hósdagur 5. september 2013síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gøtu hond bóltur
á Vaglinum
mánadagin
Hvat er gøtuhondbóltur?
Gøtuhondbóltur snýr seg um spæl, rørslu og um at stuttleika sær. Tað snýr
seg ikki um kap ping ella um at vinna og tapa. Meginhugsjónin er at eggja
børnum til at íðka ítrótt – uttan mun til førleikar og umstøður. Endamálið er
at fl yta hond bóltsspælið úr høllini og út í skúla garðin ella út í tún. Í gøtu-
hondbólti kunnu øll vera við, og reglurnar eru sera einfaldar.
Fyri fyrstu ferð í Føroyum
verður skipað fyri gøtu-
hondbólti. Kom við til ein
stuttligan dag, har rørsla og
spæl eru í miðdeplinum.
Øll eru vælkomin
Næmingar í 2. fl okki í Tórshavnar kommunu eru bodnir at luttaka
saman við frítíðar skúlunum. Harafturat verður eitt opið økið á
Vaglinum, har øll – børn og vaksin – kunnu sleppa at royna seg.
Fyrilestur mánakvøldið
Umframt tiltakið á Vaglinum í Havn verður fyrilestur um gøtuhondbólt
og hugsjónina handan spælið mánakvøldið 9. september kl. 19 í
Eysturskúlanum í Havn. Aftaná fyrilesturin verður møguleiki at royna
seg í gøtuhondbólti saman við Lasse Boesen og Simon Jensen.
Lasse Boesen og Simon Jensen á Vaglinum
Kendu hondbólts spælararnir Lasse Boesen og Simon Jensen úr KIF
Kolding København vera við á Vaglinum. Afturat teimum verða
Neistaleikarar eisini til staðar, og saman fara teir at leggja lag á við
bleyta, grøna bóltinum, ið er framleiddur til júst gøtuhondbólt.
Í SAMSTARVI VIÐ:
NÆR OG HVAR:
Vaglið í Havn,
mánadagin 9. september
kl. 13.30–16.00
r