hósdagur 5. september 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup Sverri Joensen
Ein vakran dag á heysti í 1958
stóð ein lýsing í bløðunum,
har eitt ið nevndist Fiski
rannsóknarstovan søkti eftir
einum “biologassistenti”.
Eg út í Tinganes, upp
trappurnar í ytstu húsunum,
og har sótð Fiski..... á einum
skelti; men út kom Gunnar
Gunnarson: “Nei góði, hetta
er Fiskivinnustovan, Fiski
rannsóknarstovan er niðri
í kjallaranum”. Niður aftur
trappurnar, inn gjøgnum
dyrnar undir trappuni, og
bankaði á hurðina til høgru:
Út kom Karstin Hoydal við
knívi í aðrari hond og einum
klippfiski
í
hinari:
“Nei
hetta er Fiskiídnaðarstovan,
handan hurðin har er inn
til Fiskirannsóknarstovuna,
-men eg haldi at Jákup Sverri
er niðri á “Kúrberg”.
Niðri á keiini hjá “Rubek” í
Vágsbotni lá Kúrberg, og ein
ungdómligur maður stóð og
hugdi niður í lastina, sum var
full av nebbasild. Teir høvdu
verið
og
royndar-trolað
undir Saksunnarbjørgunum,
og her byrjaði so 30 ára langa
arbeiðið hjá mær saman við
Jákup Sverra, sum vardi heilt
til hann fór frá fyri aldur í
1988..
Fiskirannsóknarstovan
var tá deild undir “Dan
marks Fiskeri- og Havunder
søgelser”.
Jákup Sverri hevði í fleiri
ár gjørt kanningar í Føroyum
á summri og arbeitt niðri á
“Charlottenlund Slot” vetrar-
hálvuna. Várið 1959 flutti
Jákup so heim til Føroya við
húski.
Fjølbroytt arbeiði
Spennandi er at “bróta upp
úr nýggjum” og mangt og
hvat fingust vit við hesi
fyrstu árini:
Lógu úti á Høgnaboga og
merktu fisk við “ENNI” og
Tummas Jacobsen úr Gøtu
sum skipara, merktu hópin av
seiði, mest á Hælinum í Hesti
við
systkynnabarninum
“Gimma”, og trolaðu eftir
upsa á Fugloyarbanka við
“Tindhólmi” og Esmar Fugløe
sum skipara. – Nógvur stórur
upsi kom á dekkið.
Føroyingar
royndu
tá
nógv í Vesturgrønlandi, og
tvey ár á rað 1962 of 63 sendi
Jákup meg og Niels Nolsoe
við Kaj Johannesen og Skála
bergi at kanna trolveiðuna í
Grønlandi.
Sum frá leið vórðu fleiri
hjálparfólk sett á Fiskirann
sóknarstovuni.
Tá premia á sinni varð
latin fyri at veiða kóp,
komu allir undirkjaftarnir
til okkara at halda skil á. Tá
grind var, fóru vit út at máta
upp og taka royndir av hval
unum (m.a. fyri at kanna
fyri kyksylvur, DDT og PCB),
og tá Føroya Sílaveiðifelag
hevði bygt sær Sílastovuna
í Sandágerði, vóru vit við at
taka fyrsta laksaparið við
elektrofisking í Fjarðará í
1963, at nýta til at nøra um
laksastovnin í áunum.
Aling
At ala síl í “dambrúkum” var
tá ein týðandi vinna í Dan
mark.
Fleiri spurdu Fiskirann
sóknarstovuna um hetta, og
í 1964 skrivaði Jákup Sverri
til Danmarks Fiskeri og
Havundersøgelser, og spurdi
um tað bar til at fáa ein mann
niður á síla- royndarstøðina í
Brøns, at kunna seg við hesa
vinnu. Eisini skrivaði hann
til Gunnar Rollefsen, stjóra
á Havforskningsinstituttet í
Bergen, nú norðmenn vóru
farnir at ala síl í sjógvi.
“Frágreiðing um ferð til
“dambrúk” í Danmark og
Noregi, og møguleikar fyri
hesi vinnu í Føroyum”, kom
í 1965.
Tvey ár frammanundan
hevði Júst í Túni saman við
Ivan Johannesen verið inni
í Sykkylven og sæð eina av
teimum fyrstu sílaalistøð
unum á sjónum í Noregi.
Fiskirannsóknarstovan
leigaði Sildrekan í 1966 at leita
eftir sild, og meðan vit í mars
mánaða á Sandoyarbanka
veiddu av seinastu torvunum
av norðhavssild á okkara
leiðum í tí umfarinum, varð
so dúliga prátað um sílaaling
á brúnnið, at fyrstu sílar
ognini longu 11 mai sama ár
komu frá royndarstøðini í
Brøns.
Laksur undir Føroyum
Sum eg byrjaði á Fiskirann
sóknarstovuni 1. desember
í 1958, hevði Jákup Sverri í
apríl sama ár skrivað upp,
at ein laksur sum vigaði
heili 26 pund var fingin á
snellu á Norðhavinum. Vit
fingu síðan fleiri ár at vita
um laksar veiddar á snellu
norðanfyri.
Jákup tók starvsfólkið við
upp á ráð, og tá Osmundur
Justinussen, sum kendi til
veiðu við laksalínu í Eystra
salti, kom at arbeiða á Fiski
rannsóknarstovuni,
varð
dúgliga prátað um at fara at
royna undir Føroyum.
Osmundur skaffaði út
gerðina, og fyrsta setan var á
Nólsoyarbanka 1. des 1967.
Hóast vit bert fingu ein
lítlan laks hesa fyrstu setuna
( 39cm, 895 gram, aldur 2+ og
bert við einum nýgloyptum
tumma longum sildamurti
í maganum) so var hetta
byrjanin til laksaveiðu í fleiri
ár norðanfyri, har eitt nú 9
bátar í 1976-77 veiddu 40 tons
av laksi.
Í 1968, fóru vit undir at
merkja laks á opnum havi
við J.C. Svabo, og fingu væl at
vita um hvussu hesin fiskur
ferðast.
Fuglakanningar
Bræv kom frá Erik Mortensen
til Jákup Sverra, har han
gramdi seg um at rættuligt
hóttafall var komið á fuglin.
Eg hevði tá í mong ár merkt
fugl fyri Zoologisk Museum
í Keypmannahavn, og Jákup
gav mær leysar teymar at
fara undir at kanna um tað
bar til at ringmerkja mun-
andi tal av lomviga.
Fyrstu 1.000 krónurnar
til hetta arbeiði komu frá
“Grunnurin til vísindaligar
fiskivinnukanningar”,
við
mælt av Sámal Petersen.
Byrjað varð á Viðareiði,
har vit í 1968 drógu átta
mannafarið hjá Albert Matr
as av helluni, og fingu merkt
500 lomvigar. – At merkja fugl
saman við royndum snaru
monnum úr Viðoy, Skúvoy og
seinni Tvøroyri, gav, saman
við samrøðum m.a. við Johan
og Kjartan Hentze í Skúvoy,
Albert Matras á Viðareiði og
Janus bónda á Dímun, eitt
klárt innlit í fuglalívið, sum
ikki hevði borið til at lisið
sær til. Ìalt vórðu merktar
eini 5.000 lomvigar.
The National Trust for
Scotland cruise ship “M.V.
Regina Maris” kom á Havn
ini í mai 1970 - í samband
við 30 ára minnis-vitjan av:
“Royal Marines” sum komu
her 13.apríl -1940 og “Lovat
Scouts” sum komu seint í
mai. Við í ferðini var kendi
fuglafrøðingurin og føroya
vinurin Kenneth Williamson,
sum m.a. skrivaði “The At
lantic Islands”. Framman
undan hevði eg haft væl av
brævasambandi við Kenn
eth Williamson, m.a. um
møguleikar at fáa royndar
fuglamenn úr Bretlandi at
hjálpa til at telja sjófugl í
Føroyum.
Á fundi 27. mai 1970 á
skrivstovuni hjá Jákupi, tók
hesin royndi fuglamaður fult
undir við Jákupi Sverra og
mær í, at tað var skilagott at
Fiskirannsóknarstovan helt
fram við at kanna sjófuglin
undir Føroyum, tí sjófuglurin
er eitt sera gott “barometur”
og ein týðandi táttur í allari
vistfrøðini á landgrunninum.
Hesar kanningar verða enn,
í góðum hondum, gjørdar
av Havstovuni, sum tað nú
eitur.
P/F Fiskaaling
Tá Alistøðirnar hjá Júst í
Túni ikki megnaðu meira
fíggjarliga, avráddu Atli Dam,
ið tá var løgmaður, og Jákup
Sverri at haldast skuldi
fram við royndunum at ala
síl. Landið setti tá 50% av
partapeningi í P/F Fiskaling,
har Júst var stjóri og Jákup
Sverri formaður í nevndini.
Í 1973 gavst Júst, og landið
átti nú allan partapeningin í
felagnum.
Í nevndina komu tá: Jákup
Sverri
formaður,
Esbern
Zachariassen umboðandi Før
oya Landsstýri og Edmund
Joensen virkisleiðari á Fiska
aling. Eg var valdur til stjóra,
og í 1976 kom Jørgen Hansen
í nevndina fyri Esbern.
Jákup Sverri var ikki ein
stjóri sum deildi ella bresti við
hurðum. Stillført og siðiliga,
vísti hann starvsfólkunum
viðurkenning og tók okkum
upp á ráð, og soleiðis varð
bygdur ein “sosialur kapi
talur” á stovninum, sum gav
gott álit og “kemi” millum
leiðslu og starvsfólk.
Samarbeiðið hjá mær, sum
stjóri á P/F Fiskaaling, við
nevndina var, bæði í stríða
mótrákinum øll 70 árini, og í
viðrákinum í 80 árunum eitt
skúladømi um gott “team
work”, har hvør fekk givið
sítt íkast, hvør við sínum
sera ymisku fortreytum og
førleikum.
Fleiri vóru tey, ið hildu
at Jákup Sverri brúkti alt
og nógv av síni tíð, og av av
markaðu arbeiðsorkuni hjá
Fiskirannsóknarastovuni
til hesar fyrstu royndir at
ala fisk í Føroyum. Neyvan
hevði tað verið hugsanin,
um tað tá bar til at kaga í
“krystalkúluna” fram til 2013,
nú Jákup legði árar inn.
Vit minnast Jákup Sverra við
takksemi og virðing.
Andrias Reinert