fríggjadagur 7. mai 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
SAMRØÐA
Eydna Skaale
Eydnaskaale@sosialurin.fo
Jens L. Thomsen gongur á einum
universiteti í London. Útbúgv-
ingin eitur BA í music & techno-
logy, og hon snýr seg bert um
uppgávur, sum eru í ætt við
tónleik.
– Vit læra alt møguligt, m.a. at
komponera og samanseta ljóð.
Vit nýtslu av eini teldu, skapa vit
hvørt einstakt ljóð frá grundini.
Vit gera eina ljóðbylgju, og so
byggja vit uppá hana inntil hon
ljóðar sum hon skal.
– T.d. kann eg gera ljóði av
eini lítlutrummu. So má eg finna
útav akkurát hvørjir tónar eru í
eini sovornari trummu, og so
uppbyggja ljóðið. Lítlatrumman
ljóðar t.d. fyrst hart, so spaku-
ligari og spakuligari til ljóðið er
burtur. Tað ljóðið skal eg so gera
við telduni, greiðir Jens frá.
Hann skal læra at gera rúm til
ljóðið.
Sostatt komponerar Jens løg,
við at gera hvørt einasta ljóð í
lagnum heilt frá grundini. Jens
sigur, at tað verður bygt upp og
komponerað á sama hátt sum
symfoniir verða tað. Nótarnir til
hvørt ljóðførið verða skrivaðir
fyri seg, fyri til seinast at seta alt
saman til eina eind. Men at
komponera við teldu er ikki tað
einasta tey gera.
– Vit arbeiða eisini við "veru-
ligum" ljóðum. Vit læra at gera
eitt lag frá byrjan og til tað er
klárt at selja. Vit komponera
lagið, fara í studio við veruligum
tónleikarum og taka lagið upp.
Síðani arbeiða vit við tí og fáa
tað at koyra ordiligt, til tað er
púra klárt, og so verður tað latið
inn, sigur Jens. Hann greiðir
víðari frá, at tey eisini læra at
produsera sjónbandaløg. Tá
kunnu tey velja um tey vilja nýta
egið lag ella okkurt hjá onkrum
øðrum.
Hvar kann útbúgvingin
nýtast?
– Umframt at læra at gera ljóð,
produsera løg og sjónbandaløg,
læra vit eisini at komponera
surroundljóð, sum verða nýtt í
biografunum, og at gera ljóð-
effektir til filmar. Vit læra at gera
heimasíðir til tónleik og tónleik-
arar, vit læra at arbeiða við og
gera live ljóð og at skipa fyri
konsertum, t.d. hvør skal standa
hvar á pallinum og hvussu ljós
og ljóð skal skipast. Vit læra
eisini alt innan tað løgfrøðiliga
økið av tónleikinum, vit gera
somuleiðis útvarp og kombinera
út-sjónvarp. Vit læra stutt sagt alt
innan tónleikafakið, so vit kunnu
nýtast allastaðni eftir lokna út-
búgving, sigur Jens. Hann sigur
víðari, at tey, sum hava tikið
útbúgvingina arbeiða innan alt
møguligt, alt eftir áhuga.
Onkur er tónleika advokat,
onkur ger sjónbandaløg, onkur
ger heimasíðir, onkur er, sum
arbeiðir við at gera ljóð til
filmar. Har eru produsarar,
studioteknikarar og fólk, sum
gera liveupptøkur. Møguleikarnir
fyri at nýta útbúgvingina eru
nærum óendaligir, tí hon er so
víðfevnandi og tú lærir nakað
innan øll økið í tónleikaheimin-
um. Tað er sjálvandi altíð ein
fyrimunur at kunna nýtast innan
alt møguligt og vera førur fyri at
loypa ímillum arbeiðsuppgávur-
nar. Jens sigur eisini, at tað er
ein stórur fyrimunur at vera
tónleikari, tá tú hevur innlit í
hina síðuna av tónleikaheimin-
um.
Hann veit tó ikki sjálvur hvønn
veg hann ætlar sær.
– Mær hevði dámt væl at kom-
ið heimaftur onkuntíð, men tað
veit eg slett ikki hvussu tað
verður við tí. Mær dámar ótrú-
liga væl at gera videoløg, men í
Føroyum verða kanska gjørd
tvey tílík um árið, so tað er ikki
tað heilt nógva arbeiði í tí.
– Eg kundi eisini hugsað mær
at farið at arbeitt við reklamum.
Ídnaðurin innan hetta er ikki so
stórur enn, men sjálvandi fer tað
eisini at koma til klettarnar
onkuntíð. Tað er bara eitt sindur
ókent umráði enn.
Skúlin
At valið fall á júst hendan skúl-
an, er ikki heilt av tilvild. Jens
sigur, at hann kannaði nógvar
skúlar, alla møguliga staðni runt
um í heiminum, men at hesin
tyktiskt vera tann besti. Hesin
hevði fingið best ummælir í
Eurpoa, tí valdi hann júst henda.
Tað var eisini fyri at fara eina
aðra leið, og ikki bara fara niður,
sum bróðurparturin av føroying-
um gera. – Tey hava júst fingið
eina líknandi utbúgving niðri.
Men eg havi verið niðri, og tað
tímdi eg ikki aftur. Hesin skúlin
virkaði sum tann feitasti, og tí
søkti eg inn her. Eg visti einki
um býin, hevði faktiskt bara
verið einaferð í London fyrr. Tað
var tá eg var 10 ára gamal, og
var og turistaðist við foreldrun-
um. Men London er ein ræðuliga
feitur býur at vera í, so tað er
eingin trupulleiki, um tú ikki
kennur býin áðrenn tú kemur,
greiðir Jens frá.
Hann sigur, at tað er eitt pluss
í sær sjálvum, at lesa tónleik í
London, tí har hendir so nógv
innan tónleikin allatíðina. Har er
tann størsti tónleikapallurin í
Europa, og tú finnur altíð onkrar
góðar konsertir innan allar tón-
leikagreinar. Sum Jens sjálvur
sigur: Man má halda sær, fyri
ikki at fara á konsertir, tí tú kanst
sagtans fara á eina feita konsert
hvørt einasta kvøld.
Men av tí, at skúlin er so
góður og tí hann liggur í Lond-
on, har alt hendir, er tað ikki
bara bara at sleppa inn.
– Fyri at sleppa inn á skúlan,
mást tú hava í minsta lagið fýra
A-støðislærugreinar frá mið-
námsskúla. Eg havi tikið student,
so tað var í lagið. So skalt tú
skriva eina frágreiðing har tú
grundgevur fyri hví tú søkir. So
skalt tú vísa á ymiskt, sum tú
hevur arbeitt við innan tónleik.
Tú skalt eisini lata okkurt lag
inn, sum tú hevur gjørt, fortelur
Jens.
Hann slapp tó beinleiðis inn á
skúlan uttan nakrar trupulleikar,
takkað verið hansara nógvu
royndum innan tónleikaheimin,
og sjálvandi hansara úrmælinga-
evnum. Hann heldur tó sjálvur,
at størsti fyrimunurin var, at
hann dugdi at framleiða, áðrenn
hann kom.
– Vit hava ikki skúlatímar, sum
man kennir tað frá t.d. studenta-
skúlanum. Men vit hava nakrar
fyrilestrar, sum vara okkurt um 2
tímar. Størsta vektin verður tó
løgd á, at vit arbeiða sjálvi. Á
Tónleikurin fyllir næstan alt
Hetta sigur Jens Ladekarl Thomsen, sum er ættaður av Skálafjørðinum.
Hann er kendur innan føroyska tónleikaheimin, kanska serliga sum
dreadlocks-bassspælarin í Klickhaze. Men hann hevur eisini producerað og
skrivað fleiri løg. Hann fæst við ljós, ljóð og palluppsetingar. Og nú er hann
farin til London at nema sær meiri kunnleika innan tónleikayrki.
– Føroysku amatørtónleikararnir hava sera góðar umstøður í mun til teir í London. Støðið á føroyska
amatørtónleikinum er eisini nógvar ferðir hægri enn her, sigur Jens Thomsen, sum lesur Music & Technology í
London.
Mynd:Eydna Skaale
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
7
skúlanum eru nøkur og tjúgu
studio, sum vit kunnu nýta sum
okkum lystir og her er eisini ein
rúgva av teldum. Skúlin hevur
alla ta nýggjastu útgerðina, so
tað eru góðar arbeiðsumstøður,
sigur Jens.
Hann sigur, at tað nærum
allatíðina verður arbeitt í
projektum, og at tað tískil altíð
er onkur deadline, ið skal
haldast. Tað kann blíva strævið
við hvørt.
Ofta skulu tey eisini arbeiða í
bólkum fyri at blíva saman-
sjóðað, og fyri at læra at sam-
starva. Bólkaarbeiði ger eisini, at
øll koma á nøkulunda sama
støði, tí tá kunnu tey líkasum
hála í hvønn annan og fáa grund-
støðið upp á pláss.
Lærararnir
Ein annar stórur fyrimunur við
skúlanum er tann, at lærararnir
sjálvir hava arbeiði í tónleika-
vinnuni við síðuna av undir-
vísingararbeiðnum. Teir hava
sostatt fingurin á pulsinum, og
vita hvat rørist innan tónleika-
heimin. Flestu teirra hava eisini
kontaktir innan tónleikin.
– Tað eru lærarar knýttir at
hvørjari lærugrein, og teir eru
fúsir at hjálpa, um nakað er at
spyrja um. Teir læra okkum at
framleiða eina vøru, har vit
sjálvi skulu gera øll aspektini. Av
og á verða uppgávurnar nýttar í
veruliga lívinum, t.d. í lýsingum.
Tað hendir á tann hátt, at vit gera
uppgávur, og um lærarin heldur
okkurt vera framúr gott, setur
hann seg í samband við ymisk
feløg, sum kunnu nýta okkara
arbeiði. Tað kemur eisini fyri, at
feløg seta seg í samband við
skúlan. Teuy greiða frá hvat tey
vilja hava, og spyrja um ikki
onkur næmingur er, sum er førur
fyri at gera ynskta arbeiðið,
greiðir Jens frá.
Hetta er eitt stórt universitet.
Bara á greinini sum Jens gongur
á, eru eini 1800 lesandi. Ein
annar føroyingur gongur á sama
universiteti. Tað er sangfuglurin
Sigrið Rasmussen úr Havn, sum
hevur sungið bæði við Oslo
Gospel Choir og við poppbólk-
inum Grace. Hon gongur tó á
eini aðrari linju enn Jens.
Tónleikalívið í London
samanborið við føroyska
– Eg komponeri rættiliga nógv
fyri tíðina, so tað loypir ikki
serliga nógv tíð av til at spæla
sjálvur. Men eg eri akkurát
fluttur saman við trimum øðrum
tónleikarum. Tað eru tveir
guitaristar og ein trummuspælari,
og vit hava sett trummusettið
upp í stovuni. So tá vit allir hava
tíð, so jamma vit har. Tað er
deiliga avslappandi, greiðir Jens
frá.
Hann sigur, at umstøðurnar at
spæla tónleik her og í Føroyum
ikki kunnu samanberast.
– Her kanst tú ikki bara ringja
til nakar vinmenn, og so møtast
og jamma eina løtu. Her mást tú
planleggja alt. Tú mást leiga tær
eitt høli, sum kostar uml. 10
pund um tíman, tað eru góðar
100 kr. Í Føroyum finnur tú altíð
ein kjallara, sum tú kanst læna,
sigur Jens.
Hann sigur, at umstøðurnar í
Føroyum eru fantastiskar
samanborið við tær í London.
– Men sjálvandi, leggur hann
afturat, tær gerast aldri nóg
góðar, um tú veruliga brennur
fyri tí.
Hann sigur víðari, at amatør-
støðið á tónleikinum er nógva
ferðir hægi í Føroyum enn tað er
í London.
– Onkur segði, at føroyingar
hava ikki so nógv annað at gera
enn at venja tónleik, og tí eru teir
so góðir tónleikarar, sigur hann
flennandi.
– Føroyar eru eitt feitt stað at
byrja, um tú ætlar tær nakað
innan tónleikin. Tað er skjótt at
fáa fótin inn um tónleikaheimin,
og tá tú hevur fingið tað, sleppur
tú at royna teg innan ótrúliga
nógv ymisk ting. Tað er lætt at
sleppa framat og skapa tær
royndir. Tað er absolut ein fyri-
munur, tá tú kemur til útlondini,
heldur Jens.
Hann sigur eisini, at okkara
tónleikaligu røtur, við kvæðun-
um og kingosálmi, eru sera
áhugaverdar fyri útlendingar.
– Fólk leita allatíðina eftir
nýggjum genrum innan tón-
leikin. Íblásturin frá tí gamla,
føroyska er heilt vist nakað, sum
tey halda vera sera áhugavert og
øðrvísi. Tað er ein stórur
fyrimunur at kunna koma við
nøkrum, sum fólk ikki hava
hoyrt fyrr, staðfestir Jens.
Framtíðin
Hóast hann ikki hevur valt nakra
ávísa grein av øllum tí, hann
hevur lært, so sigur hann seg
hava lært ótrúliga nógv á skúlan-
um. Hann er eisini farin at lurta
eftir tónleiki á ein øðrvísi hátt
nú.
– Tað er allíkavæl ikki so galið
at eg analyseri hvørt einasta lag
sum eg hoyri. Eg dugi væl at
kobla frá og bara lurta eftir
heildini. Eg eri kritiskur tá tað
kemur til tónleik, men tað havi
eg altíð verið, sigur hann.
Jens plagar at vera heima í
Føroyum í feriunum, og tá nýtir
hann høvið at arbeiða, og spara
sær nakrar pengar saman.
– Eg eri ikki byrjaður at
arbeiða her yviri enn, men tað
verður nokk í næsta ár. London
er ein ótrúliga dýrur býur at
búgva í, og skúlin kostar nógv.
Tíbetur hava vit stuðulsstovnin,
sum dekkar allan skúlan hjá
mær. Annars hevði hetta verið
næstan hopleyst. Men um eg skal
geva nøkur góð ráð til fólk sum,
ætla sær okkurt líknandi, so má
tað vera at byrja at spara saman
nú beinanvegin, sigur hann.
Tá prátið kemur inn á fram-
tíðina, dreymar og ætlanir, sigur
Jens ikki so serliga nógv.
– Eg havi ongantíð kunnað
sagt hvar eg fari at vera um 1 ár.
Eg veit tað ikki. Men tað verður
allarhelst innan tónleikin. Eg
vóni at eg onkuntíð fari at kunna
hava mítt egna. At gera "mítt
egna ting", og so vera nøgdur við
tað. Eg havi sum so ongar ítøki-
ligar ætlanir. Vit mugu bara bíða
og vita hvat vísir seg, sigur hann
við einum ógvuliga róligum
tónalagi.
Jens L. Thomsen, sum
her sæst í studio við
Klickhaze, hevur ikki
havt serliga nógva tíð at
spæla tónleik sjálvur,
síðan hann flutti til
London. Harafturímóti
komponerar hann sera
nógv.
Mynd: Savnsmynd
– Tað er ongantíð ov seint at byrja at læra seg at spæla tónleik. Um tú ert
fúsur at venja, so lærir tú tað heilt sikkurt skjótt, sigur Jens.
Mynd: savnsmynd
C
M
Y
K
31
30