Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað er eitt krav frá ting­fólk­ um í Eysturoy, at Eystur­oyar­ tunnilin verður gjørdur nú. Men um hann er almennur ella privatur, er als ikki av- gerandi fyri tey. Tað gjørdu tingfólk úr Eysturoy greitt á fundi í Runavík leygardagin um um­ strídda tunnilsmálið. Á fundinum staðfestu tingfólk úr Eysturoy, at tey kunnu ikki liva við, at ætlanin dettur niðurfyri og tí verður tað eitt krav til samgonguna, at tunnilin verður gjørdur. Ikki avgerandi Hinvegin er tað ikki avgerandi fyri tingfólk í Eysturoy um tunnilin er almennur ella privatur. Tað lá ikki fyri hjá Jógvani á Lakjuni og Edvu Jacobsen at møta á fundinum leyg­ ardagin. Men øll hini seks ting­fólkini úr Eysturoy søgdu, at tað er ikki avgerandi fyri tey um tunnilin verður privatur ella almennur. Tað ein­asta, sum er avgerðandi, er, at hann kemur nú. Tað staðfestu bæði Bill Justinussen, Magnus Ras­ mus­sen, Helgi Abrahamsen. Alfred Olsen, Reimund Lang­ gård, og Rodmund Nielsen. Stórt vald Tey vístu á, at við sínum átta tingfólkum eigur Eyst­ur­ oy fjórðingin av øllum Løg­ tinginum. Hartil er Eysturoy í teirri sermerktu støðu, at øll átta løgtingsfólkini úr økinum, eru í samgongu. Tískil eiga eysturoyingar at havt eitt stórt vald í sam­ gonguni. Men tey seks tingfólkini á fundinum leygardagin løgdu dent á, at tey ætla sær ikki at hótta samgonguna í hesum máli, tí so kundi endin vera, at hon slitnaði og at tey mistu alt tunnilsmálið á gólv. Ein orsøk til, at hóttanir ikki nyttar nakað, er, at summir tinglimir í sam­gong­ uni eru við at fáa kaldar føtur og vilja hava samgonguna at fella. Hinvegin ætla tey at brúka øll síni diplomatisku evni at fáa semju um ein Eysturoyartunnil og so hevði tað einki at siga um hann er privatur ella almennur. Og tingfólkini í Eysturoy staðfesta eisini, at semjan í samgonguni um ein privat­ um tunnil er farin at ridla av álvara og tí halda tey, at tað er mest sannlíkt at semja bara kann fáast um ein almennan tunnil. Tað einasta, sum kundi fáa tey at hótta samgonguna, er at ongin semja fæst og at tunnilsmálið dettur á gólv, tí tey eru samd um at krevja, at tunnilin verður gjørdur, og hann skal gerast nú. Nú skal smíðast Tey staðfesta, at fyri stuttari tíð síðani tók eingin tunnilin upp á tunguna. Kári P, Høj­ gaard hevur í hvussu so er klára eitt og tað er fáa tunnilin í fremstu røð og at fáa allar politikarar at be­ dýra, at teir vilja hava hann gjørdan. – Nú er at smíða ímeð­ an jarnið er heitt, men sam­ gongan tolir ikki, at onki hendir, staðfesta tingmenn úr Eysturoy. Hetta er ein støða, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, er samdur í. Hann trýr kortini ikki uppá, at undirtøka er fyri einum almennum tunli, men er tað einasti møguleiki, er hann eisini til reiðar at taka undir við tí, bara tunnilin verður gjørdur. Tingfólk úr Eysturoy til reiðar at semjast um tunnil EYSTUROYARTUNNIL Tingfólk úr Eysturoy eru nú til reiðar at sleppa ætlanini um at gera ein privatan Eyaturoyartunnil og at finna semju um ein almennan tunnil ístaðin Eysturoyartunnilin fer at føra til fólkavøkstur í Før­oy­ um. Tað eru eysturoyingar sann­førdir um, eisini ting­ menn. Á almennum tunnilsfundi í gjár varð nógv gjørt burtur úr at fortelja, hvussu stór­ ur fyrimunur Eyst­ur­oyar­ tunnilin er fyri sam­felagið. Ein av teimum er Rei­ mund Langgard úr Sam­ bandsflokkinum. Hann ásannar, at fólka­ minking er størsti sam­felags- ligi trupulleikin í føroyska samfelagnum. Men hann ásannar eisini, at tá ið útisetar flyta heim, søkja teir ímóti Havnini, har mest fólk býr, tí har eru størvini og frítíðartilboðini, tey eru von við úr útlond­ um. Størsta avbjóðingin er, at himmalhøgu húsaprísirnir í Havn fáa nógv fólk at aftra seg við at flyta heim aftur, eisini fólk við góðum útbúgvingum. – Tá ið Eysturoyartunnilin er komin, verður 10 minuttir at koyra úr Eysturoy til Havn­ar. Tað fer at elva til, at fólk kunnu búsetast í Eysturoy, har bústaðarprísirnir eru nógv lægri og tað fer at eggja fleiri fólkum at flyta heim aftur, segði hann. Eysturoyartunnilin førir til fólkavøkstur Ridlar Semjan og grundarlagið undir einum privatum Eysturoyartunli er av álvara farin at ridla, men fyri Eysturoyarfólk hevur tað ongan týdning