fríggjadagur 7. mai 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 7. mai 2004
37
12
Sosialurin Nr. 87 - 7. mai 2004
Sangarin í Aqua kom púra
óvæntað á pallin, tá ið
triðja innleiðandi umfarið
av Ársins Songrødd var í
Havn leygarkvøldið.
Tey sum vóru í Badmintonhøllini
leygarkvøldið vóru ikki sørt
bilsin, tá ið tey knappliga sóu at
AQUA- sangaran Rene Dif kom
inn á pallin.
Hann gav okkurt tekin til
plátuvendaran Pætur Magnussen,
sum beinanvegin fangaði, hvat
var á vási, og til frøi fyri
áskoðrarnar undirhildu teir báðir
við kynstum sínum.
Rene Dif má sigast at vera ein
sera dúgligur rappari, og tað eru
kanska ikki øll sum vita, at hann
var DJ í nógv ár, áðrenn hann
gjørdist kendur í pop-bólkinum
AQUA.
Bólkur til finaluna
Birita Bisp & Co. blivu nummar
1 í hesum triðja umfarinum í
Songrøddini. Á øðrum plássi
varð Bára Svabo Samuelsen. Tey
hava sostatt tryggjað sær eitt
finalupláss hvør, tá ið finalan
verður í Badmintonhøllini tann
5.juni.
Tá hava fyrireikararnir tryggja
sær, at bólkurin Páll Finnur Páll
fer at spæla. Bólkurin hevur ikki
spælt so nógv seinastu vikurnar,
men teir eru tó at hoyra á
útvarpsrásunum, og til finaluna í
songrøddin fara teir so at spæla
aftur.
Fjórða og næstseinasta inn-
leiðandi umfarið í Ársins Song-
rødd verður í Badmintonhøllini í
Havn leygarkvøldið tann 15.mai.
TINGHELLAN/KLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Uttanlandsnevndin hjá Løgting-
inum viðger í hesum døgum eitt
uppskot frá Landsstýrinum um
trygdarpolitikk Føroya. Hesi
seinastu árini hava landsstýrini í
Føroyum og Grønlandi lagt
meir og meir dent á, at tey vilja
hava størri ávirkan á uttanríkis-
og verjupolitikkin.
Tað er hugsandi, at landsstýr-
ini kunna fáa nakað víðari
heimildir í uttanríkispolitikk-
inum, tó neyvan í øðrum førum
enn tá talan er um mál, sum
einans viðkoma Føroyum ella
Grønlandi. At hetta ber til er
ikki nakað nýtt. Tey seinastu
meira enn 30 árini hevur før-
oyska landsstýrið reelt ført
samráðingar uttan beinleiðis
danska luttøku við onnur lond
um fiskiveiðuavtalur. Møguliga
kann praksis víðkast nakað.
Uttanríkispolitikkur er tor-
førur at reka - kanska tann tor-
førasti parturin av politiskum
virksemi yvirhøvur. Ein upp-
læring av fólki til at røkja eina
føroyska uttanríkistænastu
hevði verið ynskilig. Vit hava
sum er umboðsmann í London
og Brüssel, men mær tykir, at
tørvur er á einari fastlagdari
ætlan á økinum. Tað fekk stóran
týdning fyri íslendingar, at teir,
tá teir fingu ta sokallaðu Sam-
bandslógina í 1918, fingu fólk í
donsku uttanríkistænastuna, har
tey vórðu lærd at røkja uttan-
ríkispolitikkin. Tann lærdómur-
in, sum ein dugnalig donsk
uttanríkistænasta gav teimum,
er komin væl við, síðani Tjóð-
veldið Ísland varð stovnað í
1944.
Bæði undanfarna og núver-
andi samgonga settu sær fyri at
vera meira við í uttanríkis- og
verjumálum. Í samgonguskjal-
inum frá 2002 stóð:
"Samgongan hevur sum mál
at vinna Føroyum veruliga
uttanríkispolitiska ávirkan og at
fyrireika egnan uttanríkis-
politikk.
Føroyskir myndugleikar
skulu eftir greiðum reglum
tryggja sær fult innlit í og
avgerðarrætt á øll uttanríkis-
og verjupolitisk mál, ið kunnu
hugsast at hava týdning fyri
Føroyar og føroyingar."
Í samgonguskjalinum, sum
Javnaðarflokkurin, Fólkaflokk-
urin og Sambandsflokkurin
skrivaðu undir í januar, stendur:
"Vit skulu hava størri ávirkan
á uttanríkispolitiska økinum.
Hetta skal gerast í avtalu við
danskar myndugleikar.
Føroyskir myndugleikar
skulu tryggja sær innlit í og
ávirkan/avgerðarrætt á øll
uttanríkis- og verjupolitisk mál,
ið hava týdning fyri Føroyar.
Samráðingar verða tiknar upp
við donsku stjórnina um at
lógartryggja hetta."
Nakað av muni er á orðing-
unum, men ikki tann heilt stóri.
Tað sæst tó, at heimastýris-
flokkarnir Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin hava sett
síni merki á orðingarnar, sum í
tveimum førum eru heldur
linari enn hjá undanfarnu sam-
gongu. Tær linaru orðingarnar
eru "Hetta skal gerast í avtalu
við danskar myndugleikar" og
"Samráðingar verða tiknar upp
við donsku stjórnina um at
lógartryggja hetta."
Her verður sligið fast, at
ongin konfrontasjón skal vera
við donsku stjórnina um ávirk-
an á uttanríkis- og verjupolitikk
(undrist annars eitt sindur á
orðalagið "við donsku stjórn-
ina", tí eg helt, at hjá Sam-
bandsflokkinum og Javnaðar-
flokkinum er bara ein stjórn í
ríkinum).
Tað avgerandi er, at hvørki
tann fyrra ella tann seinna
orðingin hevði kunnað útvegað
okkum veruliga ávirkan á
verjumál. Tí er spurningurin,
um Løgtingið skal lata frá sær
møguleikan fyri at vísa sína
støðu, afturfyri at landsstýrið
skal fáa eitt sindur meira innlit
(tí talan kann ikki vera um
ávirkan), sum danska stjórnin
vil geva. Løgtingið hevur
higartil havt møguleika fyri at
vísa sína støðu. Tað er gjørt við
samtyktum í hernaðarmálum
líka síðani 1940. Síðani eru
fleiri aðrar samtyktir gjørdar.
Sum nevnt liggur eitt uppskot
frá Landsstýrinum í Tinginum
um trygdarpolitikk Føroya.
Tann avgerandi setningurin í
uppskotinum er, at "Løgtingið
tekur undir við, at Landsstýrið
tekur neyðug stig til tess at
røkja trygdarpolitisku, heruppií
verjupolitisku, áhugamál
Føroya".
Við øðrum orðum: hereftir
verður tað Landsstýrið og ikki
Løgtingið, sum tekur avgerð um
okkara trygdar- og verju-
politikk.
Tað er ikki nøkur smávegis
broyting. Lítil uggi er í, at sam-
bært uppskotinum skal Lands-
stýrið samskifta við "Uttan-
landsnevnd Løgtingsnevnd í
týdningarmiklum málum hesum
viðvíkjandi". Tað verður so
Landsstýrið, sum ger av, hvørji
verjupolitisk mál eru týdningar-
mikil.
Royndirnar av tí eru ikki
góðar. Bæði Kristian Djurhuus
løgmaður og Petur Mohr Dam
løgmaður fingu at vita um tær
ætlaðu hernaðarútbyggingarnar
um tíggju ára skiftið 1950/60,
men hvørgin kunnaði Løgtingið
um nakað. Í seinnu helvt av
sjeytiárunum fekk Atli P. Dam
at vita frá ovastanum í
Mjørkadali, at Loranstøðin á
Eiði vegleiddi amerikanskar
Polaris-kavbátar við kjarnorku-
løðingum, men heldur ikki hann
helt tað vera neyðugt at kunna
Løgtingið, í hvussu so er ikki
formliga.
So kann sjálvandi spyrjast,
um tað hevur nakran týdning, at
Løgtingið ger samtyktir um
hernaðarmál. Eg haldi ja. Sam-
tyktirnar hava ikki havt við sær,
at støðirnar eru niðurlagdar,
men eg ivist ikki í, at tær hava
virkað darvandi, tá talan hevur
verið um víðari hernaðar-
útbygging. Hevði Løgtingið
ikki havt so greiða støðu, hevði
Skálafjørðurin kanska langt
síðani verið avbyrgdur sum
herskipahavn. Bara fyri at gita
eitt dømi.
Støðan hjá okkum føroy-
ingum í verjumálum verður
veikari, tá tað bara verður
Landsstýrið - ella reelt løg-
maður - sum skal taka støðu.
Eg haldi ikki, at størri kunning
frá einum donskum forsætis-
ráðharra ella verjumálaráðharra
hevur størri týdning, enn
møguleikin hjá Løgtinginum at
hava og taka eina støðu.
Frægast høvdu vit helst
fingið burturúr, um bæði
samgonga og andstøða høvdu
lagt størri dent á at fáa víðari
heimildir á uttanríkispolitiska
økinum. So leingi vit eru partur
av ríkinum verða allar avgerðir
í verjumálum tiknar í samráð-
ingum millum stjórnina og
fremmandar maktir. Í tí førinum
er ivaleyst líka frægt eisini
frameftir at lata Løgtingið taka
støðu í verjupolitiskum málum.
Uttanríkis- og verjupolitikkur
René Dif við í Ársins Songrødd
René Dif, sum var ein av limunum í heimskenda danska bólkinum Aqua, er her á pallinum til Ársins Songrødd
UTTAN ÚR HEIMI
Nærkast friði
Nú er líkt til, at endi kann
fáast á borgarakrígnum í
Sudan, sum hevur vart í 21
ár, og sum hevur kostað
umleið hálvaaðru millión
mannalív.
Seinastu dagarnar hava
umboð
fyri
sudansku
stjórnina og uppreistrar-
felagsskapin SPLA verið
til samráðingar í granna-
landinum Kenya, og nú
tykist ein loysn vera fyri
framman. SPLA umboðar
tann kristna meirilutan har
suðuri í landinum, sum vil
hava sjálvsstýri, og nú er
tann muslimska stjórnin í
Khartoum gingin við til at
lata fólkið í Suðursudan
velja ímillum størri sjálv-
ræði og fullkomna loys-
ing. Samstundis er avtal-
að, at sudanska lóggávan
framvegis skal byggja á
muslimskar siðir, men
tann tiltikna sharia-revsi-
lógin skal tó ikki galda tey
kristnu har suðuri í land-
inum.
Avtalan ber í sær, at
verandi forsetin, Omar al-
Bashir, heldur fram í em-
bætinum. Nýggjur vara-
forseti verður tann kristni
uppreistrarleiðarin John
Garang. Teir báðir hava
fyrr avtalað, hvussu olju-
ríkidømið í Sudan skal
býtast ímillum tann kristna
og tann muslimska partin
av landinum.
Oljuprísur og
ferðaseðlar
Fleiri av teimum stóru
flogfeløgunum eru í stór-
um fíggjarligum trupul-
leikum, og tann høgi olju-
prísurin kann fara at gera
enda á summum feløgum.
Bretska British Airways,
sum er heimsins størsta
flogfelag, skal ætlandi
gjalda tíggju milliardir
krónur fyri brennievni í ár,
og tað er hálvonnur milli-
ard meiri enn í fjør. Fíggj-
arstjórin í felagnum, John
Roshton, sigur við BA
News, at felagið noyðist at
skarva av øðrum útreiðsl-
um. Tann høgi oljuprísurin
kostar
amerikonsku
American
Airlines
og
Unites Airlines tvær milli-
ardir krónur eyka í ár.
Støðan er serliga álvars-
som hjá American Air-
lines, sum stríðist fyri at
sleppa undan at fara á
húsagang.
Continental
Airlines, sum eisini er
amerikanskt, hevði 700
milliónir krónur í halli í
januar ársfjórðingi orsak-
að av tí hækkaða oljuprís-
inum.
Tey stóru flogfeløgini
hava harða kapping frá
lágprísfeløgunum,
men
tann høgi oljuprísurin
kostar eisini hesum feløg-
unum nógv. Tí er tað bara
ein spurningur um tíð, til
lágprísfeløgini
verða
noydd at seta prísirnar
upp, skrivar Berlingske
Tidende.
Svenska stjórnin
umrøður ódjór
Svenska stjórnin skal nú
taka støðu til, um ein
maður skal fáa loyvi at
taka egg frá einum ódjóri,
sum sigst halda til í einum
av teimum stóru svensku
vøtnunum.
Djórið, sum er ein so-
kallaður sjóormur, sigst
halda til í vatninum Stor-
sjøn. Hann er 14 metrar
langur og sigst hava verið í
vatninum seinastu 400
árini. Hann hevur ofta
verið umrøddur, eisini í
nýggjari tíð, men tað eru
fá, sum siga seg hava sæð
hann. Í 1962 gjørdi eitt
djóraverndarfelag av, at
sjóormurin skuldi friðast,
og hevur tóku teir lokalu
myndugleikarnir undir við
í 1986.
Men nú hevur Magnus
Cedergren í Stockholm
søkt myndugleikarnar um
at sleppa at royna at taka
egg frá sjóorminum. Teir
lokalu myndugleikarnir í
Jæmtlandi hava sagt nei,
men umsøkjarin hevur nú
sent stjórnini í Stockholm
málið. Har er tað løg-
málaráðið, sum skal taka
støðu til umsóknina, men
roknað verður við, at
myndugleikarnir fara at
kanna
málið
væl
og
virðiliga, áðrenn Magnus
Cedergren fær svar.
Skjót samrøða
At
BMW-bilar
kunnu
koyra skjótt, munnu tey
flestu vita, men tað er ikki
altíð so skilagott at trýsta
ov fast á speedaran, tá ein
situr við róðrið í einum
BMW.
Tað mátti ein skoti
sanna nú um dagarnar.
Hann var farin ein túr við
sínum BMW Z4, men var
so óheppin at koma fyri
eitt av mátingartólunum
hjá løgregluni. Tað vísti, at
maðurin koyrdi 250 kilo-
metrar um tíman, og at
hann harafturat sat og
tosaði í fartelefon.
Skotska løgreglan tók
sum vera man mannin,
men einki verður sagt um,
hvørja revsing hann fekk.
Blaðið Daily Mirror veita
at siga frá løgregluni, at
maðurin setti næstan nýtt
met á bretsku vegunum.
Metið, sum varð sett fyri
einum ári síðani, er 252
kilometrar um tíman, og
tað bleiv sett á sama
vegateininum. Vit kunnu
skoyta uppí, at tann bil-
førarin koyrdi eisini í
einum BMW-bili.
Í USA hevur oljuprís-
urin ikki verið so
høgur síðani Flógva-
kríggið í 1991, og
altjóða orkustovnurin
ávarar um álvarsamar
avleiðingar, fellur
prísurin ikki
OLJUPRÍSUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er tann ótrygga støðan í
økinum við Persaflógvan
og smáar amerikanskar
goymslur, sum hava skrúv-
að oljuprísin upp ígjøgnum.
Álopið á oljuútbúnaðin í
einari oljuhavn í Saudi-
arabia seinasta vikuskiftið
hevur elvt tilstúran fyri, at
fleiri tílík álop kunnu
koma, og tað hevur fingið
fleiri at ivast í, hvussu trygg
oljuveitingin úr økinum við
Persaflógvan er.
Í gjár kom prísurin upp í
39,57 dollarar á ameri-
kanska marknaðinum. og í
London fór Brent-oljan fyri
36,80 dollarar fyri tunnuna.
Tað merkir, at hesa vikuna
er oljuprísurin hækkaður
seks prosent.
Tá amerikanarar gjørdu
seg til at leypa á Irak í fjør,
kom oljuprísurin upp í
39,99 dollarar, áðrenn hann
fall aftur, men nú verður
roknað við, at hann fer upp
um 40 dollarar. Japanski
serfrøðingurin Tetsu Emori
segði við Reuters í gjár, at
hann væntar, at prísurin fer
upp um 43 dollarar fyri
tunnuna í summar.
Altjóða
orkustovnurin
IAEA ávaraði mikudagin
um, at tann høgi oljuprís-
urin kann fáa álvarssamar
avleiðingar fyri tey londini,
sum noyðast at innflyta
olju, men at príshækkingin
eisini kann ávirka heims-
búskapin sum heild.
Tann høgi prísurin kemur
oljufeløgunum væl við.
Norska Statoil kundi miku-
dagin vísa á sítt besta árs-
fjórðingsúrslit nakrantíð,
og sama dag hækkaðu
partabrøvini í A.P. Møller
munandi á partabræva-
marknaðinum
í
Keyp-
mannahavn.
Eitt av endamálunum
við fasta samband-
inum um Oyrasund
var at fáa stórar
altjóða fyritøkur at
seta seg niður har.
Tað hevur eydnast so
mikið væl, at í dag
hava 26 av heimsins
størstu fyritøkum
skrivstovu í økinum
FAST SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað eru ikki bara danir og
sviar, sum halda seg fáa
gagn av brúgvasambandin-
um um Oyrasund. Longu tá
sambandið bleiv fyrireikað,
varð tosað um, at tað mundi
fara at fáa fremmandar
fyritøkur at seta seg niður
við sundið, og hendan
metingin hevur hildið.
Ein kanning, sum tann
óhefti Oyrasundsstovnurin
í Malmø hevur gjørt, vísir,
at í dag hava 26 av teimum
størstu fyritøkunum í heim-
inum skrivstovu í økinum.
Hetta eru í flestu førum
skrivstovur, sum umsita tað
norðurlendska virksemið
hjá teimum einstøku fyri-
tøkunum. Fyri sjey árum
síðani høvdu bara tólv
altjóða fyritøkur skrivstovu
í Keypmannahavn ella í
Malmø.
Kanningin vísir eisini, at
tá tær stóru altjóða fyritøk-
urnar fáa sær skrivstovu í
Norðurlondum, eru Noreg
og Finnland úti í kuldanum.
Av teimum hundrað størstu
fyritøkunum
hava
65
skrivstovu í Norðurlondum.
Av teimum húsast 26 í
Oyrasundsøkinum, 27 eru í
Stockhólmi, og hinar tólv
eru aðrastaðni í Danmark
ella Svøríki. Tað eru serliga
matvøru- og bilfyritøkur,
sum trívast væl í Oyra-
sundsøkinum.
Ímillum
matvørufyritøkurnar
eru
kend nøvn so sum Nestlé,
Gilette og Coca-Cola, og
ímillum bilfyritøkurnar eru
eitt nú Peogeot, Toyota og
Daimler-Chrysler.
At Oyrasundsøkið hevur
so stóran týdning kemst av,
at tað liggur mitt í tí stóra
svenska-danska marknað-
inum, og formaðurin í
Oyrasundsstovninum,
Anders Olshov, ivast ikki í,
at tær stóru fyritøkurnar
síggja fleiri fyrimunir í at
seta seg niður har. Eitt nú
uppfata nógvar teirra Norð-
urlond sum ein marknað,
og í so máta liggur Oyra-
sundsøkið væl fyri, sigur
hann.
Christian Wickmmann
Hansen, sum er professari í
landafrøði, sigur við Aften-
posten, at tað fasta sam-
bandið um Ouyrasund hev-
ur virkað sum ein magnet
og hevur drigið stórfyritøk-
urnar til sín, og at alt fleiri
fyritøkur síggja tað sum ein
stóran fyrimun at hava eina
deild í økinum við Keyp-
mannahavn, Malmø og
Lund sum marknaði.
Tað fasta sambandið um
Oyrasund varð tikið í
nýtslu tann 1. juli í 2000. Í
økinum við brúnna búgva
3,5 milliónir fólk, og har
eru umleið 170.000 fyri-
tøkur.
Fasta sambandið dregur
Oljuprísurin togar
í 40 dollarar
Oljufeløgini og oljulondini forvinna nógvar pengar burtur úr tí høga oljuprísinum. Her liggur eitt tangaskip uttan fyri
oljuhavnina í Murmansk í Russlandi
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
37
36