hósdagur 5. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Hetta snýr seg ikki bara
um ein ordra. Fyri okkum er
talan um eitt prinsippmál.
Tað sigur stjórin í HDYGD,
sum enn eina ferð sær ein
vindeygaordra fara av landi
num.
So seint sum í síðstu viku
var Jóhan á Mýruni í Sosial
inum,
har
hann
spurdi,
hví almennu Føroyar ikki
gera meira fyri at brúka ta
arbeiðsmegi og framleiðslu,
sum hóast alt er í føroyska
samfelagnum.
- Vit uppliva dømi eftir
dømi um, at almennar byggi
verkætlanir brúka útlendsk
ar
vindeygaloysnir,
segði
Jóhan á Mýruni við blaðið í
síðstu viku.
Nú er ein dropi komin
afturat í bikarið hjá unga
stjóranum, og hesin síðsti
dropin er somikið prinsipi
ellur, at nú flýtir yvir. Jóhan
á Mýruni hevur ilt við at
svølgja,
at
vindeyguni
í
nýggja
Vinnuhúsinum
á
Óðinshædd í Havn verða út
lendsk.
- Vinnuhúsið skuldi verið
ímyndin av føroyskum vinnu
lívi og føroyskari framleiðslu.
Tí er tað eftir mínum tykki
eitt sera óheppið signal at
senda, tá sjálvt Vinnuhúsið
fer út um landoddarnar eftir
vindeygaloysnum,
hóast
fleiri vindeygaframleiðarar
eru í Føroyum, sigur Jóhan
á Mýruni.
Hansara fyritøka hevur
verið inni í myndini til at
veita vindeyguni til nýggja
og stásiliga bygningin á
Óðinshædd, men uttan at
nakað spurdist burturúr.
HDYGD
er
partur
av
Vinnuhúsinum gjøgnum sín
limaskap í Føroya Handv
erksmeistarafelag. Og hóast
stjórin er fullgreiður yvir, at
tað í sær sjálvum ikki merk
ir, at fyritøkan kann setast
afturá og bíða eftir vindeyga
ordranum til nýggja høvuðs
sætið, so harmast hann
handfaringina av málinum.
- Tað staðfestir mín boð
skap um, at hugsað verður
ov lítið um tað, sum kann
skapast í Føroyum og av
føroyingum. Tá vit innflyta
vørur, sum kunna fram
leiðast minst líka væl og
gjarna betur her heima á
klettunum, so er tað eftir
mínum tykki tað sama sum
at útflyta arbeiðspláss, sigur
Jóhan á Mýruni og heldur
fram:
- Tað er jú í stórari and
søgn við tað, sum vit hoyra
politikarar tosa um, at skapa
arbeiðspláss og fólkavøkstur.
Tað tykist sum halda teir, at
hetta hendur burtur úr ong
um.
Fyri stjóran í HDYGD
hevur nýggja Vinnuhúsið
sum
nevnt
prinsipiellan
týdning:
- Eg skal ikki taka nak
að
frá
hvørki
arkitekti
ella
handverkarunum,
tí
teir handla væl bara út
frá givnum leiðreglum og
mannagongdum.
Men
eg
haldi tað vera ein trupulleiki,
tá sjálvt Vinnuhúsið ikki
gongur á odda og tekur atlit
til at nýta føroyska fram
leiðslu, ella setur nøkur
krøv yvirhøvur um, hvat tey
ynskja og vilja.
Ein pástandur, sum ráð
gevin í samband við bygg
ingina gevur honum rætt í.
- Jú, tað er rætt. Tað var
ikki eitt atlit hjá okkum at
taka, at húsið skal byggjast
við tí, sum verður framleitt í
Føroyum, sigur Svend Sivert
sen, arkitektur hjá Fuglark.
Atlitini, ið Fuglark hevur
arbeitt út frá í samband
við henda bygningin, eru
innrætningur
og
funk
tionalitetur, orkukrøv og so
ein fíggjarkarm á umleið 16
milliónir krónur, íroknað
meirvirðisgjald.
Loysnin
Nýggi bygningurin á Óðins
hædd
hevur
sera
stóra
vindeygaflatu, og sambært
ráðgevanum er tað serliga
har, at HDYGD dettur niður
ímillum.
- HDYGD hevur avgjørt sín
fakkunnleika í lagi, og hartil
er fyritøkan í Føroyum. Men
tey hava ikki eitt produkt
til júst hetta endamálið, ið
vit vilja hava til bygningin
á Óðinshædd, sigur Svend
Sivertsen.
Arkitekturin vísir á, at
hartil knípur hjá HDYGD at
útvega neyðugu dokumenta
tiónina.
- Uttan hesa dokumenta
tión kunnu vit ikki neyvt
áseta orkutørvin hjá bygn
inginum. Og tað gevur okkum
trupulleikar. Og hinvegin
kunnu vit ikki tekna húsini
umaftur fyri at kunna brúka
vindeygu frá HDYGD, sigur
Svend Sivertsen.
Jóhan á Mýruni er, ikki
óvæntað, av eini aðrari fatan.
- Orkutapi kann neyvt
síggjast í okkara skjølum,
so tað er nú ikki rætt, at tað
ikki ber til at síggja tað. Men
hinvegin er tað er rætt, at
fyri okkum er í hesum føri
talan um ein kompleksan
ordra. Men vit blivu bidnir
um at koma við einari loysn,
tí ivamál stungu seg upp um
verandi loysn. Kortini valdu
tey at halda áfram við ver
andi, útlendsku loysnini. Vit
hava bjóðað okkum at finna
alternativar loysnir, eisini
í samstarvi við aðrar fram
leiðarar í Føroyum. Eftir
mínum tykki hevði tað sømt
seg betri fyri Vinnuhúsið at
lagt seg eftir, havandi í huga
teirra leiklut, leggur Jóhan á
Mýruni afturat.
Sambært
stjóranum
í
HDYGD er talan um ein ord
ra millum hálva millión og
800.000 krónur, alt eftir hvør
vindeygaloysn verður vald.
Signalvirðið
Tað er í síðsta enda Vinnu
húsið sjálvt, sum hevur sett
út í kortið, hvat hús felagið
vil hava og hvussu byggjast
skal.
Tí ásannar Marita Ras
mussen, stjóri í Vinnuhúsi
num, at signalvirðið kann
vera eitt sindur óheppið.
- Jú, tað er rætt, at vit settu
einki krav um, at til dømis
vindeyguni
skuldu
vera
føroysk. Sæð í bakspeglinum
er tað eitt sindur harmiligt,
Vinnan keypir
- Tað gevur onga meining at vera limur í einum
Vinnhúsi, sum ikki stuðlar føroyskum vinnulívi.
Tað sigur stjórin í HDYGD, nú tað er greitt, at
vindeyguni í nýggja Vinnuhúsinum á Óðinshædd
í Havn vera útlendsk. Stjórin í Vinnuhúsinum
ásannar, at signalvirðið kann vera óheppið