Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Vit kunnu altíð keypa Eystur­oyartunnilin aftur frá privata felagnum. Tað staðfestir Kári P. Høj­ gaard, landsstýrismaður í inn­lendismálum. Í sambandi við ætlanina at lata privata felagið, CIP, gera og reka Eysturoyartunnilin, hevur verið ført fram, at ein partur av sáttmálanum við felagið, er, at landið kann keypa tunnilin aftur fyri eina rímiliga upphædd, sum politikarar hava orðað seg. Tøl vórðu tó ongantíð sett á, havt ein rímilig upphædd er og tað hava fólk forvitnast eftir. Nú staðfestir landsstýris­ maðurin í innlendismálum, at eftir avtaluni við CIP, kann landið altíð keypa tunnilin aftur. – Tess fyrr, vit keypa hann aftur, tess dýrari verður hann. Men eftir avtaluni kunnu vit keypa hann aftur um 21 ár fyri áleið helvtina av tí, tað kostar at gera hann, ella fyri einar 500 milliónir, sig­ur landsstýris­maðurin. Og gongur tað nøkun­ lunda, sum ætlað við tunl­ inum, fáa vit hann aftur fyri einki um 30 ár. Hann sigur, at privata felagið hevur skyldu at halda tunnilin í nøktandi standi og tað skal Landsverk góð­ kenna. – Eru tey á Landsverki ikki nøgd við mátan, CIP heldur tunnilin, kunnu føroyskir myndug­leikar leggja hald á inn­tøkur hjá tunlinum, sigur Kári P. Højgaard. – Men verða sjálv krøvini til tunlar broytt, skal landið rinda fyri, at dagføra tunnilin, so at hann lýkur krøvini, legg­ur hann afturat. Hann nevnir sum dømi, at skuldi tað hent, krøv verða sett fram um, at tunnilin skal fóðrast við betong, er tað ein útreiðsla, sum landskassin skal rinda. tíðindi Fáa tunnilin aftur fyri 500 milliónir um 21 ár EYSTUROYARTUNNIL Eftir avtaluni um at lata eitt privat felag gera og reka Eysturoyartunnilin, kundi landið altíð keypa tunnilin aftur, staðfestur landsstýrismaðurin 500 milliónir Landið kann keypa Eyaturoyartunnilin aftur fyri hálvan prís um 21 ár, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður Tunnilin gevur høvi at leggja tænastur saman EYSTUROYARTUNNIL Skulu vit framvegis hava tvey Sjúkrahús á meginøkinum, táið Eysturoyartunnilin er komin, spyr Helgi Abrahamsen, tingmaður Áki Bertholdsen Tora vit at brúka teir møgu­ leikar fyri rationali­sering, sum Eysturoyar­tunnilin gev­ur okkum? Tað er ein spurningur, Helgi Abrahamsen, ting­ mað­ur, setir. Nú alt prátið um Eystur­ oyar­tunnil hevur snúð seg um, antin hann skal vera almennur ella privatur og um metingar av, hvussu nógv, hann kastar av sær, hev­ur Helgi Abrahamsen kast­að ein nýggj bólt í luftina. Hann vísir á, at Eystur­ oy­ar­tunnilin fer eisini at geva land­inum nakrar møgu­leikar at rationalisera al­menn­ar tæn­astur, og at leggja tæn­astur saman. – Spurningurin er um vit tora at brúka teir møgu­leik­ arnar, sigur hann. – Tá ið Eysturoyartunnilin er komin, er ein hálvur tími úr Klaksvík til Havnar og skulu vit tá framvegis hava tvey sjúkrahús, eitt í Klaks­ vík og eitt í Havn, spyr hann. – Tora vit at taka tað málið upp, spyr hann. Ella hvat við lækna­ viður­skiftunum rundanum Skálafirði. Skulu vit fram­ vegis hava kommunu­ lækna báðu megin fjørðin, ella skulu vit bara hava ein lækna. – Og hvat við skúlunum? Skulu vit framvegis hava stórar skúlar báðu megin fjørð­in, har næmingar ikki fáa tey valvak, teir vilja hava, tí lærarar mangla? Helgi Abrahamsen ivast ikki í, at Eysturoyartunnilin hevur ein sera stóran sam­ felagsligan týdning. – Spurningurin er bara um vit tora at at brúka tunnilin til at gera tað bílig­ari at reka samfelagið, spyr hann. – Tora vit at brúka Eysturoyartunnilin til at gera tað bíligari at reka samfelagið, spyr Helgi Abrahamsen, tingmaður