Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin á Argjum eftir einum hjálparfólki, til barnagarðs stovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 14. oktober 2013 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað fram til 30. juni 2014. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Argjum, Traðagøta 55 160 Argir í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. september 2013. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Liljan S. Poulsen, leiðara, á telefon 302323 ella 219019. HJÁLPARFÓLK Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Botnánna í Kollafirði eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2013 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Dagstovninum við Botnánna, Botnavegur, 410 Kollafjørður, í seinasta lagi mánadagin 23. september 2013. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Connie Lassen, stovnsleiðara, telefon 221323. PEDAGOGUR Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir einum pedagogi til barnagarðs- stovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2013 ella eftin nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum Vesturi á Flat, Per Mohrsgøta 11, 188 Hoyvík í hendi seinasta lagi mánadagin 23 september 2013. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann-Mari Peter- sen, stovnsleiðara, telefon 318371 / 288371, ella hygg inn á www.flat.fo. PEDAGOGUR Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Vilt tú arbeiða á einum stinnum liði har tað fakliga er í miðdeplinum, eitt stað har tínir starvsfelagar eisini eru tínir vinir? Søkt verður eftir KT-infrastruktur serfrøðingi, ið er klár/ur til nýggjar avbjóðingar. Starvsøkið fevnir einamest um installatión, ráðgeving og brúkarahjálp innan virtualisering, storage og infrastruktur. Sum persónur ert tú fyrikomandi, hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina. Vit vænta, at tú hevur certificeringar/góð- kenningar og/ella fleiri árs royndir innan virtualisering, storage og infrastruktur umframt vilja og hegni at læra meira innan hesa tøkni t.d. innan Microsoft System Center familjuna. Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, og har fakligu avbjóðingarnar eru á hásæti og saman við tínum nýggju starvsfelagum gongur tú eini spennandi yrkisleið á Formula í møti. Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning, og vit leggja stóran dent á eftirútbúgving, ið gevur altjóða góðkenningar innan økið. Vit bjóða eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Umsóknir við prógvum skal sendast til Eyðun Thorsvig á teldupostadressu et@formula.fo. Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til áðurnevndu teldu- postadressu ella ringja 344145. Umsóknarfreistin er: Mikudagin 25. september 2013. 1xpetur Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at virka fyri at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitarnareindir har góðskan verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 75 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 60% og einum gjaldførislutfalli á 250. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum. Søkt verður eftir KT-infrastruktur serfrøðingi