Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Gera politikarar álvara av ætl­anini at brúka peng­ ar­nar úr Samhaldsfasta Eftir­lønargrunninum, til und­ir­sjóvartunlar, mugu føroy­ingar gera uppreistur. Tað heldur Ingeborg Vinth­er, sum hevur verið stýris­limur í Samhaldsfasta í nógv ár, menb sum fór frá í vár. Nú verður spurningurin kannaður, um peningur úr Samhaldsfasta Eftirlønar­ grunninum skal brúkast til at fíggja undirsjóvartunlar við, skrivar Dimmalætting týs­dagin. Men hetta er lættari sagt enn gjørt. Partvís verð­ur neyð­ugt at broyta við­tøk­ur­ nar fyri grunnin og partvís er tað ein spurningur, hvat arbeiðsgevarar og fakfeløg siga til hetta. Higartil hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki viljað hoyrt talan um, at politik­arar skulu leggja seg út í viðurskiftini hjá samhalds­fasta. Ingeborg Vinther, sum var for­kvinna í Før­oya Ar­ beið­arafelag og stýris­lim­ur í Samhaldsfasta í eitt manna­ minni, heldur, at hetta kunnu fakfeløg og arbeiðsgevarar ómøguligt góðtaka. – Samhaldsfasti er ein grunnur, partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga og skulu hava ræðið á, staðfestir hon. Ingeborg Vinther sigur, at hetta eitt sjónarmið, partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava verið púra samd í. – Tað einasta, landið hevur goldið í Samhaldsfasta er vanliga gjaldið av útgoldnum lønum, leggur hon afturat. – Higartil hevur tað verið Landsbankin, sum hevur um­siti Samhaldsfasta og tað hava vit verið serstakliga væl nøgd við, sigur Ingeborg Vinther. Men tá ið Landsbankin varð avtikin, ávaraðu vit nettupp ímóti hesum, at politikarar fóru at leggjast á fæið úr Samhaldsfasta, sum er ein heil milliard. Ingeborg Vinther sig­ur, at tað má ikki henda, at politik­ arar røra Samhalds­fasta. – Hendir tað, mugu fak­ feløg og føroyingar allir, gera uppreistur at forða fyri tí. – Fáa politikarar fyrst ræð­ið á Samhaldsfasta til undirsjóvartunlar, er tað ikki til at vita, hvat tað næsta verður og so er vandi fyri, at grundarlagið verð­ ur tikið undan honum, áðr­enn vit vita av, og so er pen­sjónin hjá føroyingum í vanda, sigur fyrrverandi fak­ felagsleiðarin. Veit einki Georg F. Hansen, sum er ný­valdur stýrislimur í Sam­ haldsfasta, sigur, at hann veit einki um ætlanina at Sam­ haldsfasti skal seta pening í undirsjóvartunlar – Hetta veit eg einki um og hatta verður neyvan til veruleika, sigur hann. Georg F. Hansen er ný­ valdur stýrislimur í Sam­ halds­fasta Eftirlønar­grunn­ inum, men hetta veit hann einki um. Tí hevur hann heldur ikki so nógvar viðmerkingar til málið. Men hann staðfestir kort­ ini, at fæið úr Samhaldsfasta skal ikki setast í vága á nakr­ an sum helst hátt, tí tað er ætlað til pensjónir og tískil væntar hann heldur ikki, at undirtøka verður fyri at seta teir í undirsjóvartunlar. Í mesta lagi 20 milliónir Hinvegin er tað eisin greitt, at samhaldsfasti Eftir­lønar­ grunnurin kann ikki seta so frægt av pengum í ein Eysturoyartunnil, at tað ger nakran mun. Anfinn V. Hansen, formað­ ur í stýrinum fyri grunnin, hevði ongar viðmerkingar havt til málið Men Sigurð Poulsen, sum hevur verið stýrisformaður í nógv ár, sigur, at Sam­halds­ fasti kann bara pening í parta­brøv, sum eru skrásett. Harafturat kann grunn­ ur­in í mesta lagi seta tvey pro­sent av ognunum í eitt og sama felag. Hetta er fyri at avmarka vandan fyri tapi. Hetta er eisini fyri, at grunnurin skal ikki eiga so mikið í nøkrum felag, at hann hevur beinleiðis ávirkan á raksturin, tí tað setir heilt onnur krøv til íleggjaran at hava beinleiðis ávirkan á eitt felag. Ognirnar hjá Sam­halds­ fasta eru áleið ein milliard og av teimum hevur grunnurin sett ímillum 100 og 200 milli­ ón­ir tilsamans í ymisk parta­ brøv Men hetta merkir so eis­ ini, at sum støðan er nú, eru 20 milliónir tað mesta, Samhaldsfasti kann seta í eina verkætlan sum undir­ sjóvar­tunnilin. Tað ger ikki serliga stóran mun í eini verkætlan upp á eina til hálvaaðru milliard. Men spurningurin er so, um politiskur meiri­luti og vilji er til at broyta við­tøk­ urnar fyri Samhalds­fasta, so at hann kann gerast ein veru­ligur íleggjari í undir­ sjóvar­tunlar. Áki Bertholdsen Í hesum døgum standa tríggir pápar ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga. Tann eini hevur fing­ið dóm. Hjá einum er rættar­ málið ikki liðugt enn og hjá tí triðja er rættarmálið. Í summum førum eru menninir ákædir fyri rætti­ liga umfatandi kyns­ligan ágang, sum hevur vart í fleiri ár, frá ið at døtur­nar vóru smá­gentur. Tann eini pápin hevur játtað seg sekan og hann er dømdur at verða í sálar­ frøðiligari viðgerð í óásetta tíð. Ein annar pápi noktar seg blankt sekan í øllum ákærum og hann skilir einki av, at slík­ ar ákærur verða settar fram. Men í rættinum royndi hann hinvegin eisini máa trúvirðið undan dóttrini, tí hansara páhald er, at hon er sálarliga óstøðug. Hon hevði tað fyri at fortelja søgur um, at hon í fleiri førum hevði ver­ið fyri kynsligum ágangi frá ymsum monnum, men hon hevði ongnatíð meldað til­burðirnar, greiddi pápin frá. Hetta málið skal takast upp aftur seinni, tí fleiri vitni skulu avhoyrast. Hjá tí triðja pápanum, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti eini stjúkdóttir, er rættarmálið útsett til tað lá fyri hjá onkrum vitnum at møta í rættinum. SIÐAMISBROT Tríggir pápar standa nú ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga Ákærdir fyri kynsligan ágang ímóti døtrunum Føroyingar mugu gera uppreistur EYSTUROYARTUNNIL Nú verða møguleikarnir kannaðir fyri at brúka pening úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum til undirsjóvartunlar. Hetta er lættari sagt enn gjørt Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og stýrislimur í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, stúrir fyri, at nú fer júst tað at henda nú, sum hon hevur ávarað ímóti So er pensjónin hjá føroyingum í vanda