Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Móttøka Advokatpartafelagið Faroe Law hátíðarheldur flyting í nýggj hølir og bjóðar til almenna móttøku fríggjadagin 6. september kl. 15 - 17 í Magnus Heinasonar gøtu 10. Samstundis hátíðarhalda vit, at Óli M. Hansen, advokatur, er vorðin eigari saman við Eyðfinni Jacobsen og Jens Wang, advokatum og advokatfelagnum Delacour. Vit ynskja Óla vælkomnum og blíðan byrð framyvir. Vit hava serliga lagt okkum eftir, at veita ráðgeving til føroyskt og útlendskt vinnulív og til persónar, fyritøkur og stovnar, ið fáast við millumlanda virksemi. Sum einasta føroyska advokatfyritøka kunnu vit, umframt heimligar advokat tænastur, bjóða altjóða advokat tænastur á høgum støði. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við advokatarnar hjá Delacour í Danmark, Ruslandi, Ukraina og Grønlandi. Hetta merkir, at kundar okkara kunnu kenna seg tryggar, at hava vit ikki servitanina í Tórshavn til ávísa uppgávu, kunnu vit skjótt fáa atgongd til hesa hjá einum av hinum advokatunum. Magnus Heinasonar gøta 10, Postboks 158, FO-110 Tórshavn, tel. 669900, faroelaw@faroelaw.fo, www.faroelaw.fo Sosialurin 341800 Altjóða ráðstevna Nordic Adoption Council Nordic Adoption Council hevur í ár altjóða fund í Før oyum. Fundurin er fyri limafelagsskapir í NAC, myndug leikar, fakfólk og ættleidd og ættleið ingarfamiljur. Fundurin byrjar fríggja morgun in 13. september 2013 og heldur áfram til leygardagin kl. 15. Skráin er hendan: w w w . g r e e n g a t e . f o www.grafikmaster.fo Suðurafrikansk framløga um fyri reiking av komandi ættleið ingar­ familjum og stuðul og fyrireiking av biologisku foreldrunum. Kanningar av viðurskiftunum viðvíkjandi fyrireiking av ættleið ingar­ familjum og um PAS (Post Adoption Services) í norðurlondum. Aktuellir spurningar verða svaraðir av serfrøðingum frá skrivstovuni í Haag Fólk frá ISS í Genéve greiða frá trupulleikum í sambandi við at leitað verður eftir sínum uppruna. Bretskur granskari greiður frá gongdini innan altjóða ættleiðing. Kærustýrið í Keypmannahavn greiður frá skeiðum innan fyrireiking til ættleiðing og PAS­tilboðum Nortið verður við trupulleikar innan barna­ og ungdómsøkið í Føroyum. Eitt serligt forum verður fyri ung og vaksin ættleidd frá øllum norðurlondum. Tosað verður á enskum. Luttøkugjaldið er kr. 500 umframt mat og drekka á Hotel Føroyum. Tilmelding hjá Green Gate Incoming, tel. 550 520 ella info@greengate.fo. Les meira á www.nordicadoption.org ella á www.greengate.fo Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Vilt tú arbeiða á einum stinnum liði har tað fakliga er í miðdeplinum, eitt stað har tínir starvsfelagar eisini eru tínir vinir? Søkt verður eftir KT-infrastruktur serfrøðingi, ið er klár/ur til nýggjar avbjóðingar. Starvsøkið fevnir einamest um installatión, ráðgeving og brúkarahjálp innan virtualisering, storage og infrastruktur. Sum persónur ert tú fyrikomandi, hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina. Vit vænta, at tú hevur certificeringar/góð- kenningar og/ella fleiri árs royndir innan virtualisering, storage og infrastruktur umframt vilja og hegni at læra meira innan hesa tøkni t.d. innan Microsoft System Center familjuna. Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, og har fakligu avbjóðingarnar eru á hásæti og saman við tínum nýggju starvsfelagum gongur tú eini spennandi yrkisleið á Formula í møti. Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning, og vit leggja stóran dent á eftirútbúgving, ið gevur altjóða góðkenningar innan økið. Vit bjóða eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Umsóknir við prógvum skal sendast til Eyðun Thorsvig á teldupostadressu et@formula.fo. Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til áðurnevndu teldu- postadressu ella ringja 344145. Umsóknarfreistin er: Mikudagin 25. september 2013. 1xpetur Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at virka fyri at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitarnareindir har góðskan verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 75 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 60% og einum gjaldførislutfalli á 250. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum. Søkt verður eftir KT-infrastruktur serfrøðingi