Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 2. september 2013 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat er trupulleikin og hvør kann loysa hann? Kristina Samuelsen, advokatur Okkurt má verða galið, tá hundrað- ella kanska tús­ undtals fólk fara á barr­i­kad­ ur­nar at mótmæla, ikki bara í Før­oyum, men eisini í fleiri øðr­um londum. Men hvat er galið? Er tað okkara politikarum tað er galið við? Er tað bara í Før­oy­um at politikarar telja at­kvøður og verða ávirkaðir av tí? Ella mangla okkara pol­i­t­ ik­ar­ar kanska mótspæl? Hvussu kann hesin trupulleikin loysast? Vit hava tíbetur em­bæt­is­ fólk, sum tora at gera vart við seg við teirra fak­ligu bakgrundsvitan. Vit hava tí­bet­ur eisini fak­fel­øg, sum stuðla slíkum em­bæt­is­fólk­ um. Hattin av fyri teimum. Løgtingsumsitingin kem­ ur ferð eftir ferð við upp­rit­ um, har mælt verður Løg­ ting­i­num til at burturvísa tin­g­mál. Og tað hendir eisini, at ting­mál verða burturvíst. Tað verð­ur onkuntíð lurtað. Miðlarnir royna at grava og seta fokus á ymisk við­ur­ skifti. Flott. Og nú hava vit eisini eina fólka­mongd, sum heldur tað vera neyðugt at gera vart við ein trup­ul­leika og mótmæla. Heilt fantastist. Men hvat so? Kanska politikarar fara at taka atlit til hetta fólkakravið, um fólka­mongdin bara er nóg stór? Teir telja jú. Kanska ein aðal­stjóri, landsstýrismaður, ella kanska sjálvur løgmaður rýk­ur? So høvdu øll ver­ið glað. Mót­mæli hevði givið úrs­lit. Hurra. Men er trupulleikin so loyst­ur? Kann tað verða verri? Hvat hendir, tá tann eini av lands­sins hægstu em­bæt­is­ fólk­um, sum veruliga hevur tor­að at givið politikarum eitt mót­spæl, bæði sjálv og við rygg­dekni­ngi til síni em­ bæt­is­fólk, fer frá vegna ald­ ur? Fáa miðlarnir størri væl­ vild á fíggjarlógini, tá teir geva politisku skipanini eitt mót­spæl? Kennir nakar nakran em­ bæt­is­mann, sum er kom­in styrkt­ur fram á síni starvs­ leið við at gera vart við seg, ímóti pol­it­iskum ætl­anum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at em­bæt­is­fólk vilja standa fram sum em­bæt­ is­fólk­ini á Gjald­stov­uni og Lands­verk nú hava gjørt? Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá em­bæt­is­fól­k­um at gera vart við seg og geva pol­it­isku skip­an­ini eitt fak­ ligt mót­spæl? Ella í øllum før­um, at tað ikki fær nei­lig­ar av­leið­ing­ar fyri viðkomandi? Hava vit ikki løg­mans­ stjór­ar og aðal­stjór­ar, sum kunnu geva hes­um em­bæt­ is­fólk­u­num neyð­uga rygg­ dekn­ing­in og finna eina ver­u­liga og varandi loysn á trup­ul­leik­a­num? Spurningurin er eisini, hvat veru­liga aðalmálið hjá em­bæt­isverkinum ­skal verða – at tæna politikarunum ella fólk­i­num? Hesin spurningurin varð ein­a­ferð settur á eini ráð­ stevnu fyri nøkrum ár­um síð­ani. Har varð bara ein av lands­ins hægstu em­bæt­is­ fólk­um, ið metti sína að­al­ upp­gávu verða at tæna fólk­ i­num. Hetta varð stjórin á løg­ting­s­um­si­tingini. Í dag kann tað tykj­ast, at uppgávan hjá em­bæt­is­verk­i­ num bara er at gera tær pol­ itisku pri­or­i­ter­ing­ar­nar, ið verða settar út í kortið, mest opt­imalar. Hetta heldur enn at gera eina roynd at tryggja, at tær mest optimalu loysn­ ir­nar verða politiskt pri­o­r­i­t­ e­r­að­ar. Lat okkum vóna, at sam­ gong­an, ella kanska and­ støð­an, metir støddina á fólka­mongd­ini leygardagin verða nóg stóra til at geva hes­um ans. Hóast tað neyv­ an er politikararnar, sum eru trupulleikin, so er tað bara teir, sum kunnu taka neyð­ ugu stigini at loysa trup­ul­ leik­an. Harmiligt Annika!! Poul Michelsen, løgtingsmaður Framsókn Ein kommunal nýskipan var næstan komin á mál. Breið undirtøka var fyri tilgongdini, men tað eydnaðist hesari samgonguni at forkoma henni. Talan var um við lóg at leggja kommunurnar í Føroyum saman í 6 ella 7 kommunur soleiðis, at hesar vóru førar fyri at taka á seg nærtænastur til borgarar, eitt nú eldraøkið og fólkaskúlan. Á odda fyri hesi tilgongd var sjálvur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen og varaløgmaður Annika Olsen. Tá løgtingsvalið í 2011 var av, sviku tey bæði. Ein beinleiðis láturlig fólkaatkvøða forkom kommunalu nýskipanini. Ein fólkaatkvøða, sum bara hevði eittans endamál, og tað var at tryggja, at absolutt einki skuldi, mátti ella kundi henda. Tað eydnaðist hjá samgonguni at fáa 70% av fólkinum at sita heima. Nú skulu vit gjalda prísin. Ætlanin var, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita 1. Januar 2014, men tær avtalur, reglugerðir og lóggáva sum skulu til, hevur landsstýrið ikki megnað at gera. Tí hevur landsstýriskvinnan fyribils útsett útveitingina til 1. Januar í 2015. Annika Olsen hevur tað ikki lætt, men hetta visti hon og øll hini, sum vóru við í kommunalu nýskipanini. Tí at leggja eldraøkið út, gera lógir og reglur fyri 30 kommunur - við so ymiskum førleikum – er ikki bara sum at siga tað. Sjálvandi verja kommunurnar síni áhugamál og vilja hava mest møguliga ávirkan á tað, sum skal henda. Hvør kommuna kann gera, sum hon heldur vera best og kann eisini velja at samstarva ella at lata vera. Men hetta var so tað, ið landsstýrið og samgongan vildi hava og hevur fingið júst tað. Tí er tað ikki rætt at seta hart móti hørðum nú. Tað var betur, um Annika vísti handan fastleikan, tá vit skuldu verja og bjarga kommunalu ný­skipan­ar­ tilgongdini, sum var og er veg­urin at fara, um tað skal eydnast at fáa eldraøkið út til kommunurnar at umsita við skili. Eldratænastan má fáa ein ábyrgdara. Vit góðtaka ikki, at ein so týdningarmikil tænasta framhaldandi verður eitt býtisbarn millum land og kommunur, har hvørgin eigur ábyrgd. Eldratænastan er ein hin størsta avbjóðingin vit hava liggjandi á. Skal hon loysast virðiliga, og tann peningur finnast, sum krevst, so er alneyðugt at savna allar góðar kreftir og at landsstýrið ásannar at politiska kósin er skeiv. MRCC / TR Lesið -so eru tit við!