Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 87 - 7. mai 2004 Langur leygardagur í Runavík TÍÐINDASKRIV Komandi leygardag 8. mai hava handlarnir í Handils- miðdeplinum í Runavík langan leygardag. Opið er til kl. 17.00. Kom til Runa- víkar og síggj nýggja vár- mótan innan klæðir, skógv- ar, innbúgv, búnýti, tøj og nógv annað. Loppumarknaður og Tombola Á torginum uttanfyri bý- ráðshúsið vera ymisk spennandi tiltøk í sambandi við langan leygardag í Runavík. Byrjað verður kl. 10.00 við loppumarknað, tombola og kaffisølu. Okk- urt stuttligt verður eisini til børnini og til ber at keypa sær eina G! Festival ballón á staðnum. Tað er 7c úr Glyvra skúla, sum skipar fyri hesum tiltøkum. Flokk- urin skal til Aberdeen á námsferð um 3 vikur. G! Festivalurin á Torginum Í samband við atgongu- merkjasøluna til G! Festi- valin, sum verður vikuskift- ið 16. og 17. juli í ár, er seinasti møguleiki at ogna sær eitt bíligari atgongu- merki á sølustøðunum kring landið ella á torginum í Runavík leygardagin 8. mai. G! Festivalurin skipar fyri ymsikum tónleikatil- tøkum hendan dagin. Tón- leikatiltøkini byrja kl. 13.00. Á skránni verða tríggjar ymiskar framførsl- ur: Eyvør Pállsdóttir, Høgni Lisberg og Hans Marius Ziska saman við Boga á Lakjuni. Nr. 87 • fríggjadagur • 7. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Kúllurin, ið bleiv vaksin Jógvan á Høvdanum (yngri) Lesið síðu 4–5 TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Um 10 dagar kemur fyrsta fløg- an hjá Gunnari Mikkelsen út. Hann hevur verið í upptøkuhøl- unum í tveir mánaðir, og allur tónleikurin er nú spældur inn og klárur at geva út. Hetta verður ikki ein vanlig fløga hjá einum vinnara í einari danskari sangkapping, tí hesa- ferð eru tað ikki popptónaskøld og smartir framleiðarar, sum hava gjørt sangirnar og tónleikin. Gunnar Mikkelsen hevur nevni- liga sjálvur skrivað allar sangir- nar á fløguni, og hetta er tí hans- ara fløga burturav. – Hetta er 100% mín tónleikur, tað besta eg kundi gera, so eg eri sera spentur upp á at vita, hvat fólk fara at siga um fløguna. Eg missi helst svøvnin, tá ið útgávu- dagurin av álvara fer at nærkast, sigur Gunnar Mikkelsen. Kovboyar og komponistur Hann kom fram burtur úr ongum – soleiðis mitt í tí heila. Spældi kovboyari í Kanada, men hevði eisini eina gittar á rygginum. Teknaði seg til Stjørna í eitt kvøld, sum Danmarks Radio skipar fyri, sang og smíltist sjarmerandi, so at gentuhjørtuni bráðnaðu, og so endaði hann sum stóri vinnarin í kappingini. Men tey sum halda, at hann bara verður ein í rúgvuni av brákaligum karokisangarum, fara skeiv. Tí hann er nógv meira enn bara ein sangari, sum tekur orðini upp eftir øðrum. Hann er eisini komponistur, og hann gjørdi alt fyri at fáa sínar sangir við á fyrstu fløgu sína. Og tað eydnaðist. Hann tosaði plátufelagsbossarnar hjá Univer- sal til rættis, og so endaði tað við, at hann slapp at spæla sínar sangir inn. Og nú stendur hann so har – við sínum hjartaðblóði brent á fløgur – klárur til fólksins dóm. – Eg verði uttan iva eitt sindur skroypiligur, tá ið fløgan kemur út, tí hetta eru mínir sangir, og nú má tað bera ella bresta, sigur Gunnar Mikkelsen. Endaleyst heiti Fløgan hevur fingið eitt óvanliga langt heitið, men tað er ikki av tilvild, at hon kallast »The best piece of advice always comes a little too late«. Skulu vit royna okkum við eini skjótari týðing, so merkir tað nøkunlunda, at tey góðu ráðini koma altíð ov seint. – Í hesum liggur nakað av míni lívsáskoðan. Ofta koma tey góðu ráðini ov seint, og so kunnu tey gera tað sama. Tí ræður um at gera sítt besta og royna seg sjálvur, sigur Gunnar Mikkelsen. Og at royna seg sjálvur, slepp- ur hann í summar. Fyrsta fløgan hjá honum kemur í plátubúðir- nar, hann hevur gjørt eitt sjónbandalag til sangin »Haunted Honeymoon«, og seinni í hesum mánaðinum fer hann á útvarps- turné í Danmark, har hann fer at spæla live á teimum stóru rásun- um kring landið. Seinni í summar skal hann spæla á onkrum festivalum, og í heyst ætlar hann sær at spæla á ymsum spælistøðum í Danmark. Hann ger eisini eitt rend til Føroya síðst í mai mánaði, og tá fáa føroyingar høvi at hoyra nýggju sangirnar hjá hálva føroyinginum. – Eg missi helst svøvnin – Hetta er fult og heilt mín fløga og mín tónleikur, so tað hevur nógv at siga fyri meg, um fólk dáma tónleikin ella ikki, sigur Gunnar Mikkelsen, sum 17. mai kemur við sínari fyrstu fløgu – Eg verði uttan iva eitt sindur skroypiligur, tá ið fløgan kemur út, tí hetta eru mínir sangir, og nú má tað bera ella bresta, sigur Gunnar Mikkelsen C M Y K 25 24