mánadagur 2. september 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góði babba,
Góði babba, nú er skjótt
eitt ár síðan vit mistu teg.
Hetta síðsta árið hevur hvør
dagur verið tann fyrsti utt
an teg og tað hevur verið
ótrúliga hart fyri okkum øll
hvønn dag.
Tað er so ræðuligt at missa
teg, tað er ótrúliga órættvíst
og skeivt at tú ikki ert her hjá
okkum meira og tað er við
ringum tannabiti at eg nú
skrivi minnigarorð um teg.
Hvønn dag hugsað vit
øll um teg og hvørja løtu.
Hvussu megna tit tað, spyr
onkur. Tað er ómøguligt at
siga, tí tað megna vit ikki -
vit megna ikki at liva víðari
uttan teg. Og tí hava vit teg
við í øllum, bæði tonkum og
gerðum.
Sjálvandi sakna vit teg øll,
á ymsar háttir og til ymsar
tíðir. Eg kann bara hugleiða
ella svara fyri meg sjálva og
eg føli væl at eg ikki skilji, at
eg aldrin aftur kann klemma
teg, tosa við teg, spyrja teg
um hjálp ella kjakast við teg.
Eg kann ikki aftur koma til
tín, við tí endamálið at fáa
eitt svar ella tína hond á
mínar herðar, ið boða at alt
nokk skal ganga um eg bara
stríðist.
Babba,
tann
størsti
eginleikið eg arvaði frá tær
var at verða jalig, altíð at
síggja tað jaliga rundan
um meg og eg havi altíð
verið góð til tað. Men hesa
seinastu tiðina hevur tað til
tíðir, verið øðiliga hart at sæð
heimin við jaligum eygum, tí
tað, at tú ikki ert her tykist so
ótrúðliga neiligt. Hvørja ferð
okkurt hendur sum ger meg
glaðan, føli eg eisini sorg og
sakn, tí eg hevði vilja tú vart
við ella at eg kundi fortalt
tær um tað.
Sum barn minnist eg so
væl hvussu eg sá teg sum
eina hetju og eg elskaði allar
tær løtur eg fekk saman við
tær. Sum vaksin vart tú enn
meira sum ein hetja fyri meg,
tað var jú einki sum babba
ikki klárði. Tú vart eisini ein
fantastiskur maður og uttan
iva av raskastu monnum. Tú
hevur altið arbeitt hart og
stríðst fyri tí tú trýrt uppá.
Tú hevur altið gingið høgt
uppi æru og tú hevði evnir
sum eingin annar. Babba, tú
vart eitt so heilt fantastiskt
menniskja og tað er ikki bara
vit, tíni nærmastu, ið sóðu
tað og upplividi tað ótrúliga
menniskja tú vart.
Eg minnist so væl tá ið eg
ringdi til tín tá ið Mærsk Mc-
Kinney Møller doyði, í apríl
2012. Tú vart tann fyrsti eg
hugsaði um tá ið eg vaknaði,
og sá í tíðindinum at hann
var deyður. “Hey babba, sært
tú tíðindini? Syrguligt ha?
Ja, í dag andaðist ein hetja
Sigrun góða”. Undarligt, at
seinni sama ár andaðist
ein sonn hetja, babba. Í
mínum heimi størsta hejtan
nakrantíð, tú, alt ov ungur.
Sum lítil og ung minnist
eg
altið
hvussu
tú
við
stóltleika, kærleika og sorg
prátaði um tín elskaða pápa
sum tú misti alt ov ungur. Tú
tosaði mangan um hvussu
fantastiskur hann var og
hvussu keðiligt tú helt tað
verða at hann ikki upplividi
alt í tínum lívið nú, og ikki
upplividi tíni børn meðan
tey gjørdust eldri. Vit sóðu
hvussu nógv hann fylti í
tínum lívið, sjálvt um hann
ikki var har og eg minnist
væl at eg hugsaði, at eg eisini
hevði vilja kent hann betur.
Tó skiltu vit aldrin heilt
hvussu svárt tað var fyri teg,
tú vart í okkara verð jú gamal
tá ið hann fór foldum frá. Tú
vart pápi, maður og ongantið
skiltið eg heilt at tú vart alt
ov ungur. Nú siti eg her 32 ár
og hugsi at tú vart yngri enn
eg, tá ið tú misti tín pápa og
í dag síggji og kenni eg tað
pínu tú hevur følt. Sjálvt
um eg eri vaksin, so føli eg
meg sum eina lítla gentu, ið
saknar pápa sín barasta so
illa.
Lívið er mangan hart og
tómt uttan teg, tað er ótrúliga
keðiligt at tú ikki verður við
til at síggja okkara børn,
tíni abbabørn vaska upp.
Tú hevði verið so errin av
teimum og tey høvdu elska
at fingið tað at vita frá tær.
Eg havi teg altíð við í øllum
tankum og gerðum, og eg
fari altíð at tosa nógv um teg,
eisini fyri Kate Anniku, so
hon altið kemur at minnast
og kenna teg, líka sum eg føli
at eg kenni Jens abba.
Góði babba, eg minnist so
væl tann morgunin eg fylti
18 ár, tú vakti meg, tú vart
bæði glaður og rørdur, og
tað eg minnist best var eisini
hvussu spentur tú vart. Tú
hevði nakað at geva mær,
nakað tú hevði glett teg til
so leingi. Tað var ein sangur
hjá Bjørn Afselius “Á egnum
veingjum” ein sangur frá
tær til mín, nú eg var við at
gerast vaksin. Minnist enn tú
setti teg við guitara og sang
so vakurt hendan sangin
fyri mær. Tað var og er besta
gávan eg nakrantíð havi
fingið. Tú sang hann fyri
mær og eg føldi at øll orðini
vóru tíni og vit bæði vóru
ógvuliga rørd av hesum.
Tann sangin havi eg altið
haft sum tann í minnir meg
mest um teg og tá ið eg lurti
eftir honum nú, fari eg aftur
til tað tíð tú sang hann fyri
mær við køksborið. Og sjálvt
um tárini renna so smílist eg
og eri sera takksom fyri at
eg hevði ein so fantastiskan
pápa, sum elskaði meg so
nógv og sum eg elski yvir alt
á jørð.
Góði babba, eg trúgvi á
meg sjálva og eg lítið á mitt
flog, takk fyri títt seinasta
boð.
Minningarorð um
Jónsvein Knudsen
(1957- 2012)
Góði babba og verfaðir.
Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum, sum var 31. august,
takk fyri alt tú ert fyri okkum.
Guds ríku signing framyvir.
Heilsan
Sólvá, Erla, Hildur, Jónvør og svigersynir.
Góði elskaði abbi.
Hjartaliga til lukku við teimum 70 árunum.
Takk fyri nógvar góðar løtur, og takk fyri allar biltúrarnar.
Tú ert ein hjartagóður abbi og ein fyrimynd hjá okkum
øllum.
Takk fyri alt tú ert fyri okkum,
Jesupápi signi teg, ynskja
vit øll abbabørnini,
Uni, Harry, Ronni, Sonni, Hans Marius, Maria, Jóhannus,
Benadikta & Hansa
90 ára føðingardagur
Hósdagin 5. septembur verður Poulina Johannesen, Skopun,
90 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini, Jóansgøtu 8 í Hoyvík,
tann 5. septembur frá kl. 17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
nøvn