fríggjadagur 7. mai 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Jógvan á Høvdanum (yngri) er
ikki heilt, sum fólk flest. Honum
feilar sum so ikki nakað álvar-
samt. Ikki annað, enn at hann
fær andaneyð, tá føroyskt
snævurskygni og dupultmoralur
enn einaferð royna at kvala
hugflogið og skapanargleðina hjá
teimum ungu og teimum, sum
eru eitt sindur øðrvísi.
Í nøkur ár nú hevur Jógvan
provokerað ikki so fáar føroy-
ingar við teknirøðini "Totalt lang
úti" og seinni við mannfólka-
blaðnum Ð. Men tá røddirnar í Ð
tagnaðu síðsta ár, var tað hvørki
av fíggjarligum orsøkum, ella tí
blaðið kom í stríð við nakra
pornológ, sum onkur vildi vera
við. Tað var av heilt øðrum
orsøkum …
Eitt frískt lot
Jógvan greiðir frá, at Ð blaðið
var ein roynd at geva ungdómin-
um og kanska serliga dreingjun-
um eitt annað slag av lesitilfari
enn tað, tey finna í hinum før-
oysku bløðunum. Eitt frískligt lot
úr teirra egnu verð, skrivað á
teirra egna máli.
– Tað var nakað, eg saknaði
sjálvur, tí tey føroysku bløðini
siga mær onki. Eg meini so við,
at gera yvirskriftir úr hvørjum
einasta metri, ein tunnil kemur
longri inn í eitt fjall, ella hvørj-
um máli, Todi skorar, kann blíva
eitt sindur einstáttað - fyri ikki at
siga beinleiðis keðiligt í longd-
ini. Eg haldi snøgt sagt ikki, at
tað eru so nógv tíðindi at frætta í
Føroyum, at tað er neyðugt at
geva tvey bløð út fimm ferðir um
vikuna, umframt at Útvarp
Føroya ber somu tíðindi fleiri
ferðir um dagin
– Tá hini bløðini skundaðu sær
at skýra Ð eitt pornoblað, var tað
ivaleyst fyri at skapa yvirskriftir,
sum kundu selja teirra egnu bløð.
Men Ð var ongantíð nakað
pornoblað. Eg skrivaði onkrar
greinar um okkara dupult-
moralsku pornológ, men enda-
málið var also ikki at sleppa at
geva eitt rátt pornoblað út á
føroyskum, um tað var tað, fólk
hildu. Eg hevði myndir av
hálvnaknum dámum í, men um
tú samanber tær við tað, vit
dagliga síggja í sjónvarpinum
ella donskum bløðum, vóru tær
onki at øsa seg upp um.
Slikkupinn ella sleikisneis?
Nógvar av ákoyringunum, Jógv-
an fekk fyri Ð, snúðu seg um
málburðin. Eitt var, at stavset-
ingin ofta var so sum so, men
onkrar av greinunum vóru eisini
á tremur við slang og ókvæmis-
orðum, vit neyvan nakrantíð
hava sæð prentaði á føroyskum
fyrr.
- Fyri tað fyrsta var tað
ongantíð meiningin, at nakar
skuldi blíva fornuftigari av at
lesa Ð, sigur Jógvan. Meiningin
var at undirhalda 18-25 ára
gamlar lesarar uppá ein provo-
kerandi máta. Og eitthvørt blað,
sum hevur ein málbólk og eitt
endamál, má laga sín málburð
eftir teimum, sum skulu lesa tað.
Eg ivist stórliga í, um nakar
kennir seg sjálvan aftur í málin-
um í teimum føroysku bløðun-
um. Sjálvt Barnablaðið, sum
hevur ein so avmarkaðan mál-
bólk, rakar málsliga fullkomiliga
við síðuna av.
– Problemið er, at orðini, vit
brúka til dagligt, ikki eksistera í
skriftmálinum. Og eg trúgvi ikki
uppá, at tað ber til at tvinga eitt
ávíst talumál fram við at áseta
eitt slag av mállóg í orðabók-
unum. Um vit so bíða í 100 ár,
fara fólk framvegis at siga
slikkupinnur og ikki sleikisneis,
sjálvt um slikkupinnur ikki
stendur í orðabókini. Og mær
vitandi, ganga børn og øll onnur
framvegis og tosa um Anders
And, sjálvt um vit langt síðani
hava fingið boð um, at hann eitur
Dunnaldur Dunna.
Eg eri ikki Ð blaðið
Leikluturin sum provokatørur í
Føroyum kann vera rættiliga
ótakksamur. Tað var Jógvan
eisini fyrireikaður uppá, og hann
væntaði eisini, at ávís fólk fóru
at fáa ógvuliga ilt eitt vist stað,
Playboy’arin á Ð:
Kúllurin, ið bleiv vaksin
Fyrst bleiv teknirøðin hjá honum "Totalt langt úti" steðga í bløðunum, tí
hon var - ov langt úti. Síðani skelkaði hann tey flestu við at geva eitt frekt
mannfólkablað út við myndum av hálvnaknum føroyskum dámum. At
Jógvan á Høvdanum (yngri), ævigur provokatør og playboy, nakrantíð bleiv
vaksin var næstan óhugsandi. Men knappliga ein dagin hendi nakað …
Ð blaðið var ein roynd at flyta nøkur mørk og at geva teimum ungu eitt blað, sum snúði seg um tey sjálvi og var skrivað á teirra egna máli
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
5
tá hann byrjaði at geva Ð blaðið
út.
- Tað er eisini í fínasta lagi, at
fólk finnast at blaðnum. Eg havi
onki ímóti at fáa kritikk. Tá eg
loyvi mær at geva eitt blað sum
Ð út, skulu onnur eisini hava
loyvi til at siga sína meining um
tað. Sjálvandi. Tað er bara troytt-
andi, tá kritikkurin kemur frá
fólki, sum ikki hava lisið blaðið
ella ikki duga at skyna ímillum
meg og tað, sum stendur í tí. Um
fólk eru so totalt langt úti, at tey
halda, at eg eri Ð blaðið, so velji
eg at lata oyrini aftur, tí eg havi
onnur og meir spennandi ting at
brúka mítt krút uppá.
- Trongdin til at provokera snýr
seg kanska í stóran mun, um at
tú vilt verða hoyrdur og sæddur.
Í so máta var Ð eisini eitt skrígg
eftir uppmerksemi, í tí grunn-
skygda umhvørvinum, eg livdi í
tá. Nú fái eg eitt annað slag av
uppmerksemi, sum er túsund
ferðir meir vert. Og sum forrest-
in slett ikki kann samanlíknast
við hitt.
Hvat segði dáman?
Tá Jógvan síðsta summar gjørdi
av at gevast við Ð blaðnum, var
tað sum sagt hvørki av fíggjar-
ligum orsøkum, ella tí hann
hevði traðka nakran á tærnar. Ð
mátti víkja, tí Jógvan var vorðin
forelskaður upp um bæði oyru í
21 ára gomlu Leilu úr Hvalba.
Vit spyrja Leilu, hvat hon hugs-
aði, tá tað gekk upp fyri henni, at
hesin fitti sjeikurin, hon hevði
funnið sær, var blaðstjóri á Ð
blaðnum.
- Eg hevði hoyrt um hatta
blaðið, men Jógvan sigur so
nógv tvætl, at tað er ikki altíð
líka lætt at vita, um hann meinar
tað ella ikki, sigur Leila. Og
hatta við at tað var hann, ið gav
Ð blaðið út, trúði eg also ikki
uppá. Onkur hevði gott nokk
spurt meg, um tað passaði, at eg
gekk saman við hasum porno-
grísinum frá Klaksvík, meg eg
visti ikki, hvat tey meintu við, tí
soleiðis kendi eg yvirhøvur ikki
Jógvan. Eg undraðist eitt sindur
einaferð, hann kom eftir mær við
hasum bilinum við Ð reklamum
á. Bilin kundi hann sjálvandi
havt lænt, so eg trúði tí fram-
vegis ikki rættiliga, fyrr enn
hann víst mær eitt blað, har tað
stendur, hvør er ábyrgdarstjóri
o.s.fr.
- Tað var ikki so nógv annað at
gera, enn at seta seg at lesa
blaðið fyri at vita, hvat tað var
fyri nakað. Og í mínum eygum
hevur tað onki við porno at gera.
Bara ógvuliga óseriøsur lesn-
aður, sum ikki sigur mær nakað.
Jógvan var tá í ferð við at gera
tað síðsta blaðið og helt seg ikki
kunna droppa tað, tí tað vóru so
nógv onnur fólk við í arbeiðin-
um. So eg traðkaði til og hjálpti
við at fáa tað síðsta Ð blaðið á
gøtuna.
- Nei, fortíðin hjá Jógvani
órógvar meg ikki. Í ringast føri
kann tað irritera meg eitt sindur,
tá vit eru onkustaðni, og fólk
kalla hann Hugh Hefner (blað-
stjórin á Playboy, red.)
"Tú skalt vera pápi!"
Umleið ein mánað eftir at Leila
og Jógvan høvdu hitt hvønn-
annan í býnum í Klaksvík, for-
taldi Leila Jógvani, at hann
skuldi verða pápi.
- Tað kom sjálvandi rættiliga
óvart á okkum bæði, men tað
fyrsta, eg hugsaði, var, at nú var
bara um at syrgja fyri at blíva
vaksin við rúkandi ferð.
- Ð blaðið hevið ein lívsstíl við
sær, sum tú bara kanst loyva tær
at dyrka, um tú ert single og
ongan annan hevur at hugsa um
enn teg sjálvan. Uppá nógvar
mátar var mítt lív eitt langt
samanhangandi ball, meðan við
góvu blaði út. Var eg ikki í dans
ella á konsert, var eg onkustaðni
og tók myndir av hálvnakum
dámum, og tað helt eg meg also
ikki kunna bjóða Leilu. Tað
ringasta var, at tá eg skuldi
sannføra hana um, at hetta also
skuldi verða tað seinasta blaðið,
visti hon ikki av, at tað var eg,
sum gjørdi Ð.
Broytti lívsstíl
Fyri tveimum mánaðum síðani
gjørdist Jógvan so pápi, og lívið
hjá honum vendist fullkomiliga á
høvdið. Ball, frek bløð og naknar
dámur máttu lúta fyri blæum og
fittasta nýføðinginum í allari
verðini. Og Jógvan hevur
ongantíð havt tað betri.
- Eg helt meg hava fyrireikað
meg so væl, sum eg kundi, men
tá jarðamóðurin kom og segði, at
eg hevði fingið ein son, fekk eg
meg ikki at trúgva tí. At blíva
pápi er tað allarstørsta, sum
nakrantíð er hent í mínum lívi,
og tað tók mær eina góða løtu
yvirhøvur at fata tað.
- Sjálvt um eg havi verið vanur
við bara at hugsa um meg sjálv-
an, so var tað frá eini løtu til
aðra púra nátúrligt, at alt nú bara
snúði seg um okkum trý og
framtíðina. Eg setti yvirhøvur
ikki spurnartekin við tað og geri
tað framvegis ikki. Bara eg hyggi
uppá Leilu ella sonin, veit eg, at
eg eri har, eg allarhelst vil vera.
Ljóðar hetta romantiskt? Tað er
tað eisini, og tey sum siga, at
forelskilsi ger teg blindan, hava
púra rætt. Og tað er ein fantast-
isk kensla.
Hús í Kunoy
Kúllurin úr Klaksvík bleiv also
vaksin, og vaksnir menn keypa
grundstykki og byggja hús til
familjuna.
- Ja, eitt hús mást tú hava, tá tú
hevur fingið tær familju, sigur
Jógvan avgjørdur. Men grund-
stykki í Klaksvík eru dýr, og eg
gjørdist also ikki millióningur av
Ð blaðnum. Tað er ein av
orsøkunum til, at vit byggja hús í
Kunoy.
- Men mær hevur altíð dámað
ótrúliga væl lívið úti á bygd,
Leila er von við tað og Kunoy er
eitt frálíkt stað hjá børnum at
vaksa upp í. Og so verður tað
deiliga friðaligt at sita og tekna
teknirøðir har norðuri.
Barnabók á veg.
Jógvan brennir framvegis fyri
teknirøðum, og tað hevur hann
gjørt, síðani hann var smá-
drongur. Hansara fyrimynd er
Trey Parker, (teknar South Park,
red.), og sjálvur droymir Jógvan
um einaferð at gera ein
heimskenda teknirøð.
- Eg tekni ikki fyri at koma við
nøkrum boðskapi sum so. Men
uppá ein máta eru teknirøðir
smáar yrkingar, har eg brúki
strikur í staðin fyri orð. Mein-
ingin er bara, at fáa tann sum
lesur at steðga á, flenna kanska
ella bara síggja okkurt frá einum
øðrum, nýggjum vinkli.
- Nú, eg eri pápi, taki eg oftari
barnabøkur upp í hondina fyri at
síggja, um hetta var nakað, eg
kundi funnið uppá at keypt
soninum. Men tað er tað faktiskt
ongantíð. Tekningarnar er sum
heild vánaligar, prísurin ófanta-
liga høgur og eg skilji væl, um
bæði børn og foreldur fáa
marruna av teimum. Í hvussu er
veit eg, at eg kundi gjørt tað
nógv betri sjálvur.
– Ná, men í staðin fyri bara at
ganga og grenja, havi eg so
skrivað og teknað eina barnabók
sjálvur. So tað verður tað næsta,
tú sært í bókabúðunum - ein
barnabók eftir Jógvan á Høvdan-
um (yngra).
Tað er nógv mørk eftir at flyta,
men ongin sigur, at tað eri eg,
sum skal flyta tey øll. Eg havi
heldur ikki tíð akkurát nú, sigur
Jógvan á Høvdanum (yngri),
sum má fara at hjálpa Leilu við
fyrireikingunum til barnadópin
hjá soninum.
10 spurningar
til Jógvan
Navn? Jógvan á Høvdanum
(yngri)
Aldur? 24 ár
Útbúgving og starv?
Krambakallur.
Bústaður? Klaksvík í løtuni,
men byggi hús í Kunoy.
Hjúnastøða? Totalt for-
elskaður í Leilu og 2 mán-
aðar gamla soninum.
Útgávur? Ð blaðið og tekni-
røðina Totalt langt úti.
Óvanar? Royki 2 pakkar av
Prince um dagin.
Tað besta við at búgva í
Føroyum? At øll kenna
hvønn annan.
Tað ringasta? At øll kenna
hvønn annan.
Hvat gert tú um 5 ár? Tekni
eina teknirøð, sum verður
heimskend.
Leila og Jógvan við 2 mánaðar gamla soninum. - At blíva pápi er tað størsta, eg nakrantíð havi upplivað, sigur Jógvan.
Brot úr teknirøðini "Totalt lang úti" eftir Jógvan á Høvdanum (yngra)
C
M
Y
K
29
28