá einum snarligum
hugskoti, eitt nú táið talan er
um: lond, fólkasløg, politik og
átrúna.
V.ø.o. so verður meiningin
stýrd
av
einum
hissini
hugskoti so sum: sympatii
ella antipatii, samhuga ella
stikni, kærleika ella hatri.
Soleiðis tíðum: uttan nærri
umhugsan.
Danir nevna hugtakið:
“Min
mavefornemmelse
siger mig –“. Og út frá
hesari “maga-meting” ella
“vambar-varhuga”
verður
so tankabygningur teirra
reistur og lýstur, sum – so
ella so - skal standa sum
grund fyri eini støðutakan
til
seriøsar
spurningar.
Altso: fyrst støðutakan – og
síðani próvførslan og ofta á
staraleggjum. Hetta hugtakið
er tó ikki mynta upp á hesar
báðar, sum so.
Pundik
Pundik var við í krígnum í
1948 og hvíldi – við síni vitan
og humori - í síni lagnu: jødi
av ætt og útsjónd, kendur
stjørnujournalistur
og
stílmeistari (sum ikki altíð
er tað sama). Hann gav ikki
nógv fyri Goldu Meir og
Moshe Dayan undir Yom-
kippur-krígnum í 1973, sum
kundi verið fyribyrgt, meinti
hann, og har elsti sonur
hansara Uri Pundik fall á
vali.
Herbert
longist
eftir
einari tiltonktari støðu fyri
varandi friði: einum javnvágs-
landamarki, har ið jødar
kunnu kenna seg tryggar
álopsliga
og
palestinarar
eru nøgdar lendisliga. Men
- um hetta mark yvirhøvur
finst - so fer henda tilgongd
at taka fleiri ættarlið - metti
hann
við
køldum
blóði.
Tí so fjar er dagsins støða
landanna millum. Og jødar
hava vituliga rætt til at verja
seg fyri støðugum arabiskum
ágangi.
Upp á spurningin, um hvør
vinnur næsta val í “Eysturu-
líð” (henda hálvthundrað
kilometralanga
líð,
sum
alsamt
av
journalistum
verður nevnd: ein áarbakki
(!) -) kom svar hansara sum
eitt
øksahøgg:
“Hamas!”
(hesin yvirgangsbólkur, sum
longu hevur “demokratiska”
stjórnar- og rakettskotsvaldið
í Gaza).
Nærkast
tú
huglagi
Pundiks, so erkennir hann
seg sum agnostikara (veit
ikki um Gud er), og hann
javnsetur
Bíbliuna
við
Ilionskvæði . Men, meinar
hann hetta av álvara?
Ilionskvæði
Ilionskvæði er partvíst ein
hugtakandi
skaldskapur:
um tað undurvøkru Helenu
, ið gerst orsøk til trojanska
kríggið og djarvan vápnaleik
millum
kappar
sum:
Agamemnon,
Achilleus,
Odysseus
og
hinvegin
Hektor og Paris. Har ið gudar,
kvinnur og menn “spæla
hund” hvør við øðrum. Og
hinvegin
um
ta
trúgvu
Penelopeiu
(Penelope)
-
konu Odysseus (hann sum
áravís var burturstaddur
av krígsávum) ið var “vøkur
sum Artemis og dárandi
sum Afrodite" og sum – fyri
at halda trásjúkar biðlar
burtur - í einsemi sínum
bindir líkklæði mann síns á
degi og rekur tað upp aftur
á nátt, meðan hon trúføst
og tolin vónar og bíðar eftir
heimkomu mansins.
Hugtakandi lesnaður? Ja,
men tað er so tað. Og farvæl
og takk fyri tað. Men at
líkna hetta skaldaverk við ta
ovurhonds “Bók bókanna” er
jú so púra burturvið. Og eftir
situr so hetta: beklar Pundik
við vilja her? Ja, hvør veit - tí
meginskemtari er maðurin
eisini ?
Vituliga er Ilionskvæði
klassiskur skaldskapur (og
alt gott um tað) meðan tann
gamla bókin við svartari
permu
inniheldur
er
so
ómetaligt nógv annað og
meiri enn tað. Iliadan heftir
í innihaldi als ikki fyri
nakrari av teim 66 bókum
Bíbliunnar, sum spenna yvir
fleiri túsund ár. Halt bara
eina løtu upp móti ljósinum
hennara ediligu hugtøk sum:
trúgv, vón og kærleika - og
markleys náði og fyrigeving!
Tann nærum aldargamli
og kristiligt uppaldi Nelson
Mandela
(18.07.1918-)gjørdi
sær sjálvum greitt, sum
leyslatin fangi nr. 466 eftir
27 ár (1962-1990) í órættvísa
fongslinum á Robben Island:
“ At dugi eg ikki at fyrigeva
og
gloyma
allan
tann
óndskap og órætt ímóti mær,
so eri eg framvegis í bundin í
sama fangahúsi enn – hóast
leyslatin!
Krasnik
Krasnik er reytt/jarphærdur
og kundi fyri tann skuld
verið
komin
inn
við
“Másanum” seinnapartin, tí
hann hevur ikki eitt vet av
“klassiskum” jøda yvir sær.
Og sum helst eisini gjørdi
hann føran fyri at fáa fatur
á og koma í tal við ymsar
“mætar”
muhamedsmenn
um beinharðu lógartrúgv
teirra. Frá hesum samrøðum
Krasniks kom so frálíka bók
hansara: “De retfærdige - en
islamisk stafet”.
Har
ið
undirstrikað
verður, at tey kristni siga:
at Gud er kærleiki, meðan
islamar siga: at Gud er
rættvísi (sum í roynd og
veru bara er skilmarkað til:
egið pátikið sjálvrættvísi.
Islams-menn vita knívskorið
væl, nær ið “profeturin”
gerst “fornermaður” soleiðis
afturvirkandi eini 1500 ár, og
tí kunna brenna ambassadur,
spreingja ósekar kvinnur
og børn í spønir og royna
við øks at klúgva høvdi
á
Kurt
Vestergaard,
karikaturteknara
(hvørs
tekning
av
“profetinum”
líktist eina mest Johannes
Møllehave– og Møllehave
varð als ikki fornermaður,
tað ið vit vita um - ?!).
Martin gjørdi áhoyrarum
sínum greitt, at hann var ikki
bara ateistur (gudloysingur)
men anti-teistur. Hetta eftir
at hann eina tíð hevur verið
befongdur við jødadómin,
men so kom hann um bil til
hesa niðurstøðu: “ - at jeg
ikke forstår en bjelle (eitt vet)
af troens sprog”.
So onga trúgv (hvat ið
tað er) hevur Martin, men
hann er tó meiri “trúgvandi”
enn mong “vanlig trúgvandi”
(hvat ið tað so er). Tí hann
var
so
“lógarbundin”
at
hann mátti umskera sonin
David, áttanda dagin, sum
fyriskrivað er. Jamen, fyri
hvat í verðin, Martini? Tí
David er jú als ikki jødi, hvørki
siðbundið ella skilmarkað, tí
mamma Davids er ikki jødi
-!?)
Lógin
Men
er
átrúni
Martins
skiljandi? Jú, so sera væl.
Krasnik
kom
helst
av
lokal-/ættar-/nationalu-/
idealistiskum
grundum
til “Grátimúrin” (eina tíð)
kanska við kalotti, dinglandi
oyrnalokkum,
støðugt
nikkandi og kikkandi - og so
til hetta kravið: at halda tey
613 lógarboðini.
Tí talan er vituliga um
613 ásetingar at fylgja: 248
positiv boð (sum man skal
gera) og 365 negativ boð (sum
man ikki skal gera). Og hvør
kann halda til hetta í dag?
Jødar eru ernir av teirra
talsterku og heimskendu
nobelprístakarum,
sum
eisini eru lutfalsliga framúr
flott klárað fyri eina fámenta
tjóð sum teirra (og til lukku
við tí). Men ein annar jødi
(og enn meiri kendur og
lærdur í jødadóminum enn
hesir báðir vinir okkara
tilsamans): Paulus úr Tarsus,
konstateraði
longu
fyri
2000 árum síðani, at lógina
bar bara ikki til at befatta
seg við, tí at lógin var og
er máttleys (Róm. 8,3) og
Menniskjasonurin úr Nazaret
gjørdi eisini púra greitt: “ - at
lógin og profetarnir høvdu
sína tíð” (Luk. 16,16). Tí ein
nýggjur sáttmáli er komin
ístaðin!
Tí lógarleiðin er bara ikki
farbar fyri okkum menniskju
(eins og forrestin læran hjá
jødanum Karl Marx hevur
roynst mongum higartil - ). Og
sum onga vón ella náði eigur
í sær. Her eru teir ortodoksu
jødarnir onkursvegna á somu
bylgjulongd sum islamsmenn
og alt teirra vesin. Eins og
aðrar lógar-religiónir kring
heimin.
Náðin
Tú situr í hesum heita
hotellhølinum
og
hugsar
í stillum: jamen - munnu
hesir vinir okkara ongantíð
hava steðgað við eina strofu
sum hesa: “ Amazing Grace,
how sweet the sound ..?”
Sum er yrkt – ikki av einum
veruleikafjarum
romant
iskum poeti - men av tí
sorgarbundna trælahandils
skiparanum John Newton
(1725-1807). Ella tak: “ Góðska
Guds, sum ber av øllum –“
(Wesley/PWH, gfs. 520)
Og
hvat
munnu
teir
báðir halda um mætastu
friðartaluna
í
heiminum:
Fjallaprædikuna?
At
sæl
eru tey, sum fáa frið í lag!
(Matt.5,9). Hesa 20 alda gomlu
talu, sum var hildin í sára
heimlandi teirra. Ella hvat
halda teir um Tann einsama
Galilearan, sum segði: “- at
lógin varð givin við Mósesi;
men náðin og sannleikin eru
komin við Jesusi Kristi” (Jóh.
1,17)?
Hesin ediligi persónur,
sum
hevur
inspirerað
vísindafólk, mætastu skald,
høvundar, heimsspekingar
og ótaldar tónasmiðir til
´”ódeyðilig” stórverk kring
allan heimin. Og ávirkað
lóggávu um lond. Hevur
hesin
søguligi
persónur
als einki at siga teimum
yvirhøvur? Ella hvat?
Hjá Martini Krasnik kom
ikki júst náði til sjóndar
- eftir at hann við søtum
orðum hevði lokkað tann
ófyrireikaða Lars Hedegaard
frá Trykkefrihedsselskabet
af 2004 til ein vinarsamrøðu
í danska sjónvarpinum. Og
úrslitið var hareftir. Tann
gamla bókin við svartari
permu fekk aftur rætt her:
“Den, som smigrer sin næste,
lægger snarer for hans fod – “
(Orðt. 29,5) plagdu tey gomlu
at taka til.
Inge Ruth Pundik
– “Sussi”
Og hví var Sussi ikki við í
prátinum? Tað hevði verið
sera áhugavert at hoyrt hana.
Hon var, lík einari føroyskari
sjómanskonu undir krígnum,
einsamøll eftir og vardi heim
og borg í nýggja heimlandi
teirra.