hósdagur 5. september 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Kristina háfoss
Kjak síða 16-17
Føroyar
í politisk
ari undan
taksstøðu
Henrik Weihe Joensen
Kjak síða 20-22
Trygdin
í samband
við Rose-
vitjanina
So hendi tað aftur. Ein almennur
leiðari verður sendur til hús við eini
feitari fráfaringarsamsýning.
Hesaferð snýr tað seg um depl
astjóran á eldradeplinum undir
Almannaverkinum, sum er sendur
heim við 712.000 krónum í løn fram
til 1. mai næsta ár.
Tað er ikki meira enn eitt lítið ár
síðani – tann 15. oktober í fjør – at
boðað varð frá nýggjum leiðslu
bygnaði í Almannaverkinum.
Boðað varð frá, at arbeiðið nú
skal skipast í fimm deplum: Við
skiftadepli, Menningardepli, Trivn
aðardepli, Veitingardepli og Eldra
depli.
Harafturat er stápurin skipaður
við fíggjarleiðara, starvsfólkaleið
ara, KT-leiðara og fak-leiðara.
Síðani tá er stjórin sendur til hús
– eisini við feitari fráfaringarløn. Og
nú hevur fyribilsstjórin í Almanna
verkinum gjørt av, at skipanin við
eldradepli skal niðurleggjast og
deildarstjórin sigast úr starvi.
Sambært
fráfaringaravtaluni,
sum Sosialurin hevur fingið innlit
í, eitur orsøkin bygnaðarbroytingar,
tí at virksemið hjá Eldradeplinum
er flutt inn undir Menningardepilin.
Tí er starvið sum depilsstjóri fyri
Eldradepilin verður niðurlagt.
Um tað er allur sannleikin, vita
vit ikki. Men almannastjórin segði
við Rás2 í dag, at hann við hesum
»hevur skapt frið, so at arbeiðast
kann víðari...«
Ikki tí, hetta er einki eindømi,
sum aðalstjórin í Almannaráðnum,
sum eisini er settur stjóri í Alm
annaverkinum, hevur gjørt. Hetta
er púra vanlig mannagongd, tá al
mennir stjórar og almennir leið
arar verða sagdir úr starvi. Tá fáa
teir ovurstórar og góðar fráfaring
arlønir.
At talan heldur er um eitt sjúkt
system heldur enn eina almanna
leiðslu, sum ikki hevur virðing fyri
skattakrónum, er tí eyðsæð.
Men hevði talan verið um fólkið
á gólvinum, um heimahjálpir ella
um vaskikonur í almannaráðnum,
sum skuldu sigast úr starvi, so
hevði eingin fráfaringaravtala verið
gjørd. Teir fáu dagar, tær hava í
uppsagnartíð, hevði uttaniva skula
verið brúkt fult út til arbeiði, um
tær skuldu gjørt sær tankar um at
fingið løn.
Men høgur og lágur eru ikki líka.
Og so slett ikki í okkara almennu
skipan, har politikarar sjálvir ganga
undan við at tiltuska sær sersømdir.
Hví skulu alemnnir leiðarar so ikki
eisini sleppa?
Bara fólkið ikki fær somu rætt
indi, so gongur tað nokk...
Dýrir almennir leiðarar
Keypið
føroyskt-tiltakið,
sum ein lýsingarstova hevur
tikið stig til saman við nøkr
um føroyskum framleiðslu
fyritøkum, er eitt áhugavert
tiltak, sum minnir aftur á
gomlu tíðina í sjeytiárunum,
tá vinna og myndugleikar
gingu hond í hond at stuðla
føroyskari framleiðslu.
Men tað tykir ikki, sum
um toppurin í føroyskum
vinnulívi tekur undir við hes
um tiltaki.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
er í ferð við at byggja sær nýtt
høvuðssæti á Óðinshædd í
Havn. Talan er um fín hús,
nógv fínari enn tey, sum
tey flyta úr og sum standa
til sølu fyri fimm milliónir
krónur.
Men tað løgna er, at topp
arnir í føroyskum vinnulívið
hava gjørt av at keypa donsk
vindeygu, heldur enn at
stuðla sínum egnum limum
og keypa føroyskt.
Tað hevur higartil ført við
sær, at H-Dygd í Vatnsoyrum
ikki longur er partur av Vinn
uhúsinum.
So meðan kassadaman
vil hava okkum at keypa
føroyskt
Stuðla danskari framleiðslu
Annaðhvørt er løgmaður erk
visin, ella er hann ikki serliga
stinnur í rokning.
Á Facebook mkudagin
hevði hann hesa statusupp
datering:
»At verða kallaður býttur,
korruptur, tápuligur, ikki
skarpasti knívur í skuffini,
líkaglaður, klovn, barnsligur,
naivur av fólkum sum ikki
kenna meg persónliga, og
ongantíð hava verði í mínum
skón er áhugavert.
Men kanska sigur tað
meir um tey sum brúka hesi
orð, enn tey sum tað rakar, eg
skal sjálvandi eisini fyrihalda
til tey 99,99% av okkara fólki
sum ikki brúkar hetta háð
andi orðaval, ynski okkum
øllum ein góðan dag.«
Rætt hevur løgmaður í,
at tað ikki er pent at tosa so
hánt um fólk. Men um 99,99
prosent av føroyingum ikki
siga slíkt um løgmann, so
eru ikki so nógv eftir. Tí 99,99
prosent av 50.000 fólkum er
49.995. Altso eru tað bara
fimm føroyingar, sum halda
so hánt um løgman.
– Og tað er jú ikki so galið
skoðsmál, harra løgmaður...
Beint áðrenn blaðið fór til
prentingar (hósdag seinn
apart), kom tíðindaskriv
frá løgmanni, har hann
ger kunnugt, at Kári P. Høj
gaard er sagdur úr stravi
sum landsstýrismaður í
innlendismálum. Tíðinda
skrivið er soljóðandi:
Løgmaður hevur í dag
gjørt av at loysa Kára P. Høj
gaard úr embætinum sum
landsstýrismaður í innlend
ismálum. Fyribils fyrisitur
løgmaður innlendismál.
– Eg virði tað stóra
arbeiðið, landsstýrismað
urin hevur gjørt til tess at
útbyggja undirstøðukervið,
soleiðis at okkara samfelag
støðugt kann betrast og
mennast. Eg má tó ásanna,
at málið hevur skapt so mik
ið nógv órógv, at eg nú meti,
at tað kann ávirka virkisføri
hjá landsstýrinum. Tí havi
eg tikið hesa avgerð, sig
ur løgmaður í stuttari frá
boðan.
Kári P. Højgaard
fekk sekkin
Politikarar og almennir
leiðarar fáa serligar sømdir
Tøl hjá løgmanni so sum so...
Kári P. Højgaard 9 minuttir eftir, at
tíðindini komu frá løgmanni...