fríggjadagur 7. mai 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard
"Tað var hann sum rópti,
tað var Jesus, eg veit tað,
tí eg havi hoyrt røddina
aftur seinni í lívinum, og
tá var so púrasta ongin
ivi. Ein maður rópti á
meg úr maskinrúminum á
Glottanum, meðan vit
lógu í briminum
norðantil á Viðoynni við
motorstoppi. Har var
ongin maður, men luft
var komin aftur í
tangarnar, nóg mikið til
at seta motorin í gongd
aftur, her hendið eitt
undur, sum hevur fylgt
mær við einum smíli
seinastu 46 árini, sigur
65 ára gamli Símun Hans
Jacobsen av Hellunum,
ættaður av Syrðadali á
Kallsoynni.
Summi trúgva alt lívið
á forsjónina uttan at
hoyra tað minsta, síggja
tað minsta ella droyma
tað minsta og tey skulu
vera sælari sambært
halgu bók. Onnur fáa boð
og klokkurein tekin frá
máttum uttan fyri lívið,
týdningarmikið boð, boð
sum kunnu merkja lív
ella deyða. Fleiri av
teimum, sum lesa hesa
greinina, trúgva als ikki
upp á slíkt yvirnáttúrligt
sum boð frá ósjónligum fólkum.
Tá fólk ikki trúðu, spurdi ein
kendur skipari, Hans Pauli í
Hvannasundi, sáli, mangan:
"Íðan var tú hjástaddur, tá tað
hendi! Eeeg var"
Símun Hans sær hendingina
fyri sær. Teir eru á veg heim
aftur av útróðri. Motorurin er
steðgaður, teir reka inn móti
Viðoynni, tað er óslætt. Nú er
bara brimið millum teir og høga
bergið. Teir koma neyvan livandi
frá hendingini, hendir ikki okk-
urt ógvusligt, og tað var júst tað
sum hendi.
Símun Hans er kallsoyingum,
sonur Ingeborg og Petur Juul
Jacobsen. Hann býr á Hellunum
og hann sær Kallsoynna hvønn
dag, tó bara vestaru síðuna,
sólsíðuna, og hendingin hann
greiðir frá í dag hendi langt
áðrenn hann visti nakað av
týdningi um Hellurnar, bygdin
sum seinni skuldi gerast karm-
urin um lívið og heimið og alt
sum lívið fevnir. Símun Hans
hevur verið sveisari seinastu
mongu árini. Hann veit alt um
slaggu, elektrodir, vánaligt stál
og gott stál. Hann kennir til rust
og ótespiligt arbeiði í ruskveðri
umborð á útslitnum fiskiskipum,
sum mødd av veiðu eru komin á
skipasmiðju til heilsubótar.
Hann hevur arbeitt á Skála
Skipasmiðju síðan 1978 og
undan tí hevur hann stríðst sum
útróðrarmaður og við skipum,
ein stóran part av tíðini sum
motorpassari. Hendingin í 1957
hevur fylgt nógv í lívinum hjá
Símun Hans og seinastu árini
hevur hann havt sovornan hug at
siga hesa søgu víðari til onnur,
onnur tey nærmastu. Eg eri út-
valdur at vera boðberi, hugsar
hann. Hann hevur gjørt seg til
fleiri ferðir hetta seinasta árið og
eg havi merkt, at hann hevur
okkurt stórt upp á hjarta. Nú
hevur hann endiliga tikið seg
saman. Hann situr í stovuni her á
Hellunum. Her er heitt, í ovnin-
um brennir eingilskt kol og
vindurin knakar í gomlu bit-
unum. Vit eru aftur í 1957, sama
ár eg sjálvur var føddur. Eg dugi
ikki sjálvur at ímynda mær
hvussu drúgv 46 ár eru, minnist
bara frá tí eg var fýra. Símun
Hans var 18 ára gamal, og ein
leitandi sál tá undrið hendi..
Eingilskmenn lógu inni
– Hendingin fór fram millum 10-
12 desember. Vit vóru farnir inn
til Klaksvíkar sum vanligt
sunnukvøld. Símun Joensen í
Miðstovuni á Syðradali førdi
Glottan og vit vóru fleiri manns
úr bygdini við. Vit plagdu búgva
umborð og fór ikki til hús fyrr
enn leygarkvøld og síðan inn
aftur til Klaksvíkar sunnukvøld.
Hesa vikuna høvdu vit verið úti
mánadag og týsdag, men miku-
dagin var so ringt veður, at vit
fóru ongan veg. Út á mikudagin
fingu vit boð um at egna. Símin
segði, at í kvøld fóru vit út.
Nógvir eingilskmenn lógu inni,
so friðaligt fór at vera á Norð-
havinum. Vit engdu 42 stampar
og fóru avstað norður gjøgnum
Haraldsund. Símun ætlaði at seta
í einum lodskoti norður úr
Viðoynni, sigur Símun Hans.
– Vit koma á ætlaða staðið og
settu. Eg minnist, at eg hevði
boyðuvakt hesa náttina og hinir
tørnaðu inn. Vit mundu fáa 150
pund upp á stampin og tá vit
vóru lidnir at draga tørnaði eg
inn, sigur hann.
Vaknaði í kvirru
– Nú vakni eg og skilji ikki
rættuliga hví tað er so kvirt
umborð. Her er ongin motorur at
hoyra og eg fekk tað ikki rættu-
liga at passa, at vit vóru komnir
til Klaksvíkar longu. Her var
okkurt áfatt. Eg fór upp og so
var. Vit lógu við maskinstoppi og
vit vóru komnir inn í munnan í
Haraldsundi.
– Eg minnist, at skiparin Sím-
un kemur úr maskinrúminum og
sigur. Eg fái ikki motorin í
gongd, her er ongin luft eftir ella
í hvussu er ov lítil luft eftir.
Ternan og Viðoyggin vóru hjálp-
arskip um hetta mundi, vit kall-
aðu á bæði skipini, men tey
kundu ikki koma, tí at tey hjálptu
øðrum bátum, sigur Símun Hans.
– Hóast eg var ungur, so kendi
eg eitt sindur til motorar, hevði
verið niðri og hugt, tá maskin-
meistarin arbeiddi. Eg fór niður,
tørnaði motorinum og setti luft
til. Har hoyrdist bara eitt lítið fís,
og síðan var alt deytt aftur.
Onnur fløskan var heilt tóm. Í
hinari vóru 5 kilo, tað sást á
vísaranum. Tað skuldu 15 kilo til
at fáa hann í gongd, tá hann var
heitur og 22 kilo, tá hann var
kaldur.
Teir eru farnir at rigga til at
flota redningsbátin á dekkinum
Hetta var ein træbátur við galvi
aftan, men tað gekk ikki so lætt,
tí hann var fyri tað fyrsta tungur
og síða fullur av øllum órúmi,
grýtum og øðrum.
– Dia bróður rópar niður til
mín og biður meg um at koma
og hjálpa til. Og nú hendir eitt
undur, tá eg líti aftur á. Tað var
líka sum tað bleiv heilt stilt og eg
kendi at samband var millum
meg og himmalin. Eg fari upp
gjøgnum leytarin sum gekk upp í
stýrhúsið og skal út at hjálpa
teimum. Framvegis er sama
tøgnin, tað er líka sum alt ljóð av
dekkinum er burtur. Meðan eg
standi í leytaranum hoyrist ein
rødd rópa úr maskinrúminum:
"Símun Hans" ja, hon rópti mítt
navn. Og har var ongin í maskin-
rúminum. Tað reistist hvørt hár á
høvdinum á mær. sigur Símun
Hans.
– Eg fari niður aftur í maskin-
rúmið. Eg var rættuliga illa
heitin. Eg minnist eg vendi mær
móti luftfløskunum, foldaði
hendurnar, og bað faðir vár. Eg
bað til Gud um at fáa motorin í
gongd aftur. Dia bróður var nú
aftur í lúkuni og rópti á meg,
segði at vit vóru í briminum vit
vóru riknir eystur móti norðend-
anum á Viðoynni, norðanfyri
Fiskimúla, sigur hann.
– Eg fór ikki upp, eg hevði
biðið til Gud og tí fór eg
til motorin, tørnaði hann,
snaraði regulatorin
hálvan triðja umdrejning
upp. So fari eg til
luftfløskuna, hoyri at har
er luft í, tá eg skrúvi
ventin á fløskuni frá,
hoyri hvussu luftin setir
frá fløskuni og inn móti
motorinum. Eg opni
kúlvin, tað er ein ventilur
á motorinum og luftin
sleppur inn. Háli í
startventilin og
motorurin fer í gongd.
Har vóru 22 kilo í tá eg
startaði og stutt framman
undan vóru bara fimm.
Eg skuldi til at pumpa
luft, men teir bóðu meg
bíða, til vit vóru komnir
leysir av landi.
– Tá vit vóru komnir á
Klaksvík sigur Dánjal í
Hoygarðinum á Syðra-
dali við meg. Hann var
við. Hatta var eitt
ordiligt bragd tú gjørdi.
Eg segði honum, at tað
var ikki mær at takka
fyri, men eini hægri
makt.
Byrjanin til
umvendilsi
Símun Hans er vísur í at
hendan hendingin var
byrjanin til hansara
umvendilsi. Sum ungur
hevði hann livað sum hinir ungu
í bygdini, hann smakkaði sær
eisini á í vertsskapi, uttan at
hetta var ein stórur trupulleiki.
Men hann var ikki nøgdur og
kendi ikki frið.
Hann hevði møtt hellugentuni
Sonju, sum var arbeiðsgenta
heima hjá foreldrunum hjá
honum og tey vóru nýgift um
hetta mundi, tá seinasti ivin í
trúarsakum varð fingin upp á
pláss. Hetta var í januar 1960.
Hann sigldi sum motorpassari
við útróðrarbátinum Mækjuvík
hjá Kjølbro. Hann var farin á
Hellurnar at vitja konuna. Tey
høvdu ikki bygt um hetta mundi.
Hann hevði fingið eyga á eina
byggigrund á Hellunum og var
farin at hyggja eftir henni hetta
kvøldið.
– Meðan eg standi og hyggi
eftir grundini hoyri eg eina rødd,
sum segði orðarætt soleiðis við
meg: "Eg doyði fyri teg á
Golgata og kvittaði tínar synd-
ir." Hetta var sama rødd sum eg
hoyrdi í maskinrúminum trý ár
framman undan. Nú kendi eg
vissuna og hon hevur fylgt mær
síðan. Eg havi onkuntíð síðan
hoyrt og fingið varskó, men
ongantíð so týðuliga sum hesar
báðar ferðir. Eg sá einki, bara
hoyrdi. Eg gjørdist ótrúliga
glaður, tá eg hoyrdi Jesus fyri
aðru ferð á Hellunum, tá reistist
einki hár, eg visti hvør hann var
og takkaði honum, sigur Símun
Hans Jacobsen.
Ósjónligur maður
bjargaði útróðrarbáti
Sæl eru tey sum einki tekin fáa og allíkavæl síggja. Leysliga eftir Halgu Bók. Hjá summum skal meira til. Símun Hans hevur verið
vælsignaður við beinleiðis boðum frá forsjónini. Her er hann avmyndaður við komfýrin í fyrstu bygdu húsunum á Hellunum
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
11
TINGHELLAN
Beinta í Jákupsstovu
Okkara fólkaræði er bygt á
fólkavald umboð. Til ber at
hugsa sær skipanir, har øll taka
lut í stýringini av samfelagnum,
sum í gamla Aten. Almenn semja
man kortini vera um at halda
okkum til eina skipan, har nøkur
verða vald burtur úr at umboða
fjøldina á tingi. Ósemjurnar
snúgva seg um, hvussu útvelj-
ingin skal fara fram, hvussu
valskipanin skal vera: Hvussu
skulu Løgting, bý- og bygdaráð
mannast? Eg skal her í stuttum
vísa á nakrar teoretiskar út-
greiningar og nøkur empirisk
dømi frá valgransking.
Vanligt er at skilja millum
politiska umboðan sum antin
actual ella virtual. Actual merkir,
at tann fólkavaldi er beinleiðis
umboð fyri ein bólk. Tað kann
t.d. vera ein bóndi frá einari
útoyggj, ella ein, sum situr í
rullistóli, sum verður valdur til at
vera talsmaður fyri sín bólk. Við
hvørt verður sagt, at ting skulu
vera spegilsmyndir av samfelag-
num. Spurningurin verður tá,
hvat ið skal speglast: Hvørjir eru
teir bólkar, sum hava krav upp á
umboð?
Tey, ið hella til hitt grundar-
lagið fyri politiskari umboðan,
virtual representation, halda
uppá, at tað ber til at umboða í
fluttari merking. Summi siga t.d.,
at menn ofta umboða áhugamál-
ini hjá kvinnum betri enn
kvinnurnar sjálvar. Men munu
ikki slíkir pástandir mangan
skava út yvir politiskar mót-
setningar og manglandi umboðan
fyri summar bólkar? Hvussu
hevði tað samsvara við vanliga
hugsan hjá fólki, um vit søgdu,
at havnarfólk væl kunnu umboða
áhugamálini hjá útjaðaranum, tí
tey hava ofta verið og ferðast á
bygd? Kunnu gamlir tingmenn
umboða ungdómin, tí teir
einaferð hava verið ungir?
Tað er sera týdningarmikið, at
fólk hava álit á fólkaræðinum. Tí
mugu vit hava eina skipan fyri
vali av umboðum, har flest øll
kenna, at tey hava ávirkan, at
teirra virði, hugsanir og áhuga-
mál verða umboðað av teimum
fólkavaldu. Hetta er ikki bara
spurningur um matematikk, at
umleið sama tal av atkvøðum er
aftan fyri hvønn tinglimin. Tað er
serliga ein spurningur um, hvørji
valevni veljarin hevur at velja
ímillum, og hvønn møguleika
veljarin sær fyri at ávirka valið,
so at tey, sum verða hildin at
vera fræg umboð, koma inn á
ting.
Fólk flest hava eina greiða
fatan av, hvat tey ymisku val-
evnini standa fyri. Flokksskráir-
nar geva nokkso greiða ábending
um hugsjónir um loysing ella
samband, og um økonomiska
stýringin eigur at vera vinstra-
ella høgravend. Tað eru eisini
flokkar, sum melda út um
religiøsa hugsan. Har afturat vita
veljararnir, ella halda seg vita,
støðutakanina hjá tí einstaka
valevninum: Summi hava sitið á
tingið fyrr, og tá víst hvussu
djúpt flokksskráin stingur. Tað
kann t.d. koma fram í støðutakan
til yvirtøkur. Slíkt sæst eisini
aftur í støðutakan til búskapar-
politiskar spurningar, t.d. um
Løgtingið skal stuðla teimum
veiku í samfelagnum gjøgnum
ein fordeilingspolitikk, ella
heldur royna at stimbra privata
vinnulívinum, og tann vegin
kanska seta ferð á búskapin.
Fólk vita eisini, hvørji valevni,
sum eru í brøðrasamkomuni og
hvørji eru heimamissiónsfólk,
hóast tey standa á listum saman
við fólkum, sum sjáldan fara í
kirkju. Og so er tað slagið: Tað er
óivað stórur loyalitetur í summ-
um familjum til ein flokk. Hin
vegin kann tað hugsast at eitt
valevni, sum kanska ikki um-
boðar allar tær hugsanir, sum
fólk flest forvænta av teimum í tí
familjuni, kann hava trupult við
at fáa sín boðskap fram í einum
politiskum kjaki. Fólk hoyra tað,
tey vænta at hoyra.
Tað eru djúp gil millum bólkar
í føroyska samfelagnum. Kanska
summi gil eru vorðin lættari at
fara yvir um seinastu árini,
kanska tað eru vorðið einfaldari
at vera politiskt umboð fyri fleiri
bólkar í senn. Men samanum
tikið kunnu vit vísa á umleið
somu spenningar í føroyska
samfelagnum, sum vit m.a. finna
í tí norska. Og hugsandi er, at
hetta sæst aftur í, hvørji umboð,
sum verða vald á ting:
• Geografi: Lokalpatriotisman er
sterk. Hvør vil hava umboð
fyri sína bygd.
• Religón: Kirkjufólk mótvegis
heimamissión mótvegis
brøðrasamkomu mótvegis ...
• Klassi, Starvsbólkar: Kanska
hetta gevur ymisk útslag? Velja
arbeiðsfólk fakfelagsumboð,
ella kanska heldur umboð fyri
arbeiðsgevarar, sum tey vóna
vilja tryggja teimum arbeiði
framyvir?
Hvat við kyni? Jú, óiva hevur
kyn stóran týdning. Tað sær út
til, at menn vilja hava menn í
politisk álitisstørv. Løgmaður og
flokksformenn funnu bara menn
til landsstýrið og formanssess-
irnar í ár. Kanning frá komm-
unuvalinum í Havn í 2000 vísti,
at kvinnur sum heild velja bæði
menn og kvinnur - menn sum
heild velja menn:
Vánaliga umboðanin av kvinnum
hevur skapt rumbul. Í kjakinum
um hvat kann gerast fyri at fáa
fleiri kvinnur inn í Løgting og
bý- og bygdaráð, er m.a. komið
uppskot um at kvinnur skulu
hava minst 25 ella 30 % av sess-
unum á tingi (Sosialurin,
24.4.04). Vanligt er annars, at
málið er í minsta lagi 40 %
umboðan av hvørjum kyni. So er
spurningurin, um tað skal vera
upp til veljaran, flokkin ella um
tað skal vera lógarfest, at eitt
minsta mark kann vera fyri,
hvussu býti er millum kvinnur
og menn.
Hvørji mál munu hava størst
týdning fyri veljaran? Man tað
vera av eins stórum týdningi at
hava kvinnuumboð sum at hava
umboð fyri sína bygd á tingi ella
í býráðnum? Við seinasta val
gekk talið á kvinnum í býráð-
num í Havn aftur, men koll-
firðingar fingu so sítt umboð
aftan á samanleggingina.
Hvussu munu samanleggingar
av kommunum fara at ávirka
kynsbýtið í bý- og bygdaráðum
um landið aftan á valið til
heystar?
Kappingin um at fáa politiskt
álitisstarv velst millum annað um
hvussu nógv, sum skulu veljast.
Fólkatalið er nógv vaksið, bæði
um landið og í høvuðsstaðnum,
uttan at talið á løgtings- og
býráðssessum er økt tilsvarandi.
Kanning, sum eg havi gjørt av
býráðsvalum í Havn, vísti
bardaga um sessirnar, og at tað
ofta vóru teir somu, sum vórðu
afturvaldir. Og ein orsøk liggur í
skipanini: at hvør veljari bert
hevur ein kross at seta við eitt
valevni. Hvør skal fáa tann
krossin? Skal tað vera tann, sum
veljarin metir vera frægasta
umboð? Ella skal man heldur
velja tann, sum man metir má
sikrast sess fyri at sleppa undan,
at ein persónur, sum man metir
vera púra hopleysan, skal koma
inn? Og hvat er mest strategiska
atkvøðugreiðslan, tá valevnini
eru spjadd á nógvar listar? Hvar
ger mín atkvøða størst nyttu í
mun til umboðan av mínum
áhugamálum?
Ein máti at tryggja kvinnum
umboðan, er at fara aftur til eina
skipan, har flokkurin raðfestir,
hvørji ið skulu standa ovast á
listanum, og veljarin bert setur
kross fyri listan. Ein annar máti
at gera tað "lættari" at atkvøða
fyri kvinnum, er at geva hvørjum
veljara fleiri atkvøður, sum so
fara til tey valevnini, sum
veljarin raðfestir hægst. - Annars
ber til at hækka talið á fólkavald-
um. Royndir aðrastaðni hava
víst, at tá verður ofta pláss fyri
fleiri kvinnum. Helst var ein
grund til, at tær fyrstu kvinnur-
nar vórðu valdar til Løgtingið í
1978, at talið á løgtingslimum
hækkaði, og serliga at Suður-
streymoyar valdømi fekk tví-
faldað sína umboðan úr 4 upp í
8. - Verða uppskot til broytingar
av valskipanini gjørdar við
grundarlagi í teoretiskum og
empiriskum royndum frá altjóða
valgransking, og við kunnleika
um royndir frá føroyskum val-
skipanum, ber til at finna góðar
loysnir.
Tey dømi, sum her er víst til
um ójavna og kanska skeiva
rekruttering til Løgting og bý- og
bygdaráð, snúgva seg øll um býti
millum kvinnur og menn. Or-
søkin er veikt empiriskt grundar-
lag fyri føroyskari valgransking.
Einasta, vit hava at fara eftir, er
um valevnið hevur konufólka-
ella mannfólkanavn. Tað hevði
bøtt munandi, um vit høvdu
vitað p-talið hjá teimum, sum
stilla upp. Tá høvdu vit kunna
kannað aldursbýtið á valevnum
og valdum, og eisini við størri
vissu kunna sagt nakað um
afturval. Vónandi fara føroyskir
landsmyndugleikar at skipa fyri
slíkari skráseting.
Meðan vit bíða eftir betri hag-
tølum, mugu vit fáa fatur á
tølum á annan hátt. Í næstum
fara øll valevni, sum stillaðu upp
til kommunuvalið í 2000, at fáa
eitt spurnarblað í postinum.
Henda kanning er ætlað at lýsa
nakrar av spurningunum um
rekruttering av politikarum. Eg
vóni, at fólk gera sær tann ómak
at fylla spurnarblaðið út, og
senda tað aftur til mín.
Valgransking gevur kunnleika
um, hvussu politiska skipanin
fungerar. Hetta átti at havt
politiskan áhuga. Tað er ein
ábyrgd, sum hvílir á okkum
øllum, og serliga teimum fólka-
valdu, at tað ikki er ein hópur av
kvinnum, ungum, tilflytarum og
øðrum, sum missa álitið á
politisku skipanini, tí tey ikki
virða tey fólkavaldu sum legitim
umboð fyri seg og síni.
Fólkaræðið má røkjast og
verjast fyri at yvirliva.
Keldur:
Christophersen, J.A.
(1963/64):"Representant og velger",
Tidsskrift for Samfunnsforskning nr. 4
1963 og nr. 2, 1964.
Jákupsstovu, Beinta í (1996): "Kvinner
ingen adgang?". Norsk Statsviten-
skapelig Tidsskrift 1996:1.
Phillips, Anne (1995): The Politics of
Presence. Oxford
Rokkan, Stein (1967/1987): "Geografi,
religion og samfunnsklasse", í Stat,
nasjon, klasse, Universitetsforlaget
Talva: Atkvøða menn og kvinnur fyri monnum ella kvinnum?
Menn
Kvinnur
Í alt
Valdu ein mann
80,3
56,3
67,9
Valdu eina kvinnu
16,0
41,2
29,0
Valdu flokkin
3,7
2,5
3,1
Í alt
100,0
100,0
100,0
N*=
2402
2560
4962
* N = 52,8 % av veljarunum.
Til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu 2000 høvdu til saman 12.571 veljarar atkvøðurætt;
av teimum greiddu 9398 atkvøðu, v.ø.o, valluttøkan var 74,8 %
Fólkaræðið – fólkavald umboð
C
M
Y
K
35
34