hósdagur 5. september 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tí tað kundu vit gjørt. Men
stutta svarið er, at tað var
ikki inni í myndini, tá vit
løgdu byggingina til rættis,
ásannar Marita Rasmussen.
Stjórin í Vinnuhúsinum
vísir í sama viðfangi á, at
arbeiðið var bara bjóðað út
millum limirnar í Vinnu
húsinum, sum av givnum
orsøkum allar eru føroyskar
fyritøkur.
- Vit bjóðaðu arbeiðið út í
fýra høvuðs arbeiðstøkur, har
av tann størsta er innilokan
av bygninginum. Føroyskar
fyritøkur fingu allar arbeiðs
tøkurnar, men vit hava ikki
tryggjað okkum, at tær nú
eisini
brúktu
føroyskar
undirveitarar,
staðfestir
Marita Rasmussen.
Sambært
stjóranum
í
Vinnuhúsinum hevur hon í
fleiri umførum verið í sam
band við HDYGD fyri at finna
útav, hvussu landið liggur.
- Eg vil ikki hava, at før
oyskar fyritøkur verða fyri
vanbýti. Men samstundis
eftirlýsi eg, at HDYGD verður
meira ítøkilig í sínum kritikki,
sigur Marita Rasmussen.
Hon ásannar tó sum longu
nevnt, at føroyska atlitið
bara rakk til høvuðsarbeiðs
tøkurnar, og at signalvirði í
eini útlendskari vindeyga
loysn kann vera óheppið.
- Vit høvdu snøgt sagt
ikki
ta
diskusjónina,
tá
arbeiðið skuldi leggjast til
rættis. Vit høvdu nøkur
krøv um funktionalitet og
at talan skal vera um ein
sonevndan ”grønan” bygning.
Og harumframt vildu vit
sjálvandi hava bygningin
so bíligan sum tilber, sigur
Marita Rasmussen.
Fyri stjóran í HDYGD vigar
signalvirðið somikið tungt, at
hann er til reiðar at veittra
Vinnuhúsinum farvæl.
- Eg dugi ikki at síggja, at
vit skulu vera limir í einum
Vinnuhúsi, sum ikki stuðlar
føroyskum vinnulívi. Tað
gevur onga meining. Tá
sjálvt arbeiðsgevarar ikki
brúka føroyska framleiðslu
og arbeiðsmegi, so er tað í
mínari verð ein trupulleiki,
sigur Jóhan á Mýruni.
Stjórin hevur tí tikið
avleiðingarnar.
- Jú, vit hava meldað
okkum
úr
Handverks
meistarafelagnum og harvið
Vinnuhúsinum, so fáa vit at
síggja, um tað broytur nakað,
sigur Jóhan á Mýruni.
Marita Rasmussen sigur
soleiðis um avgerðina:
- Tað er sjálvandi harmiligt,
men tað er so hansara væl.
Tað kann hugsast, at HDYGD
ikki klárar at levera tað, sum
okkara ráðgevi biður um.
Men eg vil ikki hava, at før
oyskar fyritøkur verða fyri
vanbýti, endurtekur Marita
Rasmussen.
Nýggja Vinnuhúsið skal
vera liðugt í juni mánað
næsta ár. Talan er um ein
skrivstovubygning,
ið
er
umleið 700 fermetrar til
støddar.
útlendskt
Vindeyguni í nýggja Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn verða útlendsk, og tað fær øði í stjóran í HDYGD. - Signalvirðið er sera óheppið, heldur Jóhan á Mýruni.