Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 skal síggjast í ljósinum av, at trygdarpolitikkurin í dag eisini skal taka atlit til búskaparligar, sosial­ar og umhvørvisligar vand­ar og kreppustøður. Menn­ing­in í kunningar- og sam­skiftis­ tøknini “ger heimin min­ni” – fyrilestrar, sum vera hildn­ir í Føroyum við evnum um til dømis islam í mun til demo­ krati og skrivi- og talu­fræl­si, kunnu fylgjast bein­leið­is um allan heim um al­nót­ina. Tað er gott og positivt, at Føroyar eru við í al­ heims­gerini við teimum menn­ing­ar­møguleikum, ið alheimsgerin hevur við sær. Men, henda menning við­ førir eisini nakrar týðandi av­bjóð­ingar á uttanríkis-, trygd­ar- og verjupolitiska øki­num, og undir hesum eisini á tilbúgvingarpolitiska økinum. Føroya landsstýri og Danska stjórnin vera noydd til at fyrihalda seg til hes-ar avbjóðingar í komandi tíð­ um. Avbjóðingar, sum sam­ bært omanfyrinevnda kun­nu takast samanum til at hava ein tættan samanhang við luttøku Danmarkar í her­máls­ ligum átøkum í al­tjóða høpi, økt­ari luttøku hjá Føroyum í al­tjóða vinnulívið, hóttanir og vandar av menniskja- og nátturuskaptum ávum, sum eru tvørtjóða, fløktir og óvæntaðir umframt tann hóttanarmyndin sum fram­ veg­is er mótvegis Danmark sam­bært metingini hjá PET. Tørvur er á einum felags danskt/føroyskum trygd­ ar­politikki, sum leggur áherðs­lu á sivil-hernaðarliga samhugsan í mun til heild­ar­ verju­na. Í donsku avtaluni á verju­ øki­num 2013-2017 stendur m.a. skriva, at “Dansk forsvar har grundlæggende til formål at hævde det danske riges suverænitet og sikre landets fortsatte eksistens, integritet og sikkerhed. Truslerne mod Dan­mark kan opstå overalt i verden og er uforudsigelige og komplekse. ...” Danska verjulógin er gald­ andi í Føroyum, og endamáli og uppgávurnar í lógini taka útgangsstøði í einum víð­kað­um trygdarhugtaki – samsvarandi nýggju trygd- ar­dagsskránni, ið er nevnd oman­fyri – har hugtaki um trygd ríksins – sivilverja og stjórn­ar­verja (continuity of govern­ment) – er tikið burtur til frama fyri hugtaki um sivila trygd fyri almenningin (continuity of society). Verju­ lógin ásetir eisini, at danska verjan kann veita ym­iska hjálp til føroyska sam­felagið. Tann føroyska til­búgv­ ingarlógin bleiv sett í gildi í fjør summar, og enda­máli við lógini er m.a. at tryggja eina samvirkandi til­búgv­ ing fyri alt landið, mill­um annað við hjálp frá ein­um Tilbúgvingarráðið. Sam­ bært kunngerð til føroysku rættargangslógina § 108 – tann sokallaða “general­fuld­ magt­en” – er uppgávan hjá politi­num m.a. at varðveita trygd, frið og skil í landinum. Verju-, tilbúgvingar- og rætt­ar­gangslógin eru týdn­ ing­ar­mikil amboð til at menna eitt trygt og sterkt før­oyskt samfelag, har sivil- hern­að­ar­ligir førleikar og upp­gáv­ur vera sameindar og samhugsaðar í einari heild­ar­verju, sum er eitt samstarv millum politiið, hernaðarligu verju­na, sivilu tilbúgvingina hjá land og kommunum og bjarg­ingar­ feløg­ini. Nevndu lógir og heild­ar­verjan skulu í verki fremja trygdarpolitikkin í Føroyum. Føroyar hava seinastu árini yvirtikið trý týðandi máls­øki sum sermál, sum hava stóran trygdar- og til­ búgv­ingarligan týdning. Leit­ing og bjarging á sjónum í 2002, havumhvørvismál í 2003 og samskipan av til­ rættis­leggingini av sivilu til­búgvingini í 2007. Yvir­tøk­ ur­nar eru allarhelst gjørdar eftir bestu politisku sann­ føring og eftir besta føri­ muni. Men trupulleikin er, at hesi økir ongantíð eru sett inn í ein yvirskipaðan danskt/føroyskan trygdar- og verjupolitikk – økini eru tik­in yvir hvør sær, uttan eina yvir­skipaða trygdarpolitiska ætl­an, soleiðis at tað í dag er to­r­ført seta økini inn í ein trygd­ar- og tilbúgvingarligan saman­hang. Trygdar- og til­ búgv­ingarpolitikkurin vil í stór­an mun veita vissu fyri, at tað er ein yvirskipaður sam­an­hang­ur millum allar áhuga­part­ar, sum hava við trygd og til­búgving at gera, soleiðis at tað er eitt natúrligt samstarv millum áhugapartarnar tvørt­ur um myndugleika, fyri­tøku og landamørk. Har næst vil trygdar- og til­búgv­ing­ar­ politikkurin í stór­an mun tryggja, at tað er sam­svar millum operativa virk­semi hjá útinnandi eind­um og teir karmar, sum av­varð­andi myndugleikar seta upp við lógarverkið og man­na­gongd­ um. Hesin sam­an­hangur er ein avgerandi fortreyt fyri, at føroyska samfelagið er ført fyri taka sær av teimum av­ bjóðingum, sum í framtíðini stand­ast av menniskja- og náttúru­skaptum hendingum og vand­um. Ein vantandi føroysk lands­umf­atandi olju­til­ búgv­ing­ar­ætlan er eitt dømi um eitt øki, sum mangl­ ar at vera sett inn í ein yvirskipaðan trygdar- og tilbúgvingarpolitikk, og sum hevur havt við sær, at tað í dag ikki er undir­tøka á politiskum og em­bætis­ manna­stigi fyri, at skipa olju­tilbúgvingina í Før­oy­ um. Landsoljutilbúgv­ingar­ ætlanin eigur í Føroyum, sam­bært havumhvørvis-, kol­vet­nis- tilbúgvingar- og verju­lógini, at gerast sum eitt samstarv millum land, kommu­nur, fyristøðufelagið og donsku verjuna. Sum nevnt omanfyri, verða gjør­ d­ar oljuboringar á før­oyska landgrunninum næs­ta ár, og tískil eigur olju­til­búgv­ing­ar­ ætlan­in at raðfestast høgt í almennu skipanini. Tað eru 3 ár síðani Deepwater Hori­zon stórvanlukkuna, har 11 persónar doyðu og stór­ar mongdir av olju og gassi í fleiri vikur lóku út í Meksikoflógvan. Í ár eru tað 25 ár síðani Piper Alpha stórvanlukkuna á olju­ boripalli í Norðsjónum, har 167 fólk lótu lív. Fyrr­ver­andi stjórin í norska Petrole­um­ stil­synet, Magne Ognedal, sig­ur m.a. soleiðis, tá hann verð­ur spurdur, um eitt óhapp sum við Piper Alpha kann henda í dag: “Jeg tror svar­et på det er ja, ...” Víðari sig­ur Ognedal, at “Piper Alpha var – og er fortsat – en kraft­ig påmindelse om at det er et stort ulykkespotensial i denne næringen og at det er en udfordring at styre risikoen, ... Vi har sett mange hendelser etter Pip­ er Alpha som har hatt stort potensial og lett kunne ut­ vikl­et seg til storulykker eller katastrofer. Også her på norsk sokkel. Risikoen i denne virksomheten er stor, men den kan styres. Dét krev­er full oppmerksomhet – 24 timer i døgnet, sju dager i uka, 365 dager i året. Det er aldrig anledning til å slappe av.” Kjarnorkutilbúgvingin er eitt annað dømi um eitt yvir­tikið málsøki, sum krev­ ur samstarv tvørtur um myndug­leika- og landamørk, og sum manglar at vera sett inn í eitt trygdarpolitiskt høpi. Kjarnorkutilbúgvingin er í dag óvirkin í Føroyum, hóast tað finnast áleið 100 kjarn­orku­verk í Evropa og har tey nærmastu Føroyum eru staðsett í Skotlandi. Ein partur av umsitingini av kjarnorkutilbúgvingini eru føroyskir myndugleikar og bjargingarfeløgini før fyri at útinna, ímeðan aðrir part­ar krevur serkunnleika, sum Føroyar í dag ikki hava tøka. Tískil liggur væl fyri í hesum førinum, at taka upp samstarv við dans­ka tilbúgvingarstovnin, sum hevur serkunnleika í kjarn­ orku­ti­l­búgving. Sam­starvi kann taka støði í sam­starvs­ avtalum á tilbúgv­ingar­ økinum frá 2009 mill­um Fiski­mála­ráðið og Verju­ mála­ráðið. Leiting og bjarging á sjón­um hevur eisini tørv á einum yvirskipaðum trygd­ ar­politikki, har setast kann út í kortið, hvussu fram­tíð­ ar viðurskifti við­víkj­andi tyrlutilbúgving og bjarg­ ingar­bátum skulu sígg­ja út. Trygd­arpolitisk støða skal takast til, um tyrlu­til­búgv­ ingin skal skip­ast øðrvísi, tá nú­ver­andi tyrlusáttmáli fer úr gildi í 2015. Viðkomandi spurn­ingar mugu greinast polit­iskt í hesum sambandi – um tyrlutilbúgvingin t.d. skal skipast sum ein deild und­ir landinum, tí talan er um samfelagsligt sera týdn­ing­ar­mikið, men eisini váðakent og serligt virksemi, ella skal tyrlusáttmálin bjóðast út í fríðari kapping til onnur feløg at bjóða uppá. Vegna vaksandi virksemi og ferðslu á sjónum og í luftini, og einari møguligari komandi oljuvinnu, er so tørvur á meira framkomnum tyrl­um, og er tí kanska neyðugt at fara inn í eitt tætt­ari samstarv við Ísland og Stóra­bretland (Hetland) um tyrlutilbúgving. Eisini at gera eina ætlan fyri – og samhugsa – eitt tætt­ari sivilt-hernaðarligt sam­starv millum føroyskar myndug­ leikar og donsku verjuna um tyrlutilbúgving, herímillum regluligar venjingar við før­ oyskum tyrlum, sum lenda á donsk­um verjuskipið burtur frá landið. Skipanin við bjarg­inga­ r­bátunum má eisini setast inn í ein trygdarpolitiskan saman­hang, har støða má tak­ast til í hvussu stóran mun skulu bjargingarbátarnir, sum burturav virka við sjálvbodnum og ólønt­um fólkið, brúkast í sjó­ti­l­búgv­ ingini í mun til størru vakt­ ar- og bjargingarskipini hjá landinum. Hvussu langt røkkur uppgávan hjá bjarg­ ing­ar­bátunum í mun til størru skip­ini, og eig­ur avmarking at set­ast á virksemi hjá bjarg­ing­ar­bát­unum í mun til veður og vind og frá­støðu úr landi. Samsvarar før­ oyska regluverkið í hesum sam­bandi við virksemi hjá bjargingarbátunum ella skulu broytingar til. Eisini kundi verið hugt eftir, um tað hevði verið skila­gott, um manningin á bjargingarbátunum inn­ ganga í eitt tættari sam­starv við manningarnar á skip­ unu­m hjá landinum um t.d. út­búgving, førleikamenning og venjing. Sivilt/hernaðarligt samstarv er eisini ógvu­liga týdningarmikið í sam­bandi við virksemi hjá bjarg­ing­ar­ bát­unum. Eisini tá talan er um spurn­ing­in um yvirgang, er ein trygdarpolitikkur og tilbúgvingarligur saman­ hangur neyðugur, tí fyri­ byrging og átøk mótvegis yvir­gangi krevur sivil/hern­ að­arliga samhugsan, sam­ skipan av vitan og útgerð tvørt­ur um myndugleika- og landamørk og felags venj­ ing­ar í kreppustýring, bæði í ríkisfelagsskapinum og í norður­lendskum høpi. Týdn­ ing­ar­mikið er við tøttum samstarvi millum politiið, land og kommunur, eitt nú við at skipa eina føroyska k r e p p u s tý r i n g a r e i n d , har lands­stýrið og eitt kreppuráð/til­búgvingarráð innganga. Kreppu­stýr­ ing­areindin verð­ur sett í samanhang við politiið í Føroyum og kreppu­stýring­ areindina hjá dønum og íslend­ing­um umframt eina møgu­liga komandi felags norð­ur­landska kreppu­stýr­ ingar­eind. Eitt tætt samstarv millum politiið, sum hevur fregnartænastuupplýsingar frá PET um møguligar yvir­ gangs­hóttanir mótvegis før­oyska samfelagnum, og eitt føroyskt kreppuráð/ til­búgv­ingarráð, vil virka fyri­byrgjandi og styrkjandi í mun til innanríkis trygd Føroya. Í hesum sambandi er neyðugt, at ávísir før­oysk­ ir myndugleikar í einum kreppu­ráðið/til­búgv­ing­ar­ ráðið fáa innlit í flokkaði- og trún­aða­rskjøl frá politinum og PET viðvíkjandi upp­ lýsingum, sum hava við innan­ríkis trygd Føroya at gera, undir hesum upp­lýs­ ingar um møguligar yvir­ gangs­hóttanir mótvegis før­oyska samfelagnum og før­oysk­um áhugamálum annars. Skoytast kann uppí, at Norð­ur­landaráðið seinnu árini hevur lagt áherðslu á trygdarpolitikkin í norður­ londum og í Arktis, sum í stóran mun hevur tikið støði í Stoltenberg-frágreiðingini frá 2009 og sum hevur 13 ítøkilig uppskot til at styrkja um trygd og tilbúgving í norð­ur­londum. Uppskot nr. 8 mælir norðurlendsku stjórnunum til at skipa eina felags norðurlendska “katastro­fu­eind” – sum tekur støði í teimum kreppu­ stýringareindum, sum í dag virka í norðurlondum. Trygdarpolitikkurin má taka støði í landafrøðiliga og stýris­skipanarliga veruleika Føroya. Trygdarpolitikkurin í Føroyum má taka útgangs­ støði í hesum landafrøðiliga og stýrisskipanarliga veru­ leika – at Føroyar eru stað­ settar miðskeiðis úti í Norð­ur­atlantshavi og í ríkis­ felags­skapi við Danmark og Grøn­land, bundin saman í einari felags grundlóg og einum árhundraðar long­ um søguligum lagnu- og áhugafelagsskapi. Oma­n­ fyrinevnda løgtings­sam­ tykt frá 2004 og Fámj­in- yvirlýsingin frá 2005 hava longu víst á týdni­n­gi­n av samstarvinum mill­ um Danmark og Før­oy­ ar á uttanríkis- og trygd­ ar­polit­iska økinum, har spurning­ur­in um yvir­gangs­ hótt­anir- og gerðir er eitt týdningarmikið evni, sum eisini er viðkomandi at sam­ starva um. Nú skal hetta sam­starv bara aktiverast – tað hevur skund.