Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Føroyska samfelagið fer at fáa so stóra nyttu burtur úr Eysturoyartunlinum, at tað svarar til tvær milliardir krónur hesi næstu 30 árini. Tað sigur Reimund Lang­ gaard, tingmaður fyri Sam­ bands­flokkin. Á almennum fundi í Runa­ vík leygardagin um Eystur­ oyartunnilin, hevði hann útrokningar við, sum vístu, hvussu stóra nyttu, føroyska samfelagið fer at fáa burtur úr Eysturoyartunlinum. Tíð, pengar og slit Reimund Langgård vísir á, at tað verður trý korter skjótari at koyra ímillum Skálafjørðin og Havnina ígjøgnum Eyst­ ur­oyartunnilin, enn tað er nú, ella hálvur annar tími báð­ar vegir. – Ein, sum er í Havn 200 dagar um árið, fer sostatt at spara 300 tímar um árið, ella sjey fullar arbeiðsvikur. – Tað eru tímar, viðkom­ andi kann brúka saman við familjuni, venja eitt dreingja­ lið hjá NSÍ, ella arbeiða eyka. – Brúka fólk tíðina upp á at arbeiða eyka hevur tað eitt virði á góðar 30 milliónir um árið, ella eina milliard í 30 ár. – Taka vit so øll tey, sum væntast at koyra ígjøgnum tunnilin, fara tey at brúka fýra milliónir tímar minni í bili um árið, enn tey gera nú. Tað sparir samfelagnum fyri 60-70 milliónir í árið í minni sliti á dekk, bilar, vegir og í spardum brennievni, tað svarar til tvær milliardir í 30 ár. Reimund Langgard sig­ ur, at tá ið vit koyra minni í bili, minkar eisini vand­in fyri vanlukkum og útrokn­ ingingar vísa, at tað fer at spara tryggingum og heilsi­ verk­inum 16 milliónir um árið, ella 500 milliónir yvir 30 ár. Tá eru tær menniskjansligu avleiðingarnar av vanlukkum ikki taldar við. Tvær milliardir – Sostatt vísa útrokningarnar at samfelagsliga nyttan av Eysturoyartunlinum verður 3,5 milliardir hesi næstu 30 árini. – Men tunnilin kostar kanska 1,5 milliard at gera til­ samans, so netto­vinn­ingurin hjá samfelagnum er tvær milli­ardir hesi næstu 30 árini, ella næstan 100 milliónir um árið, sigur Reimund Langg­ ard. Kári P. Højgaard, lands­ stýrismaður, legði afturat, at ímeðan tunnilin er í gerð, verða einar 500 milli­ónir goldnar í lønum, har helvtin endar í lands- og komm­ unukassunum, umframt tað avleidda virksemið, hetta kastar av sær Almennur tunnil nógv betri Hinvegin ásannar Reimund Langgard eisini, at ein al­ mennur tunnil er nógv betri íløga enn ein privatur tunni. Sostatt er ein tinglimur úr samgonguni afturat alment komin til ta niðurstøðu, at fyri samfelagið loysir tað seg nógv betri, at Eystur­oyar­ tunnilin er almennur, enn at hann er privatur. Hann sigur, at í einum almennum tunli verður nyttu­virðið nógv betri, heilt einfalt tí at tað verður bíligari at koyra ígjøgnum hann, og sostatt fara fleiri at brúka hann. – Størstu samfelagsnytt­ una fáa vit við einum al­ mennum tunli, staðfestir hann Kortini staðfestie hann eisini, at hann hevur ikki trúð upp á, at politiskur meiriluti er fyri einum almennum tunli, tí hevur hann tikið undir við einum privatum tunli. – Ein privatur tunnil er eisini nógv betri enn eingin tunnil, sigur Reimund Lang­ gaard. Men nú er greitt, at meiri­ lutin undir einum privatum tunli er farið at ridla. – Fáa vit meiriluta fyri einum almennum tunli, taki eg avgjørt undir við tí. Neyvan stórt avlop Hann trýr kortini einki upp á, at Eysturoyartunnilin fer at geva so stórt avlop, at tað klárar at fíggja aðrar íløgur. – Men hóast landið kanska skal spjaða einar 10 milli­ ónir til tunnilin um árið, er samfelagsnyttan av honum framvegis stór. – Mett verður, at tað fer at kosta 40 krónur at koyra ígjøgnum ein almennan tunn­il. Verður hetta prísurin, fara øll at brúka hann. – Hinvegin er mett, at tað fer at kosta 80 krónur at koyra ígjøgnum ein privatan tunnil og tað fer at fáa nøkur at setast aftur. – Fyri hvønn bil, sum ikki vil brúka tunnilin, minkar samfelagsvirðið, sigur ting­ maðurin. Tvey mál Partamaður hansara, Alfred Olsen vil ikki vita av at tengja ein Sandoyartunnil upp í. Hann heldur, at skulu vit hugsa um at fáa størstu samfelagsnyttuna av Eystur­ oyartunnilin, eigur brúk­ aragjaldið eisini at vera so lágt, sum tilber. Tí skal tað ikki hækkast fyri at kunna fíggja ein Sandoyartunnil. – Lat okkum loysa Eystur­ oyartunnilin fyri seg og Sandoyartunnilin fyri seg, sigur Alfred Olsen. Føroyska samfelagið fær tvær milliardir EYSTUROYARTUNNIL Eysturoyartunnilin er avbera góð íløga fyri føroyska samfelagið. Men ein almennur tunnil er nógv betri forrætning enn ein privatur tunnil, sigur Reimund Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin Góð íløga Hóast Eysturoyartunnilin neyvan fer at geva avlop, er hann kortini ein góð íløga fyri samfelagið, sigur Reimund Langgård, tingmaður fyri Sambandsflokkin Tað fer at spara tryggingum og heilsu­ verkinum 16 milliónir um árið, ella 500 milliónir yvir 30 ár Ein, sum er í Havn 200 dagar um árið, fer sostatt at spara 300 tímar um árið, ella sjey fullar arbeiðsvikur Størstu samfelags­ nyttuna fáa vit við einum almennum tunli