hósdagur 5. september 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skeiðini fara millum annað at geva luttakarunum
innlit í hesi øki:
• Lógir og reglugerðir á økinum
• Skelting, merking og fráboðan
• Skeltiætlanir, ábyrgd, eftirlit og samstarv
við løgregluna
• Trygdarásetingar fyri vegarbeiðsfólk
• Merkingar av akførum og útgerð
• Greining av ferðsluóhappum
• Ferðslutrygd sum heild
Skeiðslongdin er 2 dagar, og skeiðini
vera hildin hesar dagar:
Skeið I:
30. september - 1. oktober
Skeið II: 2. - 3. oktober
Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, kjak og bólka-
uppgávur, har arbeitt verður við ítøkiligum dømum frá
vegarbeiði. Skeiðini enda við eini roynd. Luttakarar, ið
standa royndina, fáa prógv, ið er galdandi í 5 ár.
Skeiðini eru ætlaði verkfrøðingum, teknikarum,
løgreglufólki, entreprenørum, vegformonnum og øðrum,
ið hava vegin sum arbeiðsstað.
Skeiðshaldarar eru: Finn Engelbrecht Ruby,
løgreglumaður, Københavns Politi og Knud Pedersen,
sivilverkfrøðingur.
Kostnaðurin er kr. 6.500,00 fyri hvønn luttakara.
Íroknað prísin eru kostur, skeiðstilfar og prógv.
Til ber at tekna seg til skeiðini við at senda teldubræv
til Rúnu Hjelm, Landsverk: ruhj@lv.fo.
Upplýsið navn, arbeiðsstað, starvsheiti, teldubústað,
skeiðsnummar og p-tal. Seinasta freist at tekna seg til
skeiðið er týsdagin 24. september, skeiðsgjaldið skal
eisini vera goldið á konto nr.: 9181-1282206 í Eik ella
6460-4314680 í BankNordik.
Navn á luttakara og skeiðsnummar skulu upplýsast,
tá goldið verður.
SKEIÐ
Trygdarskeið um vegarbeiði
Í døgunum 30. september - 3. oktober 2013 skipar Landsverk fyri tveimum grundskeiðum
undir heitinum: “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðini verða hildin á Hotel Hafnia.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir innlendismálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika uppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur, ger ætlanir um og útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir; herundir tyrlupallar.
Visit Faroe Islands