Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Tunnilsmálið skal viðgerast av nýggjum. Støðan skal við­ger­ast. Ein tilgongd skal leggjast til rættis. Í við­gerð­ ini skal leggjast upp fyri tí tilgongd, sum longu er í gongd. Uppskot til loysn verð­ur eftir ætlan klárt um tvær vikur. Setningarnir eru allir úr tíðindaskrivinum úr Tinga­ nesi eftir sam­gongu­fund­in í gjár. Boðini lata upp fyri fleiri møguleikum. Løg­mað­ ur staðfestir, at skal Eystur­ oyartunnilin ger­ast veruleiki, er neyðugt at viðgera tunn­ ils­málið av nýggjum. Tí, stað­ festir løgmaður víðari, iva­ samt er um meiriluti er fyri nøkrum av teimum tunn­ ilsuppskotum, sum í løtuni liggja í løtinginum. Kaj Leo Holm Johannesen kundi valt at hildið seg til uppskotið hjá sínum lands­ stýris­manni, sum eftir boð­ um frá løgmanni bar eitt lógaruppskot niðan í løg­ tingið, heldur enn bara at skriva undir sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners. Tað ætlaði Kári P. Højgaard at gera í Løkshøll í Runavík 27. juni, og í dag angrar hann, at tað ikki bara bleiv gjørt. Men løgmaður velur at taka andstøðuuppskotini við í viðgerðina. Ítøkiliga eru tey trý í tali. Eitt frá Aksel V. Johannesen og Bjørt Sam­ uelsen. Eitt frá Poul Michel­ sen (av tekniskum ávum er hetta uppskot býtt í tvey). Og eitt frá Janusi Rein. Men á løgtingsskriv-stov­ uni liggur eitt fjórða upp­ skot, ið óivað stingur djúpri hjá løgmanni enn øll and­ støðuuppskotini til­sam­ans. Samgongulimirnir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen eiga tað uppskotið, sum kann leggjast fyri løgtingið, so skjótt tingið kemur saman aftur. – Eg haldi framvegis, at okk­ara uppskot er tað opti­ mala, bæði fyri samfelagið og fyri brúkaran, sigur Bárður Nielsen. Uppskotið snýr seg í stutt­ um um, at verandi tunn­ ils­feløg, P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, Tað er eitt positivt tekin, at samgongan nú er til reiðar at tosa um aðrar loysnir enn CIP. Tað sigur Bárður Nielsen, sum tó hevur ilt við at svølgja, at landskassin hósdagin skal gjalda danska felagnum eina millión krónur. – Heimildin er ógvuliga ivasom, sigur fíggjarnevndarformaðurin Tunnilstelving í tv 18. apríl boðar Innlendismálaráðið frá, at farið verður í realitets­ sam­ráðingar við ein áhugaðan íleggjara, sum vil standa fyri at gera, fíggja og reka Eysturoyartunnilin. Sambært Innlendismálaráðnum skal sáttmálin skrivast undir á Jóansøku. Almenningurin fær einki at vita um, hvør hesin er. 18. juni verður landsstýrið kunnað um innihaldið í avtaluni, sum enn ikki er liðug. 21. juni er landsstýrismaðurin í samráð í Fíggjarnevndini og Rættarnevndini um tunnils­málið, í kjalarvørrinum á vaksandi iva­ spurningunum millum løgtings­ limir og í almenninginum. 24. juni sendir Bárður Nielsen út tíðindaskriv, har hann biður landsstýrismannin í inn­lendis­ málum og um at útseta undir­ skrivingina av avtaluni. - Tað, ið eg sum formaður í Løg­tingsins fíggjarnevnd havi fingið inn­lit í um verandi fígging av Skála­ fjarðartunlinum, hevur tíverri ikki sannført meg um, at fíggingin er fullgóð, skrivar Bárður Nielsen 27. juni skuldi vera dagurin, tá sáttmálin millum IMR og CIP varð undirskrivaður og lagdur fram á tíðindafundi í Løkshøll í Runavík. Løgmaður ger av, at málið skal aftur í løgtingið fyri at kjølfesta ætlanina politiskt. Innlendismálaráðið fer nú undir at smíða eitt lógaruppskot, sum er í samsvari við innihaldið í loyniliga sáttmálanum við CIP. Sosialurin avdúkar, hví privata tunnilsloysnin verður dýrari fyri brúkaran. Loyniligi sáttmálin leggur upp fyri fleiri váðum, eitt nú hóttandi fólkafráflytingin úr føroyska samfelagnum. Eisini er greitt, at Føroya Lívs­trygging liggur framvið at sleppa upp í part – Vit tosa um at seta 1,2 milliard krónur í eina verkætlan í einum lítlum, fjarskotnum samfelag, ið er hótt av fráflyting. Hartil kemur ein røð av óvissum. So nei, tað er ikki lætt at fáa útlendingar at seta pengar í projektið, sigur Kurt Bardeleben, advokatur og ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum í samband við Skálafjarðartunnilin. 4. juli lata tær tríggjar fakdeild­ irnar í Innlendismálaráðnum sínar viðmerkingar til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard. Almenn­ ing­urin fær einki at vita um hesa frágreiðing Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur undan kavi. Ásetingin, sum heimilar lands­stýris­manninum at taka byggi­myndugleikan frá kommununum, festir í fjúsið hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn og formanni í Kommunusamskipan Føroya, sum kategoriskt noktar at góðtaka lógaruppskotið. BankNordik vísir á, at eitt alment tunnilsfelag lættliga klárar at fíggja ein Eysturoyartunnil 1. august koma fýra lógaruppskot um Eysturoyartunnilin í løgtingið. Umframt uppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur andstøðan við trimum tunnilsuppskotum, ið øll taka støði í einari almennari loysn. Parlamentariska grundarlagið undir lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard er við at syndrast, eftir at fleiri samgongutinglimir taka frástøðu frá tí. Tungasta sjútsið eiga Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, sum almannakunngera eitt alternativt tunnilsuppskot, ið gongur beint ímóti uppskotinum hjá Kára P. Højgaard Landsstýrismálanevndin fer at kanna fleiri viðurskifti, har Kári P. Højgaard skal hava fjalt upplýsingar fyri løgtinginum 9. august avdúkar Sosialurin, at sum fakráð hevur Innlendis­ málaráðið eina røð av kritiskum viðmerkingum til lógaruppskotið Tunnilsmálið