Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hon giftist ið Herberti í 1953 og búði í Tel Aviv. Hon misti sín frumborna í Yum-kippur krígnum. Og meðan maðurin Herbert Pundik í 25 ár fleyg ímillum og var skiftivís 25 dagar í Kjøpinhavn ( sum adm. blaðstjóri á Politiken) og bara 10 dagar heima. Herbert skrivaði tó dagliga heim til konuna, um hvat hann tókst við í Danmark (sí bókina “Breve til Sussi”), og hon ringdi hvønn dag til hansara, um hvussu við visti heima. Eitt hjúnaband av teim burðardyggu. Eitt gott kvøld Heini í Skorini roynir ofta á øðrum leiðum enn onnur. Og takk fyri tað. Vanliga oyðumarkarferð okkara – hugagóða lesarans og lurtarans – millum rokaligt politiskt vakum, taklingar og skoringar, forútsigiligar stevnurtalur og villar festivalar – eru mangar tungar brekkur at taka og al at køva fyri mong. Og um tú ( mín vinur og troytti lesari) hevði tað eins og eg hetta kvøldið í hotellskála Føroya, og sum sat við onkrum turpulentum spurningi, so var tað gott, at tú eisini tagdi - . Tí tað hevði helst kenst sum “smyril í staraflokki” um nakar hevði spurt eitt nú um trúnna (tí, tað er orðið um trúnna, tað,sum vit tala um ( Paulus, Róm. 10,8)) – og so kanska fingið eitt ella annað “vambar-varhuga-kent”, veikt víkjandi ella kveistrandi svar – sum tú so mangan møtir frá fólki - bæði leikum og lærdum (og tey lærdu eru mangan - hóast teimum ikki dáma, at tað verður sagt alment – bæði leik og naiv á so mongum øðrum økjum – so hetta hevði helst ikki verið til nakað gagn fyri nakran. Nei, tað hevði vituliga ikki borið til, at bera seg so at millum hampafólk og høvdingar í so góðum hýri hetta kvøldið - ikki sannheit? Ella hevði tað? Annika Olsen er atvoldin til ruðuleikan á eldraøkinum Heðin Mortensen Formaður Kommunu­ samskipan Føroya Annika Olsen sigur í fjøl­ miðl­u­num, at nógv umtalaða eldra­kunn­gerð­in er ein liður í at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Og á síni vanga­mynd ákærir hon uppá tað harðasta kommunurnar fyri at sabotera útleggingina og bert hugsa um lokal áhuga­mál. Kommunurnar standa spyrjandi. Annika Olsen vil verða við, at kunngerðin um røktar­heim og sambýli er ein liður í at leggja eldraøkið út til kom­m­unurnar. Við øðrum orð­um er hennara uppáhald, at kunngerðin, hvørs aðal­ mál er at miðsavna allan ræð­is­rætt­in og umsiting á komm­unal­um bústovnum und­ir Al­mannaverkið, er ein liður í at leggja økið út til komm­un­ur­nar. Hetta er ein fullkomin and­søgn í sjálvum sær. At mið­s­avna er jú tað øv­ugta av at legg­ja út. Tí kunnu kom­ mu­n­u­rnar ikki tulka hetta øðrvísi enn, at lands­stýris­ kvinn­an ella lands­stýr­ið ong­an veruligan vilja hava til at legg­ja økið út til kom­ m­u­n­ur­nar kortini. Á síni vangamynd um viku­skiftið ákærir lands­stýr­ is­kvinn­an kommunurnar fyri bert at hugsa um lokal áhug­a­mál. Hon sigur, at hesi somu lokalu áhugamál eisini vóru við til at forkoma kom­ m­u­nal­reforminum á sama hátt, sum tey nú eru í fer við at for­ko­ma útleggingina av eldra­økinum. Fyrst er at siga, at sjálvt­ sagda uppgávan hjá eini komm­unu er at hugsa og virka lokalt, og framum alt annað royna at tæna sínum egn­um borgarum. At ímynda sær annað er burturvið, hetta er ein av aðalreglunum undir kommunufulltrúini og sjálv kjarn­an í grundlógarásettu kommunuskipanini. At lands­stýr­is­kvinnan eftir øll­ um at døma ikki megnar at fyr­i­halda seg til hendan veru­ leika, tó at hon bæði hev­ur verið býráðslimur og lands­ stýr­iskvinna í komm­unu­mál­ um, er kanska størsta atvoldin til sjálvan trupul­leik­an. Landsstýriskvinnan hev­ ur áður víst, hvussu lítla føl­ing hon hevur við tí, sum rør­ist lokalt. Í 2009 bar hon nið­an í løgtingið eitt tilmæli um ein kommunalreform. Sam­bært uppskotinum skuldu flestar av landsins komm­un­um avtakast mitt í ein­um valskeiði fyri síð­ ani at leggjast saman í sjey komm­unalar eindir 1. jan­uar 2011. Longu undir aðal­orð­ askiftinum varð øllum greitt, at ætlanin var deyðadømd. Nú fýra ár seinni er hon í fer við at gera júst sama brølaran. Nú skulu all­ir eldr­a­bústovnar leggj­ast í øk­i­s­eind­ir undir Al­manna­ verkinum. Við einum penna­ stroki fýra mánaðir áðrenn, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar, verður allur ræðisrættur, umsiting og sjálvboðin átøk, sum kommunurnar hava tikið á seg, tí landið í áratíggju hevur svikið borgararnar so dyggiliga, tikið frá kommununum. Og so skilir lands­stýris­ kvinnan ikki, at hetta lítla málið skapar so stóra øsing! Nei, enn einaferð hevur lands­stýriskvinnan ikki føling við, hvat rørir seg utta­n fyri skrivstovu sína. Annika Olsen kann fyrst og fremst takka sær sjálvari fyri ta øsing, sum er íkomin. At hon í sjónvarpsstovuni fríggja­kvøldið royndi at flyta fokus og ákæra undirritaða fyri ikki at møta á fundum, er henni til lítlan sóma. Sjálvur sjón­varps­ verturin mátti gera vart við, at tað sømdi seg ikki, at legg­ ja eftir persóni, sum ikki var til staðar og tískil fekk vart seg. Men eg kann greitt vísa øllum hesum ákærum aftur, tí eg sum formaður í Kommunusamskipan Før­oya havi verið á øllum neyðug­ um fundum í Al­manna­mála­ ráðnum um útleggingina av eldraøkinum, og har tað hevur borist mær frá, hev­ ur varamaður mín verið í mínum stað. Vit kunna bara enn eina­ferð heita á Anniku Olsen um at gera sær sjálv­ ari og tilgongdini at leggja eldraøkið út til kom­munur­ nar tann beina, at afturkalla kunngerðina. Góð høvd og klókar hendur - Lærlingar fara í skúla Helena Dam á Neystabø stjóri á Føroya Handilsskúla Í dag byrjaðu 16 nýggir skriv­stovulærlingar sína skúla­gongd á Føroya Handils­skúla. Tey hava øll skriv­að lærusáttmála við virk­ir í øllum Føroyum, og eru um nøkur ár liðug við sína útbúgving. Øll hava tey eina gymnasiala mið­náms­ útbúgving sum grundarlag undir lærusáttmálanum. Eina gymnasiala mið­náms­ út­búgv­ing, sum tað eisini ber til at fáa á Handilsskúlanum annað­hvørt á FHS ella á Búskap­ar­breytini. Henda lærlingaútbúgving er ein av mongum, sum gevur víðari atgongd til ymiskar stytt­ri fram­halds­út­búgv­ing­ ar, akademiútbúgvingar og har­eftir diplom og bachelor­ út­búgvingar. Vert er at geva gæt­ur, at fleiri av akade­mi­ú­t­búgv­ ingum eru á Handil­s­skúla­ num eisini. Endamálið skal vera, at vit innan stutta tíð kunnu bjóða enn fleiri styttri, meðallangar og langar útbúgvingar inn­ an ymisk yrki. Tað ber væl til, og er avgjørt í tráð við heildarætlanina um “Fólka­ flyting og fólka­vøkstur”. Sermerkt fyri teir skriv­ stovu­lærlingarnar, sum byrja skúlagongdina í ár er, at tey, sum tey fyrstu, fylgja nýggjari lesiætlan og útbúgvingarkunngerð, sum er gjørd til yrkis­út­b­ úgvingarskipanina í Før­ oyum. Í gjár byrjaðu eisini nýgg­ ir lærlingar innan handils­ yrkið sína skúlagongd. Eisini teir hava gjørt læru­ sáttmálar, sum tryggja teim­um eina heila og samlaða útbúgving, ið eins og skrivstovulæran, gevur atgongd til framhaldandi út­búgving – bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri at tryggja heildina í útbúgvingini er neyðugt at samskipa skúlagongdina og verkligu læruna best møguligt. Tí skipar skúl­in fyri samrøðum við læru­ plássið í minsta lagi tvær ferðir í lærutíðini, har avalur um innihaldið í útbúgvingini verða gjørdar millum skúlan, næm­ingin og læruplássið. Somu­leiðis verða gjørdar neyðugar eftirmetingar. Føroyar hava brúk fyri góð­um høvdum og klókum hond­um.