fríggjadagur 7. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
3
2
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
Marita Debess Magnussen
Lívfrøðilesandi á
Fróðskaparsetrinum
Upplýsing vantar um vandamikla bakteriu
Hamburgarabakterian er ein bakteria sum er í
mati. Bakterian er sjúkuelvandi. Hon er ein stórir
trupulleiki fyri smá børn og eldri fólk. Verður
man smittaður við bakteriuni so førur hettar
aloftast blóðugt diarré við sær, sum í nøkrum
førum, serliga hjá børnum, kann kompliserast við
akuttum nýrasviki, og í ávísum førum eru
deyðsføll staðfest
Bakterian her verður tosa um er
Escherichia coli 0157:H7. Verða
fólk spurd, um tey kenna til
bakteriuna eru tað fá í kenna
hana. Her hugsi eg serliga um
fólk sum arbeiða við eldri fólki,
børnum og mati. Og tí er tað
kanska ikki so løgið, at ein so
vandamikil bakteria fær loyvi at
yvirliva.
Sambært Landslæknanum er
bakterian staðfest í Føroyum,
men fleiri upplýsingar kundi eg
ikki fáa vegna tagnarskyldu.
Av tí, at bakterian varð funnin
í einum hamburgara í 1982,
verður hon kallað fyri hamburg-
arabakterian. Men man veit, at
bakterian er nógv eldri enn so,
tað eru funnin tekin til bakteri-
una í skarni hjá einum barni,
sum hevði nýrasvik í 1974. Tað
er staðfest, at hon er orsøk til
73,000 tilburðir og 61 deyðsføll í
Amerika hvørt ár. Tær flestu
sjúkurnar sum higartil hava
verið, kunnu setast í samband
við mat sum ikki er kókaður nóg
leingi. Á dagstovnum er bak-
terian ein trupulleiki, serliga hjá
smærri børnum sum ikki vaska
hendurnar tá tey hava verið á wc,
tískil útseta tey familju og vinir
fyri smittu. Infektión kann eisini
koma fyri, um ein drekkur mjólk
beinleiðis undan neytum ella um
ein smittaður persónur svimur í
drekkivatni.
Hvaðani kemur bakterian
Tað verður hildið, at bakterian
hevur sín uppruna frá klóning.
Tann natúrligi verturin fyri
bakteriuna í dag eru húsdjór,
serliga neyt. Bakterian sum er í
frískum neytum, geitum og
seyði, kann verða yvirførd til
kjøti tá ið djór verða slaktað, um
reinførið ikki er nóg gott.
Bakterian livir aloftast í tarmin-
um á frískum neytum, men er
bakterian í júgurinum, so kann
hon fara í mjólkina sum vit
drekka, og tað skulu ikki nógvar
bakteriur til, áðrenn smittuvandi
er.
Hvørja sjúku elvir
bakterian til
Síðan bakterian fyrst varð funnin
í 1982, eru sjúkuútbrot í nógvum
londum runt í heiminum vorðin
sera nógv. Sjúkur sum koma av
bakteriuni eru blóðugt diarré við
ringum magakrampa, fepuri og
spýgging. Tá ein persónur er
vorðin smittaður, kann tað
ganga upp til 10 dagar áðrenn
nøkur sjúkdómseyðkenni merkj-
ast. Ung børn hava bakteriuna í
teirra skarni eina til tvær vikur
aftaná sjúkan er burtur. Nøkur fá
prosent, sum hava blóðugt diarré
fáa sjúkurnar hæmolytisk
uræmisk syndrom ella
trombotisk trombocytopenisk
purpura, og í ringasta føri kunnu
tey doyggja.
Sjúkurnar báðar eru eyðkendar
við akuttum nýrasvíki, oyðilegg-
ing av reyðum blóðlikaðum og
eitt fall í blóðplátutalinum. Børn
og eldri fólk eru serliga í vanda
fyri at fáa hesar sjúkur. Tað er
orsaka av hesum sjúkum, at
hamburgarabakterian verður sæð
sum ein álvarsligur vandi. Men
her má líka staðfestast at deyði-
ligheitin hjá børnum og ungum
fólki runt um í heiminum einans
er nøkur heilt fá prosent.
Hvussu smittar bakterian
Fyri sjey árum síðan fóru danir
at leita eftir hamburgarabakteri-
uni í skarni hjá børnum, sum
høvdu diarré við blóði í. Millum
børnini, sum vórðu kannað,
funnu tey 62 tilburðir av bak-
teriuni. Av hesum vóru 31 %
hamburgarabakterian.
Tað sum er so vandamikið í
hesum føri er, at matur sum er
smittaður við hamburgara-
bakteriuni sær út og luktar júst
sum feskur matur ger.
Tað eru eisini aðrir smittuvegir
í mati, sum til dømis salat, sum
hevur ligið saman við smittaðum
kjøti í køliskápinum, í tílíkum
førum vil bakterian heilt sikkurt
yvirliva, tí salatið verður etið
rátt, og einasti háttur at sleppa
undan bakteriuni er, at kóka
matin væl.
Er bakterian til staðar
Fyri at avgera um bakterian er til
staðar, verður viðkomandi roynd-
artilfar, sum til dømis skarn,
blóð- ella urinroynd kannað í
serkanningarstovum.
Flest fólk verða frísk uttan
antibiotika ella aðra viðgerð fyri
tann einstaka persónin eftir 5 til
10 dagar. Tað eru ikki prógv fyri,
at antibiotika betrar um sjúku-
tilgongdina og man skal helst
ikki viðgerða við antibiotika, tí
tað kann økja um vandan fyri
akuttum nýrasviki hjá børnum og
eldri fólki.
Fyribyrgja smittu
Kóka allan mat dyggiliga, væl og
leingi, tí maturin kann tykjast
liðugur uttan at bakterian er
dripin. Brúka termometur so tú
kann vera heilt vísur í, at maturin
er gjøgnumstoktur/kókaður. Kjøt
skal steikjast til hitin er 160ºC í
øllum kjøtinum. Fer tú út at eta,
og tín búffur ikki er gjøgnum-
stoktur, so bið um nýggjan búff
og ein reinan tallerk, tí um sami
tallerkur verður nýttur til tann
nýggja matin, kann bakterian
koma í tann nýggja matin. Fyri
at sleppa undan, at umrødda
bakteria verður spreidd runt í
køkinum, so skal man royna at
halda rátt kjøt burtur frá salati og
mati sum verður etin ráur. Vaska
hendurnar væl við heitum sápu
vatni, tá ið tú hevur rørt við rátt
kjøt. Legg aldrin kjøt sum skal
etast á ein skitnan tallerk. Drekk
bara hitaviðgjørda mjólk, juice
ella cider, ofta er tað ikki skrivað
á pakkinum at juice og cider er
hitaviðgjørt, sjálvt um tað er.
Vaska frukt og grønmeti, serliga
tað sum ikki skal kókast. Vissa
tær, at ein persónur við diarré,
serliga børn, vaska sínar hendur
tá ið tey hava verið á wc.
Eftirlit
At hamburgarabakterian er orsøk
til nógv sjúkuútbrot runt um í
heiminum, hevur eggjað til, at so
nógvur dentur hevur verið lagdur
á at kanna matin. Fyri at vita
meira um bakteriuna og hvussu
tamarhald kann fáast á henni,
hava kanningarnar lagt dent á
eyðmerkjan, uppteljing og
metodir um eftirlit. Ímillum ein
stóran part av matinum har
bakterian er ávíst, hevur man
eisini verið noyddur til, at kanna
hvør bakteria er vandamikil, og
hetta er bert gjørt fyri mat sum
skal viðgerast við hita áðrenn
hann verður etin. Fyri mat sum
verður etin beinleiðis, eru ikki so
nógv stig sett í verk fyri, at
sleppa undan bakteriuni, tí
neyðugt er, at nýta hita at drepa
bakteriuna við. Av tí at bakterian
er alla staðir runt í heiminum, so
kann tað vera ringt at hava
eftirlit við øllum mati. Ein kann
nú eisini stúra fyri tí mati sum
verður dyrkaður, sum t.d. grøn-
meti, har tað verður brúkt tøð frá
neytum, og neytini eru berarar av
hamburgarabakteriuni, so kann
grønmeti blíva dálkað við henni
og tey menniskju sum eta
grønmeti smittað við bakteriuni.
Og hvat so
Man veit, at bakterian hevur
verið til síðan 1974, men mangt
bendur á, at hon hevur verið til
nógv longur. Hetta er ein vanda-
mikil bakteria og um rætta
viðgerð ikki verður fylgd, kann
hon hava deyðan við sær. Sum
fyrr nevnt, kann tað eftir mínum
tykki tykjast løgið, at so fá í
Føroyum kenna til hesa bakteriu.
Alt ov lítið verður gjørt fyri at
kunna fólk um vandar sum eru
rundan um okkum. Um ein fer
inn á heimasíðuna hjá Statens
Seruminstituttinum í Danmark
(www.serum.dk) so fær man
hópin av upplýsingum um
hamburgarabakteriuna, men
soleiðis er tað ikki á heimasíðuni
hjá Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni, her finnur man ongar
upplýsingar um hesa umrøddu
bakteriu og tað er átaluvert, tí
sambært Landslæknanum er
bakterian staðfest í Føroyum. Tað
kundi kanska verið gjørt meira
burturúr, at upplýst fólki sum
arbeiða við mati, børnum og
eldri fólki, serliga teimum sum
arbeiða við børnum, tí tað er her
bakterian aloftast verður staðfest.
Tað kann verða, at tað eftirlitið
sum er í Føroyum við matvørum,
hevur ov stórt álit á tað eftirliti
sum verður gjørt áðrenn mat-
vøran kemur til landið. Eitt er so
sikkurt og vist, so leingi
hamburgarabakterian er til staðar
í matinum sum vit eta, so eiga
vit at ansa eftir henni og gera øll
neyðug eftirlit og royna sum
frægast at kunna fólk um hesa
bakteriu.
Tað er átaluvert, at so fáar
upplýsingar um burgara-
bakteriuna eru at finna á
viðkomandi føroyskum
heimasíðum
C
M
Y
K
27
26