Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi vær vikur afturat í stuttum verða løgd saman í eitt nýtt felag, P/F Tunnilsfelag Før­ oya. Hetta felag, saman við nýggjum kapitali úr lands­ kassanum, skal gera bæði Eystur­oyartunnil og Sand­ oyar­tunnil. Eisini skal lands­ kassin seta 50 milliónir krón­ ur í felagið, næstu 10 árini. Fyrstu pengarnir skulu játt­ ast á fíggjarlógini fyri 2014. Alt opið Bárður Nielsen hevur fleiri ferðir eftirlýst, at sam­gong­ an viðger uppskotið hjá Bjarna Djurholm og sær sjálv­um. Men higartil til fá­ nýtis. Heldur ikki á sam­g­ ongufundinum mána­dagin kom uppskotið frá sam­ gongu­limunum á borðið. – Nei, okkara uppskot varð ikki viðgjørt sum so. Men eg vil siga tað soleiðis, at á fundinum vóru nógvir møguleikar uppi og vendu, sigur Bárður Nielsen. Løgtingsmaðurin hjá Sam­ bandsflokkinum, sum eisini er formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, hevur havt sín stóra leiklut í tunn­ils­ málinum. Mánadagin 24. juni, tríggjar dagar áðrenn landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum skuldi skriva undir sáttmálan við CIP, sendi Bárður Nielsen út eitt hvast tíðindaskriv, har hann undir yvirskriftini ”Avtala um Skálafjarðartunnil má viðgerast av nýggjum” fanst at privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard. Avtalan millum Innlendismálaráðið og CIP var snøgt sagt ov vánalig fyri samfelagið og brúkaran, skrivaði Bárður Nielsen. Orðini hjá fíggjar­nevndar­ formanninum høvdu sína stóru ávirkan á, at løgmaður høgdi bremsurnar í, soleiðis at landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum ikki slapp at skriva undir sáttmálan við CIP í Løkshøll í Runavík hós­ dagin 27. juni. Í staðin skuldi málið aftur í løgtingið, soleiðis at eingin ivi kundi vera um heimildina hjá landsstýrismanninum í innlendismálum at skriva undir, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Úrslitið var sum kunnugt, at trý alternativ lógaruppskot um sama tunnil vórðu løgd fram, meðan tað fjórða er á veg inn í tingsalin. Í spurnarumfari hjá Sosial­in­um fríggjadagin søgdu bara seks løgtingslimir seg taka undir við lógar­ upp­skotinum hjá Kára P. Høj­gaard. 14 løgtingslimir søgdu seg ikki taka undir við lógaruppskotinum, meðan 13 framvegis ikki høvdu tik­ ið støðu. Spurnarumfarið gav eina greiða mynd av, at løgtingið er alt annað enn samt um, hvørt henda størsta íløga í føroyska sam­ferðslu­ kervi skal gerast eftir tí leisti, sum lands­stýrið hevur sett út í kortið. Spurningurin um privat kontra alment sker seg djúpt niður ígjøgnum løgtingið. Og tá aðrir tunnlar verða drignir inn í kjakið um Eysturoyartunnilin, so dettur sundur í at kalla øllum flokkum. Heldur ikki eftir sam­ gongufundin mánadagin er nakað felags stev at hóma. – Nei, eg haldi at støðan er sera ógreið eftir fundin. Nú hava formenninir í sam­gonguflokkunum og landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum 14 dagar at finna eina loysn. Men eg kann bara fegnast um, at sam­gongan ikki longur heldur fast um loysnina við CIP. Tí tað merkir, at fólk eru farin at hugsa aðrar tankar og viðgera aðrar loysnir. Og tað er positivt, sigur Bárður Nielsen. Milliónin Politiska handfaringin av tunnilsmálinum hevur við sær, at hósdagin verður ein millión krónur flutt úr lands­kassanum á konto hjá Copen­hagen Infrastructure Partners. Milliónin hevur sín upp­ runa í eini ískoytisavtalu, sum varð gjørd, tá tað stóð greitt, at tunnilssáttmálin ikki fór at verða undirskrivaður 27. juni. Í hesi ískoytisavtalu stendur á donskum, at ”såfremt den som bilag-1 vedhæftede kon­ cessionsaftale ikke er til­ trådt af landsstyret senest inden lørdag 31. august 2013, betaler landsstyret en kom­pensation til CIP på én milli­on. Kompensationen for­falder senest den 5. sep­ temb­er 2013.” Sambært eini frágreiðing, sum Innlendismálaráðið læt Løgmansskrivstovuni miku­ dagin í síðstu viku, var løg­ maður sjálvur við til at gera hesa ískoytisavtalu við CIP. Í tí frágreiðingini skrivar aðalstjórin í Inn­lendis­ mála­ráðnum, Rúni Joen­sen, soleiðis um ta einu milliónina: ”Á fundi millum løg­mann/ landsstýrismannin í inn­ lendismálum og CIP 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri at CIP ikki skuldi taka seg burturúr samráðingunum beinanvegin, skuldi CIP hava 1,0 mió. kr., eitt sokallað “ break fee”, um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagi 31. august 2013. Formaðurin í fíggjar­ nevnd­ini hjá løgtinginum hevur í fleiri umførum sett stórt spurnartekin við heim­ ildina at brúka eina millión til hetta slag av endurgjaldi fyri at flyta ein dato. Í fíggjarlógini fyri 2013 eru játtaðar seks milliónir krónur til at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eystur­ oyartunnilin. Sambært Inn­ lendismálaráðnum verður tann eina milliónin í ”break fee” til CIP tikin av hesi játtan. – Eftir mínum tykki er heimildin ógvuliga ivasom. Tær seks milliónirnar eru játtaðar til fyrireiking og út­ bjóðing, ikki til nakað en­dur­ gjald, sigur Bárður Nielsen avgjørdur. Sambært løgmanni hev­ ur landsstýrismaðurin í inn­lendismálum heimild at brúka pengar til endur­ gjald fyri at ein dato verð­ ur fluttur. Tað gongur fram av svari til grein-52 fyri­ spurning frá Høgna Hoy­dal. Løgmaður vísir á, at sam­bært upprunalógini um Eystur­ oyar­tunnilin frá mai 2010 hevur lands­stýris­maðurin heimild ”at halda fíggjarligar útreiðslur av fyrireiking og gerð av sáttmálanum.” Eisini vísir løgmaður í svarinum til tær seks milliónir krón­ urnar, sum eru játtaðar á fíggjarlógini fyri 2013. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum viðger í løtuni, hvørt lands­stýris­mað­ urin í innlendismálum nú eisini hevur heimild at brúka eina millión krónur á henda hátt, og eisini er spurningurin um eftirlitisskylduna hjá løgmanni reistur í hesum sambandi. hjá sínum egna landsstýrismanni. Men frágreiðingin verður hildin loynilig, bæði fyri løgtinginum og almenninginum 21. august. Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at fyri brúkaran verður privata tunnilsloysnin tríggjar ferðir dýrari enn ein almenn loysn. – Hvar er samfelagsatlitið í hesum, spyr Johnny í Grótinum í samrøðu við Sosialin - Landsstýrið hevur tikið sær rættin til at samráðast um Eysturoyartunnilin vegna føroya fólk. Og satt at siga havi eg ilt við at skilja, at úrslitið ikki bleiv frægari. Tí hví er tað ein góð avtala fyri borgaran, at íløgan skal forrentast við 10 prosentum, tá landskassin sjálvur kann læna fyri tvey prosent, spyr Jørn Astrup Hansen í samrøðu við Sosialin. Bankastjórin og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum setir stórt spurnartekin við, um landsstýrið í heila tikið røkir áhugamálini hjá landsins borgarum Almenningurin fær loksins innlit í kritisku frágreiðingina hjá fakdeildunum í Innlendis­ málaráðnum um lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard. Frágreið­ingini elvir til nógv brævaskifti millum ráðið og Løgmansskrivstovuna. Bara seks tinglimir stuðla nú lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard. Tað vísir eitt spurnarumfar hjá Sosialinum millum allar 33 løgtingslimir Á Vaglinum í Havn mótmæla fólk privatu tunnilsætlanini hjá landsstýris­ manninum í innlendismálum. Sjálvur verður Kári P. Højgaard stórliga fagnaður á tunnilstiltaki í Løkshøll í Runavík, har allir eysturoyartingmenn leggja fram síni sjónarmið fyri fullum húsi.