Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Koyr Samhaldsfasta har ið piparið grør Hesi mergjaðu orðini átti fyrrverandi formaður Sam­ bandsflokkin Edmund Joen­sen, aftaná at Janaðar­ flokkurin hevði lagt uppskoti fyri Løgtingi um at seta á stovn Samhaldsfasta fyri gott og væl 20 árum síðan. Síðani tá er nógv vatn runnið, eins og nógvir av okk­ara pensionistun hava fingið eitt ískoyti aftur at síni fólkapensión. Ikki tí, ískoyti úr Samhaldsfasta átti at veri væl hægri enn tað er í dag, tí skyldurnar og føstu útreiðslur pensionistana røkka als ikki til teirra tørv nú vit skriva 2013. Men sambært Dimmu í kvøld so er ríkiligt ar taka av nú eginogn í Samhaldfasta fyri 2012 var 998 milliónir krónur. So helst er hon ídag væl omanfyri milliardina. Sum øllum kunnugt, so stendur á gomlun nøglum hjá okkara Løgmanni, í roynd­ini at bjarga sínum polit­iska lívið. Onkur vil verða við, at hann er vorðin til eitt jo jo, ella ein politiskan sprellimann, og tað er ikki tann rivan í samgonguni, ið hann ikki kann tetta, bert hann kann bjarga sær polit­ iskt. Ein royndin var, at hann persónliga uttan heimild skuldi ræna 150 milliónir krón­ur úr fæi Landsbankans. Hetta fyri at tryggja sær av­ger­andi atkvøðurnar til privatu tunnilsætlanina, tí hansara samgonga var komin í minniluta. Hetta var av ongun, helst tí at Fíggjar­ málaráðharrin hevur sligið hann á fingrarnar. Í øllum politiska rokinum sum hevur verið, hevur sami Fíggjarmálaráðharri verið kúrrur sum kettan, sam­ stundis sum hann aftan fyri politisku leik­t­jøld­ini hevur arbeitt við eini heilt aðrar ætlan, nevn­liga Sam­ haldsfasta Eftirlønar­grunn­ unum, eins og at bjarga Løg­ manni politiskt. Nú er ikki nokk við at skatta framtíðar pensiónir til skattalætta. Neiiii nú er Gud hjálpi mær ætlanir sambært Dimmu, at pantseta eginognina í tí grunni sum í 1991 varð stovnsettur til at geva komandi pensionistum ein fíggjarligan fløva aft­ur at fólkapensióni, ið líka­sum í dag nærum er á hung­urs­ markinum. So kann ein spyrja seg sjálvan um okkara stjórna­ leiðari og hans fylgisneytar eru spinnandi ørir. Ella eru vit veruliga við at fáa Mugabe líknandi støður her á landið. Vit hava ein stjórnarleiðara sum er vassaður so langt út, at samstundis sum hann hev­ ur tikið ræði av egna Lands­ stýrismanni sínum, so ætlaði hann sambært fjøl­miðlunum í morgun ikki at hetta stig kom at hava avleiðingar fyri Kára P. Højgård. Men seinri ídag segði hann seg bíða eftir meira skjølum, fyri at taka støðu um hvørt tunnilsmálið fekk avleiðingar fyri Landsstyrimannin inn­ lendis­málum. Henda støða Løgmanns er fullkomuliga absurd. Fyrst tekur hann ræði av sínum egna Lands­ stýrismanni, væl vitandi um, at hann situr sum Løgmaður við einum minniluta í Løgtinginum aftan fyri seg. Haraftur at eru tað ikki nú 150 milliónir krónur ið hann hevur brúk fyri, at bjarga sær politiskt. Nei, nú skal hann Gud hjálpi mær í hesum føri hava eginogn Samhaldsfasta, og pantseta hesa eginogn, soleiðis at hann aftur hevur ein meiriluta í samgonguni, sum kann bjarga hansara politiska lívið. Er tað veruliga eingin í samgonguni sum kann ímynda sær, at henda ab­ surda politiska komedia ikki kann halda áfram. Fær tað sum er hent ikki fylgjir fyri Landsstyrismannin í inn­ lendismálum, so eigur Løg­ maður at leggja kongin. Um ikki, ja so hava vit veruliga anarki í landsins leiðslu, íð kemur at gjøgnusúrga okkara samfelag, langt fram í tíðina. Og hví skal tað ikki tá ið vit eru vitni til ein sovorðnan politiskan glantrileik, sum ikki fyrr er sæddur í Føroya politisku søgu. Námsfrøðingar eru eisini serfrøðingar Maud Wang Hansen forkvinna í Føroya Pedagogfelag Tað av sera stórum týdn­ingi, at politikarar, bæði lands- og kommunal­politik­ar­ar lurta og skilja ta ráð­geving, tey fáa frá okkara ser­frøðingum, námsfrøð­ing­unum. Vit hoyra í dag eina breiða umrøðu av, hvat fólkaræði er. Hetta sprettur úr einari ávísari ónøgd við, at fleiri í okkara samfelag uppliva ikki, at fólkaræðið virkar. Hvat vil tað siga, og hvat meina tey við? Vit hoyra akademikarar siga, at politikarar ikki lurta eftir vitan og ráðgeving frá serfrøðingum. Vit hoyra onkran siga, at politikarar ikki skulu lurta eftir ser­ frøð­ini. Onnur siga, at tað er nóg mikið, um politikkarin lurtar eftir serfrøðini, men at politikkarin ikki neyð­turvi­ liga skal gera sum serfrøðin sigur. Mín greiða fatan er, at tað setur fakligheitina og polit­ iska trúvirðið í beinleiðs vanda, um ikki verður lurtað eftir fakligu ráðgevingini. Eitt er politiska skipanin og teirra egna embætisverk. Eitt annað eru øll tey starvs­ fólk, sum við sínari fak­lig­ heit dagliga virka sum ser­ frøðingar á sínum arbeiðsøki. Tað veri seg bæði á landsins stovnum og á kommunalum stovnum. Sum størta fakfelag á almenna økinum í Før­oy­ um, varða vit av arbeiðs­ viður­skiftunum hjá umleið 2000 starvsfólkum. Av teim­ um eru allar flest kvinn­ur í burðarførum aldri. Hes­ in samfelagsbólkur er við­ kvæmur, og vit síggja í alt ov stóran mun, at hesin samfelagsbólkur stingur í sekkin og flytir av landinum. Av ymiskum orsøkum og eisini av orsøkum, sum vit sum fakfelag ikki vita nakað um. Tó, tær orsøkir, vit kenna og vita nakað um, hava vit eisini skyldu at seta orð á og rópa varskó um. Niðanfyri eru nevnd fleiri viðurskifti sum kunnu broytast, og sum vit sum fakbólkur kunnu vera við til at betra um, og tí er tað okkara skylda at gera vart við okkum. Um politiska skipanin, sum í okkara føri er arbeiðsgevarin hjá limunum, ikki lurtar eftir ráðgeving og áheitanum frá fakfólkunum, námsfrøðiligu leiðarunum, so gongur tað galið. Dømi um hví limir okkara flyta úr Føroyum eru millum annað: • At tað er alt .ov trupult at fáa eitt fulltíðarstarv innan okkara sátt­mála­ øki. • At lønin er so lág, at tað er nærum ógjørligt at kunna forsyrgja sær sjálvum við bert einari løn, og at tað ber als ikki til við einari niðursettari løn. • Ótrygg setanarviðurskifti, tá barnatalið á dag­stovn­ um minkar. • At arbeiðsumstøðurnar nógva staðni eru so vána­ ligar, at tað letur seg ikki gera at arbeiða fulla tíð. Orsøkirnar til, at arbeiðs­ umstøðurnar eru vánaligar, eru millum annað: - Ov nógvur larmur frá børnum. Onign avloysari, um føst starvsfólk eru sjúk ella í feriu. - Lítil og onign før­ leikamenning. - Ongin tíð til at eftirmeta tað pedagogiska arbeiðið. - Torført at halda pausur. - Ov fá starvfólk og tískil trupult at røkka enda­mál­ in­um í dagstovna­lógini um­ framt at røkka teim krøv­ um, sum arbeiðsgevarin og politiski myndugleikin sting­ ur út í korti. - At 40 tímar eru ov nógvir tímar at arbeiða um vikuna. - At okkum tørvar fasta áseting av normering, og hava vit bert vegleiðandi tøl­ ini frá Almanna- og heilsu­ málastýrinum, sum alsamt ikki verða fylgd, hóast tey eru bygd á eitt minstamark fyri, hvat er forsvarligt. Spyrja vit so nærri um, hví larmur er ein trupulleiki, so hongur tað millum annað saman við, at hølini ikki eru vælegnað til nógv børn, at barnatalið er ov høgt til tann stavsfólkahóp, sum er, og serliga tá starvsfólk mangla, og eingin avloysari verður settur í staðin. Hetta førir við sær, at tað er trupult at býta barnahópin í smærri bólkar og kanska fara út við nøkrum børnum, meðan onnur eru inni. Pausur eru av sera stórum týdningi fyri trivnaðin hjá starvsfólkum og fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna. Starvsfók kenna tað trupult at halda pausur, um tað mangla starv­ sfólk inni á stovunum, og tað er ikki gott. Fyrireikingatíðin, sum varð staðfest í sáttmálanum við seinastu samráðingar, hevur skapt stórar frustra­ sjónir hjá limum okkara, bæði hjá leiðarum og hjá starvs­fólkum. Endamálið við orðingini í grein 10 í sátt­ mál­anum fyri pedagogar er júst, sum tað stendur: “Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.” Hesi orðing kann eingin ivast í, tó er tað so, at politiski myndugleikin má bera so í bandi, at hetta kann førast út í verki. Um leiðarin á tí einstaka dagstovninum ikki fær karmar til at geva starvsfólkunum hesar sømdir, sum sáttmálin ásetur, so er tað at meta við sáttmálabrot. Hetta setur leiðaran í eina ringa støðu, og tað kunnu uppstanda konfliktir millum starvsfólk og leiðara, sum er púra órímiligt, tí leiðarin fær ikki broytt játtanina. Tað fær bara umsitingin hjá politiska valdinum, sum er arbeiðsgevarin. Júst tað sama er galdandi, tá lønirnar fara upp í samband við sáttmálasamráðingar. Tá er neyðugt at tillaga einstøku játtanirnar, annars hongur tað ikki saman, og ein meirkostnaður førir við sær, at starvsfólk mugu arbeiða meira uttan avloysarar, at tey ikki fáa neyðugu tíðina tillutaða til fyrireiking og – enn týdningarmiklari – eftirmeting av sínum arbeiði. Alt hetta merkir til samans eina verri tænastu fyri børn­ ini og teirra foreldur. Við foreldragjaldinum tryggjar politiski myndug­ leikin, t.e. arbeiðsgevarin, sær, at ráð eru at rinda fyri tær avtalur, sum eru gald­ andi á sáttmálaøkinum og sam­bært dagstovnalógini. Tað er ábyrgdin hjá leiðar­ un­um at greiða frá, hvat tørv­urin er á tí einstaka dag­stovninum, soleiðis ar starvs­fólk og børn hava góð­ ar umstøður. Leiðarin er fak­ ligi serfrøðigurin og ger tí sína skyldu mótvegis bæði starvsfólkum, børnum og for­ eldrum og mótvegis arbeiðs­ gevaranum. Og hesum hevur arbeiðsgevarin rætt og slætt skyldu at lurta eftir og at gera sítt til, at viðurskiftini eru á einum høgum støði, soleiðis at allar reglur verða fylgdar. Tað ber ikki til at fylgja sáttmálunum, um karmarnir ikki eru til tess. Og tað er har, politiska ábyrgdin liggur. Her er ikki talan um leiðslurætt ella tulkingarrætt, hetta er tað, fríu samráðingarnar ganga út upp á. Eingin kommuna kann veita eina góða tænastu utt­ an at gjalda fyri hana, tað hon kostar. Og okkara limir krevja ikki annað enn størv, sum geva eina løn, tey kunnu liva fyri, arbeiðsumstøður, sum tryggja teimum góða kropsliga og sálarliga heilsu, umstøður at uppfylla lógar- og sáttmálakrøv og at geva øllum børnum bestu um­ støður at mennast og ment­ ast í. Tað sama ynskja for­ eldur at børnunum, og ikki minst hava børnini ikki uppi­borðið annað enn bara tað besta. Tey eru okkara fram­tíð. Flyta stavsfólkini, ella flyta foreldrini við teirra børnum, so nyttar lítið, at vit standa eftir við tómum dagstovnum og gyltum lyft­ um. Hvørja fer ein familja flytir av landinum so flytir ein partur av okkara framtíð við teimum, og tað kann fleir­faldast, hvussu stórar av­leiðingar tað fær fyri samfelagið og fyri Føroyar sum heild uppá langt sikt við fleiri eldri og færri, sum arbeiða. Frank Davidsen