Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvar er skilvísi í politisku skipanini? Andrass Skaalum Vit kenna sólskinssøgurnar við Vága- og Norðoya tunnlunum, sjálvt um Vága­ tunnilin í byrjanini møttu mót­støðu og undirskriftir vórðu savnaðar at mótmæla ætlan­ini. Enntá Danskir politikarar og fíggjar-tíðarrit høvdu nei'­ lig­ar greinar um Vág­a­tunnil­ in. Vit eru ikki óroynd, vit kenna leistin, sum hesir tunl­ ar eru gjørdir eftir. Eysturoyingar og fleiri við teim­um vilja fegin hava betur sam­band til meginøkið, har besta loysnin er ein tunnil: Hetta ynski er nú nakað gamalt eftir hondini. So vítt eg skilji eru útrokn­ ingar, ið vísa á samfelagsligt gagn við at stytta farleiðina, so hví bíða við at heysta henda fyrimun? Løgtingið hevur sam­ tykt ein privatan leist, har upprunaliga privata felag­ið ikki rakk á mál. Lands­stýris­ mað­urin hevur hinvegin eina loysn í hondini, og skjótari enn nakar hevði roknað við. Hetta er í verandi løtu einasta ítøkiliga útlit fyri ynsktu tunnilsloysnini, so sum landið liggur. Í løtuni er støðan fyri mong tann, at antin taka vit við tíð, sum fyriliggur, ella fáa vit onga loysn í nærmastu fram­tíð. Spell tó, at CIP hevur givið munn­kurv og sett fleiri krøv til Innlendismálráðið enn skilagott er, og spell at hesar spæli­regl­ur eru góðtiknar so smal­ar. Sjálvur eri eg órógvaður av fyriliggjandi mannagongd, mang­landi gjøgnumskygni, og væntandi skilvísi í polit­ isku skipanini. HVAR ER SKILAGÓÐA SAMSTARVIÐ Í LØG­TINGI­ NIUM ? Flestu tingfólk í øllum flokk­um siga seg verða fyri at gera ein Eysturoyar tunnil. Um hetta er ærligt tos, vísi tað so í verki við at semjast um at seta ítøkiligt verk aftan­fyri orðini. Sleppið politiskari telving og setið eina verkætlan í gongd, eftir bestu objektivu kriteri­um - tað skylda tit sam­felag­num og komandi ættar­lig­um. Eg vil meta, at málið má verða, at ein Eysturoyar tunnil er veruleiki innan­fyri tann tíðarkarm, sum fyri­ligg­ ur í avtaluni, In­lendis­mála­ ráðið hevur gjørt við CIP. Hvat við at eftirmeta objek­tivu forteytirnar fyri bestu loysnini og semjast um skilabestu teknisku og fíggj­ar­ligu loysnini, beinan vegin? Skera vit málið inn á bein og síggja burtur frá fótfeilum og politiskum gruggið, haldi eg hesar møguleikar vera: 1) Løgtingið samtykkir ítøki­liga verklagslóg um ger av Eysturoyartunnli eftir sama leisti sum vit kenna frá Vága- og Norðoyar tunnl­ un­um. 2) Løgtingið samtykkir fyriliggjandi lógaruppskot, so Innlendismálaráðið kann gera endaligan sáttmála við CIP. 3) Vit bíða framvegis eftir veruligari menning og fram­ burði í útbygging av infra­ kervi­num. Samanumtikið Klárar politiska skipanin ikki at finna bestu loysnir, er neyðugt at seta spurnartekin við, og at endavenda alla polit­isku skipanina. Um løgtingi ikki kann finna bestu loysnina er skomm­in teirra, meir­kostn­ að­urin okkara, og vit mugu so helst liva við tí verru loysnini - ella als ongari loysn. Umráðandi er at samfelagið verður útbygt skila­gott, við góðum nú­ tím­ans sambandi til megin oyggj­ar okkara. Heksajagstran Majbritt Mohr forkvinna í Heilsu­ røktarafelagnum Leygardagin savnaðust nógv fólk í Føroyum og uttanlands at mótmæla millum annað, at týdn­ing­ ar­mikil mál verða lirk­að ígjøgnum løgting og lands­ stýri. At so nógv fólk vóru savn­að á Vaglinum vísir, at fólk ikki longur sita og sova, meðan fólkaræðið spaku­liga verður útholað. Fólk vilja hava opinleika og dygdar­gott lógarsmíð. Seinastu dagarnar hava vit so hoyrt tveir politikarar skíra tað heksajagstran, at ser­frøðingar og onnur tala at loyniligu avtaluni um skála­fjarðartunnilin, sum Kári P. Højgaard so fegin vil hava undirskrivað. Hví kalla teir tað heksajagstran? Tað er ikki heksajagstran, at lógliga vald løgtingsfólk krevja at fáa at vita, hvat stend­ur í einum sáttmála, sum ein løgtingslóg ætlandi skal grundast á. Og tað er heldur ikki heksajagstran, tá ið fólk tala at tí, at lands­ stýris­maðurin hevur latið hánt um lemjandi at­finn­ ing­ar, sum fakkøn hava gjørt. Tunnilsmálið er bert eitt av fleiri málum seinnu árini, sum vísir, hvussu lands­stýrið og løgtingið ikki røkja sína uppgávu á full­góð­an hátt. Leygardagin gjørdu vit millum annað vart við, at vit ikki longur góð­taka at lógir verða við­ gjørd­ar í skundi og skrum­ b­lað­ar ígjøgnum, eins og vit ikki góðtaka, at tað verð­ur arbeitt í loyndum. Leyg­ ar­dagin gjørdu vit okkara sam­felagsskyldu. Um tað hjálpir, stendur nú til polit­ isku skipanina at vísa. Sum Teitur syngur: »It's a love and hate affair« Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard Eg eri útiseti, lesandi og havi "a love and hate affair" við Føroyar. Í dag varð ES-boykottið veruleiki. Í áðni var eg í Netto, og beit merki í, at hvørki Føroyar ella ES-boykot eru nevnd við einum orðið á dagsins stóru avísforsíðum. So nógv merkist ríkisfelagsskapurin her. Eg fái ilt í búkin. Fiskivinnan stendur fyri uml. 95% av Føroya útflutningi, og skal fiskurin nú verða seldur til Russland, Afrika og Asia, ja so er sjálvsagt, at vinningurin verður munandi lægri. Um har yvirhøður verður nakar vinningur. Samstundis, er eisini stríð innanlanda. Eitt breitt forargilsi, og misálit til hvussu landsins tingmenn handfara tilskilaða vald sítt. Duldir upplýsningar, korruptión, hasard við milliónum - og so í stundum sum hesum, har eingin føroyingur ánar hvussu morgindagurin sær út. Tykist sum, at politikarar hava gloymt hvønn tey arbeiða fyri. Harumframt liggur eisini § 266 b og gálvar í bakgrundini, har 3. Mósebók verður nýtt sum skálkaskjól til eitt "argument", ið skal eitast at eiga rættin til avgerðandi orðið. Eg haldi at mín 90-ára gamla omma, hevur eina meira nútímans sjón uppá, hvussu Føroyar áttu at sæð út, enn hesu afturúrsigldu fólk. Og ja, hon er virkin kristin. Fólkafraflyting. Pedofili. Grindadráp. Flatskattur. Tað er heilt útlúgvandi við øllum hesum tungu málunum. Huff. Har er ein sterkur dissonansur, ið fyllur meg við ótta og iva. Eg vóni, av øllum mínum hjarta, at tey ið hava hetta ES-málið um hendi, veruliga hava stýr uppá tað, soleiðis at føroyingar ikki skullu skuffast enn eina ferð. Hetta fer at vísa seg til samráðingarnar. Í summar vitjaði eg Føroyar í fýra samfullar vikur. Tað vóru fýra fantastiskar vikur, og eg hevði ringan hug at fara av landinum aftur. Nú gleði eg meg bara til, at síggja eldhugan spretta, ið eg so tíðuliga merkti bobla í skotum og krókum harheima. Okkurt spennandi er undir uppsigling í Føroyum. Heimurin og tíðin vit liva í, setir krøv til Føroyar. Men føroyingurin setur so sanniliga eisini krøv til sín sjálvs. Eitt vinfólk spurdi meg á Ólavsøku: "veitst tú hvat mótssetningurin til kærleika er?". Vælvitandi at mítt spyrjandi svar, "hatur?", ikki rakk, smíltist viðkomandi og segði: "líkasæla, Ragnhild. Mótsetningurin til kærleika er líkasæla"... Sostatt finnur føroyingurin eisini kærleikan til land sítt, í øðini og í forargilsinum. Listin er at nýta øðina konstruktivt, taka ábyrgd og ansa eftir at tað ikki endar í berum grenji. Alternativið er, at yppa øksl, og halda áframm við at fylgja líkasælu seyðagonguni. Ein leið í endar lúkst í teimum rættum, ið valdsgraðir hyrðar reka móti. Eg gleði meg til at vanligi føroyingurin slítur jantelógs keturnar, og fær dirvið til at skoyta uppí eitt rúmligt samfelag. Eg gleði meg til at samkynd fáa rætt at liva í hjúnarlagi (oh yes, that IS gonna happen, deal with it). Eg gleði meg til at fáa einar Føroyar við integritetsfullum oddafólki. Fólk við gjøgnumslagskraft og pondus. Og eg gleði meg til, at vit hava fingið dirvið til at rudda allan lortin undan teppinum. Eitt teppi, sum í skrivandi løtu, tykist at hava ilt við nerta gólvið, so nógvur lortur er undir tí. Føroyar eru eitt av heimsins minstu tjóðum, og broytingar eru relativt lættar at fremja, um meirlutin kann semjast um at hála sama veg. Føroyar kann gerðast eitt fyrimyndarligt samfelag, eitt labratorium har røttu raðfestingar kunnu geva Føroyum altjóða áhuga. Hvørjar eru tær Føroyar vit ynskja okkum? Hvussu ynskja vit at Føroyar skullu kennast? Hvønn arv vil tú leggja eftir tær? Tað einasta tað krevur, er at tú sær virðið í at geva eitt lógvatak. Ikki tí tú skalt, men tí tú vil. Eg havi "a love and hate affair" við Føroyar. Men fyrst og fremst elski eg Føroyar. Og hóast eg bein míni standa í Danmark, so er hjarta mítt í Føroyum. Føroyar er mín samleiki og eg eri errin av at vera partur av føroysku tjóðini. Eg taki gjarna ímóti íblástri til hvussu eg, sum útiseti, kann gera mítt, tí eg veit slettis ikki hvussu eg skal ella kann bera meg at. Eg kann so siga eitt; eg flyti ikki heimaftur - í hvussu so er ikki beint nú. Men eitt er sikkurt, Føroyar eiga ein brennandi ambassadør í mær. (Teitur, "You never leave LA": http:// www.you­tube.com/ watch?v=Ye7IgK2AHVo) Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið