fríggjadagur 7. mai 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
9
8
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
og tað verður vátakavi undir
lembingini, kann eitt illveður
gera av við fleiri lomb. Tí hava
vit ærnar inni, meðan tær lemba.
Petur Skeel vísir á, at seyðurin
í haganum sum heild er smáur,
og tað dámar teimum eisini
betur.
– Tann smái seyðurin klárar
seg betur gjøgnum veturin, og
hann krevur heldur ikki so nógv.
Hann sigur, at teimum dámar
best brundarnar, sum liggja um
eini 32-33 pund.
– Vit stíla heldur ikki eftir
tvílembum, tí vit halda ikki, at
hagin er nóg góður til tess. Her
er eingin undirhagi, sum vit rópa
tað. Tó kemur altíð onkur ær við
tveimum lombum, men tær eru
sjáldan fleiri í tali.
Funningsmaðurin er røkting-
armaður í tilsamans trimum
hagapørtum, og nú lembingin
stendur fyri, gevur hann eisini
seyði í øðrum hagapørtum enn tí
partinum, sum eigur seyðahúsið
og seyðin, sum stendur inni.
Gott samstarv
Petur Skeel sigur, at teir, sum
eiga seyðin, eru altíð fúsir at
hjálpa til í seyðahúsinum, tá ið á
stendur, og heitt verður á teir.
Serliga plaga teir at vera til
hjálpar í vikuskiftinum.
Aftrat sær hevur Petur ein
ungan strandadrong, Karl Høgna
Jensen, sum er 13 ára gamal.
Foreldrini hjá honum eiga eisini
lut í seyðinum í Heimara parti
Inni í Haga.
Karl Høgni byrjaði at fletta og
ganga á fjall sum blaðungur, og
honum dámar væl at ambata
seyðinum í seyðahúsinum.
– Eg haldi, at samstarvið um
seyðin, seyðahúsið og hagan er
óvuliga gott. Her er einki togarí,
og tískil ganga tingini eisini
lættari. Eg geri allar mínar
royndir sjálvur, og teimum sleppi
eg at taka mær av í friði og
náðum.
Í Heimara parti Inni í Haga
eru tvær gongur, og tá ið rikið
verður, verður allur seyðurin
rikin inn í seyðahúsið, har hvør
eigari fær sína krubbu.
Fjallskipanin í haganum er 11
mans, og Petur Skeel sigur, at tað
vanliga gongur væl at reka.
– Eg havi ein hund, Donja,
sum hjálpir væl til. Hundin havi
eg fingið frá Øssuri av Steinum.
Hetta er ein góður hundur, og tað
lá beinanvegin í honum at vera
ein góður seyðahundur, sigur
Petur Skeel.
Langir dagar
Meðan vit standa og práta inni í
seyðahúsinum, kemur Karl
Høgni innar um dyr. Lagið er
gott, og tað sæst á eygnabráð-
num, at hetta er nakað, hann
gleðir seg til og tímir.
Unglingin fer beinanvegin í
gongd við at stoyta kraftfóður
uppí eina hjólbøru. Hon er full
og tung, tá ið hann fer eftir
gólvinum við henni. Hvør ær fær
eitt pund av kraftfóðuri og gras-
perlum, og Petur Skeel sigur, at
hetta hevur stóran týdning fyri
seyðin uppundir lembingina.
Handalagið hjá Karl Høgna er
gott, og tá ið seyðurin hevur
fingið kraftfóður, fer hann at
bera hoygg út í krubburnar.
Og tað er ikki smávegis at
skula ambata og taka upp eftir
100 seyðum.
– Jú, mær dámar væl at fáast
við seyð. Eg gangi á fjalli, bæði
her í haganum og í Elduvík, og
um heystið fletti eg.
Petur Skeel sigur, at Karl
Høgni kennir væl seyð, og hann
er at kalla hvønn dag í seyðahús-
inum.
– Tað er ein serligur spenn-
ingur, nú lembingin stendur fyri,
sigur Karl Høgni.
Berst Peturi frá at fara í seyða-
húsið, tekur Karl Høgni um
endan.
– Eg haldi, tað hevur stóran
týdning, at teir ungu sleppa at
royna seg, sigur Petur Skeel.
Røktingarmaðurin, sum annars
arbeiðir hjá Føroya Tele, sigur, at
hann fer frá húsum tíðliga á
morgni.
– Nú seyðurin lemdir, fari eg
eisini fram við seyðahúsinum
fyri arbeiðstíð, tí tað er ikki so
sjáldan, at okkurt er áfatt. Tað
kann vera ein ær, sum ikki fær
lembt – ella eitt lamb, sum er illa
fyri.
Eftir arbeiðstíð fer hann aftur í
seyðahúsið, og hann er sjáldan
við hús aftur fyrr enn um 22-23-
tíðina á kvøldi.
Á vegamóti
Petur Skeel hevur sínar mein-
ingar um seyðahald í Føroyum,
sum hann heldur vera á einum
vegamóti.
Hann heldur, at áhugin fyri
seyðahaldi er ov lítil í fleiri
bygdum kring landið.
– Eg havi mína hugsan um
hesi viðurskifti – og hví so er,
men tað fari eg at lata liggja.
Hann heldur ikki, at Royndar-
støðin í Kollafirði hevur verið
smámanninum, sum hann rópar
tað, til nógva nyttu.
– Vit síggja ongar royndir, sum
vit kunnu styðja okkum til, og
vit hava ongan seyðaráðgeva
havt nú í fleiri ár.
Røktingarmaðurin heldur
eisini lítið um tær seyðasýningar,
ið er, tí hesar taka ikki hædd fyri
fitini í seyðinum.
– Eg fari ikki til nakra seyða-
sýning, men sýni heldur seyðin
sjálvur. Tað, sum er avgerandi
fyri meg, er, um vit hava før-
oyskan seyð ella útlendskan seyð
í haganum.
Petur Skeel Skarðsá hevur
áður verið frammi við síni
hugsan um viðurskiftini.
– Eg havi fleiri hugskot um,
hvussu vit kundu fingið eitt betri
seyðahald í Føroyum, men eg
haldi ikki, at nakar tímir at lurta
eftir hesum, sigur hann at enda.
Úr seyðahúsinum í Funn-
ingsfirði, fóru vit beina leið
norður til Funnings, har kona
Petur Skeel, Hansy, borðreiddi
við te, kaffi og góðum køkum á
52 ára føðingardegnum hjá
røktingarmanninum.
SAMRØÐA
Tekstur og myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hann er lágvaksin og siðiligur
maður, góður kvøðari og góður
upplesari. Áhugin fyri tí, sum
livir og andar í náttúruni, er
stórur. Ein serligan alsk hevur
hann til seyðin – og ikki minst
tann seyðin, sum av uppruna er
føroyskur. Túrarnir uppi millum
fjalla eru mangir – og summir
strangir. Hann byrjaði at ganga í
haga saman við skilamonnum, tá
ið hann var seks ára gamal. Í dag
er hann 52, og tað var júst á
føðingardegnum, vit seinnapartin
mánadagin vitjaðu hann og
hjálparmann hansara, 13 ára
gamla, Karl Høgna Jensen, í
stóra seyðahúsinum í Funnings-
firði.
Petur Skeel Skarðsá er úr
Funningi, og har sleit hann eisini
sínar barnaskógvar. Hugurin
hevur altíð ligið til seyðin, og
hóast árini eru gingin, er hugurin
tann sami enn í dag. Nú lemb-
ingin er byrjað, er hann ein stór-
an part av kvøldinum í seyða-
húsinum í Funningsfirði, har út
við 100 seyðir standa inni og
fara at lemba. Hetta er seyður úr
einum av teimum seks haga-
pørtunum í Funningi, nevniliga
úr Heimara parti Inni í Haga, teir
rópa. Tað eru eigarar úr hesum
hagaparti, sum eiga seyðahúsið
saman við Peturi Skeel og
øðrum.
Seyðurin kom inn um hálvan
mars, og væntandi byrjar lemb-
ingin nú av álvara. Hendan
seinnapartin, vit vitjaðu, vóru
eini trý lomb komin. Seyðurin
fer útaftur í hagan umleið 20.
mai, tá ið gróður er komin í
hagan.
Drúgvar royndir
Í fleiri ár hevur Petur Skeel
kannað fitina í seyði, og hansara
hjartamál hevur verið og er, at
allur seyðurin í haganum ber
glarfiti heldur enn tálgafiti.
Røktingarmaðurin sigur, at tað
er tann føroyski seyðurin, ið ber
glarfiti sum snykar, meðan tann
útlendski og blandaði seyðurin
ber tálgafiti, sum brotnar undir
knívinum.
– Eg eri komin til ta niður-
støðu, at brundur við glarfiti,
brundar glarfiti. Tí er tað ógvu-
liga umráðandi at velja út røttu
brundarnar, eins og tað er um-
ráðandi at kenna ærnar, ið skulu
bera lombini.
Petur Skeel sigur, at hóast tað
er ógvuliga tíðarkrevjandi at vera
so nógv um seyðin, nú hann
stendur inni, ger hann hetta
arbeiði í fyrsta lagi fyri at kanna
fitina.
Eisini í brundstíðini hevur
hann einar 30 ær inni, sum verða
brundaðar, meðan tær standa í
seyðahúsinum.
Sum røktingarmaður, er hann
eisini við til at avgera, hvørjir
brundarnir eru, sum fara í hagan.
– Vit hava langar ættartalvur
yvir seyðin, sum er í haganum.
Soleiðis kunnu vit siga, hvør
langabbin og langomman eru.
Tað er umráðandi at kenna
ættarbondini fyri at náa málinum
um glarfitina. Kanningar yvir
eini 6-7 ár, eru ov stuttar, sigur
maðurin, sum hevur víst fitini
ans heilt aftur til sekstiárini.
Harðbalur hagi
Petur Skeel sigur, at seyðurin,
sum stendur inni, er ógvuliga
væl fyri.
– Hagin er harðbalin og karg-
ur. Hetta er ringur vetrarhagi,
men dalarnir eru góðir, og nógv
gras er í erva. Í neðra eru ongar
fløtur, og hagin er brýndur av
vindi.
Hann sigur, at seyðurin, sum
gongur í erva, vanliga er frískari
enn seyðurin, sum gongur niðari.
– Lembir seyðurin í haganum,
Nakrir tímar í einum seyðahúsi í Funningsfirði
- Hagin er harðbalin og
kargur. Hetta er ringur
vetrarhagi, men
dalarnir eru góðir, og
nógv gras er í erva. Í
neðra eru ongar fløtur,
og hagin er brýndur av
vindi. Lembir seyðurin
í haganum, og tað
verður vátakavi, kann
eitt illveður gera av við
fleiri lomb. Tí hava vit
ærnar inni, meðan tær
lemba, sigur
røktingarmaðurin, sum
nú í lembingini er
nógvar tímar í
seyðahúsinum um
dagarnar
Síðan Petur Skeel var seks ára gamal, hevur hann gingið burtur í haga. Hann er røktingarmaður í trimum hagapørtum. – Tað er gott, at teir ungu sleppa at
royna seg, sigur hann um Karl Høgna, sum er 13 ára gamal og hevur stóran áhuga fyri seyði
Karl Høgna dámar væl at vera í seyðahúsinum, sum er í Heimara parti
Inni í haga, tey rópa. Her gevur hann ærnum, sum nú fara at lemba,
kraftfóður. Karl Høgni flettir sum ein maður og kennir væl seyð
Seyðahúsið, sum stendur í Funningsfirði, men í haganum hjá funningsmonnum, er 34 metrar langt. Tá ið teir eru á
fjalli, verður seyðurin rikin inn í húsið, og hvør eigari fær sína krubbu til seyðin
– Mær dámar væl hvítan seyð, sigur Petur Skeel, sum í mong ár hevur
kannað fitina í seyði
Í Funningi eru seks hagapartar, og Petur Skeel er røktingarmaður í trimum
Petur Skeel hevur sínar meiningar um seyðahald í Føroyum, sum hann
heldur vera á einum vegamóti
C
M
Y
K
33
32