Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 6. september 2013 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Gilli Sørensen er framvegis B36 spælari, men tað er ikki við góðum vilja. Hann vón­ aði at sleppa at skifta til danska AaB, men kabalin gekk ikki upp. AaB slapp ikki við teir spælararnar, sum teir ætlaðu og komu heldur ikki ásamt við B36 um ein prís fyri Gilla. Eftir situr Gilli Sørensen, sum spælir restina av kapp­ ingarárinum við B36, har hann hevur sáttmála fyri kom­andi ár eisini. – Eg eri sjálvandi skuffaður av at tað ikki bleiv til nakað nú, tí eg var næstan sikkurt uppá tað fór at ganga og tí at áhugin var so stórur. Tað gekk ótrúliga væl til venjing í Dan­mark og fekk rós frá øllum, so jú heilt extremt skuff­andi at tað ikki bleiv til nakað, sigur Gilli vónbrotin og argur á málinum. Á seinasta degnum fyri at flytingarvindeygað lat aftur var leingi arbeitt við mál­ inum. Fyrr um dagin vóru boð­ini, at hópurin hjá Aab var fullur við 25 skrásettum spæl­arum. Men seinni á deg­ num varð Jeppe Curth út­ leig­aður til FC Midtjylland, sum hevur Sonna Ragnar Nattestad á liðnum. Síðani varð aftur ar­ beitt við málinum, men sam­ráð­ingarnar komu ikki upp á pláss og stutt fyri at flytingar­vindeygað lat aftur var greitt, at skiftið bleiv av ongum. – Tað var hart, at bíða so leingið eftur einum svari, tað má eg siga. Men eg fái ikki gjørt so nógv við tað. Tað eru jú B36 og Aab, sum skulu koma ásamt um ein prís um meg og tað gjørdu tey so ikki, sigur Gilli. Gevst ikki Hóast Gilli í dag er vónbrotin, so hevur hann ikki í sinni at gevast við at royna eydnuna sum yrkisspælari. – Eg veit tað er áhugi enn og tí gevist eg ikki enn. Ætlanin er at koyra á líka til kappingin endar og so fáa vit at síggja hvat sker tá, sigur Gilli Sørensen. Tað eru altíð tvær síður av eini samráðing og helst heldur B36, at AaB bjóðaði ov lítið, meðan AaB helt at B36 forlangaði ov nógv. B36 stríðist í løtuni fyri at røkka Europa League og tað gevur 1,2 milliónir krónur í vinningi. Tí hevur B36 sjálvandi áhuga í at halda Gilla, sum er ein lyklaspælari hjá felagnum, men er Gilli vónbrotin inn á B36 í samráðingunum? – Tað havi eg sum so onga viðmerking til. Eg spæli fyri B36 og fari stríðast fyri at vit kunnu fáa eitt Europa League pláss í ár, sigur Gilli avgjørdur á málinum. Hví ikki? Fríggjakvøldið stendur ein tann størsta uppgávan hjá landsliðnum fyriframman, tá týska U21 landsliðið kemur á vitjan. Týska liðið er mannað við spæalrum, sum spæla í Bundesliguni, so talan er um eina risa uppgávu fyri før­ oysku dreingirnar. Hóast føroyska liðið er uttan nakrar av profilunum sum Sonna Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen, Árna Frederiksberg og Poul Ingason, meðan Hallur Hansson og Ári Mohr Jónsson eru við A-lands­lið­ num, so er Gilli vísur í, at teir verða 11 móti 11 – og tá kann alt henda. – Vit eru 11 ímóti 11 og alt kann henda í fótbólti Vit hava skora 3 mál teir seinastu 2 dystirnar á heimavølli og hví ikki skora bæði nr 4 og 5 nú. Um Teitur spælur sín besta dyst í lívinum og vit berjast 120 prosent í 90 minuttir pluss tað leysa, so kann alt henda, sigur Gilli. Tað vilja altíð verða dagar, tá føroysku landsliðini takast við møtumiklar uppgávur, men tá er vert at hava góðu úrslitini í huga. – Hetta verður uttan iva eina torfør uppgáva hjá okkum, helst tann torførasta vit fáa í bólkinum, men vit kunnu altíð taka øll á bóli, tað gjørdi U21 landsliðið, tá teir vunnu á Russlandi á sinni, sigur Gilli Sørensen at enda. Gilli er liðskipari á før­ oyska U21 landsliðnum, sum fríggjakvøldið klokkan 19.45 skal spæla móti Týsklandi á Tórsvølli. Rás2 sigur bein­ leiðis frá dystinum. trondur@sosialurin.fo ítróttur fótbóltur Gilli vónbrotin Framhaldssøgan um Gunnar og ferðin til Kasakstan Gilli Sørensen er vónbrotin av at skiftið hjá honum til AaB ikki bleiv til nakað. Hann hevur tó ikki uppgivið at sleppa at royna seg í AaB Fótbóltssamband Føroya fer til sendistovuna hjá Kasak­ stan í Berlin í Týsklandi við pass­unum hjá før­oysku lands­liðs­spælar­unum. Allir fáa innfararloyvi til Kasak­ stan. FSF heitar síð­ani øll pass­ini og fer til Dan­ markar. Her verður passið hjá Gunnari Nielsen sent til Motherwell við einum so­ kall­aðum »Recommended Letter«, sum eigur at koma fram innan tveir dagar. Trupul­leikin er, at passið kem­ur ongantíð fram. Gunnar Nielen fer týs­ dagin fyrrapart til donsku sendistovuna í London og fær eitt fyribils pass. Við hesum kemur hann til Danmarkar mánadagin og ætlanin er, at hann síðani skal flúgva við hinum spæl­araunum, sum seint seinna­partin fara umvegis Frankfurt til Kasakstan. Tað letur seg ikki gera, tí reglugerðin sigur, at fyri at kom inn í Kasakstan skalt tú hava vanligt gyldigt pass. Tí stendur Gunnar Nielsen eftir í Kastrup, tá ferðalagið hjá A-landsliðnum fer í flúgvarin til Kasakstan. Mikudagin verður so skipað fyri, at Gunnar Nielsen fær nýtt pass í Dan­mark, men tíðar­mun­ urin, sum er fimm tímar, ger at tá Gunnar eina ferð fær sítt pass í Danmark, tá er klokkan longu um 15 í Kasakstan og tá er ikki leingi til at kontórið hjá myndug­leikunum í Kasak­ stan letur aftur. Gunnar Nielsen og FSF semjast um, at lands­ liðs­málverjin skal fara í flúgv­arin og seta kós móti Kasakstan, hóast hann ikki hevur fingið innfaraloyvi. Gunnar kemur til Frankfurt í Týsklandi, men sleppur ikki í flúgvaran til Kasakstan, tí hann ikki kann vísa á váttan um innfararloyvi. Gunnar yvirnáttar í Frankfurt og tá blaðið fór til prentingar hósdagin seinna­part stóð Gunnar á flogvøllinum í Frankfurt og bíðaði eftir at sleppa til Astana í Kasakstan, har føroyska landsliðið skal spæla móti Kasakstan í undankappingini til HM endaspælið 2014. Mynd: Álvur Haraldsen